Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 43 - 1. mars 2007 Starvsmannafelagið setir nú fíggjarmála­ ráðnum knívin á barkan í trætuni um portørarnar. Vil Fíggjarmálaráðið ikki tingast við Starvs­ manna­felagið um sáttmála fyri portør­ar­ nar, leggja portør­ar­ nir arbeiðið niður mánamorgunin 12. mars 2007, kl. 08.00 arbeiðsmarknaður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Starvsmannafelagið hóttir nú við, at portørarnir fara í verkfall, vil fíggjarmálaráðið ikki samráðast um sáttmála fyri portørarnar, sum eru limir í felagnum. Tað stendur millum annað í skrivi, sum felagið hevur sent út. Grov vanvirðing Í skrivini stendur, at Fíggjar­ mála­ráðið visti og fekk boð um, at næstan allir port­ør­ ar­nir tóku seg úr Havnar Ar­beiðsmannafelag tann 1. oktober 2006. Hóast Fíggj­ armálaráðið fekk greið boð um, at Havnar Arbeiðs­manna­ felag ikki longur umboðaði portørarnar og sostatt ikki hevði nakra fulltrú at sam­ ráðast teirra vegna, gjørdi ráð­ið nýggjan sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag fyri hesar persónar. Ynskið hjá portørunum um sátt­mála­ tingingar gjøgnum Starvs­ mannafelagið varð púr­­asta skúgvað til viks. Hetta er ein grov van­virð­ing av port­ør­ unum sum almenn­um starvs­ fólki og sum starvs­bólki. Ósaklig dagsskrá At Fíggjarmálaráðið ikki vil veita portørunum somu tænastu sum øðrum almenn­ um starvsfólki og sýtir fyri at flyta limagjøld og tryggingargjøld til yrkis­ felagið, vísir bara uppaftur greiðari, hvussu ósaklig dags­skráin hjá ráðnum er í hesum máli. Sum Fíggjarmálaráðið uttan iva veit, er tað ein arbeiðs­ rættar­lig høvuðs­regla, at eitt fakfelag hevur krav upp á sáttmálasamráðingar/ sáttmála, um talan er um eitt sáttmálaøki, sum natúrliga fellur inn undir fakliga virkis­økið hjá felagnum, og felagið hevur meginpartin av teimum starvandi á økinum sum limir. Eru okkara limir Í hesum føri ger Fíggjar­mála­ ráðið - hóast greið boð um at lata vera - sáttmála við eitt lokalfelag fyri Tórshavn, sum portørarnir kring landið einki natúrligt tilknýti hava til, og sum teir ikki eru lim­ir í! Tað er eyðsæð, at Starvs­ mannafelagið, sum er eitt landsumfatandi felag á tí almenna sáttmálaøkinum, og sum hevur sáttmála fyri aðrar starvsbólkar á sjúkra­ hús­unum, er tann mest natúr­ ligi sáttmálaparturin - ikki at tala um, tá portørarnir eru limir í felagnum. Boðað verður tí við hesum frá, at vil Fíggjarmálaráðið ikki tingast við Starvs­manna­ felagið um sáttmála fyri portørarnar, sum eru limir í felagnum, fara nevndu port­ ørar at leggja arbeiðið niður mánamorgunin 12. mars 2007, kl. 08.00. Hóttir við portørverkfalli Tvey starvsfólk á Strandferðsluni hava longu sagt seg úr starvi, og fleiri eru væntandi, siga fólk á stovninum. – Ótryggleiki valdar nú millum øll almenn starvsfólk í Havn, tí hvat hendir næstu fer ein landsstýrismaður við aðrar dialekt skal røkja sítt valdømi? spyr annað starvs­fólk­ ið, sum hevur sagt upp Strandferðslan Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Seinastu dagarnar hava nógv fólk róð framundir, at starvsfólkini á Strand­ferðsl­ uni fara at rýma, áðrenn fyri­ reikingarnar til flytingina eru lidnar. Somu fólk hava hildið uppá, at hetta fer at syndra stovnin, og at fáa álv­arsligar avleiðingar fyri nýggju Strandferðsluna sum heild. Í morgun frættist so, at tvey starvsfólk longu hava sagt seg úr starvi, og