mikudagur 28. februar 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
undir oyggjarnar norðuri í
Djúpunum. Teir fingu tvær
stórar hýsur á bát í 1927,
tað var alt. Tað seinna árið,
tá eg var við, kom eingin
hýsa á bát. Hetta var í 1928.
Fiskurin var eisini smáur tað
árið. Men ein dag fingu vit
fisk. Tað var tann einasti
dagurin, vit fingu ordiliga av
fiski. Vit settu 42 stykkir, 6
línur, 6-7 stk línir. Tá var so
nógv á, eg minnist Dánjal
Abrahamsen fór at draga og
eg at taka ímóti. Eg var so
kaldur, eg hevði róð sveittur
og so bíðað eftir lýsing. Tað
varð skjótt, at eg bleiv heitur,
so nógv var á. Vit avreidd u
1100 pund og býttu ein
tøðleyp í part av sovorðn
um, sum var niðan fyri 16
tummar. Fiskurin kostaði 6
oyru pundið. Eg hevði gjørt
mær eina nýggja línu til, og
eg fekk akkurát fyri hana
tann veturin.
Eg gavst við tí útróðrinum,
tí eg tímdi ikki. Man var til
skips hina tíðina og fortjenti
væl. Tá hevði eg fingið ein
lítlan bát, og eg gjørdi tað
betri at rógva við tí bátinum,
og tað var eisini nógv fittlig
ari. Vit plagdu et egna einar
tvær línur um kvøldið og
seta tær í lýsingina. So svav
man um náttina, og vit fingu
akkurát líka frægt burtur úr.
Var ein løta, kundu vit
eisini altíð fara at dyrgja
ella við snøri. Vit fingu nokk
av døgurðamati og nokk av
fiski.
Bátar av Hellunum
Tá gingu fýra bátar út av
Hellunum. Tað var ”Roynd
in”, ”Karis”, ”Hvalurin” og
”Immanuel”.
So var tað Jóan Pauli
Thomsen, hann leigaði ein
bát frá Karl á Lag, sum
kallaðist fyri ”Rosa”. Hann
átti hann eisini eina stutta
tíð, og lat hann so aftur
til Karl á Lag. Men seinni
leigaði hann ymiskar bátar
úr Suðuroy til at rógva út við
um várarnar. Tann fyrsti sum
eg veit um at hann hevði,
tað var ”Skortur”. Hann var
tveymastraður og mundi
vera um 14-16 tons. Hann
varð keyptur til Víkahandilin
seinni. Petur Klein hevði
hann, og hann førdi sand við
honum. Teir leigaðu ymiskar
bátar. ”Føroyingurin” úr
Vági var ein. Niklas Lassen,
sum var motorpassari við
”Lauru”, var í Oyndarfirði og
róði út árið fyri sum hann
gekk burtur, so oyndfirðingar
kendu hann væl.
Meira frá William
Clowes
Eg kom at hugsa um fyrsta
árið við William Clowes.
Tað var í 1924. Tað vóru
einir 6-7 viðingar við, og
Jóan Magnus Thomsen úr
Syðrugøtu var skipari. Hann
hevði siglt við Magnus á
Viðareiði og hevur kent
nógvar viðingar. Tað vóru
tríggir adventistar við, og teir
komu við treytað av, at teir
skuldu halda frí leygardag
og fiska sunnudag. Teir vóru
Jóannes í Innistovu, sum átti
skonnartina ”Sjey Systkin”,
sum hann lat byggja í 1932.
Sonur hansara Henry var
við fyrsta árið, hann var til
skips, og so var tað Sofus
Olsen. Jóannes var ein
sovorðin kempa og sterkur
maður. Hetta var annað árið,
at gummistivlar vóru at fáa.
Tað gekk illa hjá honum at
fáa stivlar sum passaðu, tí
teir vóru ov trongir í íferðina.
Hann fekk so einar einaferð.
Eg minnist, at Jóannes
stóð aftan fyri stórvantið.
