Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 17. februar 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 34 - 17. februar 2001 gult cyan magenta svart Tað mangla greiðar reglur fyri, hvussu teir sonevndu mini- bussarnir skulu flokkast. Sum er, kunnu teir hvørki metast sum bilur ella bussur, tá tosað verður um fólkaflutning AKSTURVINNA Edvard Joensen Hýruvognsførara kæra seg um, at fólk við sonevndum minibussum, sum taka eini 10-12 ferðafólk, eru farin at koyra hýruvognskoyring uttan at bilarnir eru skrá- settir sum slíkir. Fyribrigd- ið er vorðið alt vanligari seinnu tíðina. Bæði í Havn og aðrastaðni í landinum. Róð verður fram undir, at teir koyra svart fyri lægri takstir, enn skrásettur hýruvognarnir. Ein hýruvognsførari av bygd, sum Sosialurin hevur tosað við, segði okkum, at í hansara kommunu eru ikki aðrir skrásettir hýruvognar enn hansara. Kortini var heilt vanligt, at einir fýra- fimm sonevndir minibussar reka ferðafólkaflutning móti gjaldi, uttan at tað nakrastaðni sæst á vognun- um, at teir reka akstur- vinnu. Hesin hýrivognsførarin sigur, at hann hevur vent sær til allar avvarðandi myndugleikar, men fær bara tað svar, at eingin kann gera nakað við málið. Kommunuskrivstovan, sum hevur latið honum sjálvum hýruvognsloyvi, sigur, at har kunnu tey einki gera, tí minibussrnir hava vinnuloyvi. Løgreglan sig- ur, at teir kunnu ikki nokta fólki at fara biltúr við onkrum tey kenna, tá ikki ber til at ávísa, at peningur verður kravdur fyri túrin. Bileftirlitið sigur, at hjá teimum er einki at gera annað enn at góðkenna bil- arnar, so teir kunnu koyra. Loyvi krevst Fleiri teirra, sum reka skipaða aksturvinnu, vilja vera við, at tey, sum koyra við hesum sonevndu mini- bussunum, ikki altíð hava øll síni loyvi í lagi. Av Bileftilitinum verður sagt, at fyri at koyra ferða- fólk krevst, at ein í fyrsta lagi hevur vinnuloyvi, sum umfatar ferðafólkaflutning. Síðan skal akfarið, koyrt verður við, vera góðkent av Bileftirlitinum til ferða- fólkaflutning. Í triðja lagi krevst, at tann, sum koyrir akfarið, hevur koyrikort við átekning til ferðafólka- flutning. Og sum skilst eru tað fleiri, sum ivast í, um hesar treytir altíð verða uppfyltar, har koyrt verður við ferða- fólki. Tað ber so ikki til at fáa tað váttað, uttan at steðga akfarinum og kanna eftir, um so er. Tað kann løgregl- an tó gera og krevja skjal- prógv, sum skal vera í vogninum. Úr Vinnumálastýrinum, sum umsitir ferðafólka- flutning, verður sagt, at júst hesi minibussarnir eru í einum sonevndum »gráum øki«, sum mestsum seta teimum grá hár í bollan. Satt at siga vita tey hvørki út ella inn, hvat tey skulu gera við hesar bil- arnar. Teir eru ov stórir at kallast hýruvognar, og ikki nóg stórir til at kallast buss- ar. Ein merkiligur »hybrid- ur«, sum fulltrúin í Vinnu- málastýrinum tók til. Fyri at koma undir heitið hýruvognur, skal bilurin hava pláss til í mesta lagi átta ferðafólk umframt føraran. Síðan skal hann hava góðkenning til at reka aksturvinnu. Hýruvogns- lógin og kunngerðin um hýruvognar seta greiðar reglur fyri hesum. Men tær eru bara galdandi í Tórs- havn og Klaksvík, verður sagt úr Vinnumálastýrin- um. Minibussurin hevur hin- vegin vanliga 10 - onkuntíð 12 - setur. Hann skal verða merktur soleiðis, at tað sæst, at hann er til ferða- fólkaflutning. Men hann kann ikki hava hýruvognsskelti, sum