sam­ bært Tórfríð Johannesen, áliti­s­fólk á Farstøðini og Sam­ferðsludeildini, eru fleiri onnur eisini farin at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum norðanfjørðs. Skilir púrt onki Hansina Waagstein, hevur starvast á Strandferðsluni í 9 ár. Umframt at vera løn­ar­ umsitari og skrivstovu­fólk, er hon eisini álitisfólk. – Eg fekk tilboð um annað starv, og gjørdi av at taka av beinanvegin. Sostatt fari eg hiðani 1. mars, sigur hon við Sosialin. Hansina er hørm um at 9 góð ár skuldu enda soleiðis, og hon heldur handfaringina av málinum vera út um alt mark. Spurd, um tað kom óvart á hana, at stovnurin flytur suður, sigur hon: – Eg hevði forsvorið, at teir fóru at flyta stovnin til Tvøroyrar. Dugi ikki við mínum besta vilja at síggja endamálið við tí. Strand- ferðslan er so nógv meira enn bara Smyril, og hevur skyldur at røkja kring alt landið. Tí skal stovnurin sjálvsagt vera í Miðstaðarøkinum, sig­ur Hansina Waagstein. Sam­ stundis leggur hon dent á, at í øllum førum átti politiska ætlanin at verið meira lang­ siktað, ella í smærri bitum. – Handfaringin og kunn­ ingin til starvsfólkini hevur verið sera ótespilig, og kundi verið nógv meira virðilig, sigur Hansina Waagstein. Hvør verður næst Hitt starvsfólkið, sum nú leitar sær nýggjar leiðir, er Martin Heinesen, skips­ inspektørur. Hann byrjaði á Strandferðsluni í august, og gevst alt fyri eitt. – Í mínum føri er tað torført at finna motivatión til at vera her, og eg haldi ikki, at eg havi skyldu til at vera loyalur, tí hetta var ikki tað, sum eg var settur í starv til, sigur Martin Heinesen, sum nú fer til skips. Hann heldur, at stóra mistakið hendi, tá lands­stýr­ ismaðurin kunnaði starvs­ fólkini. – Í staðin fyri at hava eina loysn, ella eina gularót, sum motiverar starvsfólkini til at vera við til at fyrireika flytingina, so tóktist hann als ikki keddur okkara vegna, sigur Martin Heinesen. – Eg haldi tað verða ræð­andi, at ein landsstýris­ maður hevur tílíkt vald, at hann einsamallur ræður yvir lagnuni hjá, í hesum førinum, 20 fólkum, sigur Martin Heinesen, og hann vísir á, at nú var tað Strandferðslan, næstu ferð kanska ein annar stovnur. – Ótryggleiki valdar nú millum øll almenn starvsfólk í Havn, tí hvat hendir næstu fer ein landsstýrismaður við aðrar dialekt skal røkja sítt valdømi? Fyrstu fólkini rýmd Mentan í barnagarðin Í framtíðini skulu grønlendsk børn, sum eru í barnagarði, læra meiri um grønlendsaaka mentan og grønlendskt barnaspæl. Tað ber í sær, at tey gomlu barnaspølini skulu í barnagarðarnar, samstundis sum náttúran og tey eldru verða partur av tí vanliga degnum. Tað er úrsliti av einari ráðstevnu, sum júst hevur verið, og har var semja um at taka grønlendsku mentanina inn í barnagarðarnar - bæði í spæli og tí pedogogiska arbeiðinum. Flytifuglar og fuglakrím Í næstum koma flytifuglarnir aftur, og í Danmark hava myndugleikarnir gjørt av herða tilbúgvingina í sambandi við fuglakrím, nú flytifuglarnir koma aftur. Í mars í fjør bleiv staðfest, at fuglakrím av slagnum H5N1 var komið til Danmarkar við flytifugli. Tí hevur Matvørustýrið gjørt av, at tey, sum hava høsn og annan flogfenað, skulu fylgja reglunum um fyribyrging ímóti fuglakrími. Tí skal allur flogfenaður hegnast inni og haldast undir taki. Hansina er hørm um at 9 góð ár skuldu enda soleiðis, og hon heldur handfaringina av málinum vera út um alt mark