hósdagur 1. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 43 - 1. mars 2007
Tað er ikki einans
láturligt, men
beinleiðis skaðiligt, at
Dannebrog skal veitra
yvir føroysku sendi
stovuni í Reykjavík,
heldur Poul Michel
sen. Í morgin leggur
hann uppskot fyri
Løgtingið um, at ein
ans Merkið verður
vundið á stong á
nýggju sendistovuni
Umboðan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í fyrradagin var íslendski
konsulin í Føroyum, Poul
Mohr, úti við stóru rívuni
eftir løgmanni, tí tað eftir
øllum at døma ikki skal
bera til at veitra við føroyska
flagginum yvir eini komandi
sendistovu í Reykjavík. Nú er
ein annar Poul, hesuferð við
eftirnavninum Michelsen,
úti í somu ørindum.
Løgtingsmaðurin
hjá
Fólkaflokkinum í Suður
streymi hevur júst latið
Tinginum eitt uppskot, sum
gongur út upp á at áleggja
løgmanni, at Merkið verður
einasta flaggið, ið skal veitra
yvir tí føroysku sendistovuni,
sum er tann fjórða í røðini.
Hinar sendistovurnar liggja
ávikavist í Brüssel, London
og Keypmannahavn.
Eins og Poul Mohr vísti á
í Degi & Viku týskvøldið,
sigur Poul Michelsen, at
Ísland er einasta tjóð í heim
inum, sum viðurkennir Før
oyar sum eitt land.
– Alla aðrastaðni eru við
á pappírinum danir. Tí er
tað heilt burturvið, at vit
júst í Íslandi, sum vit hava
eitt langt søguligt samstarv
við, alment at geva okkum
út fyri at vera danir. Hetta
er ikki einanst láturligt, men
beinleiðis skaðiligt, tí vandi
er fyri, at nógvir íslendingar
ikki fara at taka okkum
fyri fult longur, sigur Poul
Michelsen.
Fyrrverandi borgarstjórin
í Havn vísir á, at føroyingar
altíð hava samráðst og sam
starvað sjálvstøðugt við
íslendingar, og at tað er eitt
fullkomiliga misvísandi
signal at senda í íslendska
høvuðsstaðnum, at vit nú
koma undir Dannabrog.
Eingin løgfrøðislig
grundgeving
Poul Michelsen vísir á tvey
dømi, har viðurkenningin
í Íslandi hevur havt stóran
týdning fyri Føroyar. Tað
fyrra var strembanin at fáa
altjóða viðurkenning innan
ítróttin, har Ísland var tað
fyrsta landið at stuðla Før
oyum. Millum annað at faa
sjálvstøðugan limaskap í
FIFA. Hetta minnist Poul
Michelsen sera væl, tí hann
í sjeytiárunum var formaður
í fótbóltsdeildini hjá ÍSF,
áðrenn FSF varð stovnað í
1979.
Seinna dømið stavar frá
tíðini sum borgarstjóri í Tórs
havnar Kommunu frá 1980
til 1992, tá Havnin royndi at
koma inni í Norðurlendska
høvuðsstaðarsamstarvið.
Hetta eydnaðist takka verið
íslendingum, sigur Poul
Michelsen.
– Eg kenni íslendingar
so mikið væl, at teir fara
at halda tað vera láturligt,
um vit leggja okkum undir
Dannebrog. Teir hava altíð
sæð okkum sum føroyingar
og ikki danir, sigur løgtings
maðurin, sum ikki gevur eitt
oyra fyri, at tað løgfrøðisliga
ikki skal lata seg gera.
– Hetta er beinleiðis tvætl,
ja, ein uppfunnin trupulleiki,
ið als ikki hevur nakað við
veruleikan at gera. Sjálvandi
fáa vit loyvi at flagga við okk
ara egna flaggi, um nakar
vilji er til tað.
