leygardagur 17. februar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
25
gult cyan magenta svart
24
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
TÓNLEIKUR
Niclas Johannesen
4. partur
Um beatlemania
JOHN: Vit vóru stuttligir á
tíðindafundum, tí alt var
ein joke. Tey spurdu ein
býttan spurning, og so
góvu vit eitt býtt svar, men
vit vóru slettis ikki bein-
leiðis stuttligir, tað var
meira talan um, at tú flenti
at tí sama, sum tú flennir
at í skúlanum. Fjølmiðlar-
nir vóru andstyggilir. Um
tað vóru nakrir skilagóðir
spurningar, so royndu vit
at svara í álvara. Vit vóru
fjáltursstungnir, hóast eg
rokni ikki við, at fólk hildu
tað.
Okkara image var bara
ein evarska lítil partur av
okkum. Tað var skapt av
fjølmiðlunum og okkum
sjálvum.
GEORGE: Allastaðni vit
fóru, brynjaði løgreglan
seg og vísti seg sjálvan
fram. Øll blivu rakt av gal-
skapi. Tú kundi gjørt ein
film, sum bara snúði seg
um, hvussu idiotisk øll
onnur vóru, so skjótt The
Beatles komu til býin. Í
Amerika plagdi løgreglan
at halda skil á ferðsluni.
Teir plagdu at koyra
fremstir á teirra motor-
súkklum. Teir komu til ein
krossveg, lyftu báðar hend-
ur í loft og blástu í teirra
floytur. Síðani plagdi ein
onnur súkkla at koyra fram
til næsta krossvegin, men
teir royndu allir at vera
flúgvandi, koyra inn og út
og drøna eftir vegnum. Teir
elskaðu kensluna av: »Her
kemur forsetin!« Men teir
krasjaðu allir og duttu av.
Tað hendi allastaðni –
sjálvt í Svøríki!
JOHN: Alt vaks og vaks.
Jú størri vit gjørdust, tess
meira veruleikafjart gjørd-
ist alt, og tess meira varð
roknað við okkum – inntil
tú ikki tekur í hondina á
borgmeistarafrúuni og hon
byrjar at rópa og skríggja,
»hvat billar tú tær inn!«
RINGO: Eg helt turne-
galskapin vera spennandi.
Eg elskaði tað.
PAUL: Fólk søgdu »ger-
ast tit ikki svakir av øllum
gentuskríggjunum?« Men
vit løgdu einki í tað, tí
onkuntíð so fjaldi tað út-
yvir ein ørgrynnu av synd-
um: vit stemmaðu ikki.
Tað kundi gera tað sama –
vit hoyrdu tað ikki, og tað
gjørdu tey heldur ikki.
GEORGE: Tað einasta
staðið vit fingu frið var, tá
vit komu á hotelkamarið
og læstu okkum sjálvar
inni á wc’inum. WC’ið var
at kalla tað einasta staðið,
tú kundi fáa frið.
Um Bob Dylan
JOHN: Tá eg møtti Dylan,
var eg eitt sindur málleys-
ur. Sjálvur eri eg nokk so
nógv av eini fan-typu. Eg
helt upp at við at vera ein
»fan«, tá eg sjálvur gjørd-
ist kendur. Eg var aldrin
tann sum savnaði autograf-
ar og alt hatta har. Men
dámar mær onkran, so
dámar mær tey sera væl.
»You’ve Got To Hide Your
Love Away« er mítt Dylan
tíðarskeið. Tað var ein av
hesum, har tú syngur eitt
sindur sorgblítt um teg
sjálvan »Here I Stand,
Head in hand…«. Eg byrj-
aði at hugsa um mínar
egnu kenslur. Eg veit ikki
fyri vist, nær tað veruliga
byrjaði, so sum »I’m A
Loser« ella »Hide Your
Love Away«. Í staðin fyri
at fantasera meg sjálvan í
onkra ávísa støðu, so byrj-
aði eg at úttrykkja tað, eg
sjálvur føldi, líka sum eg
hevði gjørt í mínum bók-
um. Eg haldi, Dylan hjálpti
mær at síggja hetta – ikki
við at práta saman um tað,
men gjøgnum hansara list.
