Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 29 - 9. februar 2007 Tórbjørn Jacobsen ordiliga húðfletti partakvinnuna, Heidi Petersen, í Løgtinginum í gjár. Hon roynir at gera av við meg, men tað skal ikki fara stillisliga aftur við borðinum, lovaði hann Ósemja Áki Bertholdsen Áki Bertholdsen - Heidi Petersen roynir at gera av við meg. Men tað skal ikki fara stillisliga aftur­við borðinum. Í løgtinginum í gjár var rættiligt rok ímillum tey bæði løgtingsfólkini hjá Tjóðveldisflokkinum, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacob­ sen. Ella tað var nú mest Tór­ bjørn Jacobsen, sum var á rokinum, tí hann ordiliga húðfletti partakvinnuna úr Vestmanna við einum orða­ lagi, sum vit sjáldan ella ong­antíð fyrr hava hoyrt ímillum floksfelagar í Løg­ tinginum. Tað var ein samrøða sum Heidi Petersen hevði við Sosialin mikudagin, sum fekk bikarið hjá Tórbirni Jacobsen at flóta yvir. Heidi Petersen er fram­ søgufólk hjá Tjóðveldis­ flokkinum í skúlamálum og við Sosialin segði hon kortanei til at landið skuldi betala 200-300 milliónir vegir og annað í sambandi við ætlaða undir­sjóvar­ tunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy, tí nú skal fólkaskúlin raðfestast fremst og onki annað hevur størri týdning. Hon boðaði eisini frá, at kemur samgongan ikki við eini eykajáttan til fólka­ skúlan, fer Tjóðveldis­ flokkurin at leggja eina fyri Løgtingið heilt skjótt. Hon væntaði, at tær ábøtur, sum eru neyðugar at gera í fólkaskúlanum, kosta einar 10-12 milliónir og tað skiltist á henni, at tað er Tjóðveldisflokkurin til reiðar at betala. Vil gera enda á mær Hetta hevur fingið rættiliga øði í tjóðveldismannin, Tór­ bjørn Jacobsen. Hann vísti á, at Tjóð­ veldisflokkurin hevur akku­ rát mist ein tingmann, Karsten Hansen. Og hann tók hetta sum eina atsókn frá Heidi Peter­ sen á bæði hann sjálvan og á Eysturoy. - Hetta seinasta sam­døg­ urið hevur hon við sínum lokalpolitisku herðindum gjørt eitt veruligt átak fyri at gera enda á tí næsta ting­ manninum hjá Tjóð­veldis­ flokkinum - í Eysturoynni. Tórbjørn Jacobsen stað­ festir, at Heidi Petersen hevur boðað frá, at Tjóð­ veldisflokkurin ætlar at leggja eykajáttan fyri Løg­ tingið upp á 10-12 milliónir til Fólkaskúlan. - Mær vitandi er hetta ong­antíð viðgjørd í Tjóð­ veldisflokkinum. Hann átalaði eisini hvassliga, at Heidi Petersen ætlar at steðga Skála­fjarðar­ tunlinum av nøkrum veg­ um, sum skulu gerast í hes­ um sambandi. - Mær vitandi er tað ein­ asta, sum er hent, er at ein tunnilisbólkur hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at fara undir tunnil ímillum Eysturoy og Streymoy. - Hvar hesir vegir koma frá, veit eg ikki, men heldur ikki tað er viðgjørt í Tjóð­ veldisflokkinum og hann helt at tey skuldu bíða við at taka støðu til málið til Landsstýrismaðurin í Vinnu­ málum hevur lagt tað fyri Løgtingið. Eg skal skutlast Tað var í samband við ein spurning, sum Heidi Peter­ sen setti landsstýrinum um Fiskivinnuskúlan í Vest­ manna og skúladepilin í Suðuroy, at tey hørðu orðini fullu ímillum partafólkini í Tjóðveldisflokkinum. - Hví Skálafjarðartunnilin skal tengjast upp í skúla­ poli­tikkin hjá Tjóðveldis­ flokkinum, skilji eg púra onki av, segði Tórbjørn Jacob­sen. - Men nú hendi tað so aftur at áraknútarnir eru komnir út ígjøgnum lokal­ politisku gamasjubuksurnar hjá Heidi Petersen, tí nú gjørdi hon eina nýggja morð­roynd á eysturoyar­ting­ mannin hjá Tjóðveldis­flokk­ inum og inn á Eysturoynna, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann var eisini týðiliga irriteraður inn á, at Heidi Petersen fyrr í gjár hevði atkvøtt fyri uppskotinum frá landsstýrinum um sjálv­ bodna kommunusaman­ legging. - Við hevur hesum hevur hon syrgt fyri, at Eiði við vold og makt skal leggjast afturat Norðurstreymoy, har Eiði ongantíð hevur verið síðani landnámið. - Nú