leygardagur 17. februar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
SMÁTJÓÐIR. Í búskaparligari gransking verður støði tikið í stórum samfeløgum við fullum virkisføri. Samstundis verður mett, at smáu londini
hava ein íbygdan vansa, smálandavansan. Nýggj ensk bók um smátjóðir ger upp við hesa hugsan. Vav og stødd eru ikki einastu tættir, ið mynda
tjóðarbúskapin. Kjartan Hoydal heldur hesa bók upp móti fyrilesturi hjá Martin Paldam
BÓKAUMMÆLI
Kjartan Hoydal
»Lessons from the
Political Economy of
Small Islands- the
Resourcefulnes of Juris-
diction«. Ritstjórn G.
Baldacchino og D. Milne.
Macmillan Press ltd.
London 2000, hildin
saman við fyrilestur hjá
Martini Paldam »The
Political Economy of
Small Countries«, Micro-
states, í Norðurlandahús-
inum 1999
Búskaparlig gransking
hevur serliga fingist við
størri samfeløg og sjálv-
støðug lond. Teir frymlar,
sum vera nýttir í vanligari
búskaparfrøði og hugsanin
um, hvat hevur týdning
fyri ein sterkan búskap eru
bygdar á størri samfeløg,
sum hava fult stýris-
skipanarvirkisføri.
Vanlig tjóð-
búskaparlig hugsan
Eitt gott dømi um vanliga
»nasjonaløkonomiska«
tjóðbúskaparliga hugsan er
tann framløgan, danski bú-
skaparfrøðingurin, Martin
Paldam, hevði á ráðs-
stevnuni Microstates í
Føroyum í 1999. Fram-
løgan var áhugaverd í
nógvum, men til grund
leggur Paldam, at í búskapi
eru smá lond illa fyri.
Hann tosar um smálanda-
vansan. Hann heldur tað at
vera eitt lítið land vera ein
meginvansa, sum vinnast
má á á ymiskan hátt. Eg
skal venda aftur til fram-
løguna hjá Martin Paldam
í øðrum sambandi.
Nýggjar búskaparligar
hugsanir
Í tí bók, sum er nevnd
omanfyri, royna samfel-
agsfrøðingar og búskap-
arfrøðingar at finna fram
til, um hetta er rætt. Er
vanligur búskaparligur
hugsunarháttur førur fyri at
geva ein mynd av búskap-
arligu møguleikunum í
einum lítlum oyggjalandi,
serliga tá hugsað verður, at
einki stendur í stað í heim-
inum í dag, og altjóðagerð-
in er ein sannroynd. Teir
hava sett sær fyri »…at
hugsa av nýggjum um
møguleikar« og sleppa
»…skeivu uppfatanunum
um fólkið, sum býr í meg-
inøkjum, hevur um bú-
skaparliga fjarstøðu«
Vanlig búskaparlig
ástøði – »hardhat econom-
ic approaches « hevur gjørt
upp náttúrutilfeingið,
landafrøðiliga støðu,
menniskjansligan og bú-
skaparligan kapital, fólka-
tal o.s.fr. tá búskaparligi
mátturin hjá einum samfel-
ag skal metast. Fyrilesturin
hjá Paldam er dømi um
tað.
Men smá lond og smá
oyggjalond er akkurát so
ymisk sum stór samfeløg.
Søgan er ymisk, menning-
arstig er ymisk, og tí er
ringt at finna fram til hvat
stødd og stýrisskipanar-
støða hava at týða. Teir
frøðingar sum hava skrivað
bókina síggja stór hol í
ástøðinum undir metingum
um búskap í smaúm
oyggjasamfeløgum. Tað
verður alt ov lætt søgan
um ov lítið fólkatal og lítl-
an arbeiðsmarknað, ov lítið
stødd á búskapinum, ov lít-
ið fyritakssemi og kapital-
grundarlag, ov lítið til-
feingi og landaøki o.s.fr.