Eg hevði eitt slag av pro-
fessionellum sangskrivara-
hugburði við at skriva
poppsangir, vit royndu at
skriva ein ávísan stíl til
eina single og ein annan
stíl til onkra aðra. Har
fanst ein annar sangskriv-
andi John Lennon, sum
skrivaði sangir til kjøt-
marknaðin, og eg helt teir
ikki (orðini ella nakað
annað) hava nakra dýbd
yvirhøvur. Tá eg so vildi
úttrykkja meg sjálvan, so
gjørdi eg tað heldur
gjøgnum A Spaniard in the
Works ella In His Own
Write, tær persónligu søg-
urnar sum góvu far um
mínar persónligu kenslur.
Síðani byrjaði eg at blíva
eg í sangunum, eg skrivaði
ikki longur objektivt, men
subjektivt.
Um Beatles útgávur
RINGO: Nakað av tilfar-
ESPERANTO
Jeffrei Henriksen
Esperanto verður nýtt í
millumtjóða brævaskifti
(eisini um teldupost), í
bløðum og tíðarritum, og
harafturat á ymiskum espe-
rantostevnum eins og á
(fjakkara)ferð burtur í onn-
ur lond.
Í grein í kinverskum es-
perantotíðarriti El Popola
Chinio greiðir ein blað-
maður, Zhu Mingyi, frá,
hvussu hann nýtti mong ár
til at læra fremmand mál. Í
6 ár las hann enskt, men
bæði framburður og orð
vóru so torfør at læra, at
hann var ikki førur fyri at
nýta tað málið. Síðan las
hann russiskt; men mál-
læran royndist sera fløkt,
og hann heldur seg ikki
duga russiskt nóg væl. So
fór hann undir at læra es-
peranto, sum hevur reglu-
liga mállæru, orðasaman-
seting og altjóða orðatilfar.
Eftir bert hálvt ár royndi
hann at týða greinarstubbar
til El Popola Chinio, og
eftir minni enn eitt ár var
hann rættiliga førur fyri at
týða úr kinverskum til
esperanto. Í starvi sínum
sum blaðmaður hevur hann
skift brøv við esperantistar
í Brasil, Bretlandi, Eystur-
ríki, Finnlandi, Fraklandi,
Hálandi, Japan, Meksiko,
Portugal, Spania, Svøríki,
Sveis, Týsklandi og USA.
Nógv ung fólk læra seg
esperanto við eittans enda-
máli: at njóta fyrimunirnar
við »Pasporta Servo«, sum
nú hevur 25 ár á baki; tað
er eitt millumtjóða gisting-
arnet við esperantistum,
sum hýsa ferðandi espe-
rantistum og tú kanst gista
hjá teimum fyri einki og
njóta staðkendan blíðskap,
um bert tú talar esperanto
og hevur eitt eintak av
bókini »Pasporta Servo«
við tær. Hetta er ein bók
við reglunum fyri skipan-
ina og við atsetrum hjá í
løtuni 1075 vertum í 76
londum um allan heim - og
har legst skjótt afturat!
Bókin kostar 10,90 evrur,
t.e. góðar 80 kr. og við av-
sláttri, um fleiri verða
keyptar saman. Og teknar
tú teg sjálvan sum vert,
fært tú bókina sendandi
árliga fyri einki, og við
henni fullan rætt at nýta
gistingarnetið, somuleiðis
fyri einki. Annars eru gist-
ingartreytirnar ymiskar:
onkur krevur, at tú hevur
soviposa við, og býður
kanska ikki morgunmat,
onkur tekur bert 1 gest
eina nátt, ein 10 gestir ein
mánað (men rímiliga uttan
kost) o.s.fr. Summir vertir
vilja hava skrivlig boð
frammanundan; onkur
sigur: »Kom við egnari
hættu; eg eri ofta
burturstaddur.«
Ein genta úr Kalifornia
hevur ferðast í meir enn
eitt hálvt ár í Evropa,
vanliga uttan at avtala meir
enn við ein ella tveir vertir
fram, men alla tíðina á
pasporta-netinum.
Bókin »Pasporta servo«
fæst m.a. hjá norska
esperantofelagsskapinum,
esperanto@online.no
Danska esperanto-ung-
dómsfelagið UFFE greiðir
fegin meir frá um Pasporta
Servo, um brævaskifti á
esperanto, ungdómsstevnur
í ymiskum londum o.m.a. -
Árliga heims-ungdóms-
stevnan verður í ár í Stras-
bourg. Eisini kann nevnast
norðurlendski »Kultura es-
peranto festivalo« við sjón-
leiki, rock, yrking og
sangi.
UFFE, c/o Christian
Clausen, Nyvej 16, Gl. Ry,
DK-8680 Rye
<crcYY@pip.dknet.dk>
Heimasíðan hjá Pasporta
servo
á íslendskum:
http://home.wxs.nl/~lide/ps
_lingv/ps_is.htm -
á norskum:
http://home.wxs.nl/~lide/ps
_lingv/ps_no.htm
Eitt yvirlit yvir tær atset-
ursupplýsingar, ið eru
komnar afturat, síðan Pas-
porta servo 2001 fór til
prentingar í desember, er á
http://home.wxs.nl/~lide/ps
/ps_mapoj.htm - Trýst við
músini á tað landið ella
heimspartin, tú vilt hava
yvirlit yvir (g=gestir,
t=nætur).
Á internetinum kemst
eisini inn á ymiskar aðrar
áhugabólkar; har eru m.a.
bólkar, ið viðgera evni sum
handilsskap, tíðarrit, inter-
net, mentan, søgu, uppal-
ing, kvinnurørslu, ung-
dómslív, tónleik. - Far inn
á http://www.esperanto.se/-
virtuala/ og trýst t.d. á
KUNE og síðan á Hazarda
ttt-ejo (svarar teldan
»sorry«, so bakka og royn
aftur Hazarda ttt-ejo).
Millumtjóðasamskifti
The Beatles um The Beatles
ANTHOLOGY. Ongantíð fyrr er bók útgivin, har beatlarnir sjálvir siga gott fyri hvørjum orði.
Nú er bókin The Beatles Anthology komin út kring allan heim. Les her um, hvat teir fýra siga
um útgávur so sum The Beatles for Sale, A Hard Days Night, Help og Rubber Soul. Les eisini
um, hvussu John Lennon og Paul McCartney eru ósamdir um lagið »In My Life«
Beatlarnir á amerikanskum sjónvarpsskermi
John í hornatøkum við miðlarnar
– Nógv ung fólk læra seg es-
peranto við eittans endamáli:
at njóta fyrimunirnar við
»Pasporta Servo«,
(Mynd: Jens Kristian Vang)
FERÐING. »Pasporta Servo«, hevur 25 ár á baki. Hetta er eitt millumtjóða gistingarnet við
esperantistum, sum hýsa ferðandi esperantistum, har tú kanst gista fyri einki, bert tú talar esperanto
og hevur eitt eintak av bókini »Pasporta Servo« við tær.
inum á Beatles For Sale og
á Rubber Soul í 1965 var
bara knallgott, onki sum
hendi aðrastaðni var líka
sum tað. At vera í studion-
um nú gjørdist heilt spenn-
andi. Vit gjørdu alt inni
har: venjing, upptøkur og
fínpussing. Vit leigaðu
ongantíð venjingarhøli fyri
at gjøgnumganga sangir-
nar, tú nógvir teirra vóru
ikki lidnir. Hugskotini
vóru har til fyrsta vers, ella
eitt niðurlag, men tað
kundi verða broytt av sang-
skrivarunum meðan vit
spældu, ella um onkur
hevði eitt gott hugskot.
Í fyrstu atløgu hoyrdi eg
altíð ein nýskrivaðan sang
á antin klaveri ella guitara.
Tað er deiligt at hoyra ak-
kordskiftini á ymsu løgun-
um soleiðis. Ofta broyttust
tey nógv. Fyrst plagdi tann,
sum hevði skrivað lagið at
siga, »tað gongur soleið-
is«. Teir plagdu at spæla
tað á guitar ella klaver, og
sungu við hvørja ferð –
teir plagdu at læra at
syngja lagið meðan vit all-
ir lærdu at spæla sangin,
umaftur og aftur.
Flestu av teimum
snimmu upptøkunum vóru
tiknar á trý spor og so
høvdu vit eitt spor til at
taka oman á við. Hetta var
eisini við til at halda or-
kestrinum saman – vit
spældu og spældu og
spældu. Um ein av teimum
kundi syngja lagið, so
kundu vit fýra spæla inntil
neytini komu heim. Hetta
við at »eg leggi bassin á
seinni, ella guitarin« tað
fanst ikki. Vit gjørdu tað
har og tá, íroknað sangin.
PAUL: Tað tók ikki
leingi at taka Beatles For
Sale upp. Í veruleikanum
var tað okkara pallfram-
førsla umframt nøkur
nýggj eykaløg – sum til
dømis »Eight Days A
Week«. Eg minnist meg
skriva hann saman við
John heima hjá honum í
Weybridge. Orðini stavaðu
frá einum bussførara, sum
koyrdi meg út hagar. Eg
spurdi hann »hvussu hevur
tú tað« og hann segði, »á,
eg eri troyttur. Eg havi
arbeitt átta dagar um vik-
una«. Vit skrivaðu altíð
løgini í rættiligari snarari
vending.
Vit kundu ikki taka løg-
ini upp á band tá á døgum,
tí tað vóru ongi kassettu-
bond tá. Vit máttu minnast,
sum altíð var ein góður
háttur, tí um sangurin onki
nyttaði, ja so gloymdu vit
hann.
JOHN: Tey flestu fólkini
halda, at »Help!« er ein
skjótur rock’n’roll sangur.
Eg hugsaði ikki um tað tá
– Eg skrivaði bara sangin,
tí eg fekk til uppgávu at
skriva lagið til filmin (av
sama navni) – men seinni
fataði eg, at eg í veruleik-
anum rópti eftir hjálp.
»Help!« snúði seg um
meg, hóast tað var eitt
sindur poetiskt. Eg trúgvi
alt kemur út í sangum. Alt
hetta við The Beatles stakk
djúpri enn tað, vit kundu
fata. Eg át og drakk sum
eitt svín, og eg var feitur
sum eitt svín, ónøgdur við
meg sjálvan og úr loyni-
vitskuni rópti eg um hjálp.
Hetta var mítt feita Elvis
tíðarskeið.
PAUL: Tað var soleiðis
við »A Hard Day’s Night«,
at John fór heim og kom
aftur og hevði skrivað
meginpartin av sanginum,
men við »Help« settu vit
okkum og skrivaðu lagið
saman. Eg minnist, hvussu
vit sótu saman, og John
fekk hugskotið til tittul-
lagið. Eg hjálpti honum
við strukturinum og kom
við kontramelodilinjum.
Um persónseginleikar
JOHN: Eg vil ikki verða
oyramerktur sum ein
kynikari. Eg eri eitt sindur
kyniskur, men eg eri ikki
ein kynikkari. Tú kanst
vera avskeplaður ein dag,
kyniskur ein annan dag, og
ironiskur dagin eftir. Tá tað
snýr seg um ymiskt, sum
fólk taka sum eina sjálv-
fylgju, so eri eg kyniskur:
Samfelag, politikkur, tíð-
indabløð, stjórnin. Men eg
eri ikki kyniskur, tá tað
snýr seg um lívið, kærleika
og næstrakærleika, deyða.
Paul kann vera sera kyn-
iskur og nógv meira bít-
andi enn eg, tá hann verður
drivin til tað. Hann er
meira tolin enn eg, sjálv-
sagt, hann kann høgga í
fólk upp á null komma nix,
tá hann er kroystur. Paul
rakar hamaran beint á
høvdið og stingur ikki
halan millum beinini.
PAUL: Eitt av mínum
bestu minnum um John
stavar frá, tá vit plagdu at
trætast um okkurt. Eg var
ósamdur við hann og vit
róptu illkvæmis orð eftir
hvørjum øðrum. Vit sissað-
ust eftir eini løtu og síðani
setti hann brillugløsini
longur niður á nøsina og
segði »Tað er bara eg…«
og so setti hann brillurnar
upp aftur á nøsina.
JOHN: Eg sat á eini
matstovu í Spania og ein
fiólspælari bleiv við at
vilja spæla »Yesterday« í
mítt høgra oyra. Síðani bað
hann meg skriva á hansara
fiól. Eg visti ikki, hvat eg
skuldi siga, so eg segði »í
lagi«, og skrivaði. Tað
sama gjørdi Yoko. Ein dag
fer hann at finna útav, at
Paul skrivaði lagið. Men
eg giti, at ikki bar til hjá
honum at ganga millum
borðini og spæla »I Am
The Walrus«.
