hósdagur 1. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2007
11
tíðindi
- Hevur umboðið rætta og
holla stuðulin úr Føroya
Landsstýri og bert ta tign
ina, og verður tað brúkt
av landsumsitingini í
størri mun enn eitt nú
fyrri umboðsmaðurin í
Keypmannahavn, kann
tað vera føroyskari vinnu
til almikið gagn. Hægri
tign kann tvørtur ímóti
gerast meinbogin og forð
ingin fyri virksemi
hansara fyri føroyska
vinnu, sigur Kjartan
Kristiansen í sambandi
við kjakið um sendistovu
Føroya í Íslandi
Kjartan Kristiansen
Føroyar hava 3 sendistovur úti í
heimi; í Brússel, í London (fyri
UK og Írland) og í Keypmanna
havn.
Sendistovurnar í Brússel
og London halda til á
donsku sendistovunum á
staðnum, meðan sendistovan
í Keypmannahavn heldur til
á Norðurbryggjuni, har eisini
Íslendska sendistovan hevur
valt at verða. Eisini Grønlands
Repræsentation i København er
flutt oman á Norðurbryggjuna.
Fyrr hevur Føroysk
Umboðsstova verið í Aberdeen,
til Sofus Poulsen, umboðsmaður
Føroya í Bretlandi, legði frá sær
fyri aldur. Tá varð so sendistova
í Bretlandi sett á stovn og í
London.
Áðrenn sendistovan varð
stovnsett í Keypmannahavn,
høvdu vit sum Grønlendingar
Færøernes Repræsentation
aðra staðir í býnum. Hon røkti
ymisk føroysk áhugamál í
Danmark, m. a. ikki minst at
upp lýsa um føroysk viðurskifti.
(Samskiftið millum danskar
og føroyskar myndugleikar
gekk tó at kalla alt uttan um
Færøernes Repræsentation,
men hølini vórðu nógv nýtt av
Føroya landsstýri og umboðum
fyri føroyskar myndugleikar,
tá álvarsligar samráðingar fóru
fram millum danir og føroyingar
í áttati og nítiárunum.)
Umboðsmenn í
Bretlandi og Íslandi
Umboðsstova Føroya í
Aberdeen varð sett á stovn undir
og eftir seinna veraldarbardaga
í sambandi við eitt nú áheitan
26. september 1943 frá Føroya
Arbeiðarafelag um at fáa sett
ein føroyskan umboðsmann
í Íslandi, ið kundi verið
Føroyingum til stóra hjálp, bæði
hvat viðvíkir arbeiðarum á landi
og sjómonnum okkara.
Onnur orsøk var upp skot 30.
september s. á. um sendinevnd
at tingast við bretska stýrið um
innflytingarviðurskifti (kvota)
fyri okkara exportvørur og
onnur tørvandi vinnumál.
Í desember 1943 heimilaði
løgtingið landsnevndini eftir
samráðingar við vinnufeløg
her í Føroyum at taka avgerð í
hesum málum, og at nýta tann
pening, sum tørvur er á, at fáa
tey framd.
24. juli 1944 verður so við
kunngerð settur grunnur á stovn
undir landsnevndini, ið skal
greiða kostnaðin av at senda
umboðsmenn fyri vinnulívið
til Íslands og Brettlands.
Grunnurin varð fíggjaður við
gjøldum frá øllum landingum
av ísfiski í Bretlandi (yvirhøvur
við 112 sterlingpundum fyri
hvørja landing).
Um ársskiftið 1946/47 varð
kostnaðurin av hesum báðum
umboðsfólkunum gjørdur upp .
Umboðsmaður var eftir hesum
at døma bert hálvt annað ár í
Íslandi, frá 15. juni 1944 til 15.
desember 1945.