Upp aftur daprari gerst
myndin, tá roynt verður at
sambinda smálandabú-
skapin við altjóða búskap-
in. Smálond dúva altíð upp
á stóran útflutning og inn-
flutning. Hetta verður tulk-
að sum eitt tekin um bind-
ingar og vantandi sjávsav-
gerðarrætt. Samanfatað er
klassiska búskaparfrøðin
ikki í iva um, at litla stødd-
in merkir veikleiki. Hetta
hendi hóast royndir –
kanningar av smálanda-
búskapi, Ísland er lysandi
dømi um hetta – hava víst
nakað annað.
Eitt paradigmuskift tyk-
ist nú at vinna fram. Bú-
skaparfrøðingar, sum hava
granskað smálond hava
nokk av dømum, sum ikki
kunnu greinast út frá
vanligari búskaparfrøði.
Serliga høvundarnir Arm-
strong og Read hava gjørt
eitt stórt kortleggingar-
arbeiði hesum víðvíkjandi.
(Read var ein av røðar-
unum á Microstates ráðs-
stevnuni).
Altjóðagerð og heims-
kringing til fyrimuns
fyri smásamfeløg
Nógv síggja altjóðagerð og
heimskringing sum ein
stóran vanda, kanska ser-
liga fyri smá lond ella lond
við lítlum búskaparligum
mátti. Tað at alt broytist,
og einki stendur í stað,
Stýrisskipan, virkisføri og búskapur hjá
smáum oyggjalondum
Í einum broytiligum heimi
Kjartan Hoydal, skrivari hjá NORA, við bókini»Lessons from the Political Economy of Small Islands- the Resourcefulnes of
Jurisdiction«, sum G. Baldacchino og D. Milne hava ritsjórnað. Bókina heldur hann upp móti fyrilesturi hjá Martin Paldam,
sum var í Norðurlandahúsinum undir heitinum »Microstates« í 1999.
(Mynd: Jens Kristian Vang)
verður fatað sum óvissa og
ótryggleiki. Nærri kann-
ingar sýna, at henda gongd
heldur er eitt framstig og
ein møguleiki hjá smá-
londum. Nýggir møgu-
leikar skapast alla tíðina,
tollverjur og aðrar verjur
hjá stórum londum linka,
og tey smáu londini sleppa
framat í størri marknaðum,
duga tey at nýta møguleik-
arnar.
Smálond og
oyggjalond
Millum smálond eru
oyggjalond ein serligur
bólkur, ofta eyðmerkt sum
avbyrgd og útjaðari. Ein
hugsan leggur dent á, at
oyggjarlond eru sum smá-
lond yvirhøvur. Ein onnur
hugsan leggur dent á, at
oyggjar hava ein sterkari
samleika, sum leggur
grund fyri eina sjálv-
bjargna menning. Tjóð-
skapur er oftast bygdur á
landafrøðiligt øki og greið
mark móti útheiminum,
sum í oyggjalondum.
Niðurstøðurnar hjá
Armstrong og Read
Teirra niðurstøður, bygdar
á eitt umfatandi dátu-
grundarlag úr øllum heimi,
hava veruliga sett spurnar-
tekin við vanliga búskapar-
frøðiligar niðurstøður um
stødd og búskap.
Niðurstøðurnar eru m.a.:
»Støddin á ella støddin av
einum landi hevur onga
týðandi ávirkan á vøkstur-
in í einum samfelag. Vans-
ararnir av lítlum støddum
kunnu ikki grundast á
kanningar. Búskaparligi
vøksturin í summum smá-
um londum er betri enn
væntaður, um lítil stødd er
ein vansi, og vøksturin í
nógvum stórum londum er
verri enn væntaður, um at
størra støddin fremur bú-
skaparligan vøkstur.
Vit kunnu bert forklára
hetta, tá vit leggja dent á
týdningin á politiskar
avgerðir og íverksetanir.«
Niðurstøðurnar hjá
Commonwealth
Secretariat
Commonwealth Secretatiat
í London hevur eisini
kannað smálond. Teirra
niðurstøður bera á sama
borð. Summi smá lond
hava havt sera góð úrslit av
altjóðagerðini, summi
klára seg illa. Støddin tyk-
ist ikki vera avgerandi.
Politikkur og skilagóðar
samfelagsligar skipanir
tykjast hava størri tydning.
Í hesum mugu smá lond
taka somu avgerðir, sum
størri londini.
