leygardagur 17. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 17. februar 2001
13
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Fyri einum ári síðani var
liðskiparin
hjá
Drátti,
Helga Nordendal, við til at
tapa steypafinaluna móti
Mjølni, og sjálvsagt er
hetta ikki nakað, sum hon
ætlar sær at royna aftur í
dag. Størsti spurningurin
man tó vera, hvat Dráttur
skal gera fyri at forða eini
endurtøku, og her hevur
Helga fleiri orsøkir til, at
tað í ár skulu verða tær.
– Fyrst og fremst hava vit
ikki sama liðið í ár, sum vit
høvdu í fjør. Vit hava fingið
útlendskan venjara, og tað
er púra greitt, at Marina
hevur styrkt nógv um
álopspartin. Har afturat eru
vit eisini sterkari í verjuni,
enn vit vóru í fjør, har vit
tvær ferðir missa eina
greiða leiðslu, tá vit verða
pressaðar í servuni.
Fleiri royndir
Spurd, um hetta at tær í fjør
mistu greiðar leiðslur, ikki
eisini komst av væntandi
royndum, svarar hon, at tað
gjørdi tað sjálvandi eisini.
– Vit hava ofta havt rætti-
liga stóra útskifting á lið-
num, har Mjølnir kvinnur-
nar allar hava spælt saman í
nógv longri áramál. Tær
kenna hvørja aðra betri, og
hava eisini nógv fleiri
royndir, men eisini her eru
vit betri fyri í ár. Vit hava jú
allar tær, sum vóru við í
fjør, umframt Marinu.
– Eisini haldi eg, at tað
hevur nógv at siga hjá okk-
um, at vit í ár hava
vunnið tríggjar ferðir á
Mjølni. Tað høvdu vit
ikki roynt undan final-
uni í fjør, og tí vil eg
siga, at vit í nógv
størri mun trúgva
upp á gullið í ár,
sigur Helga.
Ikki minst man
seinasti sigurin á
Mjølni fyri viku
síðani hava styrkt um
sjálvsálitið hjá vága-
gentunum, og hesum
gevur Helga okkum
eisini rætt í.
– Vit vístu veruliga í
tí dystinum, at vit vildu
vinna. Tvær av teim-
um føstu vóru burtur
frá, men kortini megnaðu
vit at stríða okkum til
sigurs, so tað styrkir av-
gjørt um vónirnar. Ikki
minst at vit megnaðu at
vinna fjórða sett, eftir at vit
høvdu tveitt eina tryggja
leiðslu burtur í triðja, ger,
at vit av álvara trúgva upp á
tað.
Tær av leikarunum, sum
ikki vóru við seinast, eru
nú aftur tøkar, og Helga
roknar eisini við, at allar
vera við í Høllini á Hálsi í
dag. Eisini hóast onkrir
smáskaðar eru, og áðrenn
vit
takka
fyri samrøð-
una, gevur hon enn
eina orsøk til, at Dráttur
skal vinna dystin i dag.
– Nú hava tær vunnið so
ofta, so eg haldi so avgjørt,
at tað nú er okkara túrur,
sigur ein spent Helga
Nordendal at enda.
∆
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Ein skuldi ikki hildið, at ein
steypafinala var nakað,
sum kann økja um spenn-
ingin í flogbóltstilveruni
hjá Marjuni Kalsø. Sum
leikari hevur hon
verið
ígjøg-
num
alt
tað, sum
føroyskur flogbóltur hevur
at bjóða. Metkvinnan á
landsliðnum hevur vunnið
bæði FM-, steypa- og Oyl-
kapping, men kortini var
tað ein sera spent Marjun,
sum vit høvdu í telefonini
hóskvøldið.
– Jú, eg haldi so avgjørt,
at hesin dysturin er nakað
heilt serligt. Spenningurin
er stórur her norðuri, og øll
minnast til, hvussu tað var í
fjør, tá bæði liðini komu
heim við gullmerkjum, so
sjálvandi eru vit spentar.
Eisini tí at Flogbóltssam-
bandið hevur gjørt eitt
rimmar arbeiði í at mark-
naðarføra dystirnar. Alt
verður sjónvarpað beinleið-
is, og alt fokusið um dystin
ger, at talan er um nakað
heilt serligt.
Stuttligt við
avbjóðingum
At uppgávan í ár tykist
verða heldur torførari
enn í fjør, er Marjun fult
greið um, men kortini
tykist hon á ongan hátt
at hava mist mótið um
ein sigur.
– Tær hava jú fingið
Marinu sum venjara,
og hon er so avgjørt ein
stór hóttan mitt fyri.
Harumframt
hava
tær
eisini betra um egna spæl
sítt, so vit skulu heilt sikk-
urt spæla upp til okkara
besta fyri at vinna.
