leygardagur 17. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
SAMRØÐA
Orð og myndir:
Dagfinn Olsen
Tá um ræður lív og virki,
so falla lívleiðir ymiskar
og ymiskt er, hvussu hug-
ur, evnir og heilsa renna
saman í hægri eind.
Í dag fer ein virkin mað-
ur um tey sjeyti árini. Tað
skerst ikki burtur, at sein-
astu hálvu øldina hevur
hann verið ein eldsál í før-
oyskum mentanarlívi, ser-
stakliga tónleiki og kór-
sangi, og talríkar eru tær
ferðir og vitjanir, ið hann
hevur verið við at fyriskip-
að og har lívslong vina-
bond eru knýtt.
Blaðmaðurin hevur
leitað niðan á Heiðaveg í
Havn, har vit hitta Ólav
Hátún, har hann og konan
Ása búgva, og har tey hava
útsýni yvir Havnina og
Nólsoyarfjørð.
Men lívsleið Ólavs byrj-
aði í Svínoy, har hann er
føddur 17. februar í 1931.
Hann er sonur Hjalmar og
Brynhild Hátún, og pápin
var lærari í Svínoy frá
1923 til 1938.
Heim við klaveri
– Pápi var lærari í Svínoy
og tað var eitt heim við
nógvum tónleiki. Klaver
var í húsinum, tað var
sjáldsamt tá. Pápi spældi
violin og tað var nakað av
tí besta eg visti, greiðir
Ólavur Hátún frá.
– Til stuttleika kann eg
nevna, at tá tey merktu, at
eg var kenslusamur fyri
tónleiki, so var tað tá
gramofonin fór í gongd.
Mær dámdi væl gramo-
fonina, men eg onkutíð fór
at gráta. Tey løgdu til
merkis, at tað var ein ávís-
ur sangur, ið tað snúði seg
um. Eg minnist lagið og
útsjóndina á plátuni enn,
hóast eg bert mundi vera
eini 4 ár, og ikki kundi
siga hvat og hvussu. Tað
vísti seg, at lagið kallaðist
Syrgimarsjur, minnist
Ólavur Hátún.
– Pápi var virkin í tón-
leiki og hevði kór í Svínoy.
Har vóru nógv fólk tá og
hetta var kanska fyrsta
bygdakór í Føroyum. Tá
vit seinni fluttu til Kvívík-
ar, setti hann eisini á stovn
kór har. Tað besta eg visti,
vóru sangtímarnir og tað
hendi seg, at um eg hevði
forfall, so flutti hann sang-
tímarnar, so eg slapp at
syngja, sigur Ólavur.
– Kór hevði pápi í Kví-
vík og klaverið stóð hjá
okkum og onkutíð vóru
venjingar í skúlastovuni.
Eina árið komu tvær
nýggjar altrøddir uppí. Tað
vóru Ívar Iversen og eg, ið
sungu av hjartans lyst.
Sovikamarið var uppat
stovuni og klaverið stóð
við veggin, so tað hendi, at
eg fekk lært allar røddir-
nar. Eg kann nevna, at tá
vit komu til Havnar, so
fekk pápi brúk fyri at
syngja tjóðsangin, men
nótarnir vóru burtur. Men
eg hevði ligið í kamarinum
og hoyrt og lært allar rødd-
irnar, so á tann hátt fingu
vit endurskapað sangin,
minnist Ólavur, sum tá
hevur verið eini 13 – 14
ára gamal.
Højgaard var
avgudurin
Pápin Ólavs, Hjalmar,
gjørdist lærari í Havn, og
setti á stovn kór, ið nevnd-
ist Frøi. Ólavur gekk á
VBV. Har gekk Ólavur í
flokki, 1.G, saman við
Alex Sólstein, sum mong í
dag kenna frá eittnú Før-
oya Symfoniorkestri.
– Tá kom hugskotið um
at gera eitt kór og tað var
fyrsta ferðin, at eg fekst
við kór. Síðani var tað á
Læraraskúlanum. Eg havi
fjasast við kór so manga
staðni. Eg kann nevna, at
vit einaferð seinni fóru
norður til Kvívíkar einar
páskir at vitja Ívar Iversen.