Harafturímóti byrjaði
umboðsmaðurin í Bretlandi
seinni, 21. juni 1945, men helt
so á, í broyttum líki, til Sofus
Poulsen fór frá. Inntøkurnar av
frammanfyri nevndu gjøldum
vóru eftir tí upp lýsta nóg
stórar til at bera útreiðslurnar
av umboðsmonnum, útflutn
ingsnevndini og sendimonnum
til Bretlands og Íslands fram til
endan av 1946.
Í staðin fyri, at
umboðsmaðurin í Bretlandi
kom at sita í London, sum eisini
var frammi, kom hann at vera
í Aberdeen, til mikið gagn fyri
føroyska vinnu, og sjálvt um
Oddmar Skarðhamar longu
við heimastýrislógini varð
settur sum diplomatur undir
donsku sendistovuni í London
(Sofus Poulsen frá 1. februar
1980), varð umboðsstovan
rikin beinleiðis undir Føroya
landsstýri og flaggaði við
føroyskum flaggi burtur av.
At vinnan hevði størri
trupulleikar við fiskasølu og
kvotum í Onglandi og ikki stór
vegis vinnuligar trupulleikar
í Íslandi eftir krígslok, mundi
vera orsøkin til, at umboðs
maðurin í Íslandi gavst í 1945.
Sendistova í Íslandi
At føroyingar seinni, eitt nú í
fimti-árunum, og enntá í dag
kenna trupulleikar í vinnu
ligari samvinnu við Ísland,
hevur tó ikki ført til, at setan
av umboðsmanni Føroya
har er komið upp á tal. Í alra
flestu førum hava mongu
Føroyavinirnir í Íslandi, mongu
føroyingarnir har og tað stóra
netverk og samstarv, sum
hevur verið millum Føroyar og
Ísland, gjørt hesar trupulleikar
og forðingar til at liva við. Tað
skerst heldur ikki
burtur, at vit
hava stóra
góðvild í
Íslandi.
Tá Føroya
landsstýri
eykaði
uppskotið
til fíggj
arløgtingslóg fyri 2007 við
uppskoti um at seta føroyska
sendistovu á stovn í Íslandi,
varð víst á, hvussu henda kann
hjálpa føroyska vinnulívinum
og føroysku almennu skipanini
á staðnum.
Hvønn týdning ein føroysk
sendistova í Íslandi kann hjálpa
føroysku almennu skipanini á
staðnum, og hvat hetta virksemi
ítøkiliga skal verða, er ringt hjá
okkum uttanfyri at duga at meta
um.
Men ongin ivi er um, at
mong mál kunnu verða greidd
og fyrireikað við umboði
fyri føroyskar myndugleikar
í Íslandi. Treytin fyri hepni í
slíkum virksemi er kortini fyrst
og fremst, at umboðið verður
virt og stuðlað úr Føroyum og
av føroyskum myndugleikum.
At tað eisini skal verða virt av
íslendskum myndugleikum er
óneyðugt at nevna.
Upp gávan at hjálpa føroyska
vinnulívinum á staðnum er í
hvussu so er stór og átrokandi,
eitt nú at tryggja, at stirvnið í
íslendsku almennu skipanini
at broyta hugburð í mun
til ætlanirnar í Hoyvíkssátt
málanum, og at gera myndug
leikunum heima og í Íslandi vart
við forðingar og skipanir, ið ikki
eru í samsvari við ætlanirnar um
víðkaða heimamarknað okkara
og íslendinga.
Tá alt hetta er sagt, stendur
eftir spurningurin um, hvønn
týdning tað fær fyri virðingina
av føroyskum umboðsmanni
í Íslandi, um hann/hon hevur
diplomatiskan status og flaggar
við donskum flaggi. Talan er í
hesum viðfangi ikki um, hvat vit
í Føroyum halda, men hvussu
hetta verður fatað í Íslandi og í
íslendska vinnulívinum.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at ein føroyskur
umboðsmaður í Íslandi,
sum fer at flagga út
við donskum flaggi, tí
hetta krevst fyri at fáa
diplomatstatus, fær ein
stak trupla byrjan. Hann
ella hon skal í langa tíð
bróta niður ta gáttina, at
hann kemur sum danskt/
føroyskt umboð og ikki
sum føroyska umboðið.