– Eg haldi annars, at tað
er stuttligt, at feløg fáa
útlendskar leikarar í sín
part. Tað gevur okkum
eisini størri avbjóðingar, og
sjálv haldi eg, at spælið
verður stuttligari, størri
avbjóðingarnar eru.
Hugsa ikki um tapið
Fyri viku síðani taptu Mjøl-
nir
kvinnurnar
heima-
dystin, sum kundi tryggja
teimum gullmerkið í FM-
kappingini, men Marjun
heldur ikki, at tað eigur at
oyðileggja nakað í degnum
í dag.
– Tá fingu vit ein skaða
dagin fyri dystin, og máttu
tí broyta upp á liðið. Nú eru
allar klárar, og fáa vit okk-
ara spæl at koyra, sam-
stundis sum vit brúka
høvdið, so hava vit avgjørt
ein góðan møguleika. Sam-
stundis ræður um, at tær
ikki sleppa í gongd við
spælið á miðjuni.
Tað skal so eingin ivi
vera um, at vit ætla okkum
at vinna dystin, og tað ætla
vit eisini at geva alt fyri at
megna, sigur Marjun Kalsø
at enda.
∆
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Sjálvsagt er spenningurin
stórur hjá fuglfirðingunum,
nú teir skulu í steypaeldin,
sum verður kyndur á Hálsi í
Havn. Hóast hetta, so er tó
ikki líkt til, at týdningurin
av dystinum nervar spæl-
ararnir hjá ÍF so øgiliga
nógv. Í hvussu so er var tað
ein róligur men tó greiður,
Bartal Eliasen, sum vit
tosaðu við undan finaluni.
– Vit fyrireika okkum
sum vit van-
liga gera til
dystirnar.
Kanska
uppmøtingin
hevur verið
eitt sindur
betri nú,
men annars
taka vit uppgávuna sum
ein og hvønn annan dyst,
sigur liðskiparin.
Um spurningin, hvørt tað
kanska ikki er neyðugt at
gera nakað eyka til at seta
leikararnar
upp,
sigur
Bartal, tað er tað nokk ikki.
– Eg havi tað í øllum
førum soleiðis, at antin
spælir mann, ella spælir
mann ikki.
Skiftandi tilvera
ÍF hevur annars havt eina
skiftandi tilveru seinnu
árini. FM heitið fyri tveim-
um árum síðani varð fylgt
upp av eini botnplasering í
fjør, men í dag eru fugl-
firðingar aftur at finna í
toppinum. Spurdur um teir
kanska vóru ov nøgdir við
FM heitið, men nú aftur eru
um at gerast svangir, svarar
Bartal, at tað heldur hann
ikki.
– Teir ungu hava alla
tíðina verið við, og í ár hava
vit so fingið Odd Eliasen
við aftur. Harumframt er
Boban Ilic jú komin til sum
venjari, og tað er jú altíð
ein styrkur at fáa ein góðan
leikara.
Ikki favorittar
Um favorittleiklutin, sum
fleiri hava givið teimum, nú
teir júst hava vunnið á
Mjølni, sigur Bartal, at í
hansara hugaheimi eru teir
ikki favorittar.
– Bløðini hava skrivað, at
vit eru favorittar, men har
eri eg ikki samdir. Tekur tú
seinastu sjey dystirnar hjá
okkum móti Mjølni, so
hava vit bara vunnið tveir
teirra, so hagtølini eru so
avgjørt við teimum. Um
nakað, so kann tað verða
ein vansi, at vit júst hava
vunnið á teimum, tí kann
gerast ein koddi, uttan at vit
tó ætla, at hetta skal henda.
Men hvat skalt so til, fyri
at ÍF kunnu gerast steypa-
vinnarar?
– Tað krevur fyrst og
fremst, at vit allir geva okk-
um 110%. Mjølnir hevur
kanska tað betra spælið á
miðjuni, meðan vit eru
sterkari á kantunum. Tí
ræður um, at vit fáa okkara
spæl at koyra, og vit fara so
at gera tað, sum vit eru
mentir, fyri at hetta skal
eydnast, sigur Bartal Elia-
sen at enda.
FINALUDYSTUR
Jákup Mørk
Liðformaður hjá
liðnum, sum í
dag skal royna at
verja steypaheitið
frá í fjør er Bogi H.
Isaksen.
Í fjør var hann við
til at tryggja Klaks-
víkini dupult gull í
steypakappingini, og
hann ásannar eisini, at
spenningur undan dyst-
inum í dag er øgiligur,
og hann roknar við, at
nógv fólk verður til
dystirnar. Mjølnir hev-
ur eisini skipað fyri
ferðing til Havnar í bussi,
men tá vit tosaðu við
liðformannin hóskvøldið,
helt hann ikki, at so nógv
høvdu teknað seg.
