mikudagur 28. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hans Fróði í Playboy
balli við Pamelu
Tá Pamela Anderson herfyri var í veitslu hjá
Playboy stjóranum Hugh Hefner, hevði hon
føroyska vakurleikaserfrøðingin Hans Fróða
Hansen við sína lið.
Føroyski vakurleikaserfrøðingurin Hans
Fróði Hansen flutti herfyri til USA,
har hann undir navninum Mr. Kay Kay
er í ferð við at gerast eitt navn innan
vakurleikarøkt hjá teimum kendu í
Hollywood. Herfyri bar Vikublaðið tíðindi
um, at Hans Fróði hevði verið úti og
eti døgurða við Pamelu Anderson.
Men talan gjørdist eftir øllum at døma
um meira enn bert ein einstakan
døgurða. Sambært keldum nær at Hans
Fróða hevur hann enn samband við
fyrrverandi Baywatch stjørnuna.
Nú fæst sjón fyri søgn. Í sending
á týsku sjónvarpsrásini RTL, sæst
Hans Fróði í veitslu saman við Pamelu
Anderson hjá Playboy stjóranum Hugh
Hefner.
Pamela hevur verið 11 ferð í Playboy,
hetta er met. Á sjónvarpsklippinum
sæst, at Pamela og Hans Fróði koma í
veitsluna saman. Pamela er miðdepilin
í veitsluni, men á øllum myndunum
er Hans Fróði við hennara lið. Pamela
verður í sendingini spurd um, hvussu
hon hevur tað, eftir at hjúnarlagið við
Kid Rock er kollsiglt. Hon letur væl at,
og sigur at hon hevur tað nógv betur
nú.
Í veitsluni mussar hon Hugh Hefner
og er flirtar við myndatólinum og fólki
kring seg. Men sjónvarpsstøðin veit
at siga, at Pamela fór einsamøll heim.
Hans Fróði, ið á myndini letur limousin
hurðina upp fyri Pamelu, er sambært
RTL “Nur der türhalter”, bert hennara
hurðhaldari.
Á heimasíðuni hjá Hans Fróða,
KayKay.com skrivar hann, at hann
í apríl fer at lansera sína egnu røð
av vakurleikarøktarvørum til menn
Mr. Kay Kay. Eisini skilst, at Hans
Fróði saman við kendu amerikansku
make-up listakvinnuni Alexis Vogel,
arbeiðir við at gera eina røð innan
vakurleikarøkt til kvinnur. Sambært
Vikublaðnum kann hugsast, at
Pamela Anderson skal vera við til at
marknaðarføra hesar vørur.
Vit royndu í morgun at fáa eina
viðmerking frá Hans Fróða, men
tíðarmunurin er somikið stórur,
at nátt var har hann er staddur, tí
eydnaðist hetta ikki.
Móti
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hans Fróði og Pamela
tyktust at hugna sær
í veitsluni hjá Playboy
stjóranum Hugh Hefner
Skermprent av Youtube
Ein sera lívlig og flirtandi
Pamela Anderson hevði
Hans Fróða Hansen við
sína lið
Mynd: Scanpix.dk
Sjónvarpsbrotið úr RTL liggur á: www.youtube.com/watch?v=OUBFjZtVsN0
Hóast Hans Fróði fylgdi
Pamelu út í bilin, koyrdi
hon einsamøll heim.