Dýpið sum Jóan Magnus
royndi á Eysturlandinum
var fyri tað mesta tvey
stykki vatn. Jóannes hevði
sovorðnar kreftir, at tá tað
hálaði út, so koyrdi hann eitt
tveypunds lodd afturat. Tí
var lodd ið 14 pund, og tað
vísti seg ikki at standa á hjá
honum. Eg minnist, at hann
fortaldi fyri mær seinni, tá
eg onkuntíð hitti hann, at
hann var so harmur um tað,
at hann hevði dyrkað tvær
traðir upp á Viðareiði, tí
eingin var at taka aftur.
Hann átti tríggjar synir,
og eg var saman við øllum
trimum. Ein lítlan heysttúr í
1934 var eg saman við Ness
og Aksel, teimum yngru.
Mundi doyð
í flotkeldu
Tað var í 1928 ella 1929, at
eg var við ”Irex” á Skála. Eg
hevði verið heima og hevði
havt klæðini heim við mær.
Nú skal eg fara avstað aftur,
og tað er at fara til gongu
eftir Heltnini. Sigfred beiggi
mín, sum var 14 ára gamal
tá, hann var við mær til at
bera.
Tað var svalligt at ganga,
so eg lat meg úr og gekk skó
leysur og royndi at raka onkr
an vátan plett, har vi gingu.
Tá vit komu yvir gøtumegna,
og eg traðki einastaðni,
har væta er, so er tað ein
flotkelda. Nú føli eg ikki
botn við fótinum. Eg kom at
hanga sum í leysari luft, og
eg kom at hanga á posanum.
Tá føldi eg eisini líka sum
ein lítlan pall, har eg kundi
steðga á. Og so Sigfred at
royna at hála meg upp . Eg
hevði ikki komið upp aftur
einsamallur. Hetta hevur ver
ið eitt tað nærmasta, eg havi
verið deyðanum, og so skuldi
tað enntá vera á landi at
eg mundi drukna. Ikki hevði
eg sæst aftur heldur, um
eg druknaði har. Teir gomlu
plagdu at siga at fara undir
heilt, men mangt kríatúr man
hava fingið ta lagnu.
Grindabáturin
Í nýggjari tíð er ein bátsvan
lukka hend í Oyndarfirði, og
hetta var í eini grind í 1939
í Hvannasundi, og millum
aðrar bátar var eisini eitt
seksmannafar úr Oyndarfirði.
Veðrið var gott, og tað gekk
alt upp á tað besta, men
meðan teir skera upp , helt
onkur, at best var at skunda
sær eitt sindur, tí tað var ikki
vist, at veðrið fór at halda
sær. Teir fara so avstað
heim til Oyndarfjarðar, hó
ast tað var seint. Men tað
gjørdist rættiligt ruskveður
vestaneftir. Teir royndu at
blaka grind út fyri at lætta
um, men tað kom eitt so øg
iligt rennikavaæl, og hildið
varð, at tað var tá, at báturin
holvdist.
Múlamenn høvdu eisini
verið í grind og vóru við at
bera grindina til hús, tá teir
halda seg hoyra okkurt, men
teir síggja einki í myrkrinum.
Tó skiltist skjótt, at her rugg
aði ikki rætt, og menn vórðu
vaktir. Tá hoyrdust eisini
neyðarróp. Teir fingu tó ikki
sett bát út í Múla og ringdu
inn í Sund at biðja teir fara
at hjálpa. Tó batnaði veðrið
kortini so mikið eina løtu, at
teir fingu flotað bát í Múla.
Oyndfjarðarbáturin var tá
rikin yvir móti Viðareiðis
hellu, og bert ein maður var
eftir á kjøli, og var hetta
Hendrik á Kinn. Teir sum
umkomust vóru Karl í Hálv
mørk, Sofus Rinkustein og
Hendr ik í Heiríksstovu, allir
av raskastu monnum. Eftir
Karl sótu kona og trý børn,
og eftir Sofus sat kona við
ársgomlum soni. Hinir báðir
vóru trúlovaðir.
