hósdagur 1. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 43 - 1. mars 2007
»Alt ber til í politikki« - og »munur er á politikki
og jura«. Hetta hevur løgmaður so ofta júkað. Tað
er bara ein spurningur um at duga at samráða seg
til røttu loysnina, sigur hann.
Hesa grundgeving hevur løgmaður so ofta nýtt,
tá talað hevur verið um, hvussu ríkisrættarligu
viðurskiftini kunnu bendast rætta vegin, uttan tó
at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum.
Júst hesa grundgeving átti løgmaður nú eisini at nýtt
í sambandi við, hvørt sendistova Føroya í Íslandi
skal flagga føroyskt ella danskt. Hetta hevur í roynd
og veru einki við ríkisrættarligu tvístøðu okkara at
gera, tí vit flagga øll føroyskt, alt frá konservativum
sambandsfólki til víðgongd loysingarfólk.
Tað var so hugaligt at frætta, at íslendska sendistovan
skal hava til húsa í søguligu Fútastovu í Havn, sum
osar av søgu. Húsini hava hýst donskum embætis
verki og frægum handilsvirkjum. Her var Nólsoyar
Páll mangan á gátt hjá fútanum - eisini ta ferðina,
hann jagstraði Brillumannin burtur. Seinni hevur
V. U. Hammershaimb - sum bjargaði okkum málið
- gingið inn á gólvið hjá abbanum og navnanum,
Hammershaimb fúta, tí lítli Hammershaimb vaks
upp hinumegin Gongina. Gamla kistan av kamfer
træ er eisini úr umhvørvinum í Gongini, eins og
Áarstovubrøðurnir báðir, ið á hvør sín hátt hava
havt so stóran týdning fyri mentan og samleika
okkara.
Jú víst eru kenslur uppií, tá vit tosa um flaggið. Illa
var. Men at geva okkum undir Danabrók, bara tí at
onkur í danska embætisverkinum sigur, at soleiðis
má tað vera, tað eiga føroyingar ikki at gera - í
øllum førum ikki í Íslandi!
So løgmaður hevur eitt at gera, tá sendistova okkara
letur upp í Reykjavík, og tað er at vinda Merkið í
húnarhátt. So kann Danabrók nýtast sum broðflagg
á onkrari kommodu inni á skrivstovuni.
Danir eru valla so lítið at sær komnir, at teir fara at
nokta okkum hetta - og hetta er í veruleikanum ikki
eitt stríð um ríkisrættarstøðu okkara, tí hon er tað
hon er - og harvið er flaggið okkara tjóðarmerki.
- Og harra løgmaður, tað er munur á politikki
og jura. Og minst til, harra løgmaður, alt ber til í
politikki - tað er bara at duga at samráða seg fram
til røttu loysnina!
Sosialurin
Merkið í húnarhátt
- harra løgmaður
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Um vit skulu menna alt land
ið, sum eigur at vera enda
málið hjá valdu umboðum
á løgtingi, so er eisini neyð
ugt at vit tryggja, at tey
førleikakrevjandi størvini
verða sett á stovn kring
landið og kanska í nógv
størri mun á økjum, har
vit vita, at afturgongd er í
fólkatalinum, júst orsakað
av at tær ungu familjurnar
ikki koma heimaftur, tí
førleikakrevjandi arbeiðs
pláss vænta í økinum haðani
tey eru frá.
Eitt av hesum arbeiðs
plássum er samgongan nú
vorðin samd um at flyta til
Suðuroyar , nevniliga Strand
ferðsluna, og tað meti eg
vera skilagott, tí hvat er
meira natúrligt enn at leggja
umsitingina partvís umborð
á Smyril og partvís í landið
í Suðri.
Tey skip hjá SSL sum
krevja mest umsiting eru
Smyril og Teistin, og er
ongin ivi um, at um ikki
tey starvsfólk sum í dag
manna stovnin eru áhugað at
starvast í Suðri , so hava vit
kvalifiserað fólk í økinum,
sum kunnu taka uppgávurnar
á seg.