– Eg ivist tó ikki í, at tað
verða nógvir áskoðarar, og
ivaleyst eru eisini fleiri,
sum fara at melda til buss-
ferðina beint undan dystun-
um, heldur Bogi.
Eingin kreppa
Eftir úrslitunum fyri viku
síðani at meta, so er Mjøln-
ir í eini lítlari kreppu í
løtuni, og sæst hetta millum
annað aftur í, at teir nú hava
mist oddasessin í lands-
kappingini. Sjálvur heldur
Bogi tó ikki, at talan á
nakran hátt
er um kreppu.
– Sjálvandi ávirkar tað at
tapa tveir dystir á rað, men
eg haldi ikki, at vit fáa
nakrar nervar av teirri
orsøk. Talan var stutt og
greitt um eitt vánaligt viku-
skifti fyri okkara viðkom-
andi, og leygardagin (móti
Fleyr, blðm.)spældu vit
eisini
illa.
Sunnudagin
spældu vit tó væl móti ÍF,
men taptu kortini, men vit
mugu so bara koma víðari.
– Hetta er heldur ikki
nakað, sum hevur ávirkað
venjingina í vikuni upp
undir dystin. Vit hava
kanska vant okkurt yvir-
raskilsi, men tað fari eg so
ikki at avdúka her, sigur
liðskiparin.
Hóast hann sostatt ikki
vil avdúka nakra spæli-
ætlan, so er hann tó
greiður um, hvat krevst,
um Mjølnir aftur í ár
skal kunna rópa seg
steypavinnarar.
– Vit mugu nokk
broyta eitt sindur
upp á taktikkin hjá
okkum í mun til
seinast.
Serliga
skulu vit hava betri
fatur á kantunum,
men annars skulu vit ikki
broyta so nógv. Tað ræður
mest um at fáa okkara spæl
at koyra, og tað er so púra
vist, at vit ætla at gera okk-
ara til, at talan verður um
eina endurtøku av dupulta
sigrinum frá í fjør, sigur
Bogi H. Isaksen at enda.
Dráttur–Mjølnir
ÍF–Mjølnir
Enn er tað tó ikki
komið so langt, at
talan er um seinasta
útkall ella neyðarkall.
Tað snýr seg um
nýggja høvuðs-
sponsor felagsins,
sum ber heitið, Kall
SPONSORSÁTTMÁLI
Jákup Mørk
Á stórslignum tíðindafundi
beint fyri døgurða fríggja-
dagin, varð seinasta skotið
á fjarskiftisøkinum avdúk-
að. Tað hevur leingi verið
greitt, at Alnót hevði í
hyggju at gerast ein partur
av føroyska telemarknað-
inum, men sum nevnt í
blaðnum ígjár, so skuldi
hetta
ikki
vera
undir
navninum, Alnót, tí hetta
ikki longur var dekkandi
fyri virksemi felagsins.
Nýggja navnið á felagnum
verður ístaðin »Kall«.
Umframt, at sjálvt navnið
alment varð tikið í nýtslu í
gjár, so varð fyrsti liður í
lýsingarherferðini
eisini
avdúkaður. Komandi tvey
árini skal annað av stóru
høvuðsstaðarfeløgunum,
B36, bera »Kall« á bring-
uni, og á tann hátt gera sítt
til, at navnið verður kent
millum føroyingar.
Vilja hava ferð á
Um orsøkina til, at tað júst
varð B36, sum Kall valdi at
gera sponsorsáttmála við,
sigur Bjarni A. Bjarnason,
stjóri, at orsøkirnar til hetta
eru fleiri.
– Vit høvdu framman
undan gjørt okkuim greitt,
at ítróttur í hvussu so er
skuldi vera ein av teimum
miðlum, sum vit skuldu
nýta. Tað er nakað, sum
eftir okkara tykki er í
samljóði við tað, sum vit
fegnir vilja útstrála. Nakað
við ferð, spenningi og
frískleika, og hetta er nak-
að, sum vit hava roynt at
gjørt so gjøgnumført sum
gjørligt.
– Tú kanst eitt nú taka
búmerki okkara, sum jú er
orange litt. Hetta er nakað,
sum útstrálar frískleika,
stuttleika, fær teg at hugsa
um C-vitaminir o.s.fr.
– Alt hetta høvdu vit
gjørt okkum greitt, og tá so
B36 setti seg í samband við
okkum, fóru vit hugsa, um
hetta ikki var ein háttur at
røkka hesum. Vit hava so
tugt eitt sindur upp á hetta,
og niðurstøða okkara er, at
vit á hendan hátt hava ein
góðan møguleika at koma í
kontakt við ein stóran part
av okkara málbólki, sigur
Bjarni Bjarnason at enda.
