Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 43 - 1. mars 2007 Í morgun fóru menn hjá Landingar­mið­ støð Føroya í Klaksvík til Fuglafjarðar at landa ísfiskatrolaran Smaragd, tí maskinan fekst ikki í gongd aftur, tá ið farast skuldi á Klaksvík við veiðini Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fleiri skip hava landað í Klaks­vík hesa vikuna, og næstu dagarnar koma eisini fleiri skip inn at landa. Landingarmiðstøðin í Klaks­vík landar tvey skip í dag. Ísfiskatrolarin Safir hev­ur 85.000 pund og »makk­arin« hjá honum, Sma­ragd, hevur út við 90.000 pund. Safir landar á Kósini, meðan veiðan hjá Smaragd verður løgd upp í Fuglafirði í morgun og verður síðan koyrd til virkingar í Klaks­ vík. Maskinbrek Pól Fuglø, landingar­for­mað­ ur, sigur, at Smaragd fór til Fuglafjarðar eftir loknan túr at gera okkurt við trolið, men tá ið teir skuldu loysa og fara á Klaksvík við veið­ ini, fingu teir ikki skipið í gongd aftur, tí okkurt var áfatt við startaranum. - Vit landa tí skipið í Fugla­firði, og síðan verður veiðan koyrd til Klaksvíkar, sigur hann. Gomlu Polarhav og Stjørn­an, núverandi Navar­ in og Borgarin, landaðu í Klaksvík í gjár. Teir høvdu 215.000 pund tilsamans. Ísfiskatrolararnir, Fjals­ hamar og Nónhamar, løgdu eisini veiðina upp í Klaksvík í gjár. Teir høvdu 150.000 pund tilsamans. Veiðan hjá øllum ísfiska­ trolarunum er upsi, og sagt verður, at upsin er betri til støddar í ár enn í fjør og fyrraári. Línuskipini Pól Fuglø veit at siga, at línuskipið Pison er á veg til Klaksvíkar. Teir verða inni í dag. Í morgin koma línu­ skipini, Núpur og Ågot. - Eg spurdi ikki, hvat Pison hevur inni, tá eg tosaði við teir, men sum eg skilji, hava Ågot og Núpur eini 70.000-80.000 pund hvør. Landingarformaður­in sigur seg vænta, at trý línu­ skip koma inn at landa kom­ andi mánadag, Klakkur, Kvikk og Polarstjørnan. Fiskiskapurin hjá línu­ bátunum undir Føroyum hev­ur verið misjavnur í sein­ astuni. Summir dagar royn­ ast hampiliga væl, men aðrar dagar er fiskiskapurin slakari - Fiskaprísurin er fram­ vegis góður og støðugur, sigur Pól Fuglø, sum var staddur í Fuglafirði, tá ið vit høvdu hann í telefonini í morgun. Hópur av skipum landa í Klaksvík Pedagogar skipað seg Nevndin í Føroya Pedagogfelag skipaði seg í gjár. Nevndin varð vald á aðalfundi fyri einari viku síð­ani, og hon hevur skipað seg við Jarvini F. Hansen sum formanni og Maud Wang Hansen sum næst­formanni. Hini í nevndini eru Jógvan Philbrow, Sigga Óladóttir Joensen og Anja Egholm. Nevndin sig­ur, at hon fer nú at fyrireika komandi sátt­mála­sam­ráðingarnar og 25 ára dagin á pedagogfelagnum, sum verður í summar. Fjalshamar var millum skipini, sum landaðu í Klaksvík í gjár. Aftur í dag er landing á Kósini, og soleiðis verður eisini næstu dagarnar Mynd: Vilmund Jacobsen Nógvur fiskur kemur upp á land og tað, sum ikki fer beint inn á virkið til virkingar, verður koyrt upp í bilar og fer aðrastaðni Mynd: Vilmund Jacobsen Davið kanska vitni Virksemið hjá stóru íslendsku fyritøkuni Baugur verður enda­vent í rætt­inum í Reykjavík í hesum døgum, tí ákæru­ valdið hevur ill­gruna um svik. Fleiri vitni eru avhoyrd, og fleiri afturat skulu avhoyrast, og í gjárkvøldið kom fram, at fyrrverandi forsætisráðharrin Dávið Oddsson kanska verður boðsendur at vitna. Hann hitti ein av oddamonnun­ um í Baugi í London í 2002, og kanska skal hann greiða frá, hvat hendi á fundinum. Virksemið við bryggjukantin í Klaksvík er ikki longur so neyvt tengt at streymi og veðri, tí nú eigur Klaksvíkin fleiri ísfiskatrolarar, sum fara og koma í at kalla øllum líkindum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er so aktuelt at tosa um, at føroyska sam­fel­ag­ ið eigur at hava fleiri bein at standa – og ikki bara tað eina beinið, sum er fiski­­vinnan. Øll hugskot um nýggjar alternativar vinnur eru kær­­komin, og øll fegnast, tá tað vísir seg, at okkurt, sum ikki er tengt at fiski, fæst at bera til. Onkur í fiskivinnuni skal hava so beinrakið sagt, at »vit mugu hava file’ina, til vit hava fingið idé-ina…« Tá borgarstjórin í Klaks­ vík, Steinbjørn Jacobsen, setti sjómannadagin í fjør heyst, segði hann eina fitta søgu. Tað var ein fín kona í Klaks­vík, sum í góð­veðr­ inum ein dagin kom gang­ andi fram við einum kjall­ ara, har maður stóð og egndi. Roykurin av goml­ um agni reyk um húsanna, og henda fína kvinnan hevði hug at snerkja. Tá ið skuldi maðurin, sum stóð við stampinum, hava á munni við konuna: »Onkur má lukta illa fyri, at tú skal kunna lukta væl..« Klaksvíkin er ein rætti­ ligur fiskivinnubýur, og tað er stuttligt at koma oman á Kósabrúnna ein slík­an dag, sum í dag, tá skip landa, og nógv virk­ semi er við bryggju­kantin og inni á virkinum. Býurin hevur ígjøgnum mong ár verið neyvt tengd­ ur at húkavinnuni, og tá ið so er, kemur tann nógvi fisk­urin upp á land í tørn­ um. Tá er tað serliga streym­ur, veður og vindur, sum gera av, nær skipini fara – og nær tey koma. Men síðan virkini fóru at keypa skip innundir seg aftur, og Kósin í Klaksvík ikki er aftarliga í tí »kór­in­ um«, eru fleiri ísfiska­trol­ ar­ar komnir til Klaks­vík­ ar. Hetta merkir, at virk­ sem­ið á fiskavirkjunum í oynni ikki longur er so neyvt tengt at streymi og veðri. Ísfiskatrolararnir royna at kalla í øllum veðri, og tí eru landingarnar í Klaks­ vík nú meira regluligar enn áður. Umframt stóra virksemi ein slíkan dag á Kósa­ brúnni, er nógv egning í skúrunum á Stongunum, tá ið líkindi eru til út­róður. Fiskivinnubýurin ikki so sárbarur Myndin er tikin á Kósabrúnni í morgun, har nógv virksemi var, nú skip eru inni og landa Mynd: Vilmund Jacobsen