er tað so eystur­oyar­ tingmaðurin, ið stendur fyri tørnið-hann skal stutlast. Tórbjørn Jacobsen spurdi um Heidi Petersen var kom­ in við hesi fráboðanum av sínum eintingum, ella um hon varð send. - Tað er í hvussu so er ongin avsannan komin frá leiðsluni í Tjóðveldis­flokk­ inum, legði hann afturat. Tòrbjørn Jacobsen stað­ festi eisini, at hendan at­sóknin hjá Heidi Petersen, sum hann málbar seg, skuldi ikki fara stillisliga aftur við borðinum. Heidi Petersen stað­ festir, at tað verður ikki Tórbjørn Jacob­ sen, sum ger av, hvat hon skal halda og siga Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin Tað verður ikki Tórbjørn Jacobsen, sum ger av, hvat eg skal halda og siga og hvørji mál, eg leggi dent á. Tað staðfesti Heidi Peter­ sen eftir orðaretorisku húð­ flettingina frá Tórbirni Jacobsen, sum vit umrøða omanfyri. Hon staðfesti í stuttari við­merking, at hon hevði mælt til at broyta Fólka­ skúla­lógina. - Hvat viðvíkur Skála­ fjarðartunlinum, er tað Løgtingið, sum tekur støðu til tað. Eg ætli mær so ikki at atkvøða fyri tí. Hon helt, at vegirnir í sambandi við tunnilin mugu koma í eini raðfesting, sum Løgtingið tekur støðu til, sigur hon í eini stuttari viðmerking. FERÐABUSSAR V/ Á S M U N D J O E N S E N P O S T B O K S 3311 • 11 0 TÓ R S H AV N • T E L 2 1 3 1 6 1 • F E R D A B U S S A R @ E M A I L . F O BUSSTÚRUR TIL POLEN Farið verður við Norrönu av Havnini hósdag 29. mars kl. 18.00, og koma vit til Hanstholm 31. mars kl. 12.00. Hagani verður koyrt bein- leiðis til Neumünster í Týsklandi, har gist verður á Neues Parkhotel, sum eisini bjóðar døgurða. Eftir morgunmatin sunnudag verður koyrt suður til Oranienburg, har vit m.a. síggja barakkir, gravir, ovn og annað, á fyrrverandi týningar- leguni Sachenhausen. Síðani verður koyrt til Stettin í Pólandi, har vit gista næstu 5 næturnar á Hotel Neptun Orbis, sum liggur mitt í bý- num. Hotellið er væl útgjørt, og hava øll kømur wc/bað, sjónvarp og telefon. Eisini hevur hotellið kasino, barr og fi tnessrúmi. Heimferðin byrjar fríggjamorgun, og yvirnátta vit á gistingarhúsið í Padborg. Eftir morgunmat leygardag, verður koyrt upp ígjøgnum Jylland, og steðga vit á við okkurt stórsentur á vegnum. Norröna sigl- ir úr Hanstholm kl. 17.00 og er á Havnini mánamorgun, 2. páskadag, kl. 06.00 Kostnaður fyri túrin er kr. 6.695,- Íroknað prísinum er: Ferð við Norrönu fram og aftur í 4 koyggju kømrum við wc/bað innv. Ferðaavgjøld eru íroknað. 1 nátt á hotelli í Neumünster, 5 nætur á Hotel Neptun Orbis í Stet- tin og 1 nátt á Hotel des Nordens í Padborg. Øll hotel bjóða morgunmat og døgurða allar dagarnar. Føroyskur bussur, bussførari og ferðaleiðari á øllum túrinum. Útferðirnar í Stettin og í Sachsenhausen eru við lokalum ferðaleiðara. Galladøgurði við lokalum undir haldi. SKRÁ Í PÓLANDI MÁNADAG koyra vit ein rund túr í býnum við staðkendum ferða- leiðara, sum m.a. vísir okkum áhugaverdar marknaðir. Túrurin tekur uml. 3 tímar. TÝSDAG fara vit ein túr til krystall- marknaðin, har krystall vørur verða seldar bíliga beinleiðis úr fabrikkini. Vitjað verður eisini á einum sera bíligum marknaði, ið liggur beint við týska markið. Túrurin tekur uml. 3-4 tímar. MIKUDAG hava vit ein frídag, sum kann nýtast til tað ein hev- ur hug til. HÓSDAG fara vit ein longri túr. Vit vitja oynna Wolin. Túrurin tekur uml. 6 tímar. Túrurin end ar við eini vitjan á slottinum Palec Maciejewo har vit sessast til galladøgurða við lokalum undir- haldi. TEKNING ÁÐRENN 20. FEB. Á TEL 21 31 61 BEST EFTIR KL. 18.00 Rok ímillum tjóðveldisfólk í Løgtinginum Tórbjørn avger ikki mína meining - Nú hendi tað aftur at áraknútarnir eru komnir út ígjøgnum lokalpolitisku gamasjubuskurnar hjá Heidi Petersen, tí nú gjørdi hon eina nýggja morðroynd á eysturoyartingmannin hjá Tjóðveldisflokkinum og inn á Eysturoynna, sigur Tórbjørn Jacobsen