Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 43 - 1. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 2. mars. Simplicius. Pávi frá 468. Deyður ár 483. Í vikuni handaði leiðarin á KT-deplinum, Regin Ellings­gaard, 17 lærarum KT-kort á Tekniska Skúla í Klaksvík. Útbúgvingin „KT-kort Miðnámss kúlans“, sum byrjaði á heysti 2005, hevur til endamáls at geva lærarum førleika til nýtslu av KT í undirvísingini. Í hesum tíðarskeiðnum hava luttakararnir við tilknýti til vegleiðarar arbeitt við náms­ frøðiligum KT-verkætlanum. Á skúlanum eru tey fegin um hetta skeið, tí tað mennir undirvísingarførleika inn­ an KT, sum í dag er ein neyðugur hentleiki í yrkis- og miðnámss kúlanum. Tekniski skúli í Klaksvík: KT-kort Miðnámsskúlans handað Lærarar sum fingu ”KT-kort Miðnámsskúlans”, f.v.: Andras Samson Biskopstø, René Jensen, Hans Jacob á Kósini, Jørgin Vágslíð, Bjørn Kastalag, Sjúrður Sólstein, Arthur Abrahamsen, John Erik Hansen, Hanna Ziskason Hansen, Heini Heinesen, Heidi Gregersen, Atli Feilberg Hansen, Karin Kirke Petersen, Jógvan Linklett, Eyðgunn Samuelsen og Eyolv Joensen. Johnny Klein Olsen vantar á myndini Tilhaldið føðingar- dag Á Grækarismess u 12. mars 2007 verður Til­hald­ ið í Tórsgøtu 9 ár. Samstundis verður nýumvalda 1. hædd í húsinum tikin í nýtlsu. Eldraráðið hevur eisini móttøku í sínum høli á 1. hædd Skráin verður hendan. Eftir at Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum, hevur boðið øllum at vera vælkomin, verður felagss angur við Knút Olsen við flyglið. Gestarøðari verð­ur Jógvan Ósá, løgreglu­mað­ ur. Eisini verður drekka og lagkøka. Føðingardagurin verð­ ur hildin mánadagin 12. mars frá kl. 14.00 – 16.30 Opið hús fyri almenn­ inginum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyingar í Dan­ mark fáa vitjan av enskum føroyavini, tað er Don Hinch­ cliffe, sum vitjar føroy­ ingar har í døgunum 2. – 12. mars. Don er føddur og uppvaksin í býnum Sheffield í Ong­ landi, sum liggur einar 40 km. í ein sunnan- eystan úr Manchester. Don hevur nógvar vinir og kenningar í Føroyum, sum hann hevur fingið ígjøgnum sínar mongu vitjanir her. Hann vitjaði í Føroyum á hvørjum ári ígjøgnum øll sekstiárini. Seinastu mongu árini hava vitjaninar tó ikki verið so nógvar sum fyrr, men nakrar hava tær kortini verið, t.d. var hann í Føroyum bæði í fjørð og árið fyri, tá hann vitjaði fleiri samkomur. Tað var undir vitjanini í fjør, at undirritaði bjóð­aði honum at koma til Dan­mark­ ar í mars mánað. Hann hevur ikki vitjað nógv í Dan­mark, og tí hevur hann verið sera spentur til hesa vitjan, sum tó ikki verður millum danskarar, men millum før­oyskar útisetar, sum hann gleðir seg til at sleppa at møta. Hansara fyrsta samband við føroyingar og Føroyar, var á bíbliuskúlanum Moor­ lands Bible College í Suður Onglandi. Har var hann les­ andi saman við Brynleifi Han­sen, sála, og Zacharias Zachariass en frá 1959 til 1961, og tað var Zacharias, sum bjóðaði skúlafelaga sín­um við til Føroyar á fyrsta sinni í 1961. Don hevur síðani tá havt nógvar trú­fastar vinir í Føroyum. Eini hjún, sum Don minnist við serligum takksemi er tónleikasmiðjurin Jens Gutte­sen, sáli, og kona hansara Pavla, sála. Tey bæði, tosar Don mangan um við nógvum góðum og ríkum minnum. Hann búði sum oftast hjá teimum í hugna­liga heimi teirra í Torfinsgøtu 19 í Havn, tá hann vitjaði í Føroyum. Í 1984 stovnaði hann, sam­an við øðrum, ein bíbliu­ skúla í býnum Malton, sum liggur tætt við kenda býin York. Skúlin fekk navnið St.Andrew´s. Don var leiðari á skúlanum inntil avgerð varð tikin at steingja skúlan uml. 12 ár seinni. Nógvir føroyingar