Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 43 - 1. mars 2007 tíðindi Ódnarveðrið, sum herjaði kring stórar partar av landinum í gjár, koppaði millum annað eini húsagrund í Suðuroy. Eisini fóru tveir bussar og ein sjúkrabilur útav vegnum LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Veðrið leikaði í kring stórar partar av landinum í gjár. Kortini var tað ikki tær nógvu fráboðanirnar, ið komu til løgregluna. – Tað er ikki so nógv, sum er komið í døg­nrapp­ ort­ina, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Hann nevnir teir báðar bussarnar, sum fuku av vegnum í gjáramorgunin. Annar á vestmannavegnum og hin á tunnilsvegnum við Norðskála, millum rund­ koyr­ingina og tunnils­munn­ an. Eisini ein sjúkrabilur feyk útav vegnum í Gøtu­ dali. Skúlabussar útav Bussurin, sum fór út av vest­ mannavegnum, varð tikin upp í gjárkvøldið, og um midd­agsleitið í dag fóru menn at gera eina roynd at fáa bussin á tunnilsvegnum við Norðskála upp. Í báðum førunum var talan um skúlabussar. Buss­ urin á vestmannavegnum hevði koyrt skúlabørn úr Kvívík til Vestmanna, og bussurin á tunnilsvegnum við Norðskála, kom aftur av Kambsdali, har hann hevði verið við miðnáms­ skúla næmingum. Tíbetur stóðst eingin mans­skaði í nøkrum av teim­um trimum ferðslu­ óhapp­unum. Av skaðum ann­ars, sum løgreglan í Havn veit um, er onkur garður og okkurt stakitt, sum ikki hevur tolt nógva vindin. Fúkandi fiskakassar Í Suðuroy feyk eingin bilur av vegnum, men har hendi ymiskt annað. Vakthavandi í Havn greiðir frá, at fleiri fiskakassar fuku runt og gjørdu um seg har. – Hetta við fiskakassum, sum fúka runt, er næstan vorðið ein klassikari, tá veðrið er ringt, heldur vakt­ havandi fyri. Hóast fiskakassar kunnu gera skaða, tá teir fúka runt, so var tað munandi ógvus­ ligari, tá ein gomul húsa­ grund koppaði í Vági. – Ein tveir til tríggjar metur høgur betongveggur kopp­aði oman yvir fimm seyð­ir, sum lógu og krokaðu, sigur løgreglan í Suðuroy í morgun, ið annars ikki hevur fingið tær nógvu fráboðanirnar um skaðar. Nýggir deildarstjórar Tryggingarfelagið Føroyar hevur sett veir nýggjar deild­ar­ stjórar, sum skulu styrkja leiðsluna, sigur felagið. Annar er Helgi L. Petersen, sum er settur sum deildarstjóri fyri alt privatøkið, og hin er Kristina Háfoss, ið er deildarstjóri fyri marknaðarføring og menning. Helgi L. Petersen hevur arbeitt í tryggingarfelagnum síðani 1999, seinast sum leið­ ari fyri kundatænastuni. Kristina Háfoss hevur arbeitt í Før­ oya Banka m. a. sum íløguráðgevi. Varandi tilboð Landsstýrið hevur samtykt at broyta forsorgarlógina, so lógir veitir heimild til at veita heimleysum varandi bústað. Samstundis er avgjørt, at tað verða sjálvbodnu felags­ skapirnir Blái Krossur og Frelsunarherurin, sum fáa ábyrgdina av at útvega og reka varandi búpláss til tey heimleysu. Avgerðin ber í sær, at landsstýrismaðurin í almannamálum skal biðja Løgtingið um eina til hálva aðru mió. krónur í eykajáttan fyri seinna hálvár í ár. Ódnarveðrið koppaði bussum Á tunnilsvegnum við Norðskála millum rundkoyringina og tunnilsmunnan, feyk stóri bussurin út av vegnum og endaði í Fossagjónni Mynd: Rólant Waag Dam Tað er tað, sum eyðkennir influens­ una, sum herjar kring landið í hesum døgum. Jenis av Rana, kommunu­lækni, sigur, at fólk skulu vera góð við seg sjálvi og ikki fara ov tíðliga út, tí so er vandi fyri keðiligum fylgis­sjúkum INFLUENSA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jenis av Rana, komm­unu­ lækni í Havn, metir ikki, at influensan, sum nógv fólk eru rakt av í hesum døgum, er av teimum allar verstu. – Influensan varar sína van­ligu viku, men fólk eru ikki so sjúk sum onkutíð, sig­ur hann. Høgur fepur, pína í vødd­ unum og turrur hosti er tað, sum eyðkennir hesa influ­ ens­una. – Influensa er virus, so vit fáa ikki givið pensilin sum vit onkuntíð gera, sigur Jenis av Rana. Tað einasta fólk fáa gjørt, er at vera góð við seg sjálvi, meðan tey eru sjúk. – Fólk mugu vera góð við seg sjálvan á tann hátt, at tey taka tað tíð, sum skal til. Og so eisini vera heima eini tveir dagar aftaná, at fepurin hevur lagt seg, soleiðis at tað slepst undan fylgisjúkum, greiðir Jenis av Rana frá. – Verð heima, fá nokk av vætu og tak heilivág fyri pín­una, eru ráðini frá komm­ unulæknanum í Havn til tey, sum leggjast sjúk. Jenis av Rana vísir á, at tað er eingin grund til at berjast við pínuna, og tí er gott at taka eina kodimagnyl ella pano­dil. Keðilig fylgisjúka Influensur herja javnan, og stóri trupulleikin við teimum er, at fólk fara ov tíðliga út aftur. So eru tey frísk í eini tveir dagar, men fáa so fylgissjúkur, sum eru keðiligar. Influensan er ikki vandamikil í sjálvum sær, men fólk vikna, og so er tað, at bakteriurnar sláa til. Jenis av Rana greiðir frá, at fylgisjúkan í hesi influ­ ens­uni ofta hevur verið bi­holbetendilsi. – Fólk merkja pínu í pann­ uni. Tá tey boyggja seg fram­yvir, trýstir tað í pann­ uni og kjálkunum, og eisini merkja fólk okkurt renna í hálsinum. Ta eru sjúku­ eyðkenni fyri bihol­betend­ ilsi, sigur Jenis av Rana. Tí heitir hann á fólk, um geva influensuni ta tíð hon krevur, og so vera heima eini tveir dagar eftir at fepurin hevur lagt seg, soleiðis at tað slepst undan keðiligum fylgisjúkunum. Influensan herjar: Høgur fepur, pína í vøddunum og turrur hosti Í gjárkvøldið varð bussurin á vestmannavegnum tikin upp av einum stórum kranabili Mynd: Hildbert Elisson