leygardagur 17. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 17. februar 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 34 - 17. februar 2001
gult cyan magenta svart
VERKAMAÐURIN
OG LEIKLISTIN. Tað
várar fyri fyri før-
oyskari leiklist. Hóast
vetur er á deildini og
hon er afturlatin,
hava vit nógv og gott í
væntu, tá Gríma hin
17. mars fer at
frumsýna nýggja
leikin hjá Jóannesi
Neilsen “Eitir nakað
land Weekend”. Í gjár
var høvið at lúra á
Meiarínum
SJÓNLEIKUR
Birgir Kruse
At hjarta Jóannesar Nielsen
slær hart fyri Skipasmiðj-
uni er einki nýtt. Hann
hevur bæði yrkt, leikað og
barst fyri hesum staði og
teim, sum har virka. Men
hin 17. mars síggja vit hesa
staðfesting í nýggjum ljósi
á gamla Meiarínum í Havn.
Tá fer yrkisleikbólkurin
Gríma at frumsýna leikin
“Eitir nakað land Week-
end”. Henda várdag, fer
høvundurin Jóannes Niel-
sen at sita undir liðin á
sjálvum skipasmiðjustjór-
anum Poul Mohr. Tað var
treytin, tá Skipasmiðjan,
kvitt og fritt, lat pallin til
nýggja leikin á gamla
Meirarínum. Enn ein hug-
farslig staðfesting av, at
vinnan og mentanin kunnu
ganga hond í hond. Jú, tað
várar fyri leiklistini í Før-
oyum.
Kveikjandi leikrit
Hetta er annar leikur,
Gríma
framførir
hetta
skeiðið. Hin fyrri var
“Krypilin frá Inishmaan”.
“Munurin er, at hesin er
føroyskur”, sigur Eyðun Jo-
hannessen, sum er leik-
stjóri. “Nú ber altíð til at
ringa til høvundan og
spyrja, kjakst og laga til, so
best fæst burturúr” sigur
ein vælhýrdur leikstjóri,
sum samstundis hugleiðir
um bæði Shakespeare og
Ibsen. “Hetta er gott leikrit,
sum beinan vegin kveikti”
sigur Eyðun um tekstin hjá
Jóannesi.
Jú, sanniliga, tað várar.
Her kennist ein lívsæl vón í
gamla Meiarínum. “Eins og
“Krypilin” er hetta ein
oyggjaleikur” sigur Eyðun
“men hesuferð heima hjá
okkum og ikki fyrr í tíðini,
men beint ídag.”
Hvar fór Johanna?
Meðan Eyðun grundar yvir
Ibsen og hansara Noru, vil
hann reisa spurningin um
Johannu. Tað er ein av teim
seks leiklutunum í nýggja
leikinum hjá Jóannesi.
Eins og fýra onnur er
Johanna
á
afturlatnari
deild. Er hon sjúk? Er hon
sjúklingur? Hetta fær Ega
Dam at viðmerkja, at land-
ið alt er ein stongd deild.
Katarin Nolsøe, sum hevur
leiklutin sum Johanna á
afturlatnu deildini, nevnir
heilaárið. Ein heppin av-
gerð, at seta ljós á henda
part í samfelagnum, júst
nú.
Men heilaárið hevði eg
ikki í huganum, skundar
Jóannes sær at siga. Og so
er kjakið ígongd í hesum
livandi umhvørvi.
Hetta eru tey “gaggaðu”
sum vit siga. Her hitta vit
tey mest forpíndu í sam-
felagnum, sigur Eyðun,
sum greiðir frá, at tey í
fyrireikinginum hava havt
samband við professionell
fólk á afturlatnari deild.
Hóast leikurin ikki er
dokumentatión, hava tvær
deildarsjúkrasystrar lisið
handritið. Tær hildu fyri, at
hetta handrit Jóannesar var
sum at lesa dagbók av
deildini. “Hetta er gerandi-
sdagur okkara” søgdu tær.
Tveir dagar undan hevði
høvundurin tó fingið leik-
ritið aftur í høvdið við
boðunum um, at tað var
ónýtiligt. Soleiðis er so
mangt. Vit sansa samstíðina
so ymiskt, sum júst er eitt
av
akkerspunktunum
í
leikinum, skilji eg.
Hvørt ár verða 400
føroyingar
innlagdir
á
afturlatna deild. “Tey eru
okkara
medmenniskju”,
sigur leikstjórin. “Og eg
haldi, at tey sansa okkara
sansaleysu tíð best”, sigur
Eyðun Johannesen.
Hvagar
Johanna
fer,
hundrað ár eftir Noru,
kunnu vit enn bara gita um.
Várdagin hin 17. mars fæst
svarið.
