leygardagur 17. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 17. februar 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 34 - 17. februar 2001
gult cyan magenta svart
– Tað er vetur og
Suðuroyarfjørður er
ikki altíð so tespiligur
at fara um, sigur
Viberg Sørensen, for-
maður í Suðuroyar
Oljuvinnurá. Vón-
andi verður fundurin
seinni, sigur Høgni
Hoydal
AVLÝSING
Áki Bertholdsen
Tað verða ongir fundir
ímillum landsins hægstu
politikarar, oljufeløgini og
suðuroyingar í dag.
Tað var annars ætlanin, at
tað skuldu vera tveir for-
vitnisligir fundir í Suður-
oynni í dag. Í fyrstu atløgu
skuldi almenningurin í
Suðuroynni fáa høvi til at
hitta teir tríggjar topp-po-
litikararnar, Anfinn Kalls-
berg, Løgmann, Høgna
Hoydal, Varaløgmann og
Eyðun Elttør, landsstýris-
mann í oljumálum. Á tí
fundinum skuldu suðuroy-
ingar sum heild fáa høvi til
at skifta orð við teir tríggjar
um oljuvinnu í Suðuroynni,
um støðuna hjá oynni sum
heild og um, framtíðina hjá
hesi oyggj.
Samstundis var ætlanin at
Eyðun Elttør skuldi hava
umboð fyri oljufeløgini
suður við sær. Ætlanin var,
at vinnulívið í Suðuroynni
skuldi fáa høvi til at hitta
oljufeløgini og at greiða
teimum frá, hvat vinnan í
Suðuroynni er før fyri, og
annars at skifta orð um,
hvussu eisini vinnulívið í
Suðuroynni kundi fáa lut í
oljuvinnuni.
Hesir báðir fundirnir
vóru avtalaðir, tá í nevndin
í Suðuroyar Oljuvinnuráði
var á fundi við Landsstýrið
fyrr í hesum mánaðinum.
Men tað er nú greitt, at
hvørgin fundurin verður.
Viberg Sørensen, for-
maður í Suðuroyar olju-
vinnuráð, sigur, at teir hava
fingið at vita, at tað lá ikki
fyri hjá løgmanni at koma.
Avboðið kom fyrr í vikuni.
Hann sigur, at teir sóu
hetta tiltakið sum eina eind
og tá ið ein so týdningar-
mikil politikari, sum sjálv-
ur Løgmaður, fekk forfall,
er grundarlagið tikið undan
fundunum báðum.
– Tí hava vit gjørt av at
avlýsa
fundirnar,
sigur
hann.
Og í løtuni veit hann
ikki, antin fundurin verður
seinni, ella um hann er
avlýstur við alla.
Og hóast Viberg ikki fær
dult fyri, at hann er ógvu-
liga vónbrotin av, at tað
varð neyðugt at avlýsa
fundin, hevur hann ikki
stórvegis viðmerkingar.
– Eg havi ongar við-
merkingar uttan tað, at nú
er vetur og Suðuroyarfjørð-
ur er kanska ikki altíð so
tespiligur at fara um hesa
ársins tíð.......
Vónandi verður
fundurin
Høgna Hoydal, varaløg-
maður vónar ikki, at fund-
urin nú er avlýstur við alla.
– Eg havi mælt til, at
fundurin verður kortini, tí
eg haldi, at tað hevur stóran
týdning at ein slíkur fundur
verður í Suðuroynni, sigur
Varaløgmaður.
– Á hesum fundunum
hevði tað kunnað borið til
at skorið út í papp, hvat
virksemið skal vera í Suð-
uroynni. Tað hevði borið til
hjá vinnulívinum at fingið
at vita frá oljumálaráðharr-
anum akkurát, hvat hann
meinar við, tá ið hann sigur,
at oljuvirksemið skal eisini
vera í Suðuroynni. Og tað
hevði borið til at fingið at
vita
frá
oljufeløgunum
sjálvum,
akkurát,
hvat
virksemið, tey kunnu leggja
í Suðuroy og hvat skal av
virksemi, vinnan í Suðuroy
kann taka lut í.