sigur, at fólk kann steðga honum á vegnum og fara uppí. Hetta skeltið, sum sigur, at nú er hann leysur. Hinvegin er loyvt at ringja til føraran og biða hann koma eftir einum og koyra ferðafólkið til eina ávísa adressu. Og her koma teir í neyð í Vinnumálastýrinum. Tí hvussu verður ein støða avgreidd, har ein maður hevur ringt við eini far- telefon og biðið minibussin koma eftir sær, men kann ikki taka vinmannin við, sum stendur einar 100 metrar burtur, tí ikki er loyvt at steðga bilinum á gøtuni til at biða um ein túr? Støðan er heilt »absurd« verður sagt úr Vinnumála- stýrinum, har tey høvdu verið meira enn fegin um at fingið eina loysn á trupul- leikanum, sum tey ásanna er har. Ójøvn kapping Sosialurin hevur tosað við ein bileigara, sum millum annað eisini hevur ein minibuss, sum hann koyrir ferðafólk við. Hann sigur, at tað er ein ójøvn kapping á mrknaðin- um. Hann ásannar, at tað koyra minibussar, sum beinleiðis reka hýruvogns- koyring. Og teir koyra ólógliga, vísir hann á. Kelda okkara sigur frá bilførara, sum sigur seg sjálvan koyra ferðafólk utt- an at vera so mikið sum mvg skrásettur. Umframt verður koyrt fyri undirprís, sum so aftur ger, at teir, sum koyra lógliga, skrá- setta vinnu, missa sínar kundar. Trupulleikin er bara, at eingin reglugerð er á økin- um. Ógreiður fólkaflutningur Hýruvognsførarar eru sera ónøgdir við at minibussar koyra vanliga hýruvognskoyring Mynd: Edvard Joensen Fólkatalið veksur allastaðni í Føroyum, uttan í Suðuroynni og í Sandoynni. Men uppá seg er fólkatalið mest vaksið í trimum útoyggjum FÓLKATAL Áki Bertholdsen Fólkatalið í Føroyum held- ur fram at veksa. Í hvussu so er flesta staðni í Før- oyum. Tey nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at í fjør var Suðuroyggin ein- asta økið í landinum ,har fólkatalið framvegis mink- aði í fjør. Annars vaks fólkatalið í øllum økjum. Og í Sandoynni stendur fólkatalið í stað. Við árslok í fjør búðu til- samans 46.236 fólk í Før- oyum. Hetta eru 824 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani, tí 1. januar í 2000 búðu 45.412 fólk í Før- oyum. Enn er sostatt nakað eftir, áðrenn fólkatalið kemur upp aftur á tað, tað var, áðrenn ta stóru fráflyting- ina fyrst í nítiárunum. Tá ið flest fólk búðu í Føroy- um, var í 1989, tá ið 47.839 fólk búðu í landinum. Men nøkur fá ár seinni, í 1995, var talið komið niður á 43.393 fólk. Men hartil skal sigast, at nógv av teimum, sum komu higar í áttatiárunum, vóru útlend- ingar, sum bara vóru komin higar fyribils at forvinna pening og sum ongantíð høvdu ætlað sær at verða verandi. Suðuroy og Sandoy halta aftaná Annars vísir seinasta upp- gerðin hjá Hagstovuni, at fólkatalið veksur í næstan øllum økjum í Føroyum. Men samstundis heldur tann negativa gongdin, sum hevur verið í Suðuroy og Sandoy, fram, tí hetta eru einastu pláss, sum ordiliga halta aftaná. Í Suðuroynni búðu 4.974 fólk tann 1. januar í 2000, men 31. desember var eitt fólk færri, tí tá vóru suður- oyingarnir 4.974 í talið. Í Sandoynni vaks fólkatalið eitt fólk, tí 1. januar 2000 búðu 1.449 fólk í Sand- oynni og 31 desember vóru tey 1.450 fólk. Samstundis eru Suður- oyggin og Sandoyggin ein- astu øki í landinum, har burðaravlopið var negativt, tvs, at færri børn vóru fødd enn tað vóru fólk deyð. Í Suðuroynni var burðar- undirskotið 10 fólk í fjør og í Sandoynni, sjey fólk. Í Norður