Vit sungu allir í kóri, so
tað lá so væl fyri í so máta
og gomlu kórlimirnir, sum
pápi hevði havt, vóru eis-
ini við. Seinni leiddi eg
sangkórið í Kvívík. Seinni
var eg lærari í Haldarsvík
og har gjørdu vit Haldars-
víkar Sangkór. Í Oslo var
eg á ítróttarháskúla og har
skuldi veitsla vera, so vit
fingu eitt kór á beinini, so
eisini har havi eg fingist
við kórsang. Á einum mál-
skeiði í Týsklandi nevndi
eg, at eg fekst við kór, og
hesum var brúk fyri, so har
var leyst og liðugt og eitt
kór kom á beinini.
– Seinni gjørdist eg
lærari á Toftum og ein stór
uppgáva var at hava kór,
eftir at Hans Jacob Høj-
gaard hevði leitt kórið. Tað
var eitt blandað upplivilsi.
Har vóru góðir sangarar og
tey høvdu traditiónir. Men
alla tíðina var tann stóri
Hans Jacob aftanfyri.
Gekk mær væl, so var tað
jú tí, at Hans Jacob, lær-
arin, hevði havt kórið!
Gekk minni væl, so var tað
jú munandi betri, tá Hans
Jacob var, sigur Ólavur, tá
hann í stuttum skal taka
samanum sítt víðfevnda
kórvirksemi.
– Men Hans Jacob var
mín stóri avgudur, stað-
festir Ólavur, sum seinni
var lærari í Vestmanna og
har stovnaði Vestmanna
Sangkór. Ólavur hevði eis-
ini ein fingur við, tá
Vágakórið varð sett á
stovn í 1970. Eitt skifti var
eisini eitt kór í Norð-
streymi, sum hevði limir
úr Kollafirði, Kvívík,
Hósvík og Hvalvík.
Útvarpskórið og
høvuðkambar
Ólavur starvaðist sum lær-
ari ymsastaðni. Men Mart-
in Holm eggjaði Ólavi til
at fara á ítróttarháskúla,
men hugurin til tónleikin
var sterkur. Ólavur fór nið-
ur á læraraháskúlan og
segði starvið í Vestmanna
frá sær og fór á tónleika-
konservatoriið og tók út-
búgving sum kórleiðari.
Eisini í útisetaárunum var
kór sett á stovn. Skipað var
eisini fyri fyrsta sanglærar-
askeiðnum í 1962 og førdi
hetta til stovnan av Føroya
Sanglærarafelag.
– Síðani kom eg heim
aftur fyri jól í 1965.
Útvarpsstjórin Niels Juel
Arge og táverandi ábyrgd-
armaður fyri tónleikinum,
Ívar Iversen, høvdu hugsað
um at fáa til vega fleiri
føroyskar sangir. Tá kom
hugsanin um at seta á
stovn eitt útvarpskór. Tann
24. januar í 1966 var fyrsta
venjingin við Útvarpskóri-
num. Tað gekk rættiliga
væl við kórinum, minnist
Ólavur.
– Men fyri at gera stutt
av, so er at siga, at tá talan
er um tveir høvuðkambar,
sum Ólav Hátún og Niels
Juel Arge, so kann standa
á í samstarvinum, og tað
brast so á heysti í 1969.
Men kórið helt fram undir
navninum Útvarpskórið.
Og hóast samstarvið brast,
má eg siga, at Niels Juel
var altíð positivur fyri okk-
ara arbeiði. Einki persón-
ligt var í hesum. Gleðiligt
er, at onkur av teimum, ið
var við frá byrjan, er við
enn, sigur Ólavur , og
nevnir Kristinu Vesturklett
og Úlv við Høgadalsá.
– Í 1972 valdu vit at
broyta og tá sá Havnarkór-
ið dagsins ljós. Alt hetta
við Havnarkórinum er ein
long søga, men alt er part-
ur av hesum, sum er týdn-
ingarmikið fyri meg, at fáa
sangin at trívast, sum eitt
samfelagsaktiv. Tí hava vit
eisini víðkað sangin á
Tinghúsvøllinum á ólav-
søku til eitt stórt tiltak,
sum tað er blivið til í dag,
sigur Ólavur Hátún.
Sostatt eru tvær orsøkir
at halda dagin í dag. Ólav-
ur verður sjeyti og Havnar-
kórið hevur sungið í 35 ár.
Hetta verður hildið í Norð-
urlandahúsinum í dag
klokkan 16 og Ólavur
kundi ikki hugsað sær at
hildið dagin á betri hátt.
