Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001 17 gult cyan magenta svart 16 Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001 Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: birgir@sosialurin.fo Blaðstjórn: Birgir Kruse EG MEINI TAÐ KANTRI Birgir Kruse Útiløgumaður er maður, sum er rýmdur úr bygd og lagstur í óbygdum. So- leiðis sigur orðabókin og hesin er eisini hugsjón- arligi karmur um teir báðar Waylon og Willie. Og seinni eisini The Highway- men við Johnny Cash og Kris Kristofferson afturat. Eftirnøvnini á teimum upprunaligu útilagnu eru Jennings og Nelson. Í miðari næstu viku, mikudagin hin 21. februar, eru 25 ár liðin síðani teir báðir Waylon og Willie fyrstu ferðina vóru á hvørjum munni. Tað var við sanginum »Good hearted woman«, sum teir sjálvir yrktu. Hendan dag vóru teir nummar eitt á almenna amerikanska topplistanum við plátum uttan av heiðini. Kantri- plátur við The Outlaws. Hestajazz, sum onkur nevnir tað. Sangurin var av LP plát- uni »Wanted: The Out- laws« (RCA 1976), sum hóast hon fevndi um gam- alt tilfar gjørdist fyrsta country LP plátan, sum fór um milliónamarkið. Og tá so nógv vilja ogna sær eina plátu, fær hon virðis- løn úr platini. Texasyrkjaranum, Willie Nelson, dámdi ikki lívið í Nashville, har hann tó leingi hevði dvølst. Hann yrkti »Crazy«, sum Patsy Cline gjørdi til ein slagara og úr drúgvu sangbók Willie’s kunnu vit nevna »Funny how time slips away«, »Night life« og »Hello walls«. Í bókini »Top country albums« hjá Joel Whitburn er Willie Nelson fremsta plátunavnið av 200. Hann eigur flestar plátur, sum oftast hava ligið ovast og er tí fremstur á styrki- listanum. Og eigur onkur 70.000 dollars er tað prís- urin at fáa hann hendan vegin, sigur Tom Munsey konsertfyrireikari. Umframt allar útreiðslur altso. Á Tollaksmessu 1970 fóru allar ognir Willie’s upp í royk og hann nýtti høvið at kvitta við Music City og flyta heim aftur til Texas. Sum allir rættir kúrekar. Music City er heitið, Nashville gongur undir. Serliga er tað í øki- num Music Row, at ídnað- urin heldur til og flestu plátur verða gjørdar. So hvørt ein stjørna ikki selur, fær hon fótin. Merle Hag- gard-slagið av sangarum má leita sær til ivasama staðin Branson, sum er fyri aldrandi stjørnur, sum mist hava takføri og keypi- orku. Í Nashville er bara rúm fyri sangarum, sum øllum dámar til allar tíðar og á øllum útvarpsrásum. Lægsti felagsnevnari er lóg. Og kvinnur er av tveimum sløgum: tær ljós- hærdu í strammum kov- boybuksum og tær dimm- leittu í glitrandi veitslu- kjólum, sum bestir eru í náttklubbum. Millum aldrandi og tískil útilagnu Nashvillestjørn- urnar fyri 25 árum síðani var eisini Waylon Jenn- ings. Eins og Willie Nel- son var hann úr Texas og kundi takka Buddy Holly fyri, at hann enn var frammi. Tað var ein lítið tespu- ligan vetrardag í 1959, at Waylon lat Buddy ein ferðaseðil. Ferðaseðil til ævinleikan. Waylon spældi nevniliga bass fyri Buddy Holly, men eftir sum pláss bara var fyri trimum ferð- andi í lítla flogfarinum, veik Waylon sess fyri Holly. Tíggju minuttir eftir fráferð hin 3. februar 1959 rendu teir tríggir ferða- menninir Buddy Holly, 17 ára gamli Ritchie Valens og plátuvendarin The Big Bopper, í eina kavaódn og spurdust ikki aftur. »The day the music died«, sum Don McLean syngur um í »American Pie«. »Why me, Lord« kundi Jennings havt yrkt hesa ferðina. Í heilt øðrum høpi bleiv sangurin tó til á ein- um heilt øðrum útilagnum skrivaraborði. Tað var í 1972, tá Kris Kristofferson hevði verið í kirkju og hoyrt Larry Gatlin syngja »Help me«, sum vit kenna frá Elvis og Alexi. Kanska kunnu vit meta Kristoff- erson sum hin fyrsta rætta útilagna ella »outlaw«, sum hetta slagið