leygardagur 17. februar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
23
gult cyan magenta svart
22
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
FØÐINGARDAGS-
HEILSAN
Urd Johannesen
Tað er ikki heilt av tilvild,
at eg velji at stava talið
»sjeyti«, ístaðin fyri at
skriva tølini 70. Tí júst í
hesum liggur nakað við-
komandi, tá ið ein heilsa
til Ólav á hansara føðing-
ardegi skal skrivast,
Tøl og tol
Ólavur hevur nógv ymisk
ting, sum hann gongur upp
í við lív og sál, og restina
mugu hini so um. Eitt av
hesum, hansara hjarta-
børnum, eru tølini. Hvussu
oftani hava vit í Havnar-
kórinum ikki ypt øksl og
lurtað við hálvum oyra, tá
ið hann enn einferð stað-
festir ta syrgiligu lagnu,
okkara tøl fingu, tá ið tey
vóru fordanskaði, ístaðin
fyri, sum aðrastaðni í
norðurlondum vóru meira
logisk uppbygd? Sjálvur
brúkar hann konsekvent
»hin« mátan, og um onkur
av okkum biður hann væl-
signaðan spæla takt seks-
ogtredivu umaftur, so letur
hann sum um hann ikki
skilur, hvat viðkomandi
sigur, inntil hesin so gevur
skarvin yvir og sigur tríati-
seks ístaðin. Men tað, ið
kemur inn ígjøgnum tað
hálva oyrað, sum er opið,
tá ið tann miðvísa indok-
trineringin kemur, er so
smátt byrjað at sodnað. Eg
hevði als ikki dugað at
ynskt Ólavi tillukku við
teim hálvfjers árunum – ja,
eg dugi ikki so frægt sum
at stava hatta skrímslið av
einum tali.
Soleiðis er. Ein verður
ávirkaður av hesum manni,
sum eg kom at kenna, tá ið
eg í byrjanini av 1998 kom
uppí Havnarkórið. Hann
fer ikki bara framvið. Ein
verður noyddur at fyri-
halda seg til hann og taka
støðu til tað, hann sigur og
heldur. Tí hann heldur bara
eitt. Einki við at vevja utt-
anum og siga »på den ene
side og på den anden
side«. Tað hevur hann als
ikki tol til. Ikki so løgið, tí
tað vildi verið torført at
fingið so nógv av skafti og
verið so málrættaður sum
hann, um hann hevði havt
tvey mál, eitt »på den ene
side« og hitt »på den and-
en side«. Ólavur er ein-
vegis. Beint fram. Koyrir
á. Speadarin í botn. Henda
einvegis koyringin elvir
stundum til, at summi
koyra uttanum, og at onkur
samanstoytur er við onnur,
ið eisini koyra einvegis
men mótsattan veg. Vit í
Havnarkórinum hava sett
okkum upp í bussin og
biða hann, í besta Hya-
cinth-stíl, ansa eftir mót-
koyrandi ella kúnni á bøn-
um. Hann krevur nógv av
okkum, men sparir aldrin
seg sjálvan.
Orðini
Í kórinum plaga vit at
skemta við, at Ólavur altíð
er minst trý ár framman-
fyri okkum í sínum ætlan-
um fyri kórið. Onkur av
okkum helt, at nú, tá ið
hann varð pensioneraður
fyri gott tveimum árum
síðani, fór farturin kanska
ikki at vera so nógvur, og
stígur at koma í tilgongd-
ina til hansara annars stóra
hugskotsbanka. Men nei,
heldur tvørtur ímóti, tí nú
hevði hann alla tíðina at
hugsa í og finna uppá
nýggj ráð. Soleiðis hava
tvey tey seinastu árini
verið serstakliga hendinga-
rík fyri Havnarkórið, og vit
hava luttikið í nógvum og
sjálvi skipað fyri stórum
tiltøkum við nógvum
útlendskum gestaluttak-
arum. Serstakliga stuttligt
hevur tað nú altíð verið, tá
ið kórið hevur ferðast utt-
anlands og sungið. Hetta
skapar ein serligan dám og
Ólavur er eisini altíð við
mitt í rokanum og tykist at
stórtrívast ímillum okkum.
Hann er altíð klárur við
onkrari skemtiligari søgu
frá teirri døgum, tá ið tey
flestu av okkum kanska
ikki vóru til. Dugur avbera
væl at siga frá. Hevur
orðini í síni makt, hóast
tey kunnu tykjast eitt sind-
ur ullint, tá ið tey koma út.
