Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 17 síður

Tekstur á síðuni

32 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Føroya Ellisakfør hava fingið tveir gamlar sløkkiliðsbilar úr Klaksvík í varð- veitslu ELLISAKFØR Tveir av sløkkiliðsbilunum hjá Klaksvíkar Sløkkiliði skulu í nærmastu framtíð flytast til Havnar. Teir skulu í varðveitslu hjá Føroya Ellisakførum, sum hevur innrættað gamla vatn- brunnin við Gráastein í Havn til at hýsa gomlum bilum. M. a. hetta sæst at lesa í limablaðnum hjá Føroya Ellisakførum, sum kom- andi dagarnar eisini verður at fáa í leysasølu kring landið. – Tað er vorðið alt ov trongligt á Sløkkiliðsstøð- ini, og tað er eisini fyri at bøta eitt sindur um hetta, at Sløkkiliðsstøðin og Klaks- víkar býráð ætla at lata Før- oya Ellisakførum hesar báðar elstu bilarnar í varð- veitslu, sigur Kári Kjelnæs, sløkkiliðsmeistari í Klaks- vík. Hann sigur, at talan er um tveir teir elstu bilarnar, sum sjáldan ella ongantíð verða nýttir. Annar er Bedford tangabilur. Hesin hevur eina ábygda lágtrýstpumpu og er innrættaður við manningarrúmi. Hesin bilurin kom til Klaksvíkar í 1968 – men verður sagt, at hann hevði staðið sum nýggjur, óbrúkt- ur, á goymslu hjá leverand- øri í tíggju ár. Um so er, so er bilurin frá 1958. – Hóast bilurin hevur tænt fyri seg og er sera ótíð- arhóskandi – hann hevur onga hátrýstpumpu, hevur ikki powerstýring, o. s. fr., so er hann í góðum standi eftir aldrinum, sigur Kári Kjelnæs, sum leggur aftur- at, at bilurin var til sýn fyri einum góðum ári síðani – og fekk ongan kross. Hin bilurin, sum skal í varðveitslu hjá Føroya Ell- isakførum, er gamli VW fólkavognurin. Hann kom til landið í 1974 og var út- gjørdur við lítlari pumpu og einum 250 litra glasfipur- tanga. Seinnu árini hevur hesin bilurin tó mest verið nýttur sum amboðsbilur til pump- ur og slangur umframt at hann eisini var eitt slag av »slangutendrara« – og so sjálvandi eisini til at flyta fólkið við, sigur Kári Kjel- næs. Sløkkiliðsmeistarin í Klaksvík sigur, at síðani tey í Klaksvík fingu Mercedes- bilin við há- og lágtrýst- pumpu í 1985, hevur Bed- fordurin verið sera lítið brúktur – fyri ikki at siga einki. – Tó so, við eldsbrunan úti á Rógv á Skarðhamri og á Papcon á Viðareiði var gamli Bedfordurin nýttur til at spaða til Mercedesin – og tað kom væl við, sigur hann. Í fjør fekk sløkkiliðið í Klaksvík ein nýggjan VW, sum er munandi størri, og síðani tá hevur ikki verið brúk fyri 27 ára gamla fólkavognsrugbreyðinum. – Vit átaka okkum fegnir hesa uppgávuna, sigur Brynjálvur Jensen, formað- ur í Føroyua Ellisakførum. Men tað er tó framvegis Klaksvíkar kommuna, sum eigur bilarnar báðar. Í av- taluni við okkum hevur kommunan treytað sær, at Klaksvíkar býráð altíð kann fáa bilarnar norður, um tey hava brúk fyri teim- um til eitthvørt høvi, fram- sýning, ella hvat tað skal vera – og verður farið undir at gera eitt savn í Klaksvík, ið kann hýsa bilunum eina- ferð í framtíðini, so fær kommunan bilarnar aftur, ynskir hon tað, sigur Bryn- jálvur Jensen. LUFTTRÝSTIÐ Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires VEÐRIÐ Veðrið leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvir- høvur turt og sól- glottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og yvir- høvur turt og sólglott- ar. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og út- synningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 9 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI 16. feb. 01:24 13:59 00:24 12:59 00:39 13:14 03:24 15:59 04:24 16:59 — 12:14 11:14 23:38 01:39 14:14 02:39 15:14 01:09 13:44 02:24 14:59 17. feb. 02:23 14:48 01:23 13:48 01:38 14:03 04:23 16:48 05:23 17:48 00:38 13:03 — 12:03 02:38 15:03 03:38 16:03 02:08 14:33 03:23 15:48 18. feb. 03:11 15:35 02:11 14:35 02:26 14:50 05:11 17:35 06:11 18:35 01:26 13:50 00:26 12:50 03:26 15:50 04:26 16:50 02:56 15:20 04:11 16:35 19. feb. 03:59 16:22 02:59 15:22 03:14 15:37 05:59 18:22 06:59 19:22 02:14 14:37 01:14 13:37 04:14 16:37 05:14 17:37 03:44 16:07 04:59 17:22 Veðrið í dag: Fyrrapartin skrið ella stormur av útsynningi suðri og regn. Hitin um 5 stig. Seinnapart- in strúkur í vindi av vestri og ælingur, partvís vátaslettingur, men eisini sólgottar. Hitin millum 1 og 4 stig. 15. febr.: Seinna kvarter 20. febr.: Mánin longst frá jørðini 23. febr.: Tendring Kelda. Álmanakkin 2001 HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 16 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 Hitalagið mált frá 14/02 kl. 0600–15/02 kl. 0600. Hitin í gjár: 6,1° Minsti hiti máldur í febr.: ÷11,0o Mesti hiti máldur í febr.: 11,0o AVFALL Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 5 10 15 20 25 30 Eitt lágtrýst, 998 hPa., á 45-N og 43-V, fer skjótt móti Íslandi og dýpist. Kuldabrúgvin haðani verður yvir Føroyum fríggjadagin. Eitt lágrtrýst, 974 hPa. norðan fyri Íslandi fer í landnyrðing og kuldabrúgvin við Føroyar fer eystureftir. ÷31 ÷12 ÷11 ÷5 – – 0 3 9 6 7 8 4 3 – 6 3 3 0 1 3 1 2 7 7 14 14 9 15 16 2 20 32 29 – 6 25 10 21 – 9 – 28 Avfallið: 8,0 mm – mált frá 14/02 kl. 0600–15/02 kl. 0600 Avfallið higartil í februar: 84,1 mm 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri februar Miðalhitin fyri februar 8–13 m/s 20–25 m/s 10–15 m/s L H H L 8–13 m/s 10–15 m/s L H 8–13 m/s H L Vika 7 – 14. februar Vinnaratøl: 02 - 15 - 37 - 43 - 44 - 46 Eykatøl: 09 - 19 6 vinnaratøl: 8.217.134,- kr. 5 vinnarat.+ eykatal 494.377,- kr. 5 vinnaratøl: 4.149,- kr. 4 vinnaratøl: 134,- kr. 3 vinnaratøl: 33- kr. –––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Sløkkiliðsbilar goymast í vatnbrunni Ellisakfør Tíðindaskrivið Leysasøla 20 kr Nr. 1 • januar-mars 2001 10. árgangur Zündapp Norma Luxus frá 1956 Kári Kjelnæs, sløkkiliðsmeistari í Klaksvík, við gamla Bedford sløkkiliðsbilinum í Klaksvík frá 1958, ið nú skal goymast í gamla vatnbrunninum við Gráastein í Havn, sum Føroya Ellisfør innrætta til bilasavn Mynd: Eirikur Lindenskov