Er stýrisskipanarvirkis-
føri avgerandi í politiska
búskapinum ? Hetta er
spurningurin búskapar- og
samfelagsfrøðingar frá
smáum londum seta sær.
Um tað er rætt, at politisk
kós og vilji er avgerandi,
bendir alt á at stýrisskip-
anarligt virkisføri hevur
stóran týdning. Hetta tykist
serliga týdningarmikið, tá
smá lond skulu fóta sær í
altjóðagerðini. Komið er
ikki á mál at greina ástøðið
undir hesum, men alt
bendir á, at stýrisskipan-
arligt virkisføri er týðandi
búskaparligt tilfeingi.
Samstarv og
altjóðagerð
Gongdin í heiminum er, at
gomlu eindarstatirnir lata
partar av fullveldinum til
millumlanda- og altjóða
felagsskapir - og til smá-
lond. Ein gongd er eisini,
at lond, sum hava verið
sera miðsavnað (Frakland,
Spania og Ongland) lata
vald frá sær til øki í land-
inum.
Stýrisskipanarligt virkis-
føri fær størri og størri
týdning – men samstundis
samstarvið millum javn-
bjóðis fullvaldalond. Øll
lond síggja í dag fyrimun-
irnar av samstarvi, men í
hesum samstarvi eru tað at
kalla bert fullvaldalondini,
sum hava møguleika at
taka lut og fylgja við. Tey
londini, sum ikki hava
beinleiðis atgongd til al-
tjóða leikpallin, fáa ikki ta
kunning og hava ikki tey
amboð, sum skulu til.
Avbjóðingarnar í dag
Allir búskaparfrøðingar
tykjast vera samdir um, at
núverandi ríkisveitingar
avlaga búskapin í Føroy-
um. Gongdin móti full-
veldi við tí størri ábyrgd
og minkandi avlaging frá
blokkinum fer at gera, at
vit fara at húsast betur við
tí tilfeingi, vit hava. Vit
fara at ansa betur eftir
pengunum, vit fara at fáa
meira burtur úr náttúrutil-
feingi og fólkatilfeingi.
Sjálvbjargnið krevur hetta.
Hinvegin meta búskapar-
frøðingarnir, at heldur nú-
verandi skipan fram, har
Danmark letur føroyingum
ein triðing av fíggjarlógini,
er vandin fyri búskaparlig-
um óstøðugum viðurskift-
um ógvuliga stórur. § 19
frágreiðingin er fullgott
sømi um hvussu illa tað
kann gangast.
Størri skil í búskap-
inum. Er tað nokk?
Økt skil í umsitingini av
pengum og tilfeingi er
neyvan nokk. Skulu vit
klára okkum frameftir, so
má vøksturin í kappingar-
føri og virðisskapan vera
hin sami, sum í londunum
rundan um okkum og
teimum londum vit kapp-
ast við. Vit mugu økja um
virðisskapan og vaksa líka
skjótt ella skjótari enn hini.
Ein sammeting við grannar
og kappingarneytar okkara
sýnir, at vit hvørki í virðis-
skapan ella kappingarføri
eru ájavnt við hini.
Vit eru undir trýsti.
Megna vit at venda
hetta til okkara besta?
Skulu vit klára okkum í
kappingin mugu vit taka
ábyrgdina av at finna egnar
loysnir. Vit mugu økja um
okkara búskaparliga mátt.
Hendan øking er beinleiðis
bundin at
stýriskipanarligum
virkisføri. Hetta er at skapa
hóskiligir karmar fyri
búskaparvøkstri.
Rithøvundarnar á bókini
»Lessons…« hava hesa
meting: »Eitt samfelag við
búskaparligum mátti er eitt
samfelag sum leggur dent
á undirvísing, menning og
gransking, og sum er
liðiligt og lætt passar seg
til nýggjar umstøður. Sum
nýtir samfelagsstovnarnar
sum motorar og ikki sum
dregg«. Hetta kunnu vit
seta upp móti støðuni í
dag, har øll undirvísing og
gransking er eftir leistinum
í einum øðrum landi, og at
kalla allur okkara hægri
lestur er í einum landi. Har
høvuðsskipanirnar innan
undirvísing, heilsuverk og
almannaverk eru avskriv-
aðar eftir skipanum, sum
eru gjørdar til eitt samfel-
ag, sum er 100 ferðir størri
enn Føroyar.
