Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 6 skemt Lagt til rættis: Jákup Mørk Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Men so vita teir… »Í hesi kappingini fáa luttakararnir ikki at vita hvar teir standa, men bert um teir eru inni ella úti« Lisið í Dimmalættting Er tá nakað at stjala? »…av ótta fyri at tjóvar skulu gera um seg í tómu húsunum« Hoyrt í Degi og Viku Ein serligur guitar »…Elin, sum slóg á tangentarnar á gamla guitarinum« Lisið í Sosialinum Orðaspæl Er ein tvørpolitiskt semja ein semja, har tann tvørasta politikkarin fær sín vilja? Tá fimm bilar renna saman, er tað ein harmonikusamanstoytur. Men tá fimm harmonikur renna saman. Er tað tá ein bilasamanstoytur? »Tussjfordrív« Løgin parkering Vit nýta ofta orðið “tíðsfordrív” í staðin fyri tað føroyska “dagdvølja” ella “tíðarstytting”, men við einum tussjpenni ber eisini til at skriva bert til “tussjfordrív”. mg Ivaleyst visti bilførarin ikki, nær tað aftur fór at toyða. Og í øllum førum mundi hann ella hon ikki sansa, at tað skuldi ganga somikið skjótt. Í øllum førum mundi viðkomandi gerast bilsin, tá hendan sjónin kundi staðfestast.