Undirvísing og
ungdómur
Ólavur Hátún staðfestir, at
kórsangur hevur havt, og
hevur, stóran týdning fyri
hann. Men annað, ið hevur
havt stóran týdning, er
undirvísingin í sangi og
tónleiki.
– Eg havi lagt stóran
dent á, at ungdómurin fær
undirvísing í tónleiki. Eg
hevði sjálvur havt sam-
band við tað, ið nevndist
Tórshavnar Musikkskúli. Í
veruleikanum hevði hetta
lítið við musikkskúla at
gera. Tað var ein skúli, ið
var eitt orkestur, og sum
gjørdi stórt gagn við kon-
sertvirksemi. Nógv góð
fólk í Havn vóru við. Niðri
á Læraraháskúlanum
greiddi ein maður frá,
hvussu hann hevði bygt
ein musikkskúla upp. Eg
hugsaði, at hetta mátti
roynast og eg royndi, men
ÓLAVUR HÁTÚN SJEYTI. Tónleikur er ein Guðs gáva, ið er umráðandi og átroðkandi at fáa út
til fólk. Hetta metir eldsálin Ólavur Hátún, sum í dag, 17. februar, fyllir sjeyti. Men enn sum
áður er tónleikarin og ígongdsetarin virkin. Maðurin, sum trívist best við nógvum jørnum í
eldinum og sum ikki er bangin fyri at seta orð á og varskógva, um okkurt er, ið hann metir ikki
er, sum tað eigur í samfelagsviðurskiftum. Tað eru ikki bert lovorð, ið hann eigur um
viðurskiftini á mentanarpallinum í dag
Tónleikur hevur stóra ávirkan á
mannasálina
Ólavur Hátún, sum í dag verður 70, hevur í orð og skrift ikki verið bangin fyri at standa við sítt. Ùtvarp Føroya kundi eins væl
verið nevnt Jukebox Føroya, og í Sjónvarpi Føroya dansa tey Ormin Langa í valstakt!
tað gekk illa og eingin
undirtøka var. Eg var í
Svøríki og sá, hvussu tey
har høvdu gjørt, m.a. hevði
kommunan latið eitt hús
fult av ljóðførum.Eg var á
tal við deildarstjóran í
danska mentamálaráðnum,
og hann gav mær ráð, at
gera ætlan við trimum
stigum. Eitt fátæksligt, eitt
miðal og eitt í stórum stíli.
Men undirtøka fekst fram-
vegis ikki og mong ár
gingu og ung vuksu upp,
sigur Ólavur.
Søgufalsan
Ólavur minnist, at hetta
var pínligt mál, ið stór tog-
an var um. Og hann er av-
gjørdur í orð og tal:
– Eg kann væl siga, at
nú er musikkskúlasøga
skrivað í einum
mentanarriti. Eisini er
hetta komið uppí part í
Tórshavnar Skúlasøgu.
Men hetta er helst ótilvitað
søgufalsan, sigur Ólavur,
sum hevur lagt lív og sál í
hetta mál, og hann metir,
at mangt fór fram í hesum
tunga og pínliga máli, ið
ikki er hóskandi at koyra í
søgubøkurnar.
Einki hendi, men ein
dag sat ungur íslendingur í
stovuni hjá Ólavi. Hann
greiddi frá, at hann fekst
professionelt við fótbólt í
Gøtu, men var tónleikari,
og vildi fegin undirvísa.
– Eg greiddi frá, at eg
hevði roynt í eini 10 – 15
ár, men at striltið hevði
gingist, men vit kundu
gera enn eina roynd. Nýtt
landsstýri var komið og
Torbjørn Poulsen hevði
mentamál og Eilif Samuel-
sen skúlamál. Tá kom
royndarmusikkskúlin í
gongd og breiddi seg út
um alt land. Ein musikk-
skúlalóg kom, hóast hon
ikki heilt fylgdi mínum
hugmyndum, sigur Ólavur
Hátún, ið ásannar, at her er
ov mikið at oysa av, til at
tað kann rúmast í hesi
føðingardagssamrøðu.
Hann fegnast tó um, at
hann var so heppin, at fáa
starvið at realisera hugsan-
ina, men tá hann fór í
gongd, hevði hann ikki
droymt um, at hann skuldi
standa á odda í hesum
starvi. Men Ólavur sá, at
hugskotið var við at fara
av sporinum, og royndi tí
at gera sítt. Ólavur var
Landsmusikkskúlaleiðari
frá 1985 til 1998.
