Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 17 ára gomlu Jeanni og Lindis Petersen úr Havn eru tvíburðar. Møtir tú teimum á gøtuni, sært tú neyvan mun á teimum; men prátar tú við tær, leggur tú skjótt til merkis, at tær eru bara næstan eins. – Fyrr søgdu tey, at eg var meira stýrandi enn Lindis, sigur Jeanni við einum smíli. – Tað er rættiliga vanligt hjá tvíburðum, at annar er framligur, meðan hin er smæðin, og soleiðis hevur tað kanska eisini verið hjá okkum báðum, tá ið vit vóru yngri, men nú er munurin ikki so stórur, heldur hon, og Lindis er samd. – Vit líkjast enn rættiliga nógv; hava somu áhugamál og somu vinir, men vit kunnu saktans vera ósamdar… bara ikki so leingi í senn, tí vit eru sjálvsagt góðar við hvørja aðra og eru næstan altíð saman. Í sama flokki Jeanni og Lindis ganga í løtuni í 1. X í studentaskúlanum í Hoydølum, og har trívast tær væl. – Vit hava gingið í barnagarði saman og í sama flokki øll árini í fólkaskúlanum, og tá ið vit skuldu fara undir studentsútbúgvingina, vildu vit royna nakað nýtt og ætlaðu ikki at fara í sama flokk. Men vit valdu báðar týskt, og endaðu av tí sama aftur í sama flokki, tí tað vóru so fá, sum høvdu valt tað. Fimleikurin Systrarnar hava íðkað fimleik hjá Samrøða Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo Hevur tú sæð sangleikirnar Kúlla Knút ella Fame? Ella hevur tú sæð FM-kappingarnar í rútmiskum og estetiskum fimleiki seinastu árini? So hevur tú eisini óivað lagt til merkis vøkru og – næstan – eins tvíburðasystrarnar Jeanni og Lindis Petersen úr Havn. Vit eru fyrimyndir hjá hvørji aðrari