av sangar- um verða skýrdir. Fleiri eru søgunar um lagnunnar speisemi og hægri maktir sum – kanska – leggja uppí tá stjørnur eru á ferð. Tá guitarsnill- ingurin Stevie Ray Vaug- han í tyrlu skuldi víðari til næsta spælistaðin, kom mjørki á teir. Tyrlan rendi á eina skílyft og datt niður. Hetta var á sumri í 1990 og seinni kom fram, at Eric Clapton skuldi havt verið við. Júmen, kring stjørnur spretta søgur, lagnusøgur. Á 25 ára gomlu plátuni »Wanted: The Outlaws« medvirkar eisini Jessi Colter, kona Waylon Jenn- ings og Tompall Glaser. Hesin seinni yrkti sangin, sum ber ivasama frámerkið »mannsjavinistiski sangur allra tíða og tjóða«. Rætta heitið er »Put another log on the fire« og hann er við á 25 ára gomlu plátuni. Hóast skarptløddu skot- ini til Nashville og alt, ið har býr og virkar, varð undirtøkan stór, tá hesi útlagnu lótu hoyra frá sær. Sangurin »Good hearted woman« varð í Nashville straks kosin ársins sangur. Seinni hava so stór nøvn sum Alan Jackson og Ge- orge Strait tikið henda atfinningarsama tátt upp aftur. Teir sungu í fjør »Murder on Music Row« og vunnu á sama staði virðisløn fyri »vocal event of the year«. Sangurin er um eitt morð, sum eingin varnaðist. Hin myrdi er góði, gamli sangurin, með- an hann, ið útinnir snildis- liga drápið er eingin annar enn tónleikaídnaðurin í Nashville. Vit skulu til fólkaatkvøðu í næstum, og vit skulu at- kvøða um stórmál. Fólk hava ótrúliga ymiskar meiningar um, hvat rættast man vera at gera við krossin, og bløðini eru vituliga á tremur av grein- um, sum tala fyri og ímóti. Og tað er mikið gott... ...ella er tað? Jú, sjálvandi! Sjálvandi er tað gott, at fólk eru engasjerað og gera vart við hugsan sína. Sjálvandi er tað gott at koma út við tí, sum leikar á. Sjálvandi! Alt annað vildi verið bæði merkiligt og løgið. Men skoðar so mítt eyga einki minni gott við øllum hesum greinunum? Áh jú, so avgjørt og apsalutt. Tí mín hjartans meining er hon, at nógv av tí, ið sæst á prenti nú um dagarnar, eru rein lortabrøv. Tí held- ur enn veruliga at viga fyri og ímóti fullveldi ella ríkisfelagsskapi, (tí sjálv- andi eru fyrimunir og vansar við báðum), so fanglast virðiligir og hátt- virdir menn við at skriva greinar (les: lortabrøv) um persónar og teirra við- haldsfólk. Eg hugsi ikki, at eg fari nógv skeivur, um eg sigi, at onnurhvør greinin er merkt av møsni, illgitingum, ákærum, for- skrekkilsi, stakkalatosi og perversari persónsjagstran. Nú eri eg kanska nakað bonskur og orðharður, heldur onkur, men tað verður so harvið. Og tað verður eisini harvið, um eg sigi, at vóru tey negativu orðini pilkað burturúr, ja, so sløddust bara nøkur punktum og komma eftir á pappírinum, og tað er lítið gevandi. Tí lítið intelligent er tað at hoyra, at Ekkonis Eides- gaard er ein danskur harmaklútur, ella at Høgni Hoyggj er nasistur. Hetta hoyrir einki annað enn lugarpráti og fullamanna- tosi til. Men hetta er so tað, sum hátíðarligir og virðiligir menn breiða út um geilar. Hetta er tað, sum teir eftir øllum at døma sita heima í stovuni og hugsa sera djúpan um. Og so langt eru teir eftir øllum at døma komnir í sínum vitbornu og klár- skygdu tonkum. Sig so tað. Men minnist mítt minni rætt, so vóru bæði Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoy- dal frammi í útvarpinum um nýggjársleitið og søgdu, at tað hevði verið betri fyri alt og øll, um vit fingu eitt siðiligari kjak, har tosað varð um sjálvt málið heldur enn persónar. Og eina stutta tíð gekk tann rætta vegin. Bløðini, (Dimma og Sosialurin) royndu faktiskt at taka tað til sín, men tað var alt um eina leið, so var liðugt við tí. Aftur á svínaslóðina, og hatursferðin móti báðum pørtum hevur hildið fram síðan tað. Tað er bara