Eysturoy, vaks fólkatalið 0,7%, tí 1. jan- uar 2000 búðu 1.564 fólk har og 31, desember vóru tey 1.575 Í øllum øðrum økjum í landinum, er fólkatalið vaksið ímillum 1,4, sum var vøksturin í Vágum, og 3,5%, sum var vøksturin í Norðoyggjum, tá ið Klaks- víkar økið er tikið burturúr. Í Klaksvík vaks fólkatalið 2,1%,har búðu 5.123 fólk 1. januar 2000 og 5.233 fólk á nýggjárinum. Í rest- ini av Norðoyggjum búðu 691 fólk 1. januar í fjør, men har búðu 715 fólk í á nýggjárinum. Og framvegis tysja fólk til høvuðssaðin. 1. januar í 2000 búðu 16.474 fólk í Havn, men á nýggjárinum vóru havnarfólkini 327 fleiri, ella 16.801 fólk. Men eisini í syðru Eysturoy vaks fólkatalið nógv, heili 226 fólk, úr 8.423 fólkum 1. januar í fjør, upp í 8.660 á nýggjárinum. Men hugvekjandi er tað kanska, at har fólkatalið vaks mest í prosentum, var í teimum trimum útoyggj- unum, Mykinesi, Fugl- oynni og í Hestoy. Í Myki- nesi vaks fólkatalið úr 16 fólkum 1. januar í fjør, upp í 19 fólk á nýggjárinum, tað eru 18,5%. Í Fugloy vaks fólkatalið 25% í fjør, tí 1. januar búðu 40 fólk í Fugloy, men 31. desember vóru tey 50 fólk. Í Hesti vaks fólkatalið úr 46 fólkum, uppí 53 fólk, ella 15,2%. Suðuroy og Sandoy halta enn aftaná – Fólkatalið í Føroyum veksur framvegis nógv. Men summastaðni er tann skeiva gongdin ikki vend enn Tilvildarlig mynd Danska Fólkatingið fer nú av álvara inn í málið um undir- grundaravtaluna frá 1992. Forsætisráðharrin er kallaður í samráð í politisku og búskap- arligu nevndini at greiða frá avtaluni. UNDIRGRUNDAR- AVTALAN Magnus Dam Donsku politikkararnir eru av álvara vaknaðir við sveitta á pannuni, nú meira enn átta ár eru liðin, síðani stjórnin og landsstýrið und- irskrivaðu undirgrundarav- taluna. Nógva skrivingin í Ekstra Blaðnum seinastu dagarnar hevur elvt til øsing á Christiansborg, og nú er Poul Nyrup Rasmussen biðin um at greiða politisku og búskaparligu nevndini frá eini røð av spurningum um avtaluna. Tað er Kirsten Jacobsen, sum hevur kallað forsætis- ráðharran í samráð um av- taluna. Hon vil millum ann- að hava forsætisráðharran at greiða frá, um tað er rætt, at Fólkatingið ikki hevur góðkent avtaluna, og um ein tílík avtala ikki eigur at verða góðkend í Fólkating- inum. Avtalan um ráevnini í undirgrundini kom ongan- tíð fyri Fólkatingið, tí tað var stjórnin, sum gjørdi av- taluna, og hon kunnaði bert formenninar í politisku flokkunum um avtaluna. Kirsten Jacobsen vil hava at vita, um mannagongdin í hesum sambandi var røtt, og um stjórnin hevur nakrar ætlanir um at leggja avtal- una fyri Fólkatingið nú. Eisini spyr Kirsten Jac- obsen, hvussu avtalan sam- svarar við grundlógina, og um nakar møguleiki er fyri at broyta avtaluna og treyt- irnar í avtaluni. Tað er ikki ásett enn, nær samráðið í nevndini verður, men nevndin hevur álagt forsætisráðharranum at svara fleiri spurningum áðrenn sjálvt samráðið og harumframt at senda nevndini alt tilfar, sum er til taks um avtaluna. Poul Nyrup Rasmussen skal millum annað greiða frá, um avtalan inniber, at møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í blokk- stuðlinum, og hann verður biðin um at senda fundar- frásøgnina frá fundinum millum stjórnina og floks- formenninar tann 29. sept- ember 1992, har Poul Schlüter kunnaði um avtal- una. Forsætisráðharrin skal eisini siga nevndini, hvørja ráðgeving stjórnin fekk í samband við