mikudagur 28. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Klokkan er umleið 13:00, tá
eg seti kósina oman móti
farstøðini, har eg og Heri
Joensen úr Týr hava avgjørt
at fáa okkum eitt lítið prát
um støðuna hjá Týr. Vit hava
góðar 40 minuttir til Heri
skal við bussinum norður
aftur. Vit sessast við eitt
borð tætt at kioskini. Heri
drekkur cola og eg kaffi.
Progressivt Ragnarok
Fjepparar og blaðfólk hava
tikið væl ímóti nýggjastu
fløguni hjá Týr, Ragnarok.
Men hvussu er Heri nøgdur,
nú eitt sindur er fráliðið.
– Kanska er hon ov pro
gressiv í løtum. Vit hava
havt trý ár til at smíða
fløguna saman, og tað
hevur gjørt tað møguligt hjá
okkum at leggja nógv smá
ting aftrat løgunum. Hetta
ger at tað tekur longri tíð til,
at alt gongur upp fyri
lurtaranum. Eg eri sera
glaður fyri Ragnarok, men
har eru nøkur hugskot, ið
virkaðu ógvuliga gløgg, tá
eg skrivaði tónleikin, men
sum ikki riggaðu heilt
álíkavæl.
Ummælarar hava nevnt
tann progressiva hugin, ið
bólkurin vísir á fløguni.
Hetta hevur Heri tikið til sín
sum íblástur. Tá hann
einaferð skal til verka aftur
til at smíða næstu Týr
fløguna, ætlar hann at gera
tingini á ein annan hátt.
– Eg kundi hugsað mær,
at næsta fløgan bleiv meira
live kend, soleiðis, at løgini
ikki fingu sama progressiva
tendens. Blivu uppaftur
meira fangandi og veruliga
fingu lív í til eina konsert .
Víkingaferð ið
gav bonus
Sum flestu fjepparum er
kunnugt, so var Týr á einari
longri konsertferð í Evropa
saman við finska og sera
episka bólkinum Wintersun
og Amon Amarth, sum í
nøkur ár hevur verið eitt tað
størsta navnið innan víkinga
málmin. Hvussu upplivdi
Heri hesa drúgvu
konsertferð?
– Vit hava bara jaligar
søgur frá ferðini. Hetta var
ein sera týdningarmikil
rundferð fyri okkum og fyri
yrkisleiðina hjá Týr. Vit vóru
í Ungarn, Póllandi, Italia,
Fraklandi, Englandi, ja, runt
í Evropa. Næstan hvørt
kvøld spældu vit fyri umleið
túsund fólkum. Serliga í
Póllandi og Ungarn var
móttøkan góð. Hetta tí, at
konsertir av hesum slag
num ikki eru heilt vanligar
har um leiðir og tí vóru
reaksjónirnar orkumiklar.
At vera á konsertferð
gevur møguleika, at skapa
nýggj sambond og at fáa
nýggjar vinir. Men at fram
føra so harðan tónleik hvørt
kvøld, kennist aftur á kroppi
num. Nógvu og longu buss
ferðirnar eru somuleiðis
møðsamar.
– Vit deildu buss við mann
ingina úr Wintersun, og
prátaðu javnan við okkara
vikingabrøður úr Amon
Amarth. Tey flestu fólkini, ið
tú hittir í hesum umhvørvi
num, eru stás menniskju.
Nógv ferðing var og tað
kundi onkuntíð tykjast stræv
ið. Konsertinar vóru seint á
kvøldi, og sjálvt um tað var
ómetaliga gott at spæla fyri
fólkum, so var eg útkoyrdur,
tá dagurin var liðugur.
Danish dynamite
Í ummæli her í blaðnum,
varð ljóðmaðurin Jacob
Hansen nevndur í samband
við ummæli av Ragnarok,
róð var framundir, at hann
var eitt slag av uttanhýsis
fimta limi. At tí at hansara
áhaldandi leiklutur við at
skapa ljóðbúnan hjá bólki
num og í síðsta enda sam
leikan á fløguni. Heri heldur,
at tað kanska er at gera ov
nógv av.
– Jakob er sera professio
nellur og lættur at arbeiða
saman við. Hann ger nógv
arbeiði fyri okkum, tá vit eru
í upptøkuhøli ella ljóð
blanda. Men hann hevur
ikki beinleiðis ávirkan á
sjálv løgini. Hann kemur við
nøkrum hugskotum, eins og
øll onnur, men blandar seg
ikki ov nógv upp í sang
skrivingina .
Sjálvur heldur Heri, at
samstarvið við Jakob hevur
riggað væl, tí er eisini
møguleiki fyri, at Týr fara at
samstarva við dananum á
næstu fløguna.
Konsertir í eygsjón
Týr skrivaði undir sáttmála
við eysturríkska plátufelagið
Napalm Records og við við
umboðsfelagið Listen Up,
tíðliga í fjør. Hetta hevur
styrkt bólkin og gjørt tað
lættari at sleppa fram at
konsertum og festivalum í
útlondunum.
– Vit fáa góðan stuðul og
hava góðar treytir, so har er
ikki nógv at klaga um.
Nakrar konsertir eru fyri
framan. Av tí at Amon
Amarth skuldi til USA á
aðra konsertferð, vórðu vit
noyddir at útseta tær síðstu
framførslurnar saman. Vit
skulu spæla fýra konsertir í
Svøríki og eina í Oslo. Hetta
verður frá 31. januar til 4.
februar. Samstundis verður
arbeitt við øðrum konsert
ferðum. Alt er bara ikki
komið uppá pláss enn. Vit
skulu m.a. spæla á týska
Ragnarok Festivalinum í
mars og Wacken í august.
Wacken Open Air er
heimsins størsti
tungmálmsfestivalur. Hóast
hetta ikki verður fyrr enn 4.
august, spurdi eg Hera, um
hann hevði gjørt sær nakrar
tankar um hetta tiltak.
- Hetta er stórt fyri okkum.
Tey siga, at spælir tú eina
góða konsert á Wacken, so
ber alt til aftaná. Ein úr
plátufelagnum hjá okkum
fortaldi, at hetta er fyrstu
ferð, at eitt navn frá teirra
bólkalista er komið so skjótt
millum førandi nøvnini,
sum enda á Wacken
pallunum. Tað verður
spennandi. Mær vitandi
ætla nógv fólk at koma at
stuðla okkum, bæði úr
Føroyum og Holland, ja, líka
úr USA.
Nýggj fløga í 2008
Nú einans 10 minuttir eru
eftir til Heri skal við
bussinum, spyrji eg, nær
næsta Týr fløgan kemur.
– Vit eru ikki byrjaðir uppá
nakað. Ongin tíðarætlan er
sett, men eg kundi hugsað
mær at farið í upptøkuhølið
aftursíðst í hesum árinum,
og geva fløguna út um
várið komandi ár, men onki
er avgjørt enn, so vit fáa at
síggja, sigur Heri, reisist og
biður farvæl og gongur út
móti bussinum.
Samrøða
Fróði Stenberg
post@sosialurin.fo
Smíða meðan jarnið er heitt
Eftir tvær langar og krevjandi konsertferðir við
nógvum góðum upplivingum, dyggum pallroyndum
og góðum ummælum er kósin sett hjá garpunum
úr víkingmálms bólkinum Týr. Týr er veruliga klárur
at gera um seg kring heiminum.
Mynd: Bárður Eklund