Martin Paldam:
Ríkisveitingar
oyðileggja búskapin
Hóast sjónarmiðið um við-
kvæmi hjá smásamfeløg-
um ger sjónarmiðini hjá
Martini Paldam einoygd,
so hevur hann týðandi hug-
leiðingar. Paldam hevur
fyrr kannað grønlendska
búskapin (og lutvís før-
oyska), serliga avleiðingar-
nar av ríkisveitingunum.
Niðurstøðan hjá honum er
sera greið. Veitingar, sum
tær sum koma úr Danmørk
til Føroya (og Grønlands),
gera stóran skaða, jú størri
veiting tess størri skaði.
Tær oyðileggja møguleik-
arnar at byggja upp alter-
nativar útflutningsvinnur
ella aðrar vinnur sum
mugu vera kappingarførar í
altjóða høpi. Tær avlaga
javnvágina millum alment
og privat og almenni sek-
torurin verður yvirskipað-
ur. Veitingar gera, at bú-
skaparligi mátturin minkar
munandi.
Í fyrstani skapa veiting-
arnar ein vælferðarvinn-
ing, men sum frálíður
minkar hann burtur, tí veit-
ingar kosta í effektiviteti
og búskaparligum mátti.
Martin Paldam:
Politisk semja heldur
enn skilagóð semja
Martin Paldam førir eisini
fram hugsanir um poli-
tikkin í smáum londum.
Smá lond áttu at verið
lættari at stýrt, havt lættari
við at funnið semjur. Men
hetta verður ofta til polit-
iskar semjur í staðin fyri
skilagóðar avgerðir, sum
møta avbjóðingunum.
Hetta verður serliga ringt,
um eitt lítið land hevur ein
»stórabeiggja trupulleika«.
Hetta er, at lítla landið er
knýtt at einum nógv størri
landi, sum t. d. Danmark
(fólkatalið 100 ferðir størri
enn Føroyum). Hetta sam-
bandið millum eitt stórt
land og eitt sera lítið land
ávirkar bæðí búskaparligu
og politisku viðurskiftini.
Stóribeiggja trupulleikin
avlagar metingarnar av
kredittvirði og búskaparlig-
um váða. Politikkurin
verður tarnaður. Politisku
flokkarnir hugsa meira um
sambandið við stírabeiggja
enn um veruligu spurn-
ingarnar. Tað verður torfør-
ari at fáa støðug politisk
viðurskifti og skipa sterkar
samgongur. Martin Paldam
heldur tí, at tað hevur
týdning at finna loysnir á
stýrisskipanar- og tjóð-
skaparspurningin so hesir
spurningar hvørva úr dag-
liga politikkinum. Hann
vísir í hesum sambandið
bæði á støðuna í Føroyum
og trupulleikarnar hjá døn-
um við ES-limaskapinum.
Í einum broytiligum heimi – sjálvur flytur Kjartan Hoydal til London,
innan mánaðin er úti. Eftir 4 ára sáttmála, skal hann hin 1. mars taka við
skrivarastarvinum hjá NEFAC, eftir norðmannin Sigmund Engsæter.
Húskið Kjartans flytir í juni.
Mynd: Jens K. Vang
Nakrar niðurstøður
1. Oyggjaviðurskifti og
landafrøði nýtast ikki
ávirka búskapin
2. Støddin á einum landi
er ikki avgerandi
3. Stýrisskipanarligt og
politiskt virkisføri er
tað mest avgerandi.
4. Fast tak á vinnuligum
karmum og teimum
viðurskiftum, sum eru
støðið undir øktari
virðisskapan, eru eitt
krav, um Føroyar
skulu klára seg í
kappingini komandi
árini
5. Veitingar uttanifrá -
uttan arbeiði aftanfyri
- avlaga búskapin og
oyðileggja búskapar
liga máttin
6. Veitingar uttanifrá av
laga javnvágina
millum alment og
privat virksemi.
7. Óloystír stýriskipan
arspurningar og stóri
beiggja-trupulleikar
oyðileggja politisku
skipanina.