– Á tí almenna fundinum
høvdu vit sostatt eisini
sloppið undan at tosað í al-
mennum vendingum. Ístað-
in høvdu vit kunnað fortalt
suðuroyingum heilt ítøki-
liga, hvussu nógv, og hvat
slag av virksemið, kundi
verðið í Suðuroynni.
Hann heldur, at tað hevur
stóran týdning fyri Suður-
oynna, at fundurin verður.
– Avgerðin um oljuhavn-
ina er fallin og tað er nú, at
landsstýrismaðurin í olju-
málum skal góðkenna ætl-
anirnar hjá oljufeløgunum.
Í hesum sambandi minnir
Varaløgmaður á, at olju-
málaráðharrin hevur lagt
stóran dent á, at oljuvinnan
skal koma øllum landinum
til góðar og í tí samband-
inum hevur hann beinleiðis
nevnt Suðuroynna.
Á fundinum við Suður-
oyingar hevði borið til at
fingið ítøkiliga at vita, hvat
liggur í hesum sigur Høgni
Hoydal.
Lá ikki fyri at fara til Suðuroyar á fund
– Vónandi ber til at hava fundin í Suðuroynni seinni, tí tað
hevur stóran týdning, at hann verður, sigur Høgni Hoydal
Tríggir
tiknir fyri
at koyra við
kenning
Løgreglan í Havn
hevur í vikuni tikið
tríggjar bilførarar fyri
at koyra við ávirkaðir
av rúsdrekka.
Tveir bilførarar vóru
tiknir hósdagin, og
ein var tikin miku-
dagin.
Tað er ofta um
vikuskiftini, at før-
oyska løgreglan fær
hendur á bilførarum,
sum hava smakkað
sær á, men eftir øll-
um at døma eru tað
eisini slíkir bilførarar
at finna á vegnum
mitt í viku.
Smyril Line hevur selt
30% fleiri ferðaseðlar
í ár sammett við
somu tíð í fjør
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
Mitt í kjakinum um al-
menna leiklutin í Smyril
Line, kann føroyska felagið
fegnast um, at ferðafólka-
talið verður hægri í ár, enn
tað var í fjør.
– Vit hava fingið 30%
fleiri ferðafólk higartil í ár
sammett við somu tíð í fjør,
sigur Áki Jespersen, leiðari
á Ferðamannadeildini.
Í fjør var ferðafólkatalið
hjá Smyril Line 68.000, og
tað var eitt lítið vónbrot hjá
felagnum.
Smyril Line miðjar ímóti
at fáa 100.000 ferðafólk
hvørt ár, tá nýggja Norrøna
fer í sigling.
Nógvir týskarar
Smyril Line hevur fram-
gongd á øllum marknaðum.
Tann føroyski marknaðurin
er framvegis størstur, og
síðani er tað í Týsklandi, at
Smyril Line selir flest
ferðaseðlar.
– Í fjør høvdu vit fram-
gongd í Týsklandi, og
hendan framgongdin held-
ur fram í ár. Týskarar hava
eftir øllum at døma stóran
hug at leita norðureftir,
sigur Áki Jespersen.
Smyril Line er komið við
í faldara hjá Danmarks
Turistråd, og tað heldur Áki
Jespersen
hevur
góða
ávirkan
á
søluna.
Somuleiðis er við tilfari hjá
týska DER, sum førir far-
leiðir í øllum Europa fram.
– Vit fáa eisini bílegg-
ingar
longri
suðuri
í
Europa, úr Fraklandi og
Italia.
Kanska metár
Áki Jespersen dugir ikki at
meta um, hvussu sølan í
Føroyum verður, tí føroy-
ingar bíleggja ofta ferðir
seint, men higartil hevur
framgongd verið í bólka-
bíleggingunum.
– Fer gongdin í bílegg-
ingunum at halda fram,
verður hetta kanska besta
árið hjá okkum nakrantíð,
sigur Áki Jespersen.