Eg minnist, at eg hevði eitt
sindur torført við at skilja
hann í fyrstani, og helt, at
orsøkin kanska var, at
tankarnir vóru so langt
frammanfyri sjálv orðini,
at tey líkasum komu bólt-
andi aftaná.
At hann hevur orðini í
síni makt kemur kanska
serliga til sjóndar í hansara
góða og viðhvørt skarpa
penni. Tað er ikki óvanligt
at lata eitt blað upp ein
leygarmorgun og síggja
eina grein, sum Ólavur
hevur skrivað, ella eitt les-
arabræv. Evnini eru mong
og ymisk, alt frá renni-
breyt til ríðing, frá kór-
sangi til ummælir av bók-
um. Tá ið ein lesur hansara
greinar, kennir ein tað sum
um, at væl er gáað um
hvørt einasta orð, einki er
tilvildarliga skrivað. Hartil
sýnist hann eisini at hava
eitt stórt innlit í tey ting,
hann skrivar um. Frásøgn-
irnar bera eisini altíð brá
av, at hansara persónur er
tilstaðar og soleiðis gerast
tær ikki kaldar endurgev-
ingar.
Tað er serliga í nevndar-
høpi, at eg kenni Ólavur.
Við øllum teimum tiltøk-
um, sum Havnarkórið hev-
ur verið við í, er neyðugt
at hava nógvar fundir fyri
at finna felags stev. Fyri
okkum í nevndini í Havn-
arkórinum er tað ein
hugnalig løta hvørja ferð,
har tað eru stundir at
dvølja við ymiskt annað,
ið ikki beinleiðis stendur á
fundarskránni. Saman við
kaffi og køku sjálvandi.
Og her er Ólavur í tí rætta
elementinum. Okkurt søtt
afturvið einari stuttligari
søgu. So lena vit onnur
okkum afturá og lurta. Ikki
tí, viðhvørt vildu vit ynskt,
at vit ikki høvdu nevnt júst
hatta orðið, sum fekk tank-
arnar hjá Ólavi á flog.
Men keðiligt er tað ikki.
Havið
Ólavur fer upp við hønu-
num hvønn morgun og fer
til verka beinanvegin.
Hann er altíð ígongd við
onkrum, einari útvarps-
sending, einari grein, ella
skrivar fax til fólk innan
kórhópin í øðrum londum.
So tá ið eg viðhvørt ringi,
fyri at spyrja um eitthvørt,
er hann altíð í »full við-
gør«. Onkrar morgnar um
summarið er tó annað-
leiðis. Kona hansara Ása
greiðir frá, at Ólavur er
farin ein rógvitúr út á
Glyvursnes – einsamallur.
Um ellivu tíðina er hann
so kanska at hitta aftur í
telefonini og tá hevur hann
eisini svomið har úti við
Glyvursnes. Síðst eg visti,
hevði hann eisini keypt
sær kavaradrakt og ætlaði
sær at royna at kava. Eg
kann ikki annað enn halda,
at hann er óførur. Kann
ikki ímynda mær Ólav,
sum ein mann, ið fellur í
fátt – tað hóskar ikki til
hansara. Havið stendur
honum nær. Eigur eitt
fullriggað far, »Svíningin«,
ið gongur skjótt. Tað hósk-
ar til hansara. Mangan
góðveðursdag er hann als
ikki at hitta á landjørðini,
men stimar runt oyggjar-
nar, sum hann heldur
ómetaliga nógv av. Tá ið
synirir, Heini og Hjálmar,
hava luttikið í kappróðri-
num her heima, hevur
Ólavur gingið á odda, fyri
at fáa so gott úrslit, sum
gjørligt. Hann hevur gjørt
venjingarætlanir, verið við
til hvørja venjing og ikki
minst staðið fremst á sker-
inum og heppað til kapp-
róðrarnar. Altíð við lív og
sál.
Kór og Kingo
Ólavur hevur havt ein
stóran týdning fyri før-
oyskt kórlív líka síðani
hann eftir lokna útbúgving
kom niðri frá og stovnaði
Útvarpskórið fyri 35 árum
síðani. Hansara leiklutur
avmarkar seg tó ikki til
hetta kór, ið seinni kom at
eita Havnarkórið, men
fevnir um mangt annað
innan tónleikalívið í Før-
oyum. Soleiðis var hann
ein tann fyrsti at fáa navn-
framar kórleiðarar úr Ev-
ropu higar at geva neyðug-
an íblástur til kórini, or-
kestur og kórleiðarar her
heima. Tað munnu vera
nógv, ið framvegis minnast
fyrstu ferð Willi Gohl kom
til Føroya og leiddi fram-
førslurnar av »Messa í G-
dur« av Franz Shubert.
