mikudagur 28. februar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
3
Veðrur og
sleppingarlamb
Tað er ikki longri síðan
enn so, at tá Niclas Dahl
í Hoyriksstovu var 12 ára
gamal, tá tóku teir ein veðr,
sum Billustovumenninir átti.
Hann hevði staðið í tjóðri
millum køstarnar og bara
etið hømiliur. Hesin veðrurin
bleiv so feitur, at alla ta
síðstu tíðina reisti hann seg
slett ikki. Tað hevur verið
umleið 1890, at Niclas hevur
verið við at leiða veðrin á
fiskavektina. Hann vigaði
200 pund livandi, og tað vóru
40 merkur av tálg í honum.
Heini Gaard í Hálvmørk
átti eitt sindur av jørð í
Góðadali, og Jógvan Poulsen
á Trøðni, sum giftist til
Oyndarfjarðar átti eisini eitt
sindur av jørð. Nú vil Jógvan
hava eitt sleppingarlamb frá
Heina Gaard í Góðadali, og
hann letur eitt veðurlamb
afturfyri. Hetta veðurlambið
hevði 18 merkur í tálg, so
tað má hava vigað nógv.
Neyst og bátar
Eg skal fortelja frá bátunum
og neystunum sum vóru,
tá eg var smádrongur. Tað
vóru fá neyst, og tey vóru
heima í Støðni. Tað norðasta
kallaðist Kulpuneystið.
Onkur vil meina, at hetta
er eitt írskt navn. Tað stóð
tvørtur um við bakkanum
niðan fyri Kvenngarðshús.
Tað stóð líka sum suður
og norð. Har var ein vegur
millum Kvenngarðshús og
tað neystið. Tað, eg minnist,
vóru ongar hurðar fyri neyst
ið, men bátur stóð inni. Hvør
ið átti bátin veit eg ikki, eg
rokni við, at tað hevur verið
á Grunnlendi. Hini neystini
vóru Garðineystið, tað var
tað fyrsta, so Stórustovu
neystið til tveir bátar, so
Guttaneystið, so Sunnan
neystið, og vóru hesi tvey
neyst til ein bát hvørt. Hetta
vóru neystini sum vóru í
støðni. Nøkur eru komin
norðari aftaná. So var tað í
Oksastøð inni í Garði. Har
vóru tvey neyst, og tað var
Billustovuneystið, sum er
dottið niður í 20-unum.
Men fyrst eg minnist var
tað í besta standi, og tað
var takt við hálm. So høvdu
Billustovumenninir eisini ein
varðahjall innan fyri ánna
og oman fyri brúnna. Hann
var eisini taktur við hálm, og
so Garðshornsneystið. Vit
kallaðu tað Kirkjugarðsneyst
ið av tí, at tað var innan fyri
kirkjugarðin. Vit kallaðu altíð
tann bátin fyri Grøni.
So var tað heima í støðni.
Eg meini, at tað vóru tríggjar
lunnbøtur, sum teir róptu. Ein
lunnbót er til at draga bát
í, tá hann ikki verður settur
inn í neystið. Tað vóru tveir
laðaðir veggir, sum tveir
steinar høgir, og fastir lunnar
lógu ímillum, akkurát tilpass
fyri ein lítlan bát at standa
inni í við lívskorðu báðu
megin við. Tað brúktu teir
fyri tað mesta um summ arið.
Teir smáu bátarnir stóðu
sum oftast úti um. Eg meini,
at tað vóru tvær undir
Stovuneystinum, men tann
seinasta sum var eftir stóð
so undir Stovuneystinum.
Ja, eg minnist inni í Vík
um, neystið sum var har. Tað
var til tveir bátar. So var eitt
hús omanyvir neystið, og
tað høvdu teir til at goyma
tjørutunnur, sirupstunnur og
tílíkt í.
Innan fyri ánna
Tá eg var smádrongur vóru
átta hús innan fyri ánna. Tú
kann ætla, at tann býlingurin
er so mikið ungur. Eg minnist
tey flestu av teimum niður
setufólkum, sum settu seg
innan fyri ánna, burtursæð
frá einum. Eitt hús var í Tarti.
Har vóru fýra ættarlið, sum
eg veit um.
Hini minnist eg øll.