Jól og Jesus
Leikurin “Eitir nakað land
Weekend” fer fram í samtíð
okkara í tíðarskeiðnum frá
november til út móti pásk-
um. Í einum broti, sum sýnt
varð á gamla Meiarínum í
gjár, vóru vit á jólum.
Jól og Jesus eru sam-
røðuevnið, meðan tey pynta
á deildini. Fýra sjúklingar.
Fimti sjúklingurin, sum
hevur hildið seg kúrran
eina løtu, kemur inn á
pallin. Intens og støðugt
sigarettroykjandi.
“Eg
stríðst gjøgnum lívsins
brøttu aldubrot” sigur hon
patetisk og avdúkar ertandi
men desperata láturin, vit
kenna úr “Krypilinum”. Jú,
hetta er Kristina. Jól eru á
deldini og í knøppum orð-
um og keipum kenna vit
lívssøgu hennara. Frálíkt.
Egi Dam fær um ein
endan og kastar seg út í eitt
anarkistiskt skemt kring jól
og jólahald. Tá eg hoyri
orðið “kotelettakirkjan”,
kenni eg stuttliga penn
Jóannessar. Tvífalt frálíkt
Leikarar eru Katarina
Nolsøe, Egi Dam, Hans
Tórgarð, Birita Mohr og
Kristina Hansen. Tey eru
øll sjúklingar, sum, tá
saman um kemur, tó helst
munnu verða frískastu fólk
í landinum. Einasti leikari,
sum ikki er sjúklingur á
afturlatnari deild, er Kári
Øster. Hann er maður
Jóhannu (Katarina Nolsøe).
Fruktagóði ivin
Høvundurin Jóannes Niel-
sen vil við leiki sínum sáa
ein fruktagóðan iva, so
áskoðarin eftir loknan leik
kann fara heim – ríkaður.
Um egnu samtíð okkara og
um hvat rørist og hevur
týdning í dagsins Føroyum.
“Hendir tað, so eri eg
nøgdur” sigur Jóannes, sum
í Rithøvundabókini avdúk-
ar, at hann er forelskaður í
Føroyum.
Sunnudagin fær Jóannes
handað tær ikki færri enn
hundrað túsund krónurnar,
sum var fyrsta virðislønin í
leikritakappingini hjá Leik-
palli Føroya.
Sunnudagin verður har-
afturat lisið úr sjey av teim
níggju leikritunum, sum
komu inn til kappingina hjá
Leikpalli Føroya. Hátíðar-
løtan og upplesturin verður
á gamla Meiarínum klokk-
an 16. Tiltakið er alment og
ókeypis. Jú, várið er longu
gróðursett.
Weekend á deildini
Eyðun Johannesen er leikstjóri tá Gríma hin 17. mars fer at framføra “Eitir nakað land Weekend”. Høvundur og vinnari í leikritakappingini hjá Leikpalli Føroya
er Jóannes Nielsen. Sunnudagin fær hann stóru virðislønina handaða
Myndamaður: Edvard Joensen
Um eina viku fer løg-
maður á almenna
vitjan í Bretlandi eftir
innbjóðing frá
bretska forsætisráð-
harranum Tony Blair.
Løgmaður skal hava
fundir við fiskimála-
ráðharran, olju- og
ídnaðarmálaráðharra
n og varauttanríkis-
málaráðharran um-
framt 1. ráðharran
fyri Skotland
VITJANIR
Jan Müller
– Eg vóni við hesi vitjan at
kunna gera mítt til, at vit
fáa eitt meira virkið sam-
starv millum Føroyar og
Bretland
sigur
Anfinn
Kallsberg, løgmaður, sum
fer á almenna vitjan í Bret-
landi um eina góða viku.
Hann dylur ikki fyri, at tað
hevur ikki verið serliga
nógv virkið samstarv á
høgum politiskum støði
higartil. Tað, sum so eisini
er nýtt við hesi vitjan, er
ætlanin at fáa knýtt eitt
sindur fastari bond við
Skotland tvs. skotska parla-
mentið og myndugleikarnar
har.
– Eg vóni, at henda vitj-
an kann vera eitt startskot
til eitt slíkt samstarv eins
og tað vit hava havt við
Hetland. Løgmaður ásann-
ar, at vit hava fingið eitt
ávíst samstarv við Hetland,
sum hann heldur eisini er
vert at byggja út til
Skotlands, her ikki minst
við atliti til oljuvinnuna.
Løgmaður fer ikki einsa-
mallur til Skotlands og
Onglands. Við sær eru
eisini fleiri umboð fyri før-
oyskt vinnulív tað veri seg
innan fiskivinnu, ferða-
vinnu og oljuvinnu. Hann
vónar tí, at henda vitjan
kann vera við til at skapa
kontaktir eisini á tí vinnu-
liga økinum.