Hetta var fyrst í sjeytiárun-
um. Sjálv var eg lítil smá-
genta tá, men eg minnist
mamma mín hevði myndir
har heima av júst hesi
framførsluni, sum hon
sjálv hevði verið við í. Eg
minnist, hvussu eg plagdi
at sita og hyggja eftir
myndunum av hesum
fremmandamanni, solistu-
num og ikki minst teim
ungu íslendsku gentunum
við langum hári, sum
spældu violin. Eg varð
bergtikin og hesar myndir
hava brent seg fastar í mítt
minni. Fyrst í sekstiárun-
um ferðaðist Ólavur runt
um í Føroyum og vitjaði
fólk, ið dugdu at syngja
Kingo. Við sær hevði
Ólavur bandupptakara og
var hann soleiðis við til at
bjarga hesum sangskatti, ið
kanska annars var farin
fyri skeyti »med alla«.
Hartil skal so nevnast Karl
Clausen, og seinni, dóttirin
Marianna, ið eisini eiga
stóra æru í, at okkara
Kingosangir eisini eru til á
pappírinum. At vit í Føroy-
um hava ein Musikskúla er
Ólavi at takka fyri, tí her
spældi hansara áræði og
hugsjón tann størsta leik-
lutin í, at ein slíkur skúli
varð settur á stovn.
Atlantsljómur, henda
megnar kórstevna, sum
hevur til endamáls at sam-
eina tónleikarar og kór-
sangarar um Atlantshavið,
er eisini hugskot, sum
Ólavur fekk og gjørdi til
veruleika. Hon hevur givið
okkum luttakarum nógv
bæði tónlistarliga og
menniskjaliga, tí hon
knýtur varandi vinarbond.
Tann feskasta ætlan Ólavs
er at seta á stovn ein sang-
skúla líknandi tann, tey
hava í Reykjavík. Higartil
hava tveir sanglærarar
ferðast úr Íslandi eina
tríggjar ferðir um árið og
undirvíst, og sigast má, at
áhugin at luttaka er stórur.
Serstakliga ímillum tey
ungu. Og hetta er at gleð-
ast um.
Tillukku »hin gamli«
Eg kundi tikið fram mangt
annað, har Ólavur hevur
havt virknan leiklut. Men
hetta skuldi fyrst og fremst
vera ein føðingardags-
heilsan til hansara á sjey-
tiára degnum.
Eg dugi tíanverri ikki at
greiða betur frá hansara
upphavi, veit bert at grein-
ar ganga til Svínoyar, Vest-
manna og Kvívíkar. Kenni
ikki »slagið« sum man
plagar at siga her í Føroy-
um. Fyri meg og okkum í
kórinum hevur tað sikkurt
heldur ongan týdning. Fyri
okkum er Ólavur nokk.
Hann fyllur rúmið. Okkum
tørvar ikki annað.
Havnarkórið ynskir tær
hjartaliga tillukku við teim
sjeyti árunum ídag.
Ólavur Hátún sjeyti
SJEYTI. Tað er ikki heilt av tilvild, at eg velji at stava talið »sjeyti«, ístaðin fyri at skriva tølini 70. Tí júst í hesum liggur nakað viðkomandi, tá ið
ein heilsa til Ólav á hansara føðingardegi skal skrivast, sigur Urd Johannesen, sum vegna Havnarkórið heilsar Ólavi
HUGLEIÐINGAR Á
FRAMSÝNING
Tekstur: Oddfríður M.
Rasmussen
Myndir: Rannvá P. Kunoy
Eg taki ein tvørskurð av
einum hjarta og lati tað
saman við spritti í eina
glaskrukku. Ímillum heim-
in og húðina er hin livandi
líðingin. Oftani verður
sagt, at vit gera okkurt
hálvhjartað. Vil tað siga, at
bert tvey hjartarúm eru í
brúki. Nei, alt sum vit
gera, gera vit við heilum
hjarta (ella við heilum
heila), við øðrum orðum
vit noyðast at gera tað: Vit
noyðast at mála, vit noyð-
ast at skriva, sjálvt um vit
vilja ella ikki. So er spurn-
ingurin um vit duga, men
noyðast vit, so duga vit.
Ímillum heimin og húðina
er hin livandi líðingin. Eg
fari nærri at hjartanum.
Lýsi við lummalykt. Litir
fáa skap og skuggar stinga
seg út úr ljósspælinum.