Undir Steininum minnist
eg mamm u Zakaris, hon
kallaðist Magga, og maður
hennara kallaðist Ólavur. Jó
an Hendrik Weyhe í Kinn var
slektaður úr Billustovu. Hann
var niðursetumaður í Kinn.
Kona hansara var úr Tarti,
hon kallaðist Sigga.
So var tað Heini í Hálv
mørk, Heini Gaard, hann
var úr Garðshorni og konu
hansara, Annu úr Tarti, tey
minnist eg bæði. Og Jóan
Pauli Thomsen og tann
seinna konan. Jens Pauli
Clementsen, hann bygdi
Bakkahúsini, sum Abraham
á Bakka keypti. Hann var
slektaður av Syðradali. Hann
bygdi aftur uppi á Fløtti.
Peningurin sum
mundi farið í luftina
Hetta var øll míni barnsdóms
og ungdómsár. Eg kann
fortelja eitt lítið trekk frá
Høgna á Dunganum. Hann
var slektaður úr Funningi.
Tað vóru tveir brøður, Høgni
Petersen og Peter Petersen,
Petur í Hoygarðshúsi, sum
vit róptu. Hann giftist inn
har, meðan Høgni giftist inn
á Dunga. Eg veit ikki, um
hann mundi eiga nakra jørð,
tá hann var ungur. Nú er tað,
at hann skal fara til Fugla
fjarðar at keypa jørð. Hann
hevði pengarnar í einum
pappírspetti. Hvar hann
hevði tað, veit eg ikki, men
teir gomlu plagdu at goyma
slíkt í teirra føroysku húgvu.
Hann gekk omanvið ánna
innan fyri har í Garði, sum vit
rópa. So gongur hann, og ikki
fyrr enn hann kemur niðan
undir Skarð, nú uppdagar
hann, at hann hevur mist
pengarnar burtur. Hetta var
jú forferdiligt. Hann vendir
so aftur og roynir at ganga
har, sum hann hevur gingið.
So fer hann niðan við ánna,
og omanfyri brúnna, sum var
tvørtur um ánna. Nú liggur
pappírið á einum steini har.
Hann lyfti hendurnar upp um
høvdið og takkaði Gudi fyri.
Tað var merkiliga heppið, at
tað ikki var fokið í ánna.
Røkt
At vera røktingarmaður gav
ikki nógv. Eg veit ikki, um
teir fingu tríggjar ærir í røkt,
harragud sum tað var lítið.
Og tað kom mangan fyri, at
tað var minni enn tað.
Pápi var 17 ár fjallmaður
á Grunnlendi, og so tóku vit
brøðurnir við. Eg minnist
einaferð, tað var eitt ringt
ár, tá fingu vit bara eitt hálvt
fjalllamb.
Útróður í Oyndarfirði
So minnist eg sum smá
drongur, at tað róðu tríggir
motorbátar út í Oyndarfirði
um várarnar. Klaksvíkin
átti hesar bátarnar, tí
Víkahandilin handlaði fyri
Klaksvík. Teir fortoyaðu í
Oyndarfirði, eg haldi at tað
var frá mars mánaði, at teir
høvdu loyvi frá tryggingini at
leggja seg her á sandgrynn
uni. So lógu teir fyri várið.
Eg meini, at teir kallaðust
soleiðis: Eivind, Angantyr og
Halgafelli, sum var so lítil
sum eitt 10-mannafar ella
ein seksæringur. Tað var
stuttligt at hoyra teir liggja
og glinta har.
Tað bleiv nógvur útróður
um veturin eftir, at eg fór
til sjós, men tað vóru fáir
bátar sum gingu út av
Oyndarfirði um veturin. Tað
vóru seksmannafør, sum
róðu út, tó var eitt átta
mannafar. Tað var Garði
báturin, men hann bleiv
so lítið brúktur til útróður.
Ábraham Ábrahamsen
hevði hann tveir vetrar.
Eg var við tann seinna
veturin. Tann fyrra veturin
róðu teir út í Djúpunum. Eg
minnist, at tað var ikki til at
fara útum oyggjar. Tað var
sum ein býur at síggja av
trolarum. Bátarnir róðu út
Hús á Línheyggi, í Tarti og í Hálvmørk
Oyndarfjørður í 1911
Á rættini. Jens Hvass prestur, Eivin Petersen og Jákup Martin Joensen