hava lisið á St.Andrew´s og hava verið sera glaðir fyri tíðina har. Don hevur virkað sum ferð­andi evangelistur og bíbliu­lærari um alt Stóra Bretland í úti við fimti ár. Hann ferðast eisini nógv í øðrum londum. Hann talar ikki einans fyri vaksnum, men hann er eisini ein frá­ líkur barnaevangelistur. Hann hevði nógv barnamøtir í Føroyum tey fyrstu árini, hann vitjaði her, og hann dugdi serliga væl at koma í samband við børnini. Hann plagdi at siga við tey, at ”tá tit nú fara heim, so skulu tit biðja mammu tykkara vísa tykkum ein borðknív, tí tað er heilt vist, at tað stendur á knívinum: ”Made in Shef­ field,” og rætt var, tí øll høvdu kannað borðknívarnar heima hjá mammu, og har stóð so sanniliga Sheffield, og tá so børnini møttu upp dagin eftir til barnamøti, so segði hann teimum, at tað var í hesum býnum í Onglandi hann búði. Tá vitsti hvørt smábarn í brøðrasamkomunum í Før­ oyum hvar borðknívarnir og Don Hinshcliffe komu frá. Don er eyðkendur við einum glaðum og løttum og positivum sinni, og hetta er eisini nakað, sum skýnur ígjøgnum, tá hann talar og undirvísir í Guds orði. Tá ein er saman við honum ella hoyrir og sær hann á talara­stólinum, hugsar ein ikki, at hann er farin um tey sjeyti, men tað er hann, og hóast farin um tey sjeyti kemur hann at ferðast víða í Danmark og tala á nógvum møtum: Kristnastovu, Malta, Odense, Aalborg, Esbjerg, Sønderborg og Vejle. Ferðaætlanin hjá Don Hinch­cliffe sær soleiðis út: Kemur til Keypmannahavnar fríggjadagin 2. mars. har hann talar í Kristnastovu um kvøldið kl.20. Leygar­ morgunin, 3. mars, verður farið úr Keypmannhavn norð­ur til Malta, men ætl­anin er at steðga á í Od­ense, har føroysk stevna er fyri føroyskar útisetar. Stevnan byrjar kl.12.00 á Kratholmskolen, Byghøjvej 27-29 Odense SV. Har kem­ ur Don at hava eitt stutt orð. Undirritaði kundi hugsa sær at heitt á hann at sagt nøkur orð um samkomurnar fyrr og í dag sæð við gestsins eyga. Leygarkvøldið 3. mars verður føroyskt møti í Betaniakirkjuni í Aal­borg kl.19.00 Dag Hammer­ skjøldsgade 2. har Don kemur at tala. Hann kemur at gista á Malta í døgunum 3 – 8 mars. Sunnudagin, 4. mars, kemur hann at tala á báðum møtunum á Malta, á morgunmøtinum kl.11 og á evangeliska møtinum kl.18. Mikukvøldið 7. mars kemur hann at tala á bønar- og uppbyggingarmøtinum á Malta kl.20. Síðani koma vit til viku­ skiftið, 9 – 11 mars, tá vit fara okkara mánaðarliga túr suður á land, og tá verð­ ur Don við okkum til øll møtini: Fríggjakvøldið 9. mars kl.19.30 í Mølle­ parken í Esbjerg, Spangs­ bjerg Møllevej 16 c, leygar­ kvøldið 10. mars kl.19 í Skolehjemmet í Sønder­ borg, Sønderlandevej 28, sunnumorgunin 11. mars kl.10.00 breyðbróting í Sønderborg á somu adress u. Sunnudagin 11. mars kl. 17 er evangeliskur fundur í Vejle, Staldgårdsgade 4 í hølunum hjá frelsunar­her­ inum. Kl.16, ein tíma áðrenn tað evangeliska møtið, er breyðbróting í Vejle á somu adress u. Don kemur at tala á ensk­ um, og tað verður tolkað til føroyskt. Vit bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til øll hesi møtir. Aftaná hvørt møti verður bjóða til ein drekkamunn, har gott høvi altið er til eitt gott og hugnaligt prát. Mána­morg­ unin 12. mars er ferðin í Da­n­mark liðug, og hann ferð aftur til Onglands henda sama morgunin, vón­andi aftaná eina góða og sign­ ing­ar­ríka vitjan í millum føroy­ingar í Danmark. Sigið øðrum frá um hesi møtir, og biðið fyri møtunum. Um onkur vil vita meiri um møtini, kann ein ringja til Malta á tlf. 98944370 ella +298 228314 poul jóhan djurhuus Føroyingar í Danmark: Vitjan av enskum føroyavini Lesið Sosialin Don Hinch­cliffe