Móttøka í London
Í hesum sambandi er ætl-
anin er at skipa fyri eini
stórari móttøku á donsku
sendistovuni í London týs-
kvøldið 27. februar við um-
leið 60 umboðum úr Føroy-
um og serstakliga Ong-
landi. Eitt nú hava fleiri av
stóru oljufeløgunum boðað
frá, at ovastu stjórar teirra
fegnir vilja vera við til mót-
tøkuna saman við løgmanni
og vinnulívsfólki úr Føroy-
um. Eisini Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í oljumál-
um verður við til hesa sam-
komuna. Millum umboðini
frá oljufeløgum, sum vilja
vera við til hesa móttøku e
ovasti stjórin í amerikanska
oljufelagnum,
Amerada
Hess, John B. Hess. Eisini
oddafólk í BP og British
Gas hava boðað frá luttøku.
Hetta verður so fyrsta al-
menna vitjan hjá einum før-
oyskum løgmanni í Bret-
landi. Innbjóðingin kom frá
Tony Blair, forsætisráð-
harra eftir vitjanini hjá Ant-
hony Laiden, fyrrv. Varautt-
anríkisráðharra í Føroyum
fyri tveimum árum síðani,
tá marknaavtalan millum
Føroyar og Bretland varð
undirskrivað. Orsøkin til at
vitjanin síðani hevur verið
útsett fleiri ferðir eru viður-
skifti bæði í Føroyum og
Bretlandi. Eitt nú samráð-
ingarnar við danir um full-
veldið.
Men nú verður vitjanin
so til nakað. Løgmaður fer
saman við konuni Berghild
til Skotlands sunnudagin
25. februar. Mánadagin
verða ymisk tiltøk í Aber-
deen og mánakvøldið verða
løgmanshjúnini gestir við
ein døgurða hjá 1. ráðharr-
anum (Deputy First Minist-
er) í Skotlandi, Jim Wall-
ace. Tað verður í Edinburh.
Týskvøld verður so mót-
tøka á donsku sendistovuni
í London fyri innbodnum
úr Føroyum og Bretlandi.
Mikudagin 28. februar fer
løgmaður at hitta fleiri ráð-
harrar, eitt nú Peter Hein,
oljumálaráðharra,
John
Battle, varauttanríkisráð-
harra og helst eisini fiski-
málaráðharran.
Talan verður sostatt ikki
um at hitta hægstu ráðharr-
arnir í stjórniniso sum for-
sætisráðharran ella uttan-
ríkisráðharran , men tað
verða fundir við ráðharrar á
teimum økjum innan vinn-
una. -Har vit hava eitt nátt-
úrligt samstarv við bretar,
verður roynt at fáa fund við
ráðharrar ella fólk í leið-
andi størvum sigur løgmað-
ur.
Hví Bretland
Nú Føroyar í stóran mund
hava tradtión at samstarva
við Norðurlond heldur løg-
maður tað vera náttúrligt
eisini at venda eyguni móti
Bretlandi, tí her er ein stór-
ur marknaður. -Vit hava
sum er stóran samhandil
við Bretland, men skal tú
koma víðari, so krevur tað
av okkum, at vit fara har
sum serfrøðin og marknað-
urin er. Kappingin er eisini
ótrúliga
týdningarmikil,
bæði tá tað snýr seg um at
seta krøv til okkum sjálvar
og um at finna okkum
samstarvspartnarar,
sum
kunnu geva tað størsta út-
býti til tað føroyska samfel-
agið heldur løgmaður fyri.
Anfinn Kallsberg dylur
heldur ikki fyri, at infra-
struktururin í slíkum sam-
skifti er so ómetaliga týdn-
ingarmikil.
–Tað er greitt, at Norrøna
hevur havt stóran týdning
fyri part av hesum økinum,
og tí er tað eisini sera
hugaligt, at hetlendingar,
sum hava fingið oljupengar
í grunnar, ið nettupp hava
við infrastruktur at gera,
síggja
tað
sum
eina
strategiska íløgu at seta 50
mill. kr. í eina nýggja
Norrønu. Tí kann eg bert
fegnast um.<None>
Løgmaður á almenna vitjan
í Bretlandi
MVið marknaavtaluni vórðu lunnar lagdir undir eini
nýggjari samvinnu millum Føroyar og Bretland.
Kortið er frá Uppstream.
Løgmaður fekk
innbjóðingina at vitja í
Bretlandi, tá marknaavtalan
varð undirskrivað í Havn.
Her skála bretski
varauttanríkisráðharran
Anthony Laiden, Anfinn
Kallsberg, løgmaður og
danski uttanríkisráðharrin,
Niels Helveg Petersen.
Mynd Jens K. Vang
Løgmaður skal m.a. hitta spildurnýggja
ídnaðar- og oljumálaráðharran Peter
Hain í Westminister í London.