Hendrik var rættiliga illa
fyri, tá múlamenn komu til,
men hann kundi greiða frá,
hvussu nógvir, ið teir høvdu
verið, og at hinir vóru farnir.
Motorbáturin sleipaði so
bátin inn í Sund, og hinir
fingu Hendrik til hús. Hann
var leidd ur inn til Símun,
sum fór í song við honum fyri
at fáa hita í hann aftur. Hann
var har norðuri nakrar dagar,
til hann kom nakað fyri seg
aftur.
Kundi eins væl
sjálvur verið farin
Eg kundi eins væl verið farin
í hesi vanlukku. Tað var ein
leygardag, at grindaboðini
komu. Eg var stadd ur heimi
í Stórustovu hjá Martin
Klein. Her sat eisini Hendrik
í Heiðrikstovu. Vit vóru
allir kammeratar. Hann sat
har, og hann ætlaði sær í
grind, og hann trúgaði meg
at koma við. Eg segði nei,
mær dámdi einki at fara í
kirkjutíð, tí tað fór at koma
inn í kirkjutíð sunnudag,
áðrenn vit komu aftur. Tað
var tað síðsta hann segði
við meg, tá hann fór úr
stólinum, og vit sóust ikki
aftur. Eg og Meinhard Emil,
Meinhard Joensen, vit
lossaðu tilfarið til húsini hjá
Hendrik Hammer hendan
leygardagin. Tað var fínasta
veður, og Meinhard hevði
fingið skaða í ein fingur. Tað
gjørdi, at hann fór ikki við,
teir vóru eisini kammeratar.
Onkur hevði biðið lovað
sær við men slapp ikki
við. Eg minnist so væl tað
sunnukvøldið. Um 9 tíðina
koma vit av møti, og pápi
Sofus Rinkustein, Klæmint
Joensen, hugdi upp í luftina
yvir Skarðið. Hann var so
grískur yviri í Skarðinum.
Tað var ein ótti tá á øllum.
Tað vísti seg, at teir hoyrdu
ymiskt fyri sær. Báturin hevði
pá hangsmotor, og tað var,
sum um tey hoyrdu glintan.
Eg fari so í song og frætti
einki fyrr enn morgunin eftir
um hesa ólukkuna.
Aðrar vanlukkur
So fari eg eftir torvi. Tað
er gott veður, og eg komi í
fylgi við Høgna Høgnesen
á Grunnlendi. Vit komu at
fylgjast fram á Helvtnina.
Kráirnar vóru so nær hvørj
ari aðrari fram við Halgafelli,
sum vit rópa. So spyrji eg
hann, um hann veit um bátar,
sum fyrr eru burturgingnir úr
Oyndarfirði.
Hann sigur, at tað vóru
tveir bátar, sum hann visti
um, og báðir høvdu mann
skap av Grunnlendi, júst
húsinum, sum hann var úr.
Hann sigur árstalið nær
tað var. Og tað var í 1749.
Kumpassin kom aftur báðu
ferð. Annar báturin gekk burt
ur fyri Fjallinum og annar úti
við oyggjunum.
Um hesa tíðina fór ein
neytakona í Laksá, hon var
eisini av Grunnlendi. Tað
varð eitt neyðarhús har, tí
tað var einki mannfólk at
arbeiða garðin. Tað merkiliga
við tí er, at Freydis hevur
kannað øll skjøl, og hon
finnur onga staðni hetta
skrivað uttan tað, at tað er
skift eftir Jógvani Olsen á
Grunnlendi í 1949, og tá er
skilað til, at hann doyði á
sjónum árið fyri.
1945 við ”Smut”. Andrias Klein í bakborðstofti og Tummas Anthoniussen á
stýriborðstoft.
Kongavitjan í Oyndarfirði. Undir liðuni á kongi er Henrietta.