Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 17. februar 2001 11 gult cyan magenta svart 10 Nr. 34 - 17. februar 2001 gult cyan magenta svart Latið okkum nú ikki verða ov mikið bráðar Jóannes Eidesgaard Líkt er til, at Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøð- ingur við sínum viðmerk- ingum eftir seinastu velj- arakanningina hevur sett gongd á gitingarnar í fjøl- miðlunum um, hvussu næsta samgongan fer at síggja út. Men tað er jú eingin grund til at leypa framav. Vit hava jú eina samgongu, og sjálvt um hon hevur tað sera trupult, so situr hon enn, og einki løgtingsval er útskrivað. Jógvan Mørkøre, samfel- agsfrøðingur, sum veruliga hevur ment seg seinastu tíðina sum politiskur við- merkjari, segði eftir sein- astu veljarakanningina, at hann metti, at nú var stund- in komin, har Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin saman komu við einum alternativi til upp- skotið hjá landsstýrinum til eina sjálvstýristilgongd. Mín egna viðmerking í sama sambandi var, at eg metti, at nú var tíðin komin til, at vit í Javnaðarflokkur- in nú munandi meira enn áður komu fram við okkara egna uppskoti til eina Sjálvstýrislóg. Men mangt bendur á, at fjølmiðlar hava tikið orðini hjá Jógvani Mørkøre til sín og eru nú í fullari ferð við at gita um næstu sam- gongu. Tað er sjálvandi al- tíð spennandi at gita um komandi samgongur, men mær tykir, at man er í so bráður. Vit hava hóast alt eina samgongu, og sjálvt um hon hevur stórar trupul- leikar, so situr hon enn, og eitt løgtingsval verður so ikki í næstu viku. Føroyskur politikkur skilir seg frá eitt nú donsk- um politikki í so mongum. T.d. hava vit ikki fyri vana í Føroyum at gera samgong- ur, áðrenn eitt løgtingsval, men lata allar møguleikar standa opnar, meðan man í Danmark gjarna veit áðr- enn valið, hvørjir flokkar vilja samstarva sum stjórn, og hvørjir flokkar stuðla stjórnini, hóast teir ikki eru við í sjálvari stjórnini. Hetta fer fram á tann hátt, at ymisku flokkarnir siga, hvønn forsætismálaráð- harra teir vilja hava. Og hvussu sær politiski heimurin út rundan um Javnaðarflokkin, tá tað snýr seg um sjálvstýrismálið? • Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava í hesum valskeiðnum havt eitt framúr gott samstarv, sum lættliga kann røkka inn í eina komandi samgongu. Vit høvdu stórar trupulleik- ar við samstarvinum í 1996, men hava í andstøðu síðan seinasta val rættiliga funnið eitt frálíkt stev í samstarvinum. So møgu- leikin fyri, at hesir báðir flokkar verða at síggja í einari komandi samgongu, er avgjørt til staðar. Eisini hava báðir flokkarnir orðað ein felags politikk í sjálv- stýrismálinum í tí felags áliti, sum varð gjørt, tá landsstýrið fyrireikaði seg til fyrsta samráðingarfund- in. • Hin vegin aftur, so er tað eisini ein veruleiki, at Javn- aðarflokkurin og Fólka- flokkurin skrivaðu undir eitt samgonguskjal í januar 1991, har vit boðaðu frá, at nú fóru vit undir at seta eina Sjálvstýrislóg í verk. Og síðan tá er ikki tað stóra hent á sjálvstýrisleið, hóast nógv hevur verið tosað og skrivað. Sjálvstýrislógin varð ikki av nøkrum í tí samgonguni, hóast fyrsta stigið – ein nýggj stýris- skipanarlóg – varð gjørd, tí vit fingu meira enn úr at gera, tá landið og búskapur- in kollsigldi. So um sjálv- stýristilgongdin, sum sam- gongan nú hevur borðreitt við, ikki verður av nøkrum, so veit eg, at Javnaðar- flokkurin og Fólkaflokkur- in kunnu semjast rættiliga langt á sjálvstýrisleið. • Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eitt langt samstarv at líta afturá. Og hetta samstarv hevur m.a. bygt á, at flokk- arnir altíð hava kunnað tos- að saman, eisini tá tað snúði seg um sjálvstýrispo- litikk. Og eg eri onga løtu í iva um, at skuldi okkurt borist á hjá sitandi sam- gongu, og ein nýggj støða tók seg