Tað er sjálvandi umráðandi
at hugsa rationelt í hesum
sambandið og tí eigur eisini
at verða miðað fram ímóti
at leggja tær uppgávur, sum
kunnu røkjast umborð á t.d.
Smyrli, har, og ikki í landi.
Vit eiga at praktisera økis
menningina í nógv størri
mun. Hetta er so ein byrjan,
og vóni eg at samgongan
áhaldandi fer at menna tey
øki í útjaðaranum, sum
hava lív lagað, við at skapa
karmar:
• fyri vinnuna so hon virkar
eins væl í útjaðaranum og á
meginøkinum
• við nýggjum stovnum og
førleikakrevjandi størvum
• við fjølbroyttum útbúgv
ingarmøguleikum so unga
fólkið ikki noyðist at flyta
úr økinum.
Sum framhald av grein sum
undirritaði fyri stuttum
skrivaði um yvirupphitan
og útjaðaran og
áhugaverdari greinarøð
sum Jógvan við Keldu hevur
havt um útjaðaran og onnur
viðkomandi samfelagsviður
skifti, fara tingmenn at heita
á løgmann um at leggja
nógv størri orku í at kanna
hvørji størv kunnu etablerast
í útjaðaranum og hvørjir
nýggir stovnar eiga at verða
lagdir har, fyri at menna og
stabiliserað økini.
Vit eiga at leggja nýggjar stovnar og
førleikakrevjandi arbeiðspláss út um landið
løgtingsmaður
Johan Dahl
Eg havi ta seinastu tíðina
sæð í bløðunum greinarnar
hjá Hans A. Sølvará og aft
ursvarini hjá Richard Daniel
sen um hvat er rætt og hvat
ikki er rætt í bíbliuni.
Hetta hevur verið áhuga
vert, um einum dámar orð
adrátt, og um einum dámar
dramatikk í skriftstøðum,
og kanska serliga um einum
dámar stríð.
Eg skilji tó ikki, hví tað
skal vera so neyðugt við
vísindaligum prógvum fyri
trúgv. Er talan um trúgv, um
trúgvin skal prógvast?
Onkuntíð havi eg hug at
siga, at eg trúgvi slett ikki
upp á Jesu Kristus. Hann
er eitt faktum í mínum lívi,
sjónligur á øllum økjum,
er sjálvur samanhangurin í
mínum lívi, so her er slett
ikki talan um trúgv, men
reinan veruleika ella fulla
vissu. Eg havi ikki tørv á
eini vísindaligari prógvaðari
halgubók fyri at trúgva. Og
var haldabók vísundaliga
prógvað øll sum hon var,
so var heldur ikki neyðugt
at trúgva.
Paulus tosar um vón og
fulla vissu um tað sum ikki
sæst í samband við trúgv.
Heimurin er ikki objektiv
ur. Tað finnast eins nógvar
útgávur av heiminum sum
fólk eru á jørðini. Bíblian er
heldur ikki objektiv. Hon er
soleiðis sum tann einstaki
lesir hana.
Eitt menniskja við tung
lyndi, depressión, sær heim
in gráan og sorgtungan.
Um hetta sama menniskja
ein dag fær heilsubót, antin
gjøgnum sína trúgv ella
hjálpt av læknum, so broytist
hesin sami grái ella svarti
heimurin og gerst ljósur og
gleðiskendur. Hetta sama
menniskja hevur nú uppliva
tveir heimar, ein gráan og
ein ljósan. Um halgabók
varð lisin í tí gráa lívinum,
hevði hon tikið seg ørvísi
út, enn um hon varð lisin í tí
ljósa livinum. Bíblian tekur
seg eisini ymiskt út, um hon
verður lisin við fáum lívs
royndum ella livaðum lívi,
ella um hon verður lisin av
einum við nógvum livaðum
lívi.
Kanska eru hesar reglur
eitt ískoyti til, at tað hevur
ongan týdning í samband við
trúgv á okkara trýeinda Gud,
um skriftstøðini standa vís
indaligt mát ella ikki.
Trúgv og fakta
Jústinus
eidesgaard