Hann/hon kann ikki
byggja sítt virksemi upp
á ta góðvild, sum er í
Íslandi fyri Føroyum,
tí hon er ikki til við tí
signali, sum verður
givið um, at hetta er
ikki føroyskt umboð
men danskt/føroyskt.
Hevur umboðið
hinvegin rætta og
holla stuðulin úr
Føroya landsstýri og
bert ta tignina, og
verður tað brúkt av
landsumsitingini í
størri mun enn eitt
nú fyrri umboðs
maðurin í Keyp
mannahavn, kann
tað vera føroyskari
vinnu til almikið
gagn. Hægri tign
kann tvørtur ímóti
gerast meinbogin
og forðingin fyri virksemi
hansara/hennara fyri føroyska
vinnu.
Sendistovur
Góði Páll á Reynatúgvu!
Fáur hevur so ofta eftirlýst
professionalismu í almennu
miðlunum, sum tú.
Tí eru vit uttan iva í
prinsipp inum samdir um, at
útvarpið ikki átti at gjørt tað
til tíðindi, tá ein politikari
boðar frá, at hann hugsar
um, hvørt hann skal stilla
upp aftur ella ei.
Tí slíkt er einans ein
roynd hjá politikaranum
at fáa umrøðu. At gera seg
interessantan. Og so aftur
gera seg interessantan, tá
hann seinni boðar frá, at
hann stillar upp kortini.
Her er jú einki innihald
– uttan politikarin sjálvur.
Hetta er politiskt gykl, sum
einans gagnar honum ella
henni, sum setir seg sjálvan
í fokus. Og tað skal útvarpið
ikki lata seg brúka til.
Tað var hetta eg skrivaði um
í bløðunum fríggjadagin.
Og eg rokni við, at vit eru
púra samdir um tað.
Altso í prinsipp inum.
Problemið er helst, at
politikarin í døminum
eg nevndi, var Páll á
Reynatúgvu.
Og tá broytast tingini,
skilst.
Tú svarar mær týsdagin
– men tú, sum so ofta hevur
at útvarpinum, hevur einki
at seta fingurin á í hesum
máli. Og teg sjálvan lýsir tú
við hesum orðum: ”Tað eru
fyrst og fremst sál, vilji, og
álit, sum eru avgerandi tættir
í politikki, sambært mínari
sannføring, og í minni mun
”spin”, gykl og sleiskni fyri
øðrum.”
Tað er gott at hava hesa
sannføring. Tú fylgir henni
uttan iva fyri tað mesta.
Men var tað hon, sum ráddi
í hesum lítla máli? Ella
snávaði tú, og lat “spin,
gykl og sleiskni fyri øðrum”
stýra tær eina veika løtu?
Førdi tú politikk? Var nakað
innihald? Ella royndi tú bara
at fáa umrøðu?
Annars eru í tínum svari
fleiri gitingar og illgitingar
um meg.
Tað er upp til tín. Men tað
er heldur ikki ein stílur, sum
hóskar so øgiliga væl til tey
lýsingarorð, tú nýtir um teg
sjálvan.
Nú var hetta eitt evarska
lítið mál. Í størri málum
mást tú halda teg til tað, tú
rópar tína ”sannføring”.
Sál, vilji, og álit – ella spin, gykl og sleiskni?
Sjúrður
Skaale
Feigdardagur í Suðuroy
13. februar 2007
Suðuroyggin er øll í sorg
úr Beinisvørði í Eystan Borg,
í hjálparloysi vit gráta.
Hetta, ið hendi hesum brønum,
verður altíð okkum ein gáta.
Eygagóð og sálarglað
tey fóru at spæla henda dag -
óttaðust ongan vanda.
Vit duga ikki á sorg at seta orð,
tí hjálparleys vit standa.
Suðuroyggin er øll í sorg
úr Beinisvørði í Eystan Borg
Levi