Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 14 Nr. 34 - 17. februar 2001 gult cyan magenta svart Nr. 34 • leygardagur • 17. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Torbjørn Olsen: Á triðja sinni til altars síða 17 www.skrivaso.fo SAMSKIFTI Birgir Kruse Um dagarnar kom eg fram á ein sonevndan »multitainara«. Blankur og snøggur. Hvussu vit skulu týða hetta hugtakið, mugu onnur taka støðu til. Men áður er fremmanda orðið »containari« vorðið til eina snøgga og heim- liga bingju. At nakað er »multi« vil siga, at tað er fleirtættað, sett saman av ymiskum. Og hetta er júst ein multiteynari. Ein bingja, full av møguleikum, sum allir spretta úr talgildu verðini, har undirhald er loysunarorðið. Skjótt, dagført og samvirkið. Einki er at taka seg aftur í, at føroyskar stovur eru annaðleiðis innrættaðar í dag enn fyri bara tjúgu árum síðani. Broytingin, sum hevur ávirkað hvørja før- oyska stovu, er sjónvarpið. Hesin kassi, sum hevur sovorðnar fasta- tøkur á fólki, at hann mest er at líkna við eitt altar. Hendan nýggja talgilda undir- haldsútgerðin, multiteynarin, tek- ur støði í júst hesum. Sjónvarp- inum, sum í roynd og veru byggir á somu tøkni sum telduskíggin. So nú eru sjón- varpið í stovuni og teldan á loftinum runnin saman í eina nýggja eind. Handilsliga heitið er fyribils multiteynari. Ein saman- renning millum Siemens og Fujitsu. Við hesum blanka og snøgga tóli kann ein skriva, rætt sum var tað ein telda. Tað er tað eisini. Í hesum føri við einum Celeron 633 mHz gerili og skjótum mót- aldi til allan umheimin. Tráð- leysa knappaborðið kann eg taka á knøini og úr sofahorninum skriva meg út í tykisheim. Sláa gluggarnar frá, søkja mær vitan og tíðindi. Og eisini senda teldubrøv og tjatta. Sjónvarpsskermurin er skíggin, bæði til teldu og video. Knappa- borðinum kann eg sleppa og ístaðin leggja ein DVD film í spælaran, eina teldufløgu við alfrøðiligum upplýsingum, ella eg kann seta MP3 fílurnar ígongd. Tímar við tónleiki, júst sum lagið og hugurin er til tað. Tikin niður úr luftini uttan tað umhugsni, sum Edmund Jacob- sen so skilagott legði fyri dagin í síðsta Vikuskifti. Ein trupulleiki, sum bæði er løgfrøðiligur, hand- ilsligur og listarligur, sum alt málið um Napster lærir okkum. Tá ljóð, myndir og boð gerast talgild, er einki sum eitir avrit. Orðið missir týdning. Tí alt er tvítak. Tí eingin munur er á uppruna og avriti. Soleiðis er í fagra nýggja talgilda tykisheimi. Sum nú er um at flyta innar í føroysku stovurnar, hóast tveir triðingar av heimsins børnum aldri hava sæð eina telefon. Fyrsta føroyska teldubókin kom herfyri. Um nýggja tøknin fer at tøma heimligu bókahill- arnar er ivasamt. Men okkurt bendir á so kann verða. Danir hava í mong ár givið út eina umfatandi alfrøði »Encyklop- ædien«, sum verður liðug í heyst, tá síðsta bindið kemur. Í Noregi hava tey eisini givið út eina tílíka alfrøði, »Store Norske Leksikon« at navni og sum eisini er talgild og løgd á netið. Ein dáragerð fyri forlagið, men ein frægd fyri brúkaran. Talgilda útgávan er um at koyra tey bæði stóru norsku forløgini Aschehoug og Gylden- dal á húsagang. Forløgin boða frá, at tey hava mist 200 milli- ónir krónur. Allur missurin stavar frá talgildu alfrøðini, sum løgd er á netið. Orsøkin er, at bert fá vilja gjalda tær fimm hundrað krónurnar um árið, sum dagførda norska alfrøðin kostar brúk- aranum. Fólk er von við, at tað sum finst av upplýsingum