upp, so kundi hesir báðir flokkar uttan iva funnið eitt felags stev í sjálvstýrismálinum. • Tjóðveldisflokkurin hin vegin hevur lagt seg á ein bógv, sum vit í Javnaðar- flokkinum als ikki kunna fylgja. Tað er okkara erliga uppfatan, og tað meini eg eisini, at vit skylda at siga. Samanumtikið, so er meira enn ein møguleiki, og at leggja seg á eina ávísa samanseting longu nú, vildi verið skeivt og ábyrgda- leyst, og tí gera vit tað held- ur ikki, hóast Jógvan Mørk- øre heldur nakað annað. VIÐMERKINGAR Jógvan við Keldu løgtingsmaður Sjálvandi eigur løg- maður at fara beinleiðis til NATO, um nakar ivi er um, at ikki allar upp- lýsingar koma á borðið frá donsku ríkismynd- ugleikunum um út- byggingina í Føroyum Helst er ilt hjá mær at gera nakra niðurstøðu av hend- ingaríka fundinum í Uttan- landsnevndini hósdagin 8. febr., tí eg var ikki á fund- inum. Orsøkin til at eg ikki møtti var, at eg júst hevði verið í Norðurlandaráðnum og eykamaðurin Eyðun Viderø tí skuldi møta. Men av eini misskiljing var Fólkaflokkurin ikki um- boðaður henda dagin. Hinvegin havi eg gjørt mær mínar tankar um fundin, av tí eg síðani havi hoyrt, og tí sum fyriliggur av skrivligum frá fundin- um. Mín niðurstøða verður ikki langt av leið. – Eingin ivi er um, at bæði Heðin Mortensen og Jóannes Eid- esgaard hava sagt meira »enn gott er«. Tí haldi eg eisini, sum eg segði við formannin í nevndini, Hergeir Nielsen, áðrenn fundin seinasta týs- dag, at eg helt hann vera heldur provokerandi við í samrøðuni í sjónvarpinum hetta kvøldið at siga, at »menn, sum krøktu seg saman í látri, tá skrivað varð beinleiðis til ST«. Tí tá menn hava gingið ov langt, er tað teimum nóg mikið. Tá er ilt at tola meira. Løgmaður skal vera neyvur við kanningunum Lat meg beinanvegin siga mína støðu viðvíkjandi upplýsingum um útbygg- inginarætlanirnar, sum NATO arbeiðir við í Før- oyum. Vit hoyra til vestur- lendska samtakið. Løg- maður eigur at taka upp samráðingar við donsku stjórnina – skjótast gjørligt – um hesa útbyggingarætl- an, og er nakar sum helst ivi um at ikki allar upplýs- ingar koma á borðið, eigur honum at vera heimilað at fara víðari beinleiðis til NATO. – Hvussu hetta verður gjørt, skal sjálvandi verða latið upp til løgmann og umsiting hansara. Vit eiga at vera sera nær- lagnir og neyvir í hesum máli, serliga tá vit síggja hvat fyrr er fyrifarist. Løgin sjónvarps- politikkur Tá hetta so er sagt, fari eg at nevna nakað um sjón- varpssendingina eftir henda – eftir øllum at døma – spennandi fundin. Fyrst kemur sjónvarpið við eini sigandi yvirskrift. Síðani er samrøða við for- mann Uttanlandsnevndar- innar, Hergeir Nielsen, har hann ger sínar metingar av nevndararbeiðinum og gev- ur eftir síni meting eina niðurstøðu. Spurningurin er so, um nevndarlimir Heðin Mort- ensen og Jóannes Eides- gaard hava verið nóg greið- ir á fundinum, tá formaður- in fer út við hesum boðum. – Her stendur so orð móti orði. Tað, sum síðani hendir, sum er átalu vert, og sum avgjørt hevur eina politiska slagsíðu er, at eftir ein heilt onnur sending er lokin, nevniliga »Grannar okk- ara«, situr Jóannes Eides- gaard í stólinum saman við vertinum. Skráin verður broytt utt- an ávaring, sum ikki hendir uttan eitt hvørt heilt serligt er áfatt, t.d. tá ein ríkisleið- ari er deyður ella líknandi. Her situr verturin sum ein annar David Frost og tekur eksklusivt interview við formann Javnaðarfloksins fyri at siga, at tað, sum for- maðurin í Uttanlands- nevndini segði í vanligu tíðindasendingini fyrr um kvøldið, var ósatt. Eg spyrji bara, ber hetta til. Henda spurning fari eg at lata víðari í brævi til lands- stýrismannin í mentamál- um, Tórbjørn Jacobsen, tí eitt tílíkt bræv er helst nyttuleyst at senda til leiðslu sjónvarpsins. Hvør segði satt Jú, loysingin kann líknast við hjúnarskilnað Marni Tyril Líknilsið hjá Helga Abra- hamsen, har loysingin verður líknað saman við hjúnaskilna, kann brúkast til okkurt. Í líknilsinum verður maðurin (Føroyar) lýstur sum órímiligur yv- ir fyri konuni (Danmark). Tó manglaðu nakrir týð- andi upplýsingar: 1) Hjúnarbandið var einvegis tvingað yvir høvdið á manninum. 