avtaluna, og hann skal eisini senda nevndini alt tilfar, sum danska Løgmálaráðið hev- ur gjørt í málinum. Samsvarar ikki við ráðgevingina Ekstra Blaðið skrivaði í vikuni, at ráðgevar í Løg- málaráðnum ikki hildu tað vera rætt at lata føroyingar yvirtaka málsøkið um rá- evni í undirgrundini. Hetta hevur ikki blíðka donsku politikkararnar, sum mill- um annað ivast í, um Poul Schlüter framdi brot á grundlógina, tá hann gjørdi avtaluna. Fleiri teirra vísa á, at Danmark við avtaluni hev- ur latið frá sær suverenitet- in yvir undirgrundini, og hetta bert kann gerast við einari fólkaatkvøðu, ella um ein stórur meiriluti í Fólkatinginum atkvøður fyri tí. Hesin og aðrir spurningar skulu lýsast gjølliga, nú forsætisráðharrin skal í samráð í politisku og bú- skaparligu nevndini. Annars hava fleiri ser- frøðingar í fólkarætti og øðrum løgfrøðiligum spurningum hesa vikuna staðfest, at danir ikki hava nakran møguleika at koma afturum aftur, nú átta ár eru liðin, síðani avtalan varð gjørt. Stjórnin hevur gjørt avtaluna við landsstýrið, og hon kann bert broytast, um føroyingar eru sinnaðir at broyta hana. Nyrup skal greiða frá undirgrundartavtaluni Danskir politikkarar vilja nú hava Poul Nyrup Rasmussen at greiðu frá, um undirgrundaravtal- an stríðir ímóti grundlógini, og um nakar møguleiki er fyri at broyta hana Eftir áheitan frá einum lesara endur- prenta vit hesa grein, sum Eivind Vilhelm, próstur, sáli skrivaði í Sosialinum 24. mars 1979 »Øll venda eygum sínum vónandi til tín, og tú gevur teimum føði teirra í rættum tíma. Tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing. »Soleiðis hevði Ísraels fólk kent Guðs sign- ing og umsorgan, at hon røkk teimum eisini í oyði- mørkini, og enn røkkur Guðs umsorgan líka so langt. Hin norski rithøvundurin og túboðarin Asbjørn Aavik sigur frá hesum barna- minni: Pápi hansara og ein far- bróðir gingu burtur ein út- róðrardag, og eftir sat mamman við fýra smá- børnum. Hóast hon gjørdi tað, sum hon kundi fyri børnini, var tað kortini mangan ringt hjá henni at forvinna teimum dagligt breyð. Tvey ár eftir at pápin var gingin burtur, komu børn- ini ein morgunin niður í køkin at fáa sær, áðrenn tey skuldu í skúla, men borðið stóð tómt. Ikki so mikið sum eina breyðflís áttu tey, og eingin fløvi var heldur í komfýrinum. Tey hugdu upp á mammuna, men hon vendi sær frá teimum yvir ímóti tí svarta komfýrinum og segði: »Í dag verður eingin morgunmatur«. Tað varð kvirt í køkinum, men so segði hon aftur: »Komið við innar í stovuna«. Har tók hon fram ta stóru bíbli- una, bókina, sum vit vóru von at síggja liggja upp- latna á borðinum. Ofta plagdi eg at kaga í hana, tí at nógva staðni var strikað undir í henni við tjúkkum, reyðum strikum. Mamman leitaði fram til Jóhannes kap. 6 og fór at lesa um tey 5000 í oyði- mørkini, las um Jesus, sum segði við lærusveinarnar: »Gevið teimum at eta«, las um lærusveinarnar, sum svaraðu, at teir høvdu einki at geva teimum. Tað einasta vóru fimm breyð og tveir smáfiskar, sum ein smá- drongur hevði við sær. Las síðani um Jesus, sum tók hesi breyð og fiskar, takk- aði og vælsignaði matin, gav lærusveinunum hann at býta til teirra, og tað var nóg mikið til tey mongu túsund, ja, meira enn nóg mikið. Og alt hetta hendi, tí at Jesus bað og vælsignaði matin. Mundi tað vera, tí at eg var so svangur, at eg lurtaði so væl eftir tann