í al- nótini er ókeypis. Ella zappa tey bara víðari. Tí verður tað ikki í bræði, at stóra danska alfrøðin kemur á netið, sigur Jørn Lund ritstjóri. Men ímeðan kunnu vit spæla okkum við fjøltáttaða multi- teynaranum. Bara vit eru íbundin og hava nakað at leggja í fløgu- skuffuna. So verða vit neyvan skuffaði, krevja vit dagført und- irhald og seinastu tíðindi. Rætt sum vóru vit til altars. Við talgildari mynda- og ljóðgóðsku. So er bert at vóna, at tær tríggjar heimligu telefyritøkurnar kunnu bera boð í bý. Og gera tað innan vit sovna og kaffi kólnar. Tí einki nyttar, um ikki tæn- astuveitarar liva í somu verð sum tey, ið bjóða amboðini. Og stendur tænastan ikki mát, so zappa vit bara víðari. Og hvør veit, kanska koma vit tá eftir teim væl fjaldu tíðindum, at tveir triðingar av heimsins børnum aldri hava brúkt telefon. Og tíansheldur internet. Talgildi klovningurin »The Digital Divide« er tiltakandi, sigur amerikanski rithøvundurin og fyrilestrahaldarin Don Tapscott. STOVUTØKNI. Ein multitainari er telda og sjónvarp í einum. Og hartil hópin av margmiðlaamboðum, so vit bæði kunnu skriva, hyggja og lurta. Við sama tóli, sum knýtt er at sjónvarpinum. Kanska verður hetta nýggja samskiftistólið í framtíðar fjálgu føroysku stovunum Tøkni til føroyskar stovur: Hildibjartur Hansen í Trý’aranum í SMS við sonevnda multiteynaranum, sum er telda, video- og fløguspælari í einum. Alt við sjónvarpinum sum miðdepli. (Mynd: Jens Kristian Vang) Undan vikuskiftinum man størsti spenn- ingurin vera um, hvussu fer at gangast, tá mansliðini hjá StÍF og Kyndli hittast á Skála HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hondbóltsárið er nú komið væl áleiðis, og ikki minst merkist hetta aftur hjá spælarunum í tí, at tey nú bert hava dystirnar í sjálv- ari landskappingini at hugsa um. Fult umfar er á skránni um vikuskiftið, og sostatt eru tríggir dystir á skránni hjá bæði kvinnum og monnum. Stjørnan skal leggja trýst á Hjá kvinnunum eru tríggir dystir á skránni, og einki er at ivast í, at allir hesir eiga sín favoritt hjá heimalið- num. Í Ítróttahøllini á Hálsi taka neistakvinnurnar ímóti teimum hjá Sóljuni, go alt annað enn ein tryggur heimasigur vil her vera ein rimmar sensatión. Neistin tykist vera komin rættiliga fyri seg í endaspælinum, og ikki kann roknast við, at Sóljan kann gera teimum nakað sum helst. Í Klaksvík verður dystur millum Stjørnuna og Kynd- il, og eisini her eigur heimaliðið greiðan favoritt- leiklut. Í sama dystinum millum liðini bæði í fjør, tók Stjørnan eitt av seinastu fetunum móti FM-gullin- um, men so verður neyvan í ár. Hinvegin er einki at ivast í, at klaksvíksgent- urnar ætla at nýta høvi til at leggja eitt sindur av trýsti á VÍF, sum ongan dyst hevur um vikuskiftið, og sum tí má síggja leiðsluna minka, um talan verður um heima- sigur. Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Vági, har Tjaldur kemur á vitjan. Umframt at VB hels hevur ætlanir um at reisa seg eftir stórtapið í finaluni, so hava tær neyvan gloymt, at Tjaldur ongantíð kom suð- ur at spæla dystin teirra millum í grundspælinum. Ivaleyst vilja tær tí gera sítt til, at talan verður um ein so greiðan sigur sum gjør- ligt. Tjaldur verður tó nakað styrkt undan dystin- um, tí næsta útlendska kvinnan nú er komin til landið, men ivasamt er, um hetta fer at muna nakað móti VB. Silvurdystur á Skála Eisini hjá monnunum verða tríggir dystir sunnudagin, og millum