Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Havnar Fimleikafelag í tólv ár. Tær hava verið við í sjey FM-kappingum og vunnið føroyameistaraheitið fimm ferðir tilsamans. Nú gera tær báðar fimleik á estetiska kvinnuliðinum hjá Havnar Fimleikafelag, umframt at tær eru hjálparvenjarar hjá estetiska pinkuliðinum. – Vit elska fimleik. Vit hava íðka fimleik í so nógv ár nú, og meginparturin av frítíðini fer eisini til fimleikin. Amboðsfimleikur hevur ongantíð havt okkara áhuga. Mamma hevur verið amboðsfimleikari, og hon hevur verið við okkum onkuntíð, og beiggi okkara er eisini dugnaligur amboðsfimleikari, men okkara hjarta liggur hjá rútmiska fimleikinum. Tað er nakað serligt við at gera rørslur til tónleik, siga báðar við ein munn. Sangleikir Fyri nøkrum árum síðani vóru systrarnar bidnar um at vera við í sangleikinum um Kúlla Knút. – Vit vóru bidnar, tí at vit vóru tvillingar og sovorðið, sigur Jeanni. – Tá skuldu vit eisini syngja, og tað høvdu vit ongantíð roynt áður, leggur Lindis afturat. – Men tað gekk væl, og tað var ordiliga stuttligt at sleppa at royna. Annars fáast vit ikki nógv við tónleik, vit hava ongantíð spælt nakað ljóðføri. Og so vóru vit eisini við í sangleikinum Fame í fjør. Tá teknaðu vit okkum sum dansarar, tí at tað er tað, sum vit halda vera mest spennandi. At vera við í Fame var eitt ordiliga stór uppliving. Tað var ótrúliga strævið, stuttligt og spennandi, men vit vóru eisini í tvístøðu, tí at Fame fór við so nógvari tíð, at tað gekk út yvir fimleikin, og tað var venjarin hjá okkum ikki so glað fyri. Og tá ið vit tóku fimleikin fram um Fame, fingu vit skeld, so tað var ikki serliga lætt, flennir Jeanni. – Vit vandu hvønn dag, og tað kravdi ótrúliga nógv, men samanhaldið gjørdist virkuliga gott, og vit høvdu tað eisini sera stuttligt, sigur Lindis. – Tá ið sýningarnar byrjaðu, bleiv tað ordiliga ekstremt. Vit vóru í gongd eini tólv tímar hvønn dag, so skúlatingini máttu gerast í teimum fáa steðgunum, vit høvdu, tí vit vóru ikki lidnar fyrr enn klokkan ellivu um kvøldið, og tá vóru vit púra ferdigar. Kappingarneytar Tá ið tú ert tvíburði, hevur tú altíð ein kappingarneyta, sigur Jeanni. – Um eg síggi, at Lindis klárar okkurt í fimleiki, sum eg ikki klári, so má eg eisini klára tað, tí vit eru so líka, sum vit eru, og tað er ræðuliga ringt at góðtaka, at onnur dugir okkurt, sum hin ikki dugir. Tá kann mann føla seg verri enn hin, og tað er ikki ein góð kensla. Í skúlanum eru vit eisini á sama fakliga støði. Karakterirnir eru næstan altíð líka, hóast vit sjálvsagt hava ymiskar dagar. Onkuntíð hevur tú ein góðan dag, og onkuntíð hevur tú ein ringan dag, sigur Lindis. – Ofta krevja fólk eisini tað sama av okkum báðum. Hevur Jeanni fingið hægri karakter enn eg, so undrast fólk og spyrja, hvussu tað ber til, at eg ikki fekk tað sama sum hon. Jeanni heldur fram: Tey gloyma, at vit eru tveir ymiskir persónar, og at vit ikki altíð eru hundrað prosent eins. Vit hava tosað nógv um, hvat hendir, um til dømis bara onnur av okkum verður vald á liðið í estetiskum fimleiki. Tá ið vit vóru yngri, søgdu venjararnir eisini við mammu, at um onnur var betri enn hin, so varð hon vald, og har eru mamma og babba samd við teimum. – Sjálvandi blívi eg øgiliga kedd, um bara Lindis sleppur, men eg ynski ikki, at hon skal missa ein møguleika, tí at eg ikki eri líka dugnalig sum hon. – Vit ynskja sjálvandi altíð tað besta fyri hina, sigur Lindis. Strævið viðhvørt Spurdar um, um tær ikki gerast troyttar av hvørji aðrari, svara tær báðar við ein munn. – Jú, sjálvandi er tað strævið viðhvørt. Vit eru ongantíð ein. Eg eri ongantíð bara eg, sigur Jeanni. Vit eru altíð Jeanni-Lindis, og eg