tað óluksál- iga við hesum, at tað kem- ur ein dagur eftir fólkaat- kvøðuna. Tá hevði verið hugaligt at kunna tikið saman hendur og sagt, at báðir partar stríddust ein harðan dyst - men eisini ein sakligan og virðiligan dyst. Um so svarið verður ja ella nei, so hevði verið gleðiligt at kunna tikið lógvatak saman og sagt, at vit hava bara einar Før- oyar, og her fara vit at liva saman, sum teir brøður og tær systrar, vit einaferð eru. Eisini eftir fólkaat- kvøðuna. Men til tað krevst, at lortabrøvini halda uppat, og at vit megna at lyfta tosinum um framtíð okk- ara eitt kvink uppeftir. Tí hetta, sum nú sæst, er stór skomm fyri okkum øll. Er hetta tað, sum býr í føroy- ingum, so hjálpi oss tann góði Gud, ríkisfelagsskap- ur ella ei! Útiløgumenn í 25 ár Blaðgreinar »Wanted: The Outlaws« (RCA 1976) fyrsta kantriplátan, sum fór um milliónamarkið. SJÓNARMIÐ Sjúrður Gullbein Teir tríggir skeggjutu útilagnu eru frá vinstru Tompall Glaser, Waylon Jennings og Willie Nelson. Fremst Jessi Colter og longst til høgru Chet Atkins. Platinpláturnar eru fyri »Wanted: The Outlaws«. KIRKJULIST Turið Kjølbro Líðingarsøga Jesusar er eitt kent myndaevni í al- heims kirkjulist. Serliga í katólskum kirkjum er líð- ingarsøgan ímyndað í al- skyns frábrigdum. Eisini Tórbjørn Olsen, listamálari í Havn, er hugtikin av líð- ingarsøguni. Myndaevnið til fyrstu altartalvuna hann málaði, var heilaga kvøld- máltíðin. Hon er í Víkar kirkju. Tann næsta altar- talvan, sum er í Miðvágs kirkju, myndar Jesus á Krossinum. Og nú hann fer undir triðju altartalvuna eftir 15 árum, tekur hann um endan á líðingarsøgu Jesusar, nevniliga tá ið Jes- us rísur upp aftur. – Allar altartalvurnar eru framhald av hvørji aðrari. Líðingarsøga Jesusar er ógvuliga spennandi og hugtakandi, sigur Tórbjørn Olsen. Altartalvan, hann nú er farin undir, er umbiðin av Øster Skerninge Kirke á Fjóni. – Tað er heilt fantastiskt at fáa slíkar uppgávur, enn tá ta triðju. At eg aftur eri umbiðin at gera ein altar- talvu kemst ivaleyst av, at eg havi gjørt tvær framm- anundan. Men í hesum før- inum skuldi eg kappast við navnframar danskar lista- málarar um at fáa uppgáv- una. Sjálvsagt eri eg errin av at mítt uppskot varð valt út. Uppgávan skal ikki vera løtt Hóast Bíblian er ógvuliga myndarík og er á tremur við møguligum myndaevn- um, heldur Tórbjørn Olsen, at tað kortini ikki er so lætt at velja myndaevni. – Kannar tú ymiskt í Bíbliuni nærri, verður tú rættiliga gripin. Nú er líð- ingarsøga Jesusar liðug fyri mítt viðkomandi, og eg kundi hóskandi hildið fram við onkrum øðrum evni úr Bíbliuni. – Eg eri ikki ein religi- øsur persónur sum so, hóast eg eri uppvaksin í tí religiøsa. Tað eru málarar, sum mála religiøs myndaevni, og religiøsir málarar, sum ikki mála religiøs myndaevni. Í mínum barnaheimi lá Hjemmets Bibel eftir Gustav Doré frammi. Har eru ógvuliga nógvar mynd- ir í og henda bókin, sum eg eigi í dag, hevur avgjørt givið mær íblástur. Somu- leiðis sangleikurin Jesus Christ Superstar, sum eisini er um líðingarnar. – Fyrimyndir hevur man altíð. Eg eri ógvuliga hug- tikin av Rembrandt, sum hevur gjørt fleiri religiøsar myndir úr Bíbliuni, serliga í grafikki. Leonardo da Vinci somuleiðis. Uttan mun til hvørja uppgávu tú fært, ert tú sum listamálari altíð bang- in fyri at koma at líkjast øðrum málarum. Mikines hevur málað altartalvur, har myndaevnið er Jesus gongur á vatninum. Hetta er eitt rættiliga kent evni, og eg grundaði leingi yvir at brúka sama myndaevni, tá eg gjørdi altartalvuna til Víkarkirkju. Men tá eg so vitjaði kirkjuna, sá eg fyri mær, at heilaga kvøldmál- tíðin var ógvuliga væl egnað til áttakantaða kirkjurúmið. – Eftirapa mást tú ikki. Tað er eisini tað sum