fríggjadagur 9. februar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Rumenski múrurin
royum
hvussu tað ber til, at ein málverji
við slíkari fortíð og slíkum evnum
velur at koma til Føroya.
- Tað var Costin Dumitrescu,
sum bað meg koma. Hann var
leikandi venjari hjá StÍF tá, og
hann fortaldi nógv positivt um
Føroyar. Tá var eg eisini í einari
serligari støðu í Rumenia. Eg var
ikki so væl um sátt við fólkini
rundanum mítt táverandi lið, og tí
var tað náttúrligt at royna okkurt
annað.
- Dinamo Bukarest góðu mær
eisini eitt tilboð, men eg valdi
heldur at koma til Føroya. Satt at
siga var eg eitt sindur troyttur av
proffesionellum hondbólti. Tað
kann mangan vera ein hørð verð.
- Tá ið eg fór, visti eg ikki, um
tað var rætta avgerðin at koma
til Føroya. Men nú eri eg vísur í,
at eg valdi rætt. Eg havi ongantíð
kent tað sum eitt afturstig at
koma til Føroya men heldur sum
eina nýggja avbjóðing. Eg kenni
meg heima á Strondum, og eg
trívist á liðnum, hóast støðið
er lægri enn í Rumenia, sigur
Marian.
Veit ikki hvat er
heima
Marian hugsar tó onkuntíð um, at
hann kundi havt spælt á hægsta
stigi.
- Tá ið eg síggi HM í hondbólti
í sjónvarpinum og síggi Kasper
Hvidt, sum eg havi spælt ímóti,
klára seg so væl, so hugsi eg
sjálvandi, at ”hatta kundi veri
eg”. Men tað er ikki nakað, sum
plágar meg. Eg eri væl nøgdur við
tað, sum eg geri. Eg haldi eisini
at tað er spennandi at spæla
stepakappingarfinalu í Føroyum,
hóast eg ikki sleppi at spæla í
HM, sigur hann smílandi.
Eftir hesi árini í Føroyum veit
Marian ikki ordiliga, hvar hann
følir seg mest heima.
- Tá ið eg eri í Føroyum, sakni
eg Rumenia. Men tað løgna er,
at eg sakni Føroyar, tá ið eg eri
í Rumenia um summarið. Eg eri
rættiliga ørkymlaður, tí at eg veit
ikki, hvar eg skal búgva. Familjan
er í Rumenia, og tað er torført at
vera burtur frá teimum. Men eg
og konan eru fallin sera væl til
í Føroyum, og sonurin er føddur
her, sigur Marian, sum tó væntar,
at tey fara at flyta til Rumenia
einaferð, tá ið hann gevst við
hondbóltinum.
- Sum nú er vænti eg, at vit
flyta aftur til Rumenia einaferð.
Men tað er ikki einans til mín at
avgera. Í Føroyum hevur sonurin
eitt trygt umhvørvi at vaksa upp
í, og møguliga fer hann at fella til
her. Eg taki ein dag í senn, og eg
kann ikki siga, hvat framtíðin ber
við sær, sigur hann.
Lesur í Rumenia
Marian og familjan eru í Rumenia
um summarið. Tá vitja tey
familju. Marian arbeiðir ikki
nakað serligt teir mánaðirnar,
hann er í Rumenia.
- Eg slappi av og vitji familju
og kenningar, meðan eg eri í
Rumenia. Annars lesi eg eisini
til Master í High Performance
Sports. Tað er ein útbúgving, sum
eg kann nýta til at gerast venjari.
Eg eri til próvtøkur, meðan eg
eri í Rumenia, sigur Marian,
sum hevur ætlanir um at gerast
venjari, tá ið hann gevst at spæla
hondbólt.
Um Maian fer aftur til Rumenia
nú, er hann væl fyri fíggjarliga,
men hann er tó ikki nakar ríkur
maður.
- Livistøðið í Føroyum er høgt,
men prísirnir eru eisini høgir.
Tú sært ikki mun á fólki her. Øll
eru miðalklassa. Í Rumenia eru
summi, sum eru sera rík, men so
eru summi blóðfátæk. Eg eri ein
eitt lítið sindur yvir miðalklassa í
mun til rumenskar umstøður. Eg
kann hava ein penan bil og eina
leigligheit. Tað eru ikki nógv fólk,
sum hava ráð til leiligheit, sigur
hann.
Steypafinalan fyri 6
ferð
Marian er, um nakar, ”mr.
steypakapping”. Hann hevur
verið í steypafinaluni 5 ferðir og
hevur vunnið 4 ferðir. Marian
hevur eisini í hvørjari finalu
víst stórspæl, og strandingar
eru samdir um, at hann hevur
stóran part av æruni fyri, at
StÍF hevur verið einaráðandi
í steypakappingini. Marian
er spentur til leygardagin, tá
ið StÍF og VÍF hittast í ársins
steypafinalu.
- Steypakappingin er
heilt vist hæddarpunktið í
kappingarárinum. Eg vil vinna,
men eg kann einki siga áðrenn
dystin. Eg vænti, at tað verður
ein spennandi dystur móti einum
sterkum VÍF liði, sigur Marian at
enda.
Marian um føroyskan
hondbólt
- Eg eri keddur av at siga tað, men støðið er lækkað, síðani
eg kom hertil fyri seks árum síðani. Men tað eru nógvir
ungir leikarar, sum kunnu koma langt, um teir vilja nakað
við hondbóltinum. Her kann eg nevna Sveinur Justinussen,
Rókur Akralíð og Regin Joensen
Marian um trúgv
Í Rumenia eru flest fólk ortodoksir katolikkar. Tað er sera
ópersónligt, og tað eru nógvir reglar og ritual. Í Føroyum
bleiv eg positivt yvirraskaður av, at presturin í kirkjuni er
so persónligur, og hann hevur eina gleði í tænastuni. Alt er
meira opið, og fólk eru góð við hvønn annan. Eg kundi væl
hugsað mær at gingið meira í kirkju
Føddur 25.01.1976
Heimstaður er Craiova
Giftur við Simonu úr Rumenia
Tey eiga ein son - Eric
Fakta
Marian
Cirloganescu