minnist, at í fjør var eg nokk so troytt av tí eina tíð. Tey, sum kenna okkum væl, síggja okkum sum tveir persónar, men onnur fólk, sum ikki kenna okkum so væl, taka ofta feil, og nógv síggja okkum sum ein persón, og tað kann vera rættiliga keðiligt, tí vit eru jú einstaklingar sum øll onnur, hóast vit líkjast sera nógv á útsjóndini. – Men sum oftast er tað deiligt at hava hina hjá sær, eru tær báðar samdar um. – Tað er eisini nokk so ringt at vera frá hvørji aðrari, tí vit hava jú tey somu áhugamálini, so tað er natúrligt hjá okkum at vera saman. – Men tað er umráðandi, at vit eisini eru sjálvstøðugar, og tað haldi eg, at vit eru, sigur Lindis. Mamma tekur onkuntíð feil Familjan og allir vinirnir hjá okkum kenna okkum væl, og tað er ræðuliga sjáldan, at nakar av teimum tekur feil av okkum. – Jú, tá ið vit tosa í telefon kann tað vera ringt at vita, hvønn av okkum tey tosa við. Sjálvt mamma hevur ikki altíð so lætt vit at hoyra mun á røddunum hjá okkum í telefonini. – Annars er tað ongantíð nakar trupulleiki, flennir Jeanni. Jeanni Navn: Jeanni Petersen Bústaður: Tórshavn Fødd: 11. januar 1990 Starv: Lesandi Systkin: Lindis og Rani Yndistónleikur: Ikki nakað ávíst; mær dámar væl tann nýggja tónleikin, sum er frammi nú í MTV. Yndislitur: Lilla Áhugamál: Fimleikurin hevur næstan alt at siga. Mær dámar eisini væl at vera saman við vinunum og at dansa. Lindis um Jeanni: Jeanni er ordiliga fitt. Hon dugir sera væl at gera fimleik, og eg havi altíð havt hana sum fyrimynd, bæði nú, men eisini serliga, tá ið eg var yngri. Onkuntíð kann hon kanska vera eitt sindur irriterandi, men tað hevur onki upp á seg, og tað er altíð yvirstaðið beinanvegin. Lindis Navn: Lindis Petersen Bústaður: Tórshavn Fødd: 11. januar 1990 Starv: Lesandi Systkin: Jeanni og Rani Yndistónleikur: Nýggjur tónleikur, fyri tað mesta poppur, sum er frammi í løtuni. Yndislitur: Blátt Áhugamál: Fimleikur, at vera saman við vinunum og at dansa. Tað er ringt at finna nakað annað enn tað, sum Jeanni sigur, tí vit eru rættiliga líka, hava tey somu áhugamálini og gera altíð tað sama. Lindis um Jeanni: Lindis er ein fittur persónur. Hon er álítandi, og eg havi altíð følt, at eg kann siga henni alt, og tað seti eg stóran prís uppá. Lindis er eisini mín fyrimynd; um eg síggi, at hon dugir okkurt, so má eg eisini duga tað, tí vit eru so líka, og eg eigi at klára tað sama sum hon. Onkuntíð kann eg blíva eitt sindur irrit- erað, tí hon ikki hevur eina meining um okkurt, men tað eru altíð smáting, sum í veruleikanum einki hava at siga. Beinta Vilhelsem sýnir fram serlig snið Listaskálin verður hóskvøldið karmur um øðrvísi og spennandi mótasýning. Mótasýningin er sermerkt við, at klæði- ni eru seymaði og skapt til persónin, ið vísur tey fram, av skraddaranum Beintu Vilhelmsen. Beinta er m.a. kend fyri sínar stórslignu veitslukjólar. Í Listaskálanum sýnir Beinta draktir, veitslukjólar og brúðarkjólar. Umframt klæði verður tónleikur og upplestur á skránnið. Sigrið Rasmussen syngur nøkur løg av komandi fløguni, ið kemur út í næstum. Eisini fer Sólrun Michelsen at lesa brot úr stuttsøgu. Umframt hugnaliga og forkun- nuga løtu í Listaskálanum, gevur atgongumerki ein leskiligan drykk á Hvonn eftir mótasýningina, og 20% av øllum vørum í skraddarínum hjá Beintu 2. og 3. mars. Atgongumerki til mótasýningina eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Skraddarínum hjá Beintu Vilhelmsen, hjá Cosmeto og á Hvonn, og sambært fyrireikarunum er talið av atgongumer- kjum avmarkað. Beinta Vilhelmsen sniðgav og seymaði kjólan, ið vit á planet.fo brúktu til at geva íblástur áðrenn Planet Awards gallaveitlsuna á Hotel Føroyum í januar. mynd: Álvur