hesar er lokal- uppgerðin á Hálsi millum Neistan og H71. Bæði liðini hava seinastu dystirnar víst sjónlig tekin upp á kreppu, og fyri bæði er galdandi, at tey fegin vilja nýta hendan dystin til at reisa seg. Á pappírinum er hesin møguleikin tó best hjá Neistanum, men hin- vegin vunnu liðini hvør sín dyst í grundspælinum, so allar møguleikar mugu sig- ast at vera opnir. Tað mugu teir eisini sigast at vera á Skála, har StÍF tekur ímóti Kyndli í einum dysti, sum væl kann gera av, hvat av liðunum skal fara avstað vil silvur- merkjunum hetta kapping- arárið. Í løtuni tykjast stranding- ar tó at vera væl betri fyri til at átaka sær hesa upp- gávu. Teir eru nýkosnir steypavinnarar, so sjálvs- álitið er uttan iva í topp, men hetta nýtist ikki altíð at vera ein fyrimunur. Kyndilsmenn hava greitt tørv á eini uppreisn, eftir at teir óvæntað máttu lata stig frá sær til kollfirðingar fyri viku síðani. Spennandi sær tað í øllum førum út, og hvørgin parturin hevur ráð at missa nakað. Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti KÍF. Kollfirðingar hava verið væl koyrandi seinastu dystirnar, sum hava givið trý stig móti Neistanum og Kyndli, men lítið er at ivast í, at teir koma væl niður aftur á jørðina sunnudagin. Vest- menningar vilja ivaleyst vaska steypatapið av sær, og hetta kann best gerast við einum sannførandi sigri á kollfirðingum, sum ikki hava megnað at gjørt nakað við gula oddaliðið, tær ferðirnar liðini higartil hava hitst. Dystir, 1. deild kvinnur: Sunnudagin 14.30 Neistin-Sóljan Sunnudagin 15.00 Stjørnan-Kyndil Sunnudagin VB-Tjaldur Dystir, 1. deild menn: Sunnudagin 16.00 Neistin-H71 Sunnudagin 16.00 StÍF-Kyndil Sunnudagin 16.00 KÍF-VÍF Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 426 222 204 16 2 Stjørnan 3 2 - 0 - 1 408 328 80 14 3 VB 3 2 - 0 - 1 383 291 92 13 4 Neistin 2 1 - 0 - 1 304 307 -3 7 5 Kyndil 1 1 - 0 - 0 297 342 -45 7 6 Sóljan 3 0 - 0 - 3 267 405 -138 2 7 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 194 384 -190 1 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 453 329 124 16 2 StÍF 2 2 - 0 - 0 413 358 55 12 3 Kyndil 2 1 - 1 - 0 389 349 40 11 4 Neistin 2 1 - 0 - 1 332 355 -23 8 5 KÍF 3 1 - 1 - 1 337 387 -50 6 6 H71 3 0 - 0 - 3 384 432 -48 4 7 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 319 417 -98 3 Kyndil skal reisa seg Atli P. Dam Tað ein kennir til í polit- iskum tjaki er, at tað oft- ast eru veruligar hending- ar, útsagnir, røður, polit- iskar teoriir, ella okkurt ítøkiligt, sum setir skránna. Men dømi eru eisini um at veruleikar, skaptir til høvið, eitt nú terrorat- gerðir, falsaðar »avdúk- ingar« ella aðrar »smíða- ðar« søgur eru útgangs- støðið. Oman á alt tað løgna, vit hava verið vitni til í samráðingargongdini um fullveldi millum lands- stýrið og stjórnina eru nú nakrir ófriðarknokkar farnir at útleggja undir- grundaravtaluna av nýggjum. Kríggsmakarar Nakrir høgnakratiskir rakstrarmenn í Føroyum eru nú farnir í samarbeiði við nakrar av veruligu krígsmakarunum á Ekstra Blaðnum. Hvør er hand- langari hjá hvørjum er ilt at siga enn. Er Ekstra Blaðið bein- leiðis sett á slóðina av fullveldisliðnum, ella hevur Ekstra Blaðið sjálvt biðið um sam- gongu fyri at skapa onkra øsing í Danmark. Hetta kemur skjótt undan kavi. Men báðir partar tykjast vera samdir um, at tekur tú 375 milliardir kr. niður úr loftinum, so eru tær nóg mikið til at skapa øs- ing í Danmark. Og í Før- oyum ótta