Ferðafólkaleiðarin fegn-
ast um framgongdin eftir
heldur soltna árið í fjør, og
hann sær ljóst upp á árið í
ár.
Smyril Line hevur fingið nógv fleiri bíleggingar í ár enn somu tíð í fjør
Smyril Line nógv fleiri
bíleggingar
Føroya Tele hevur
skrúva sendaran hjá
Lindini eitt sindur
fyri, eftir at Fjar-
skiftiseftirlitið fekk
hópin av klagum úr
Klaksvík
LINDIN
Eyðun Klakstein
Nú sendir sendarin hjá
kristiligu
útvarpsrásini
Lindini á Brúnaskarði í
Klaksvík við minni styrki
enn fyrstu vikuna.
Fólk hjá Føroya Tele
vóru fyrst í hesi vikuni á
Brúnaskarði og skrúvaðu
niður fyri sendaranum, men
enn er eingin verulig kann-
ing gjørd av sendaranum og
viðurskiftunum á Brúna-
skarði.
– Vit ætla at kanna send-
aran nærri fyri at vita, um
nakað er galið við honum,
men í fyrstu syftu hava vit
skrúva hann eitt sindur nið-
ur eftir áheitan frá Fjar-
skiftiseftirlitinum,
sigur
Jens Julian Reinert, leiðari
á Radiodeildini hjá Føroya
Tele.
Klagur úr Klaksvík
Lindin hevur farnu tvær
vikurnar
sent
umvegis
nýggja sendaran á Brúna-
skarði.
Í fyrstu vikuni eftir at
sendarin var tikin í brúk,
gramdu nógv fólk í Klaks-
vík seg um, at sendarin
órógvaði sendinetið, og
Fjarskiftiseftirlitið
fekk
nógvar klagur.
Fjarskiftiseftirlitið hevur
síðani havt samband við
Lindina og Føroya Tele,
sum umsitir sendinetið hjá
Lindini, og ætlanin er, at
Føroya Tele skal kanna
sendaran og viðurskiftini á
Brúnaskarði nærri fyri at
fáa loyst trupulleikan.
Samanspæl millum
sendarar
– Vit kannaðu og máldu
sendaran, áðrenn hann varð
settur upp, og tá var alt í
lagi við honum, sigur Jens
Julian Reinert.
– Men vit ætla aftur á
Brúnaskarð
fyri
gera
nýggjar mátingar har. Ein
trupulleiki
kann
verða
samanspælið millum teir
ymsu sendararnar, men tað
skulu vit kanna, sigur hann.
Lindin, Útvarp Føroya og
Rás 2 senda øll umvegis
egnar sendara á Brúna-
skarði.
Síðani sendarin hjá Lind-
ini varð skrúvaður niður,
eru sendiviðurskiftini í
Klaksvík
batnað,
men
summi lurtitól hava fram-
vegis trupulleikar.
Meiri
fiskur á
netinum
Webfish er nýggj
heimasíða um
føroyska
fiskivinnu
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Tað gerast alt fleiri
føroyskar heimasíð-
ur, sum leggja seg
eftir at dekka ávíst
økið, og nú hevur
føroyska fiskivinnan
finið nýggja heima-
síðu.
Tað er heimasíðan
webfish.fo, sum ætl-
ar sær at bera tíðindi
úr føroysku fiski-
vinnuni og at vera
bindilið millum før-
oyskar fiskimenn.
Webfish ætlar at
fáa brúkararnar við í
arbeiðnum á heima-
síðuni. Møguleikin
skal vera at lata fiski-
monnum góð ráð og
royndir. Eisini verður
spurnarkassi, har fólk
kunnu spyrja um eitt-
hvørt innan fiski-
vinnu.
Webfish er í holt
við at gera ein útveg-
arayvirlit fyri fiski-
vinnuna.
Lindin sendir við minni styrki
Fólk frá Lindini og borgarstjórin í Klaksvík settu fyri tveimum vikum síðani nýggja sendaran á
Brúnaskarði til
Mynd: Regin Samuelsen