2) Maðurin hevur næst- an onga ávirkan havt á allar avgerðir í hjúna- bandinum. 3) Maðurin hevur alla tíðina verður kúgaður …eitt nú varð til fyri kortum noktað honum at læra børnini sítt egna mál, og eitt nú skal øll samrøða og samskifti við onnur ganga ígjøgnum og góðkennast av konuni. 4) Tá maðurin talar um at kanska var best at lata seg skilja, koma revsi- tiltøk frá konuni. Serliga hóttir hon við at taka beinini undan manninum búskaparliga (maðurin er meira heftur búskapar- liga at konuni, enn konan atmanninum). 5) Maðurin umhugsar at biða um eitt tíðarskeið á eitt ár (sí notu) við seperatión, til at gera seg leysan av búskaparliga haftinum, men svarið er, at seperatión kemur ikki upp á tal…og biður maðurin um tað, hevur hann 3 mánaðir til at skúgva seg út úr húsin- um. Spurningunum, ið settir vórðu fram, vil eg tí svara við hesum: I) At konan ikki hevur rætt tá hon pástendur at seperatión er tað sama sum skillsmissa. II) At konan er órímilig tá hon ikki vil hjálpa manninum í eitt (1) ár. III) At maðurin átti at havt somu rættindi sum konan í teirra felags heimi meðan tey eru sepereraði. Taka vit nú og býta um upp á konuna og mannin, soleiðis at Danmark er maðurin og Føroyar er konan, haldi eg at støðan verður hópin betur lýst. Hetta er jú søgan um ta klassisku bukaðu konuna, sum ikki torir at skilja seg frá manninum, tí hon ræðist hóttanirnar frá honum. Tað tykist eisini sum nógvir føroyingar hava sama hugburð sum klass- iska bukaða konan: »Kann vera at eg verði kúgað og búkað og ikki havi nakað lív, men ... havi eg tað ikki fínt sum tað er?« Nota: Tíðin er umroknað so at 600 ára ríkisfelags- skapur svarar til 50 ára hjúnarband, also 12 ár í veruleikanum svara til (12*50/600) ár = 1 ár í líknilsinum. -G—Ýir brœktir fr‡ REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUTOMATIK Skrás.: 28-06-96 Km.: 78.000 Prísur: 165.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA L/B Skrás.: 11-08-98 Km.: 17.000 Prísur: 132.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B Skrás.: 30-09-98 Km.: 52.000 Prísur: 115.600,- Garanti** RENAULT MEGANE 1,6 3 HURÐAR Skrás.: 22-05-96 Km.: 100.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA COROLLA 1,8 DIESEL Skrás.: 29-05-89 Km.: 263.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B G6 Skrás.: 19-11-98 Km.: 15.000 Prísur:124.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur:114.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 13-01-98 Km.: 70.000 Prísur: 137.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 28-10-93 Km.:140.000 Prísur: 83.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 03-11-98 Km.:59.000 Prísur: 135.600,- Garanti** OPEL ASTRA 1,6 I STW. Skrás.: 03-11-97 Km.: 35.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CAMRY 2,0 GLI Skrás.: 10-07-91 Km.: 129.000 Prísur: 69.600,- Sýnaður 10-00 Sýnaður 09-00 TOYOTA AVENSIS 2,0 SOL Skrás.: 23-06-99 Km.: 22.000 Prísur: 169.000,- Garanti** Sýnaður 03-00 TOYOTA CARINA E 1,6 SEDAN Skrás.: 30-05-94 Km.: 109.000 Prísur: 89.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2.0 GLI SEDAN Skrás.: 24-08-95 Km.: 112.