fyri, at nú koma danir við bæði hunda- og herskipum til Føroya eftir hesum enn fiktiva pengum. Vit hava so fingið enn eina krígsmakaraskapta »episodu«, sum menn ofta kalla slíkt. ST og Lærdi Háskúlin Vit vita, at landsstýrið kundi fáa eitt danskt uni- versitet til at standa fyri kanningum, sum kundu greiða allar spurningar um ST og sjálvstýristil- gongd hjá smáum tjóð- um. Harvið fekk málið eina akademiska barlast og ein sakligan autoritet. Men hetta hevði ongan áhuga. Tað kundi ikki nýtast politiskt, ella í hvussu er ikki til at skapa ynsktu konfrontatiónina við danska uttanríkisráðið. At ein so í brævinum til ST legði út við eini lygn um, at danir ikki vildu sam- ráðast, hóast tilboðið um fýra ára skiftistíð fyrilá, ger ikki sakina betri. Reykjavík og Nato Ørindini í Reykjavík hava heldur ikki verið serliga saklig. So hevði ein ikki 14 dagar undan eini ráð- stevnu, sum helst hevur verið fyrireikað í meira enn 1 ár, biðið um pláss í eini fullsettari skrá hjá Robertson aðalskrivara. Var hetta ikki bert íkomið í leiting eftir einum kon- frontatiónsmøguleika, hevði ein í góðari tíð tikið upp samband við Robert- son ígjøgnum uttanríkis- ráðið ella aðrar vegir. »Berøringsangst« Tað tykist sum Høgni Hoydal við vilja stig fyri stig hevur sáldað frá ein semjumøguleika fyri og annan eftir í samráðingu- num við donsku stjórn- ina. Áðrenn hvørt umfar hevur ljóðað, at helst kom einki burturúr, og beint aftaná hava vit hoyrt før- oysku nevndina lasta dan- ir og serliga Poul Nyrup í sand og øsku. Tað undraði meg hvørja ferð, at Anfinn Kallsberg tóktist hava Høgna Hoydal við sum ein lítlan elefant, at sleppa leysan í glasbu- tikkina fyri at sleppa und- an at taka málini veruliga upp í hendurnar, elta tey og forma tey til felags semju. Tað kundi bert føra til, at á gólvinum lógu glas- skør og eingi úrslit. Danir rópa hetta »be- røringsangst«, men spurningurin er, um hetta ikki er ein tilvitað stra- tegi, sum bert skuldi leiva eina røð av ósemjum ímillum óndar danir og neyðar føroyingar, so at hendan pínslaváttastøða kundi útloysa eitt ja til loysing. At hetta undraði serliga meg, er kanska ikki so løgið. Havi verið før- oyskur samráðingarleið- ari óteljandi ferðir bæði úti í heimi og heima hjá okkum sjálvum, og eg tryggjaði mær altíð, at talað bleiv við einari rødd, nevniliga henni hjá samráðingarleiðaranum, og tryggjaði at ongin óargaligur nevndarlimur slapp at spilla spælið. Hetta haldi eg vit kunnu lasta Anfinn Kallsberg fyri. Tá ein opnar ballið við at skíra Marionnu Jelved fyri óseriøsa at vera, kann einki blíva eftir uttan ein nakin krabbi, sum má finna høli í onkrari goggu. Er hendan goggan Ekstra Bladet er langt eft- ir á fullveldismál. Mangt er undarligt, tað segði abbi VIÐMERKINGAR Tillukku Runavík Finnleif Guttesen borgarstjóri, Tvøroyri, tann 16. februar 2001 Eg vil ynskja Runavík tillukku við útgerðar- havnini, sum vónandi fer at geva eitt gevandi íkast til alla tí føroysku vinn- una. At vit eru eitt sindur vónbrotin her suðri skulu vit ikki fjala útyvir, tað var hasin møguleikin vit vónaðu at fáa her suður, men lívi steggar ikki upp fyri tað, so vit mugu bara bróta upp um ermar og stríðast víðari. Somuleiðis vil eg ynskja nýggja Rasmus Effersøe og Boðasteini vælkomnar til Suðuroy og annars øllum nýggjum virkum góðan byr fram- yvir. Vónandi fer gongdin við minkandi fólkatalið í Suðuroy at venda tá ið produktiviteturin økist, bæði so og so.