Poul Michelsen óttast ikki
fyri, at tað fer at koma hartil,
at Dannebrog verður vundið
á stong í Reykjavík. Hann
ivast ikki í at fáa undirtøku
fyri eini løgtingssamtykt,
sum skal áleggja løgmanni
at flagga við Merkinum, tá
sendistovan letur upp seinni
í ár.
Skuldi tað mótsatta hent,
fer hann at virka fyri, at
sendistovan ikki fær heitið
sum sendestova, men sum
umboðsstova, og tá er einki
til hindurs fyri at brúka før
oyska flaggið.
Skaðiligt at flagga við Dannebrog
í Reykjavík
Poul Michelsen, løgtingsmaður, er beinleiðis firtin yvir, at Dannebrog skal veitra yvir eini
nýggjari, føroyskari sendistovu í Reykjavík, ið letur upp seinni í ár. Tí leggur hann uppskot fyri
Løgtingið, sum hevur til endamáls at áleggja løgmanni at brúka føroyska flaggið
Uppsagnir í lagi
Sjónvarp Føroya bar seg rætt at, tá stovnurin gjørdi av
at siga vaskikonum úr starvi í fjør, tí vaskingin skuldi
latast einari privatari fyritøku. Vaskikonurnar vóru
limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og felagið kærdi
málið til Løgtingsins Umboðsmann og vísti millum
annað á vantandi partshoyringar. Men Løgtingsins
Umboðsmaður gevur ikki felagnum viðhald, men
sigur tó, at mentamálaráðið kundi kunna borið skjótari
at við at kunna partarnar.
Kvotan liðug
Í seinastuni hava gøtuskipini Finnur Fríði og Saksaberg verið
í íslendskum sjógvi og fiskað lodnu. Finnur Fríði hevur
egna kvotu, men Saksaberg hevur fiskað av kvotunum hjá
Tróndi í Gøtu og Jupiter. Nú eru skipini liðug við kvoturnar
og eru tí givin. Fiskiskapurin hevur verið góður. Eitt nú
landaði Saksaberg fimm ferðir eftir fimm døgum. Finnur
Fríði fer nú á svartkjaft, meðan tað er óvist, hvat Saksaberg
fer at gera nú.
Sendiharrin hjá
Kanada í Danmark,
Frederica Gregory,
kom til Føroya í
gjárkvøldið. Umframt
Tinganes vitjar
sendiharrin ymsar
stovnar í Føroyum
Vitjan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Eitt av høvuðsmálunum,
sum Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, skal tosa við
kanadiska sendiharran í
Keypmannahavn, Frederica
Gregory, sum kom til Før
oya í gjár, er málið um kan
adisku havnirnar, ið eru
stongdar fyri føroyskum
fiskiskipum. Harafturat er
rækjufiskiskapurin í NAFO-
økinum á skránni.
Onnur evni, ið løgmaður
og sendiharrin fara at tosa
um á felags fundinum, verða
millum annað einskiljing,
altjóðagerð og møguleikar
fyri øktum samstarvi millum
Føroyar og Kanada.
Eftir fundin við løgmann,
fer Fredericka Gregory
at hitta Bjarna Djurholm,
landsstýrismann í Vinnu
málum og Bjørn Kalsø,
landsstýrismann í fiski
vinnumálum. Sendiharrin
fer eisini at vitja ymiskar
stovnar. Millum annað
Fróðskaparsetrið, Norð
urlandahúsið, Altjóða skriv
stovuna fyri útbúgvingar,
Listaskálan, Ríkisumboðið
og 8. flokk á Venjingar
skúlanum.
Hetta er aðru ferð, at
kanadiski sendiharrin vitjar
í Føroyum. Fyrstu ferð var
fyri tveimum árum síðani,
tá Frederica Gregory kom
fyri at kunna seg um føroysk
viðurskifti.
Kanadiskur sendiharri vitjar
Fredericia Gregory kom í gjár á 3-daga vitjan í Føroyum, har
kanadiski sendiharrin í Danmark, umframt løgmann, Jóannes
Eidesgaard og tveir landsstýrismenn, vitjar ymsar stovnar
Mynd: Google.com