Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 43 - 1. mars 2007 Á altjóða kvinnudegi 2007 skipar Kvinnu­ felaga­Samskipan Føroya fyri 8. mars kvøldi í norð­­ur­­lan­da­­hús­inum. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at byrjað verður í forhøllini kl. 19.30, har Amnesty hev­ur framsýning og kunning um Trafficking in Women. Sam­stund­is spæla Mia og Heið­rún á floytu og violin, og møguleiki verður at key­ pa sær okkurt leskiligt úr ka­fé­ini. Frá kl. 20.00 til umleið kl. 21.45, verða tríggjar fram­løg­ur, spurningar og síð­ani orðaskifti um upp­ skot­ið til lóg um Stjór­nar­ skip­an Føroya. Fram­løgu­ fólk verða Jóan Pauli Joen­ sen, professari, rektari og for­mað­ur í Stjór­nar­skip­an­ ar­nevnd­ini, Margretha Nón­ klett, samskipari hjá Am­nes­ty International, Føroya deild, og Marna Jacobsen, cand.phil. í norð­ur­lend­s­k­ um, serliga føroyskum máli og bókmentum. Jóan Pauli fer at hava ei­na framløgu um uppskotið til stjórnarskipanarlóg, ið varð handað løgmanni stutt fy­ri jól og sum einki síðani er frætt frá. Margretha fer at tosa um tær viðmerkingar til upp­ skot­ið til stjór­nar­skip­an­ar­ lóg­ina, har AI millum annað hev­ur lagt dent á javnstøðu av øllum slag og á nýmótans træ­la­hand­il, eisini kallað traf­f­ick­ing, eitt øki, ið skjótt kann gerast veruleiki í Føroyum. Marna fer at tosa um mál­ burð­in í uppskotinum til stjór­nar­skip­an­ar­lógina, sum hon heldur vera ógvuliga kall­mans­lig­an. Hon sigur m.a. í grein í Dim­mu 30. januar 2007: “Lítli bóklingurin, sum kom í hvørt hús í landinum, er blóðreyður, haldi meg sígg­ja prýðing av bæði ær og veðri. Stjórnarskipan er sum kunnugt kvennkynsorð og gevur vón um, at tað er rúm fyri báðum kynum í kom­an­di stjórnarskipan Før­oya, men hóast bæði litur, kvenn­kyns­hei­ti og ær prýða per­mu­n­a, so verður tú stór­li­ga vónsvikin” Millum framløgurnar verð­ur møguleiki at seta spurn­­ing­ar, meðan or­ða­ skift­ið verður aftaná. Solby Eliasen, tíð­in­da­ kvin­na verður fundarstjóri. Allar kvinnur eru væl­ kom­nar, siga fyri­skip­ar­ar­ nir Vegna Kvin­nu­fel­aga­Sam­ skip­an Føroya Tofta Kvinnufelag, Kongs­­­havn­ar Kvinnufelag, Ská­la Húsmøðrafelag og Kvin­nu­fel­ag­ið. Vinarliga Birta Biskopstø forkvinna í KSF 8. mars í Norðurlandahúsinum Gøtunøvn í Gásadali Sørvágs kommuna hevur nú fingið eitt uppskot um gøtu- og veganøvn í Gásadali. Kommunan setti eina nevnd í fjør at gera uppskotið, og nevndin hevur millum annað havt borgarafund fyri bygdarfólkinum og øðrum áhugaðum, skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu. Ínevndini, sum hevur gjørt uppskotið, eru Gutti Petersen, Dávi Joensen og Solberg Henriksen. Nú hava allar bygdirnar í Sørvágs kommunu fingið gøtunøvn. Nýggja býarskipan Ein verkætlanarbólkur hjá Leirvíkar kommunu arbeiðir við at gera eina nýggja byggisamtykt og býarskipan fyri kommununa, og uppskot verður lagt fyri kommununa fyrsta dagin. Ætlanin hjá bygdarráðnum er at leggja uppskotið fyri bygdarfólkið, sum so kann koma við hugskotum og viðmerkingum. Í Gøtu kommunu, sum verður løgd saman við Leirvík í Eysturkommunu, verður eisini arbeitt við nýggjari byggisamt og býarskipan. 