Tíðin var búgvin
Avtalan við B36 er gald-
andi í tvey ár, og Kristian á
Neystabø, formaður í B36,
dylur ikki fyri, at hann
heldur talan vera um eina
góða avtalu.
Akkurát hvussu nógv
avtalan snýr seg um í peng-
um, vil Kristian ikki siga,
men hann leggur dent á, at
hann heldur hetta vera eina
góða avtalu fyri felagið.
Spurdur, um talan er um
sonevndan bonussáttmála,
har ymsar peningaupp-
hæddir eru galdandi, alt
eftir hvussu liðið stendur
seg í kappingini, svarar
Kristian, at tað er tað ikki í
útgangsstøði. So er spurn-
ingurin helst, um Kall
hevur somikið stórt álit á
felagnum, at teir rokna við,
at teir koma at liggja í
oddinum, har størsta foku-
seringin upp á fótbóltin
vanliga liggur.
B36 hevur annars í drúgt
áramál havt oljufelagið,
Shell, sum høvuðsstuðul,
men spurdur um, hví teir
skifta, sigur Kristian, at
hetta einki hevur við nakra
ónøgd at gera.
– Tað ræður eisini um, at
felagið ikki verður ov fast
samantengt at einari ávísari
fyritøku. Tá kann saman-
tengingin gerast so inn-
grógvin, at tað nærum ikki
ber til at skifta.
– Vit hava verið væl
nøgdir øl hesi árini, men vit
hildu nú, at tíðin var búgvin
at skifta, og tað hava vit so
gjørt, sigur Kristian.
Troyggjur til sølu
Tá talan fellur inn á út-
lendsk feløg, er seinnu árini
vorðið alt meira vanligt, at
viðhaldsfólkini hjá hesum
keypa sær leikbúnarnar hjá
favorittliðnum, og kanska
serliga børnini hava so
kunna liva seg inn í leik-
lutin hjá fótbóltshetjum
sínum.
Nú er líkt til, at B36
eisini ætlar sær við til hett,
tí sambært formanninum
opnar avtalan fyri møgu-
leikanum, at Kall kann
selja leikbúnar, sum eru
líkir teimum hjá B36.
– Enn er so ikki gjørt
meira við hetta, men nú er
møguleikin har, og tað
kann væl verða, at hetta fer
at síggjast innan ikki alt ov
langa tíð, sigur ein væl
nøgdur Kristian á Neystabø
at enda.
Nr. 34 • leygardagur • 17. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
15 ára gamli Ingi
Højsted fer í dag til
Onglands, har
hann skal venja við
stórfelagnum,
Arsenal
Sum vit áður hava nevnt,
so skal Ingi Højsted aft-
ur nú til Onglands, har
hann fyrr hevur verið og
vant við stórfelagnu,
Arsenal, sum hevur væl
lýdda venjaran, Arsene
Wenger við stýrisvølin.
Umframt at venja við
felagnum, skal Ingi eis-
ini á ferðini spæla nakr-
ar
dystir
við
ung-
dómsliðnum hjá Arse-
nal, og millum annað er
ein dystur móti Norður-
írska U-17 landsliðnum
á skránni á ferðini.
Ingi er bert ein av
fleiri leikarum, sum um-
boðsmaðurin, Jákup í
Stórustovu,
seinastu
árini hevur fingið til
venjingar hjá útlendsk-
um feløgunum, og einki
er, sum bendir á, at
áhugin fyri ungu føroy-
ingunum er minkaður.
Í longri tíð hevur
Jákup við stuðuli frá
fleiri føroyskum fyritøk-
um arbeitt við hesum
máli, og at áhugin er
vaksandi, sigur hann seg
ikki ivast í. Fyritøkur-
nar, sum eru við í verk-
ætlanini at stuðla ungu
leikarunum eru Føroya
Sparikassi, Tryggingar-
felagið Føroyar, Atlantic
Airways, P/F Ísbjørnin
og Thoma Dam Ítróttur.
B36 hevur fingið
eitt
Fimm leikarar hjá B36 vórðu
kallaði til at vísa nýggju
búnarnar. Frá vinstru eru tá
Sólvá Joensen, Tróndur
Vatnhamar, Jákup á Borg,
Ása á Neystabø og Ingi
Højsted
Mynd: Álvur Haraldsen
Í dag fer Ingi Højsted fyri aðru ferð til Onglands, har
hann aftur hesa ferð skal venja við Arsenal
Mynd: Álvur Haraldsen
Av stað í dag