– Tað gekk strúkandi
fyrstu árini. Vit komu uppá
44 lærarar. So komu trong-
ar tíðir og vit fóru niður í
læraratali. Tað kann vera
trupult at tosa um, tí per-
sónlig viðurskifti stinga
seg upp, sigur Ólavur, ið
ásannar, at trupult var at
halda uppi tónleikalívið
kring landið, fór talið av
lærarum niðurum 35.
Hann ásannar, at skiftandi
landstýri og landstýrisfólk
komu til, og ilt var at
koma fram við hugsjónun-
um.
Skúlin kom niður á tey
25 størvini og hevði als
ikki ta ávirkan, sum hug-
sjónin var, nevniliga at
skapa tónleikalív kring
landið. Skúlin hevur staðið
á sama stað til dagin í dag,
men nú lýsir í.
–Eg hevði eina aðal-
hugsan, sum ongantíð kom
ígjøgnum. Hjá okkum hev-
ur musikkskúlin størri
týdning, enn aðrastaðni.
Hann skal rúma meira.
Hugsanin var, at skúlin
hevði eina umsiting í
høvuðsstaðnum, ið syrgdi
fyri, at skúlin var eins góð-
ur kring alt landið, sigur
Ólavur. Ólavur metir tí al-
neyðugt, at musikkskúlin
hevur tætt samband við
fólkaskúlan kring landið.
Okkara symfonikarar
spæla ov lítið
Longu í sjeytiárunum, varð
prátað um at stovna sym-
foniorkestur, en var hetta
mett utopiskt, men við lær-
arunum, sum komu til
musikkskúlan, lat hetta seg
gera.
– Ein aðalhugsan var
eisini at velja lærarar, við
symfoniorkestrinum í
huga, so eitt ríkt tónleika-
lív kundi fáast og kamar-
tónleikur. Lærarar áttu
eisini at fingið tilboð um
at undirvísa og spæla í
ávísum býti, heldur Ólav-
ur.
– Sum nú er, ger Føroya
Symfoniorkestur eitt sprell
av og á, kanska á nýggjári-
num, og føroyingar eru um
at fara eftir hali: nei, sum
vit duga væl!! Men har er
fólk innflutt, og okkara
egnu kýta seg nakrar dag-
ar. Og so er onki!!! Síðsta
heyst gjørdi Føroya Sym-
foniorkestur samstarv við
Frændur. Frálíkt! Men
hetta átti at verið vinstra-
hondsarbeiði, og ikki aðal-
innihald í arbeiðinum alt
heystið. Hetta er ikki nøkt-
andi. Í fjør var ein konsert,
har okkara ungu fólk vóru
solistar. Tey ungu spældu
sera væl, men symfoni-
orkestrið hevði ikki stand-
ard. Okkara tónleikarar
hava ov fá høvi at spæla
saman. Í Noreg hava teir
tónleikarar, ið undirvísa og
spæla helvt um helvt. Í
Íslandi hava teir fleiri kon-
sertir um mánaðin, meðan
okkara spæla tvær ferðir
árliga, staðfestir Ólavur
Hátún.
– Villy Gohl segði um
okkara tónleikarar, at teir
spældu vánaligari og vána-
ligari. Føroyskir tónleikar-
ar gjørdust sjálvsagt illir.
Men tað, hann vildi siga,
var, at teir spæla minni og
minni og hava ikki møgu-
leika at halda seg í formi,
greiðir Ólavur frá um vin-
mannin Villy Gohl.
Jukebox Føroya
– Mær dámar væl, tað,
ið tíðin ber við sær. Men
sum Útvarpið ber seg at,
og sum tónleikur verður
viðfarin har… Tað gnellur
og gneggjar og dukar og
Guð og hvør maður slepp-
ur framat. Alt samdøgrið!
Nógv við mær hoyra ikki
nógvar sendingar, tí hetta
kemur ímillum og tað gerst
ov einsporað. Ein hugsan
var, at musikkskúlin kom
framat og tey við teirra
bakgrund fingu ein møgu-
leika. Hetta er ikki undir-
meting av tí, ið kemur
fram, men øll, ið fara und-
ir eina fløgu, sleppa fram-
at, hóast nógv er nakað
verri rusk. Sagt verður, at
tónleikur, ið ikki byggir
upp, hann brýtur niður! Eg
sigi ikki, at bert gamal
tónleikur skal spælast, men
tað er ikki rætt at halda
hann uttanfyri, metir Ólav-
ur Hátún, ið kennir seg
staðfestan í hesi útsøgn av
vitjandi tónleikarum, ið
undrandi spyrja, hvat tað
er fyri tónleikur, ið vit
hava.
