mikudagur 28. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Danska poppstjørnan Bryan Rice hevði
Meshuggah
New Millennium
Cyanide Christ
– Tað sum mær dámar við
Meshuggah er faktiskt rút-
mirnar, groovið. Meshug-
gah er fryktiliga ógvisligur
bólkur. Vit í Sic eru nógv
rútmiskt inspireraðir av
Meshuggah. Eg havi onga
ide um, hvat teksturin
handlar um. Tí tá eg lurti
eftir Meshuggah, so eru
tað bara rútmirnar, sum eg
lurti eftir.
Mikkjal Gaard Hansen velur 5
tey bestu løgini
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tónleikur er
mítt battarí
Mikkjal Gaard Hansen er odda
maðurin í málmsbólkinum Sic,
sum hesa vikuna hevur koll
velt føroyska fløguútgávu.
Myrka røddin er eyðkend, men
hvar kemur íblásturin frá.
Vit hava biðið Mikkjal um
at velja 5 tey bestu løgini
í heiminum.
Mikkjal Gaard Hansen er best
kendur sum orkumikli oddamaðurin
í tungmálmsbólkinum Sic. Hansara
rámandi og inniliga rødd, telist
millum tær bestu og mest serstøku
í Føroyum. Hetta upplivdi Føroyar
enn einaferð, nú fløgan hjá
bólkinum kom á marknaðin í vikuni.
Karl Anton Klein, sáli, segði um
Mikkjal, at hann var tann feitastu
rokkrávøran, ið vit eiga. Ein útsøgn,
sum kann prógva seg sjálva nú
fløgan Pandemonium er komin
á marknaðin, og hevur stórar
útflutningsmøguleikar í sær.
Líka síðan Mikkjal í bólkinum
Krit byrjaði at gera vart við
seg í umhvørvinum kring
Margarinfabrikkina í Havn, hava
hansara evnir verið greið, og
brennandi áhugin fyri tónleikinum,
hevur verið líka greiður.
Vit kenna Mikkjal úr Sic, myrka
røddin er eyðkend, men hvar kemur
íblásturin til tónleikin frá. Vit hava
biðið Mikkjal um at siga okkum
hvørji fimm løg, hann metur vera
tey bestu í heiminum.
Nógvur ymiskur
tónleikur
–Tónleikur fyllur alt, eg gangi við
mínum iPodi allan dagin, tónleikur
er mítt battarí, sigur Mikkjal um
týdningin, ið tónleikur hevur fyri
hann. Talan er eisini um nógvan
ymiskan tónleik.
Mikkjal viðgongur, at tað var ikki
nøkur løtt uppgáva, at skula finna
tey fimm bestu løgini.
– Har er so nógv at velja
ímillum. Skuldi eg velja t.d okkurt
hjá Black Sabbath, Alice In Chains
ella kanska AC/DC, eg hevði stór
problemir við at velja, sigur Mikkjal.
Tey fimm løgini, ið hann endaði
við at velja vóru hesi:
Godsmack
Sick of Life
– Mær dámar øgiliga væl
tekstin í hesum lagnum.
Ja, eg veit ikki, hann sigur
tað so ræðuliga væl, tá
man bara er troyttur av tí,
tú veitst: Sick Of Life. Sjálvt
lagið er eisini øgiliga gott.
Ja. Samanumtikið dámar
mær bara lagið.
Hypocrisy
Disconnected
Magnetic Corridors
– Hypocrisy er ein bólkur,
sum eg hevði svert við
at venja meg við. Ljóðið í
akkurát hesum lagnum er
ræðuliga stórt, og har er
ein droymandi stemingur.
Tekstirnar hjá teimum eru
øgiliga depressivir. Mær
dámar spesielt væl mátan
sum sangarin brúkar rød-
dina, onkuntíð skríggjar
hann og onkuntíð ljóðar
hann sum ein munkur.
Pink Floyd
Comfortably Numb
– Uff, Comfortably Numb
er ein deiligur sangur. Bara
soloirnar, tær eru guff. Tá tú
hevur sætt filmin The Wall,
so fær teksturin enn meira
meining. Aftur her dámar
mær, mátan hann syngur.
Hann er ikki verðsins besti
sangari. Men hann dugir
ræðuliga væl at útrykkja
seg.
Machine Head
Davidian
– Machine Head tekur meg
aftur í fólkaskúlan. Tá eg
fyrstu ferð hoyrdi Machine
Head, so var tað næstan
størri enn at hoyra Sepul-
tura. Attitúdan er øgiliga
viktig, har er so nógv
attitúda. M.F. allan vegin í
gjøgnum.