morgunin, ella var tað tí, at mamma, ið sjálv var ein av kvinnunum við sínum børnum úti í oyðimørkini, las við slíkari neyð í síni sál. Hesum kann eg ikki svara í dag, sigur Asbjørn Aavik, men eitt veit eg: Tann morgunin birtist fyri míni dreingjasál og barnatrúgv, at tá ið borðið stendur tómt, og einki er eftir í hjallinum, tá er vegur opin fyri okkum til ein altvaldandi og livandi Guð. So læt mamman bókina aftur og neig niður við stól- in og vit børn kring um hana; tað var eingin long bøn, hon bað; tað var eitt róp í oyðimørkini, ein bøn um breyð. Hetta er eitt barnaminni, sigur Aavik. Tað var ein mamma, ein einkja uttan nakað breyð, sum tók síni smáu við sær inn til hans- ara, sum er verji hjá einkj- um og faðir at faðirloys- ingum, og hetta var ein vegur hon mátti fara ferð eftir ferð í teimum trongum árum. Hon visti tað ikki tá, og hon fekk tað heldur ongan- tíð at vita, tí at hon doyði bert trý ár eftir, at hon tann morgunin bant eina barna- sál, eina barnatrúgv nær at einum altvaldandi faðiri. Tí tað hevur verið tann størsta hjálp í mínum arbeiði sum trúboðari, at eg átti vissan- ina um, at tað er ein opin vegur inn til hansara, sum eigur alt valdið í himni og á jørð, at tað er ein sterk hond, sum røkkur okkum máttleysu, og vit eiga ein Gud, sum flytur fjøll, um vit komu til hansara í trúgv. Tá vit reistust aftur á føtur, segði mamma: »So, nú mugu tit skunda tykkum í skúla«. Tá ið børnini komu heim aftur á døgurðamála, stóð ein hestavognur í túninum, og innar í køkinum sat ein eldri maður, ein skyld- maður teirra. Borðið stóð reitt við alskyns góðum, breyði, smøri, osti, eggum og øllum tí, sum ein svang- ur smádrongur dámdi sær. »Gerið so væl«, segði mamman glað, og hetta nýttist henni ikki at siga meira enn eina ferð. So bað hon bøn, tað var eingin long bøn, tí at hon visti, at vit vóru svong, bert ein tøkk frá einari mammu í oyðimørkini. Fyrstani tá ið eg var mett- ur og væl settur, sá eg, at har stóð ein kassi á gólvin- um, haðani alt hetta góða var komið út. Fyri tí átta ára gamla dreinginum gjørdist hesin kassin tær tólv tægur, sum vóru til avlops, tá ið tey øll høvdu etið og vóru mett. Um mammu sína skrivar Asbjørn Aavik: Hon læt einki eftir seg til okkum fýra av tí, sum fyllir í lummanum ella í skápinum ella í bankanum. Men hon læt nøkur fótaspor eftir seg í oyðimørk, nøkur fótaspor í oyðilandi líka inn til ein máttmiklan Gud, ein Gud, sum bert opinberar sína dýrd, har tað er oyða, og í hesum fótasporum vil eg fegin ganga. E.V. Harrans signing,tað er hon,ið ríkar Tingið fær nú fólkaatkvøðuna Uppskotini til full- veldisleist og fólka- atkvøðu eru nú liðugt eftirkannað í umsitingini í Tinganesi. Tey verða væntandi borin tinginum í komandi viku FÓLKAATKVØðAN John Johannessen Fólkaatkvøðan, full- veldisleisturin og lógin um upplýsing undan fólkaatkvøðuni verða væntandi endaliga við- gjørd á landsstýrisfundi í komandi viku. Umsitingin hjá Høgna Hoydal, landsstýris- manni í sjálvstýrismál- um, er liðug at eftir- kanna lógartekstin, og verða uppskotini nú løgd fyri landsstýrisfund og send andstøðuni til kunningar. Harafturat skal Høgni Hoydal eisini hava fund við andstøð- una um uppskotini í næstum. Uppskotini skulu eisini latast løgtings- skrivstovuni, so tey kunnu koma til viðgerð- ar í næstum. Gongst sum ætlað, verða tey borin løgtingsskrivstov- uni í komandi viku.