– Rættast hevði verið at
nevnt tónleikapartin í ÚF
fyri Jukebox Føroya! Eis-
ini í Svf er nógv minni at
hoyra av tónleiki, enn áð-
ur, hóast teirra møguleikar
at koma í hvørja einastu
stovu við opera og ballet.
Tónleikur hevur so stóra
ávirkan á mannasálina.
Ringt er at seta orð á
góðsku. T.d. veit ein ikki,
hví okkum dámar The
Beatles. Tað er bara so,
sigur Ólavur, sum eisini
hevur fingist við barnakór
og sum eigur sín stóra lut
í, at stórverk eru komin á
føroyskan pall.
Ólavur ásannar, at vit
hava góðar kórrøddir, men
verri er at fáa til vega tað,
ið ger eitt kór ella eina
hending, – oftast pening.
Hann nevnir Atlantsljóm,
har hann vónar, at slíkar
hendingar kunnu vera við
at hækka støðið í føroysk-
um tónleika- og kórlívi.
Ólavur hevur í mong ár
verið formaður í Kórsam-
bandi Føroya.
– Tað síðsta, eg havi ver-
ið við til, er eitt skeið fyri
kórleiðarar. Mangir eru
ótryggir og hava ikki út-
búgving, sigur Ólavur
Hátún, ið greiðir frá, tá
telefonin brádliga ringir og
blaðmaðurin hoyrir Ólav
hegnisliga greiða viðkom-
andi í horninum frá, at tað
snýr seg um eitthvørt, ið
skal vera í G-dur.
Møguleiki er, skilst, fyri
at knýta føroyskar kórlei-
ðarar at danskari undirvís-
ingarætlan og at fáa teir at
taka prógv har.
Ólavur er við í verkætl-
an, ið hevur til endamáls at
seta á stovn sangskúla.
– Tað gerst so nógv við
fólkinum. Føroyingar
syngja nógv. Tað ræður
bert um at fáa hetta sett í
skipan, sigur Ólavur.
Ormurin í valstakt
Ólavur er sera glaður fyri,
at ungdómurin vísir kór-
sanginum ans. Hann nevn-
ir Sunleif Rasmussen,
Paula í Sandagerði og
Trónd Bogason, ið eisini
hevur havt føroyska dansin
í huga í sínum tónleika-
verkum.
Blaðmaðurin kann ikki
halda sær, men má varis-
liga spyrja Ólav um met-
ingar, nú Prix Føroyar er
farið um sjónvarpsrútin við
tungum rockrútmum og
Orminum Langa, og Ólav-
ur sjálvur hevur nýtt kvæð-
ini í kórhøpi.
– Givið er, at ein kraft er
í kvøðingini, sum brúk er
fyri í kórtónleiki, uttan at
tað spillir fyri dansin. Har
m.a. hevði Trondur gjørt
nakað so frálíkt. Tann, sum
byrjaði, var Hans Jacob
Højgaard. Síðani setti
Vagn Holmboe út fyri kór.
Tað týdningarmesta er at
geva dansinum ein møgu-
leika at liva víðari. Har
kemur framhaldsdeildin og
ungdómurin við. Eg eri
sjálvur við í eini ætlan í
Vestmanna Skúla viðvíkj-
andi føroyskum dansi. Eg
kann siga, at ein upplivir
nógv betri dans í dag, enn
fyri árum síðani, metir
Ólavur Hátún.
– Tað skaðar ikki, um
ein nýtir dámin í dansin-
um. Tað er ein dynamikk-
ur, ið er okkara, og sum
kann koma øðrum tónleiki
til góðar. Til dømis er
gjørt um uppá »Nú gerast
kvøldini myrk og long«-
…donk!! Og so ger alt
landið »donk«. Tað er ikki
gott! Herfyri kvóðu tey í
Svf Ormin Langa í val-
stakt. Og tónin fór upp í
hvørjum versi – ikki ektað
og uttan kenslu fyri kvøð-
ing. Her var galið, og nýtir
ein lagið, so má ansast eft-
ir, at ein ikki skeiklar í tí,
metir Ólavur, ið samstund-
is minnist mangar fram-
førslur, ið staðfesta, at før-
oyski dansurin hevur eina
kraft og hann fangar.
