Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Tað sær ikki út sum um Camron Diaz saknar Justin Timberlake, at døma eftir hennara stutt­ leika á strondini á Hawaii. Tann dugnaliga sjónleikarakvinnan, Carmoron Diaz og hennara Charlie`s angels vinkona Drew Barrymore eru á ferð á Hawaii. Tað er eisini liðugt hjá Drew og Farbrizio Moretti. So tær avgjørdu, at fara at surfa, fyri at hava tað stuttligt og nýta single lívið. Claudia Shiffer hatar slankikurar Óttast ikki aldurdóminum Kvinnurnar runt um í verðini fella framvegis fyri oscar- vinnarinum George Clooney, man kan heldur ikki nokta, at tann 45 ára gamli sjónleikarin sær gott út. Men tað við aldrinum og útsjóndini, er als ikki nakað tann gráhærdi chamørurin hugsar um, og hann hevur ongan ótta fyri rukkum og øðrum aldursdómteknum. Í veruleikanum gleðir hann seg til at blíva gamal. - Eg eri 45 ára gamal, og mítt hár er grát. Mær dámar sera væl tankan um, at mær ikki tørvar at lurta eftir, hvat hini halda um meg, sigur George, sum leggur afturat, at hann sær fram til at blíva 50. Eg havi longu eina livur, sum ein 75 ára gamal. So tað skal nokk ganga, sigur Clooney órørdur. Cameron Diaz nýtir lívið 36 ára gamla týska modellin Claudia Shiffer er ógvuliga kend i modellheiminum. Tann nýggi mótin við sera tunnum modellum, er avgjørt ikki nakað týsku Claudiu dámar. Hon hevur eitt gott ráð til allar sínar yngru starvsfelagar - Tær ungu modellinar, skulu ikki lata seg freista av teimum vitleysu slankikurinum ella øðrum, fyri at blíva ónatúrliga klænur, heldur Claudia, sum sjálv hatar allar formar fyri slankikurar. Hon heldur seg klænan við at eta sunt og íðka ítrótt, á tann hátt ber tað væl til, at halda seg í form. Gwen Stefani vónar at Britney finnur gleðina við at vera mamma Myndir: Scanpix Villa lívið hjá Britney Spears má skjótt fáa ein enda. Gwen Stefani roynur at stuðla Britney, ið hevur sera stórar trupuleikar í løtuni. Tær báðar songskvinnurnar búðu eina­ ferð tætt saman, Greiðir 37 ára gamla Stefani frá. »Eg vóni, at hon hevur tað gott. Hon hevur fyri kortum fingið eitt barn. Eg vóni, at hon skjótt sleppur at njóta tað. Tað er ótrú­ligt«, sigur Gwen ið sjálv er mamma at einum soni. Gwen leggur afturat, at henni dámar sera væl hárið hjá Britney. »Hon sær gott út við øllum rakaðum av«. Gwen Stefani stuðlar Britney Cameron Diaz hugnar sær á strondini Mynd: SaN George Clooney er ikki vorðin minnið lekkur, hóast hárið er gránað Mynd: Scanpix Claudia Shiffer er í løtuni við barn Mynd: Scanpix