13/03 InDesign - grundskeið 2 x kl. 08.30-15.30: 13/03+15/03 07/03 Grundskeið í KT teori 3 x kl. 13.30-16.30: 07/03+14/03+21/03 13/04 Lær at nýta Outlook 3 x kl. 09.00-12.00: 13/04+20/04+27/04 19/03 Lær at nýta Heimasíðusmíð 3 x kl. 09.00-12.00: 19/03+22/03+26/03 09/03 Lær at nýta Rokniark 3 x kl. 09.00-12.00: 09/03+16/03+23/03 08/03 Lær at nýta Internet 3 x kl. 09.00-12.00: 08/03+15/03+29/03 EXCEL - SEMINAR Lær tips og triks í Excel Ein av Danmarks bestu Excel-ekspertum Ernst Lohse er í Føroyum í næstu viku. KVASIR bjóðar í tí sambandi Excel brúkarum eitt ógloymandi inspiratiónsseminar, har Ernst Lohse fer igjøgnum eina røð av hugskotum og snildum í Excel við støðu í, hvussu tær dagligu uppgávurnar kunnu loysast á fullgóðan hátt. 01/03 Excel seminar 1 x kl. 16.00-18.00: 01/03 11/04 Grundskeið í Tekstviðgerð við MS Word 4 x kl. 13.30-16.30: 11/04+18/04+02/05+09/05 14/03 Lær at nýta Bókhald - framhaldskeið 3 x kl. 09.00-12.00: 14/03+21/03+28/03 12/04 Grundskeið í rokniarki við MS Excel 4 x kl. 09.00-12.00: 12/04+19/04+26/04+03/05 SØLUSKEIÐ Við sera áhugaverdum innihaldi: - Barrierer i kundekontak - Sælgerens adfærd i kundekontakten og kommunikation med forskellige kundetyper - Kommunikation og behovsafdækning - Argumentationsteknik, invendingsbehandling og afslutning 17/04 4 x kl. 09.00-15.00: 17/4+19/4+24/4+26/4 Skeiðleiðarar: Lene Bilde Jacobsen og Sam Jakobsen Brot úr skeiðskrá á KVASIR 320 204 www.kvasir.fo - kvasir@farodane.fo KVASIR Broytingar og fleiri skeið kunnu koma á skránna Kendi amerikanski filmmaðurin James Cameron sigur seg hava funnið gravirnar hjá Jesusi, Mario Magdalenu og soni Jesusar í Jerusalem. Filmur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo James Cameron er ikki hvør sum helst. Tað var hann, sum gjørdi stórfilmin "Titanic", og í dag er navn hansara aftur í fjølmiðlunum kring allan heimin, eftir at hann í gjár vísti sín seinasta film, har hann vil vera við, at hann hevur funnið grøv Jesusar í Jerusalem. Filmin hevur hann gjørt saman við ísraelska filmmanninum Simcha Jacobovici. Í grøvini eru fleiri skrín úr steini, og á teimum eru tekstir, sum serkøn sambært James Cameron lesa sum "Jesus", "Maria Magdalena" og "Juda, sonur Jesusar". -Vit hava einki fysiskt prógv fyri, at Jesus hevur livað. Men fyri fyrstu ferð kann ein filmur vísa fysisk og fornfrøðilig og á ein hátt eisini teknisk prógv, sum hjá einum leikmanni tykjast sera sannførandi, segði James Cameron á tíðindafundi, sum hann helt í New York í gjárkvøldið, tá filmurin varð sýndur fyrstu ferð. Sambært tí viðurkenda filmmanninum byggir filmurin millum annað á DNA-kanningar hjá einum ein heimsins fremstu rannsóknarstovnum, og hann vil eisini vera við, at týðandi granskarar taka undir við tí, sum filmurin vísir. Søluátak Nógvir granskarar vísa aftur tí, sum filmurin sigst vísa, og summi halda, at menninir aftan fyri filmin brúkastórtíðindini við tí fyri eyga at selja filmin. -Tað er eingin ivi um, at hetta hevur einans til endamáls at selja filmin, sigur ísraelski fornfrøðingurin Amos Kloner. Tað sama sigur amerikanski professarin James Tabor. Onnur vísa á, at nøvnini Jesus, Maria og Juda vóru so vanlig á Jesusar døgum, at tað ber væl til at finna hesi nøvnini saman, uttan at tað nýtist at hava nakað við teir bíbilsku persónarnar at gera. Sigur seg hava funnið grøv Jesusar Jesu grøv.