Framtíðin
Ólavur metir, at framtíðin
er ljós. Men føroyingar
mugu ikki steðga við lýs-
ingar frá Microsoft og
Coca Cola, ið siga, hvat vit
skulu hava.
–Vit mugu ikki steðga,
hóast tað ljóðar, at vit nú
hava minst 30 bólkar, ið
bæði skriva orð og løg .
Tey eru beinanvegin ein
»star«. Okkara egni sonur
var við í bólki, ið fór við í
kapping. Hóast Mark No
Limits einki høvdu spælt,
so vunnu tey. Vit hava
fólk, sum veruliga hava
serligar gávur . T.d. Sámal
Petersen og Jóhannes An-
dreasen, ið hava valt at út-
búgva seg og hava nýtt
eini 8 – 9 ár til at útbúgva
seg. Knappliga er ein
nýggj stjørna, meðan hesi
fólkini liva eina skugga-
tilveru. Tað koma døgn-
flugur upp, koma upp og
fara. Finna tey gávaðu
fólkini ikki vegin til út-
búgving, so steðga vit upp,
metir Ólavur, ið ikki und-
irmetir nýggjan tónleik og
nógva virksemið á øki-
num, men sum ikki metir,
at hetta skal skugga yvir
onnur, ið fara álvarsliga til
verka við tónleikinum.
Ólavur metir samanum-
tikið, at í Føroyum arbeiða
vit ov nógv hvør sín veg,
so at fíggjarliga orkan
røkkur ikki, men hann
vónar, at so við og við
búnast hetta.
Ólavur hevur hugsjón
um meira samansjóaða
hugsjón í mentanarligum
høpi, har tónleikur, mynd-
list og annað rennur sam-
an. Hann metir, at pening-
ur, ið kirkjur, musikkskúlin
og onnur í dag nýta til
smærri ætlanir, hevði verið
betri farin við eini størri
eind.
– Tey stóru oratoriini
eiga at vera framførd t.d. í
Vesturkirkjuni og øðrum
stásiligum kirkjum, men
peningur er ikki til. Aðra-
staðni verður peningur
settur av til til slíkt, og
einki galið er í at taka pen-
ing fyri tónleikatiltøk í
kirkjum, ein og gjørt verð-
ur aðrastaðni, sigur Ólav-
ur, sum tó á ongan hátt
undimetir Norðurlanda-
húsið, sum hann metir
hava alstóran tydning fyri
føroyska mentan, størri
týdning, enn so manga
aðrastaðni.
– Onga aðrastaðni hevur
slíkt hús so stóran týdning
fyri eina tjóð, metir
Ólavur.
– Lyndið er ov mikið
merkt av, at vit eru føroy-
ingar, og tí má tað ikki
vera nakað, sigur Ólavur,
og kemur við talríkum
dømum um ætlanir, ið ikki
gjørdust veruleiki, orsakað
av smáligum toganum, og
nevnir, at í dag eru nógvar
góðar urgur í Føroyum,
men eingin fullgóð. Og
organistar eru nærum eing-
ir og eingin almennur pen-
ingur til undirvísing, stað-
festir Ólavur, og hyggur
hugafjarður yvir Tórsvøll
úr stovuvindeyganum, har
vit sita.
Sjálvur var Ólavur heitur
talsmaður fyri øðrvísi ætl-
anum í Gundadali og
gjørdi vart við hetta í bløð-
um og við innsavnan av
undirskriftum frá skúla-
stjórum í kommununi.
Vit sita og hyggja yvir
Havnina úr stovuvindeyg-
um og hugleiða og fara
víða. Frá útvarpsrøddum
til kórrøddir. Men rundi
dagurin hjá eldsálini á
Heiðaveg verður hildin á
ein hátt, ið er hóskandi.
– Havnarkórið hevur
sungið í 35 ár. Kórið er
stórur partur av mínum
lívi, so eg kundi ikki hugs-
að mær dagin betri, sigur
Ólavur Hátún, sum úr
stovuvindeyganum sær
yvir Havnarvág, Gundadal
og Norðurlandahúsið, har
rundu dagarnir hjá Ólavi
og Havnarkórinum verða
hildnir klokkan 16 í dag.