er so krevjandi, alla tíðina at hugsa nýtt og upprunakent. Tað skal vera egin fram- leiðsla. Hinvegin eftirlíkna nógvir listamálarar øðrum, eisini í Føroyum. Men er listin ikki upprunalig, er hon ikki sonn. Tað er týdn- ingarmikið hjá listamálar- um at fylgja við, fara utt- anlands fyri at vita, hvat hendir. Í arbeiðinum at gera alt- artalvuna, brúkar Tórbjørn livandi modellir til apostl- arnar og hini. – Tað er fyri at gera myndina meiri sanna og trúliga. Eg havi eisini brúkt modellir, tá ið eg havi gjørt hinar altartalvur- nar. At ein føroyskur lista- málari ger tríggjar altartal- vur eftir 15 árum er í sjálvum sær rættiliga sjáld- samt. – At mála altartalvu er nakað heilt annað enn at mála eitt landslag, ikki minst tí, at hon skal hanga í eini kirkju. Eg verði alla tíðina noyddur at hugsa um myndaevnið, hvat hendi tá á døgum. Tí má eg fyrireika meg væl við at lesa í Bíbliuni fyri at fáa rætta innlitið. Hinvegin siga allir evangelistarnir ikki tað sama og tí ert tú noyddur at velja. Tí eri eg onkusvegna nokk so fríur og úrslitið verður so mín tulking. Tað kundi eisini verið áhugavert at gjørt eina abstrakta altartalvu. Men eisini tá ið tú gert abstraktar altartalvur ert tú bundin at Bíbliuni. Eg kundi til dømis valt at mála eina altartalvu, ið myndar ljós, lívsins ljós, men tað hevði verið ov lætt sloppið. Eg krevji nógv av mær sjálvum, eri ógvuliga sjálvkritiskur og leggi stórar byrður á meg sjálvan. Nýtt kirkjurúm Øster Skerninge Kirke á Fjóni skal ikki bert hava nýggja altartalvu. Tá ið altartalvan er liðug, skulu nýggir litir veljast til vegg- ir, loft, stólar og annað, so- leiðis at altartalva og kirkjurúmið eru í samljóði. Tískil arbeiðir Tórbjørn Olsen í tøttum samstarvi við arkitektin, Alan Hav- steen-Mikkelsen, ið hevur ta uppgávuna. Hesin er sonur Svend Havsteen- Mikkelsen, ið hevur málað nógvar altartalvur, í øllum førum tvær í Føroyum. Ætlanin er, at altartalvan hjá Tórbirni skal verða lið- ug 1. mai 2002. – Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði og tað eru dagar, eg ikki fái so nógv av skafti, men eg rokni við, at eg klári at halda freistina. Tað er altíð ein dómadagur fyri meg, tá ið talvan verð- ur handað og vígd. Tað er ikki heilt uttan týdning, hvat fólk halda um tað, ein hevur gjørt. Eisini negativ- um afturmeldingum kanst tú læra av. Rós ella herða- klapp, sum eru ektað, styrkir hinvegin nógv. Tórbjørn Olsen er limur í einum listabólki, sum eit- ur Den Gyldne. Í hesum sambandi skal hann sýna fram í apríl í Danmark. Umframt ætlar hann at lata verk inn til Várfram- sýningina. KIRKJULIST. - Kannar tú ymiskt í Bíbliuni nærri, verður tú rættiliga gripin. Líðingarsøga Jesusar eitt nú er ógvuliga spennandi og hugtakandi, sigur Tórbjørn Olsen, listamálari, sum er farin undir at mála enn eina altartalvu, hesa ferð til eina kirkju á Fjóni Við Torbirni til altars – Tórbjørn Olsen fyrireikar seg í hesum døgum til at fara undir sína triðju altartalvu. Hesa ferð til eina kirkju á Fjóni. Mynd: Jens Kristian Vang Opin og afturlatin talva. Altartalvan verður latin aftur í føstutíðini og myndin á baksíðuni myndar tá, tá ið Jesus verður tornakrýndur og háðaður. “ “ (Skitsa: Torbjørn Olsen) Altartalvan í Øster Skerninge Kirke verður í fýra pørtum. Myndin í miðjuni er, tá ið Jesus vísur seg fyri lærusveinunum aftur. Fremst í myndini í blóðreyðum búna stendur tann vantrúni Tummas, sum stingur fingurin í sárið á Jesusi. Myndin til vinstru er av Mariu, mammu Jesus, og Mariu Magdalenu, sum eru tær fyrstu, ið koma til opnu grøvina, og myndin til høgru av einglinum, ið verjir yvir grøvini. Myndin undir høvuðsmyndini er av opnu grøvini. Møguliga verður ein fjórða mynd omanfyri, ið ímyndar ljósið.