Hetta hjartað sat einaferð
fast í einum kroppi, hevði
lív, hevði rútmu. Hetta
hjartað hugsaði ikki, men
gjørdi tað møguligt hjá
restini av kroppinum at
virka í sambandi við aðrar
kroppar. Eg flyti lumma-
lyktina eitt sindur, og ljós-
ið fær eitt annað skap.
Vøddar og spengur traðka
fram, spleysaði saman til
fast kjøt. Tómar æðrar
stinga seg fram, sum
myrkir og forvitnisligir
tunnlar, ið greina seg inn í
tað endaleysa.
Ímillum heimin og
húðina er hin livandi líð-
ingin, og eg váli í eini sið-
søgu. Sum børn fáa vit at
vita, at list er ein endur-
spegling av veruleikanum.
Spurningurin er, um tað í
føroyskari list er pláss fyri,
at fara út um mark - út um
veruleikan? Svarið er, ja!
Listin er ikki náttúra.
Listin er ónáttúrlig. Listin
er ikki ein endurspegling
av veruleikanum. Listin er
eitt spæl, ið tíðum er nær
hjá og tíðum er langt frá
og soleiðis setur seg í
sjálvstøðuga relieff til tann
veruleikan, ið vit kenna til.
Ella, tá ið tað uppfatandi
eygað bronglar veruleikan,
sum hann er – tað er list.
List er ein frísett teori um
hvussu veruleikin, hvussu
alt, ið hevur við lívið og
deyðan at gera, kundi sæð
út.
Ímillum beinagrindina
og húðina er samtilveran.
Eg’ið tekur eitt eyga og
letur tað saman við spritti í
eina glaskrukku. Setir
krukkuna so, at eyga sær,
tá ið eg’ið leggur vinstra
mjadnabein undir røntgen-
tólið at avmynda. Ein sate-
littmynd av eystursíðuni av
Norðuramerika, kanska?
Har liggur New York,
kanska? Ímillum beina-
grindina og húðina er sam-
tilveran. Eg’ið uppfatar
ikki, at kjøtið er har, men
av royndum veit tað, at
ímillum beinagrindina og
húðina er kjøtið. Myndin
er nú formleys – ein form-
leys avmyndan av einum
møguligum alheimi.
Tað sjálvstøðuga lista-
verkið sendur spurningar
til hyggjaran. Spurningar,
sum hann kennir aftur frá
sínum egnu løtum í lívin-
um, sum hyggjarin kanska
ikki hevur skilt, men sum
hann noyðist at hyggja
eftir ferð eftir ferð fyri at
skilja - fyri at eyðmerkja.
Ímillum fortíðini og
nútíðina er endurtøkan.
Knívurin borar seg inn í
mønuna á seyðinum. Eyg-
uni rulla í høvdinum. Ein
annar knívur borar seg inn
aftanfyri barkan og sker
hann av. Eitt barn hyggur.
Blóðið rennur niður í eitt
fat. Lívið fer burtur úr
kroppinum. »Eg eri fimm
ár«, sigur barnið við ærina.
Ímillum fortíðina og nú-
tíðina er endurtøkan. Teir
gera landgongd. Uppi á
bakkanum speglast ein
hugtoygd mynd í vátum
eygum. Menn skera á háls.
Blóðið rennur út á fjøðrin.
Fjøðrurin fær litin av upp-
østari fjøld, ið hugsar sama
tanka. »Lat lívið renna í
havið«.
Í nútíðini er einasti
møguleikin at varðveita
endurtøkurnar. Eg siti í
einari svart/hvítari mynd.
Einasti mátin at skræða
seg úr rammuni, er at
noyða blóðið úr kroppinum
– úr rammuni. Men blóðið
er altíð reytt. Hevur altíð
blóðsins lit. Hevur litin av
líðing og lívi. At liva lívið
innan fyri rammuna, er tað
sama sum at hugsa uttan
hugflog. At toyggja seg út-
um rammuna, er at ferðast
bæði innanfyri og uttanfyri
periferiina og altíð vera til
staðar.
Eg taki ein tvørskurð av
einum heila og tvey eygu
og lati tey saman við spritti
í eina glaskrukku. »Blóð
skal í allar tíðir flóta«,
segði hjartað við eygað.
»Ja. Ímillum heimin og
húðina er lívið, men ímill-
um húðina og beinagrind-
ina er tankin um lívið«,
svaraði eygað aftur.
Ímillum X’ini
ORÐ OG MYNDIR. Ein hugleiðing um framsýningina hjá Rannvá Pálsdóttir Kunoy, eftir Oddfríða Marna Rasmussen. Framsýningin var í
Listaskálanum fyrraárið. Í síðstu viku varð Rannvá heiðrað við fyrsta gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum