leygardagur 17. februar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
26
Sosialurin Nr. 34 - 17. februar 2001
Nr. 34 - 17. februar 2001
27
gult cyan magenta svart
Tað er nógvur kavi úti, 10
minus stig, klárur himmal og
stilli. Luftin kennist turr og
kavin knirkar undir skónum.
Eg eri á veg oman á univer-
sitetið, tað eru nú seks mán-
aðir síðan eg kom til Oslo og
byrjaðið at lesa socialantro-
pologi. Í dag eitur fyrilesturin:
»Symbolbruk og erkjennel-
sesformer«. Ljóðar tað ikki
áhugavert - ella?
Eg bleiv mangan bilsin, tá
eg kom til Noregs. Eg helt, at
norðmenn vóru rættuliga líkir
føroyingum og tók tað sum
eina sjálvfylgju, at nú fór eg
endiliga at sleppa undan hes-
um eina spurninginum, sum
altíð hevur fylgt mær, tá eg
havi ferðast: »Føroyar, hvat er
tað?«.
Eg ivaðist ikki í, at vit um
ikki annað kundu tosa um
Norðurlandaráðið, fiskiskap
og kvotur í Barentshavinum.
Eg kundi reypa eitt sindur um,
hvussu tað var at vera við
línubáti í Føroyum, og tá átti
at verið lagamanni at fáa sam-
band við hesar stirvnu
norðmenninar.
Eg royndi meg í bussinum
fyrstu vikuna. Eitt smíl og eitt
eygnabrá, jú tað riggaði:
»Hvor kommer du fra?«
spurdi tann dámligi ungi
maðurin, sum las biologi. »Fra
Færøyene« svaraði eg stolt.
»Hva sa du?« »Færøyene«
segði eg ivandi, »Åh ja, hvor
er det nu det ligger henne?«
Soleiðis er tað ofta her í
Oslo. Tað nyttar einki at tosa
um hvørki Norðurlandaráðið,
ella fiskikvotur og tosk. Tað er
líka ókent fyri teimum sum
skerpikjøt í Sisilia.
Eg havi lagt til merkis, at í
føroysku tíðindunum er næst-
an hvønn dag eitthvørt um
Noreg, og eg vónaði tí av og á
at hoyra Føroyar nevndar í
fjølmiðlunum her. Men ak –
tað kemur næstan ikki fyri. Eg
kann staðfesta, at í Oslo eru
Føroyar ikki serliga víðagitnar.
Oslobúgvar kunnu hesum
viðvíkjandi býtast í tveir bólk-
ar: tey, sum einki vita og ei-
heldur vilja vita nakað, og so
tey, sum verða hugtikin og
vilja vita meira. Vit hava t.d.
ein undirvísara, ein antropo-
logur, sum er serfrøðingur í
Mongolia. Tá hon hoyrdi, at
eg var úr Føroyum, bleiv hon
púra vill, og fortaldi, at tá hon
fyrstu ferð fór til Mongolia og
gjørdi tað til sítt serøki, ivaðist
hon í, um hon skuldi velja
Føroyar ístaðin. Tí tær vóru so
eksotiskar!
Eftirsum Føroyar eru ein av
heimsins smæstu tjóðum, er
tað okkara lagna, at vera antin
ókend og óáhugaverd, ella
ókend og eksotisk. Men
okkum nýtist ikki at fella í fátt
fyri tað, tí hetta er so relativt.
USA verður jú hvønn dag
nevnt í norsku fjølmiðlunum,
men hvussu ofta verður Noreg
umtalað í USA?
Ein dagin, tá eg hevði verið
í Oslo nakrar mánaðir og ikki
hitt ein einasta føroying, sá eg
ein ungan mann í føroyskari
skipstroyggju. Eg sá helst
rættuliga desperat út, tá eg fór
rennandi eftir honum og sjela-
glað tók í hann og segði: »Hey
hann sjálvur, eg eri av Sandi!«
Hann sá nokkso skelkaður
út og bakkaði eitt sindur áðr-
enn hann físti: »Hva seyer
du?«. Eg bað orsaka og fekk
at vita, at troyggjan var keypt
á loppumarknaði!
Hóast Oslobúgvanna svíkj-
andi Føroyakunnleika, so er
her kortini gott at vera. Serliga
kveikjandi er teirra brennandi
áhugi fyri at vera úti í nátt-
úruni. Hesa árstíðina er »ski«
við í øðrum hvørjum setningi.
Og sum tit kunnu ætla, so eri
eg eftirhondini ælabogalitt um
allan kroppin. Tí á skíøkinum
er føroyski kunnleikin
nevniliga so sum so.
- Føroyar, hvat er tað?
TELDUBRÆVIÐ
FILMUR
Birgir Kruse
Franska stjørnan, Gerard Depar-
dieu, fer at spæla við í filminum
»Dinas bok«, sum byggir á
kendu norsku skaldsøguna hjá
Herbjørg Wassmo. Høvuðsleik-
lutin hevur tó norska Marie
Bonnevie, sum vit kenna úr
»Jerusalem« hjá danska Bille
August.
Tíggju ár eru liðin, síðani
skaldsøgan hjá Wassmo kom út.
Nú enskt mæltur filmur skal
gerast úr søguni, verður tað Ole
Bornedal, sum er ættaður av
Bornholm, ið skal leikstjórna.
Samlaði kostnaðurin er mettur
til 115 milliónir norskar krónur,
sum skandinavar, týskarar og
fransmenn skulu rinda.
Allar upptøkur verða gjørdar í
Noregi, og staðurin Reinsnes,
sum verður nevndur í bókini,
verður lagdur til Kjerringøy, har
upptøkur byrja í næsta mánaði,
sigur Axel Helgeland, sum er
leiðari í verkætlanini.
Í Íslandi hevur Fridrik Thór
Fridriksson leitað fram tiltikna
fornbretska kvæðið úr 8. øld,
sum í 3200 ørindum sigur frá um
hetjuna »Beowulf«. Írski Nobel-
vinnarin, Seamus Heany, hevur
nýliga enduryrkt hetta drúgva
kvæði í snotuligari bók.
Íslendski filmsleikstjórin
Fridrik Thór, sum telist millum
teir fremstu har í landinum, hev-
ur sett seg í samband við Sturla
Gunnarsson, sum býr í Kanada,
men er av íslendskari ætt. Ætl-
anin er, at kanadiski íslendingur-
in skal leiksjórna, nú »Beowulf«
verður gjørdur til film.
Eins og í norska førinum verð-
ur filmurin gjørdur á enskum
máli, men allar upptøkur verða
gjørdar í heimlandinum, Íslandi,
sigur Fridrikkur. Farið verður
undir upptøkurnar næsta ár, og
ætlanin er at kendar filmstjørnur
skulu verða við.
Kostnaðurin er settur til 15
milliónir kanadiskar dollarar, ella
840 milliónir íslendskar krónur.
Hetta er dýrasti filmur, sum ís-
lendingar eru við í. Filmsfeløgini
hjá teimum báðum, Fridrikki og
Gunnari, skulu fíggja »Beowulf«
saman við Alliance Atlantis, sum
er stórsta felag av sínum slagi í
Kanada.
Mong lond hava gjørt tað til
ein skattafyrimun hjá filmsfeløg-
um at fáa filmar tiknar í júst
teirra landi. Teirra millum eru
amerikansku statirnir, ið hava
skipað »filmkommissiónir«, sum
í prangandi tilfari lýsa heimrust-
ina. Á henda hátt fæst ídnaðurin
og mentanin at ganga hond í
hond. Og í roynd og veru er
filmur jú ein samanrenning av
mentan og ídnaði.
Bæði norski Axel og íslendski
Fridrik hava vitjað herheima. M.
a. tá fyrsti spælifilmur Katrinar
Ottarsdóttir, »Atlantic Rapsody«,
varð frumsýndur í 1989. Og tá
vit lesa hetta, hevur Katrin, hig-
artil einasti útbúni filmsleikstjóri
okkara, lagt fram nýggja verk-
ætlan í Rotterdam. Vit krossa
fingrar og ynskja henni blíðan
byr.
Eins og vit somuleiðis ynskja
teimum góðan byr, ið leggjast
afturat. Í danska blaðnum Ak-
tuelt sigur filmsleikstjórin Cars-
ten Fromberg, at skikkaðir um-
søkjarar úr Føroyum eru millum
tey 220, sum í hesum umfari
vilja gerast filmsleikstjórar. Men
bara seks sleppa inn. Carsten er
ein teirra, sum ger av, hvørji tey
verða. So eisini her senda vit góð
ynski, filmi og landi at frama.
Fra:
Durita Holm, durita75@hotmail.com
Dato:
13.02.01
Til:
birgir@sosialurin.fo
Evni:
VIKUSKIFTI
Stórir filmar
PENGAR OG FILMUR. Í Norðanlondum eru ætlanir um fleiri nýggjar og dýrar filmar. Norðmenn hava fingið avtalu við Gerard Depardieu, og
íslendingar eru farnir at samstarva við kanadiarar um hetjukvæði »Beowulf«
Franski filmsleikarin Gerard
Depardieu fær leiklutin sum Jacob í
»Dinas bok«
Íslendski Fridrik Thór Fridriksson
hevur tikið stig til at gera film úr
fornbretska kvæðnum »Beowulf«
Ráðstevna
Almenn ráðstevna um yvirtøku av Skipaeftirlitinum verður í
Útvarpshøllini mikudagin tann 21.februar kl.09.30 til 15.30.
Felagið Skipating skipar fyri ráðstevnu við tí endamáli at lýsa nærri hvussu skipa-
eftirlitið kann skipast og fáast at virka á føroyskum hondum.
Ráðstevnan verður skipað sum pallborðsfundur við luttøku av:
Halgir Winther Poulsen
Formaður í yvirtøkunevndini
Thormund Johannesen
Skipasmiðjur og ráðgevarar
Jákup Egholm Hansen
Reiðarar
Óli Jacobsen
Manningar
Torleivur Hoydal
Skipaeftirlitið í Føroyum
Ole Lauritsen
Klassafeløg
Gudmundur Gudmundson
Íslendska Skipaeftirlitið
Eftir framløguna verður orðaskifti har høvi er at seta spurningar.
Jørgin Niclasen,Landsstýrismaður setur ráðstevnuna.Jógvan Arge,útvarpsmaður
verður orðstýrari.Ábit verður í steðginum á middegi.
Ráðstevnan er almenn og øll við áhuga fyri evninum eru vælkomin.
KT-SAMSKIPARI
Av tí at KT-samskiparin hjá okkum fer í annað starv verður søkt eftir KT-samskipara
til Føroya Fiskavirking,at byrja skótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávurnar hjá KT-samskiparanum verða:
• Dagligur rakstur av øllum KT-innleggingunum hjá P/F Føroya Fiskavirking,
íroknað stuðul til allar nýtarar.
• Samstarv og samskifti við uttanhýsis KT-útvegarar.
• Saman við nýtarum at gera kravspecifikatiónir sum grundarlag fyri menning av
skipanum.
• Dagføring av útgerð og skipanum.
• Útbúgving av nýtarum,serliga til Microsoft Office skipanir.
Netskipanir:
Allar deildir á Føroya Fiskavirking eru bundnar saman við einum felags netið, so at
brúkarar og rættingi kunnu uppsetast á einum staði.
•
Høvuðsskipan:
Novell Netware
• Aðrar skipanir:
Windows NT og Winframe
• Internet:
Linux
Felags forrit:
• Bókhaldsskipan:
Concorde XAL
• Framleiðsluskipanir: Marcl MPS,Com-Data skipanir
• Goymsluskipan:
Plattaskipan (Com-Data),
• Klokkuskipan:
Com-Data
• Lønarskipan:
Com-Data
• Aðrar skipanir:
Ymiskar Access databasur
Teldur:
Pc teldur við Win95/Win98 og Office97/2000.
Krav er at umsøkjari hevur:
• Kunnleika til og royndir við Novell Netware skipað lokalnet.
•
Royndir við datasamskifti,eisini í samband við Internetið.
• Góðan kunnleika til Microsoft Office.
• Kunnleika til Concorde XAL er ein fyrimunur,men eingin treyt.
Vit kunnu bjóða:
• Eitt framkomið fakligt umhvørvi.
• Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi.
• Møguleikar fyri persónliga menning og eftirútbúgving.
• Løn sambært avtalu.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Suna Joensen á tlf. 355555. Umsóknin
skal sendast áðrenn 26.februar 2001 til
UNITED SEAFOOD,P/F Føroya Fiskavirking
Att.: Leivur Michelsen
Postboks 3183
FO-110 Tórshavn
Virkini liggja spjødd um alt landið,og tí er nakað av ferðing.Edv-deildin heldur til á
høvuðsdeildini í Tórshavn.Arbeiðstíðirnar eru skiftandi.
P/F Grannskoðaravirkið
INPACT
statsaut. revisorar
Byggifrøðingur
Fyri ein kunda okkara, søkja vit eftir einum byggifrøðingi at byrja 1. mars 2001
ella skjótast gjørligt eftir hetta.
Talan er um eitt áhugavert fulltíðarstarv og fevnir um arbeiðsleiðslu bæði í Før-
oyum og uttanlands m.a.:
I leiða arbeiði á byggiplássum
I samskifti ímillum byggiánara og byggitakara
I ymiskar projekteringsuppgávur
I menna virki innan- og uttanlands
I annars alt vanligt arbeiði í hesum sambandi
Tað er avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan
kunnleika til leiðslu og byggivirksemi, skrivi-, rokni-, tekni- og telduarbeiði.Tað
hevur fyrimun,um umsøkjarin er útbúgvin innan timburfakið.
Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði við góðum
arbeiðsviðurskiftum og góðum persónligum menningarmøguleikum, er hetta
tað rætta starvið,ið setur stór krøv til tann menniskjansliga og fakliga førleikan.
Løn eftir avtalu.
Hevur tú áræði, kann virka sjálvstøðugt, góð samstarvsevni og hevur hollar
royndir innan byggiyrkið, við ástøðiligari útbúgving, eitt nú byggifrøðingur
innan timburfakið,so ert tú tann,vit søkja.
Nærri fæst at vita við at ringja tlf. 31 47 00 og spyrja eftir Alva Nielsen ella
Jógvani Amonsson.
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum og ummælum verður at
senda innan 20.februar 2001 til:
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut.revisorar
R. C.Effersøesgøta 26 · Postrúm 191 · FO-110 Tórshavn
Tlf.+298 314700 · Telefax +298 313815
E-mail:Inpact@post.olivant.fo
www.inpact.fo
I N PA C T
I N T E R N AT I O N A L
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Lesið
-tað
loysir
seg