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 2,0 GLI Skrás.: 08-03-89 Km.: 250.000 Prísur: 36.600,- FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 22-09-95 Km.: 87.000 Prísur: 74.600,- Sýnaður 06-99 VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- FORD ESCORT 1,8 DIESEL Skrás.: 16-08-91 Km.: 134.000 Prísur: 42.600,- Sýnaður 01-01 HYUANDAI ACCENT 1,5 Skrás.: 02-01-98 Km.: 25.000 Prísur: 79.600,- Garanti* Sýnaður 09-00 PEUGEOT 405 1,9 T-DIESEL Skrás.: 10-01-96 Km.: 80.000 Prísur: 128.600,- Garanti* Sýnaður 03-00 PEUGEOT 106 DIESEL Skrás.: 01-08-95 Km.: 118.000 Prísur: 66.600,- Sýnaður 10-00 CITROEN XANTIA DIESEL Skrás.: 01-06-95 Km.: 266.000 Prísur: 69.600,- CITROEN BX DIESEL Skrás.: 01-11-88 Prísur: 25.600,- * Brœktir bilar yvir 75.000 kr. verÝa seldir viÝ BRòKTBILAVçTTAN. ** TOYOTA bilar hava 3 ‡ra garanti fr‡ fyrsta skr‡setingar dato. V¯RUVOGNAR MAZDA B-2500 PICK-UP DIESEL Skrás.: 11-05-00 Km.: 9.000 Prísur: 128.600,- Garanti* Sosialurin - 311820 Jústinus Leivsson Eidesgaard Svartkjaftatrolararnir hava góðan fiskiskap í løtuni. Tróndur í Gøtu lá í gjár á Fuglafirði og landaði. Teir vóru ikki lidnir at landa, tá blaðið fór til prentingar, men teir mettur seg at hava 2500 tons inni. Teir vóru bert tveir dagar á feltinum hendan túrin. Svartkjaftatrolararnir royna í løtuni vestur úr Írlandi. Tað tekur tvey døgn at sigla á fiskileið. Í løtuni eru Krúnborð og Christian í Gróntinu á fiskileið. Jón Sigurdsson og Jupit- er eru á lodnuveiðu undir Íslandi og Finnur Fríði er á sildaveiðu í Norðsjónum. Tróndur í Gøtu Spildurnýggi íslendski kú- fiskabáturin Fossá kom á Havnina um nýggju tíðina í gjáramorgunin. Hann er bygdur í Kina og hervið spardu eigararnir 30-40 prosent av kostnaðinum, samanborið við, um báturin varð bygdur í Europa. Jústinus Leivsson Eides- gaard Tað loysir seg at byggja skip í Kina, í hvussu er tá hugt verður eftir kostnaðin- um. Menn úr Tórshøfn á Langanesi hava keypt eitt skip, sum, teir skulu nýta til at fiska kúfisk við. – Kanska góðskan ikki er heilt tann saman sum um skipið hevði verið bygt her á leið, men skipið er gott og vit fáa tað munandi bíligari, sigur þórstein þorbergsson, skipari á Fossá. Fossá hevur verið ein rættuligan royndartúr. Teir hava siglt 10.000 míl, heilt úr Kanton í Kina og til Føroya. Skipið hevur roynt seg í øllum líkindum og teir lata væl at. Teir løgdu inn í Føroyum vegna veður og halda leiðina fram til Ís- lands, so skjótt veðrið batn- ar. 12.000 tons um árið Fossá, er ikki nakað stórt skip. Skipið lastar 110 tons av kúfiski og fyri at kunna standa seg,so skulu teir veiða 12.000 tons árliga. – Prísurin á kúfiski er ikki góður og tí skal stór nøgd til. Í Íslandi er ikki pláss fyri meira enn fýra kúfiskabátum. Stovnurin er viðbrekin. Eg havi verið í hesi vinnu seinastu fimm árini. Vit vóru so óhepnir við fyrra bátinum hjá okk- um, at hann sakk. Óeydna hevur verið við kúfiskabát- unum í Íslandi. Vestfirðing- ar hava eisini mist ein, hann sakk eisini,sigur þórstein þórbergsson. – Kúfiskurin, íð er skeljafiskur, finnst inni við lang millum 50-70n favna dýpi. Vit føra fiskin livandi til lands og so verður hann virkaður á einum virki í þórshøfn. Vit arbeiða sam- an við eini fyritøku í USA og hendan selir allan fiskin. sigur þórstein þórbergsson, skipari. Fimm manns eru við skipinum. Teir rokna við at fáa last eftir 30 tímum. Tað er felagið Íslendskur Kú- iskur EHF. Føroysk skip veiddu 21.000 tons av toski undir Føroyum í fjør og meðal- prísurin fyri stóran tosk, yvir sjey kilo kom bara einaferð niður um 20 krónur. Tað var í apríl. Í desember var miðalprísurin kr. 25,90. Toskur millum 4- 7 kilo lá eisini yvir 20 kr. kiloið næstan alt árið. Í apríl og mai fór hann beint undir, sigur Hagstovan. Árið í fjør var ikki nakað stórt toskaár. Fara vit aftur til 1996 og 97, so veiddu føroyingar yvir 30.000 tons hesi árini, men úrtøkan hevur verið góð, tí prísurin hevur verið so høgur. je Nógv bíligari at byggja í Kina 2500 tons eftir tveimum døgum FISKIVINNUTÍÐINDI Veiddu 21.000 t. av toski í fjør Skiparin á kúfiskabátinum Fossá sigur, at hann sparir nógvar pengar við at byggja skip í Kina