GEORGE: Høvuðstrup-
ulleikin við populariteti er,
at fólk gloyma at uppføra
seg sum vanligt. Tey hava
ikki virðing fyri tær, men
fyri tí tey halda, tú ert bliv-
in. Tað einasta tær nýtist at
gera, er at fara í útvarp ella
sjónvarp einaferð, og tá tú
síðani hittir fólk á gøtuni,
so uppføra tey seg øðrvísi.
Og The Beatles høvdu ver-
ið á forsíðunum á bløðun-
um hvønn dag í umleið
tvey ár. Øll broytast, tey
eru so imponeraði.
Um hash
GEORGE: John plagdi at
heinta okkum í sínum
Rolls Royce, ið hevði
døkkar rútar (Ringo, John
og eg vóru allir fluttur út
um London at búgva).
Vindeyguni plagdu at vera
aftur og vit royktu nakrar
feitar. Tá vit endiliga komu
til Hammersmith vóru vit
fult lessaðir og føldu okk-
um sjúkar. Vit plagdu at
stegða uttan fyri Abbey
Road og detta út úr bilin-
um. Tá tað snýr seg um
Beatles -søguna, so er tor-
ført ikki at nevna hash.
RINGO: Hash var veru-
liga við til at broyta okk-
um. Serliga sangskrivarar-
nar. Og av tí, at teir skriv-
aðu øðrvísi, so byrjaðu vit
eisini at spæla øðrvísi. Í
øllum lívsins lutum vuksu
vit. Nú, tá vit komu til
Rubber Soul, so víðkaðist
sangskrivingin og spæling-
in. »Nowhere Man« var
góður. »Girl« var veruliga
góður – løgin andadrátts-
ljóð á lagnum. »The
Word« var eitt annað gott
lag. Vit funnu veruliga
fram til onnur, øðrvísi ljóð
og eg haldi, at tekstirnir
broyttust eisini við sangum
so sum »Drive My Car«,
»Norwegian Wood«, »You
Won’t See Me«, »No-
where Man« og »Mi-
chelle«, sjálvsagt.
GEORGE: Rubber Soul
er mín farvoritt pláta, eis-
ini um tað mundið, hon var
gjørd. Eg haldi, tað var
tann besta, vit gjørdu, og
vit vistu fyri vist, at vit
vóru í ferð vit at gera eina
góða plátu. Vit brúktu
meira tíð í studionum enn
vit plagdu og vit royndu
ymiskt nýtt. Men tað mest
týdningarmikla var, at vit
nú brádliga hoyrdu ljóð,
sum vit ikki høvdu hoyrt
áður. Vit lótu okkum eisini
ávirkað av tónleikinum hjá
øðrum, og alt stóð í blóma
um hetta mundið, íroknað
okkum sjálvar, tí vit stóðu
framvegis í vøkstri.
JOHN: Rubber Soul var
pott-plátan, meðan Revol-
ver var sýruplátan.
GEORGE: Eg spældi
basslinjuna til »Drive My
Car«.
JOHN: Eg haldi, at »In
My Life« var mítt fyrsta
veruliga høvuðsverk. Tað
var tann fyrsti sangurin, eg
skrivaði, heilt tilvitað, um
mítt lív. Eg skrivaði orðini
fyrst og síðani sang eg tað.
Tað var oftani so við tilfari
so sum »In My Life« og
»Across The Universe« og
nøkur av teimum løgunum
sum stinga seg eitt sindur
út úr mongdini.
PAUL: Hetta er ein av
teimum fáu sangunum,
sum John og eg eru
ósamdir um. Eg minnist
meg skriva melodiin á eina
mellotron, sum stóð heima
hjá John.
GEORGE: Eg vil ikki
siga, at mínir sangir eru
autobiografiskir. Kanska
»Taxman« er.
Paul og Ed Sullivan fyrireika seg til samrøðu – og kanska ein sang fyri amerikansku tjóðini
Beatlarnir í amerikaskum miðlum