hósdagur 1. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2007
13
Tine Hammer, kona Rúna Hammer, andaðist mándagin
26. februar á Århuus Kommune hospital 28 ára gomul.
Jarðarferðin verður leygardagin 3. mars kl. 13.30 frá
Sankt Johannes kirke, Johannes Allé 1, 8000 Århuus C.
Kistan við Kristoffur Svabo Joensen, Argir, fer úr
Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin 2. mars klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju leygardagin 3. mars
kl. 13. Tey ið vilja minnast Kristoffur kunnu lata Argja
kirkju eina peningagávu konta í peningastovnunum.
Ivan Hjelm fer til gravar úr Vágs kirkju fríggjadagin
klokkan 13.
Beata í Dali, fødd Mørkøre, búsitandi í Havn andaðist á
Landssjúkrahusinum 28. februar 86 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinri.
Tórbjørn Thorsen úr Vági andaðist á Suðuroyar Sjúkra
húsi mikudagin 28. februar 64 ára gamal. Kistan fer úr kap
ellinum leygardagin klokkan 17 í Bethel. Jarðarferðin verð
ur úr Bethel sunnudagin kl. 13. Tey ið vilja minnas Tórbjørn
kunnu lata eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabba
meini, konta í Føroya Banka.
Alma Maria Poulsen, Øravík, fødd Rasmussen úr Mið
vági, andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. februar 88 ára
gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggja
dagin 2. mars klokkan 11 til Smyril. Jarðarferðin verður úr
Bønhúsinum í Øravík leygardagin kl. 13.
Anna Blicher Winther, Keypmannahavn - fyrr búsitandi
á Sandi andaðist 26. februar 76 ára gomul. Jarðarferðin
verður leygardagin 3 mars klokkan 13 (donsk tíð) úr
Absalons Kirke. Sønder Boulevard 73. København V.
Árni Hjalgrím Elttør, Klaksvík, vanliga nevndur Gimmi,
andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi Týsdagin 27 februar 73
ára gamal. Bønarhald verður á kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi hósdagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Betesda fríggjadagin klokkan
13:30. Tey, sum vilja minnast Árna Hjalgrím kunnu lata
eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Tann 16. februar vóru 25
ár liðin síðan Sigurfari í
ódnarveðri á Flemish Cap
bjargaði fimm monnum av
M/S Mekhanik Tarasov.
Í einum telduposti frá
stýrimanninum Vyacheslav
Kozhukhov, stílað til skip
aran á Sigurfarinum, Mikkjal
Olsen, verður víst stórt takk
semi yvirfyri manningini
á Sigurfarinum, nú 25 ár
eru liðin síðan lagnutungu
náttina.
Fyri 25 árum síðan:
Sigurfari bjargaði 5 monnum
Myndin er av Sigurðfarinum á vágni í Klaksvík beint eftir heimkomu av langutúrinum í 1982
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Alma Maria Poulsen
Øravík, (f. Rasmussen úr Miðvági)
andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið
27. februar, 88 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin 2. mars kl. 11.00.
Jarðarferðin verður úr Bønhúsinum í Øravík
leygardagin 3. mars kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Anna Elisa, Pauli, Doris, Kirstin, Jórun, Finngerð,
Eyðfinn, Gunvør og Malan
Tey, ið vilja minnast Almu við blómum, kunnu í staðin senda eina
peningagávu til Bønhúsið í Øravík, konta í peningastovnunum.
nøvn
Fríggjakvøldið 2. mars frá kl.
21 – 23 verður aftankvirra í
Havnar Kirkju. Kl. 22 syngur
Katrina Petersen og Ragnar
Olsen spælir gittar, og kl.
22.30 verður andakt við
Marjun Lómaklett, presti.
Ragnar Olsen og Katrina
Petersen undirvísa bæði á
Tórshavnar Musikkskúla.
Ragnar fer at spæla verk
eftir Sor, Llobet og Tarrega,
meðan Katrina kemur at
syngja svenskar andaligar
sangir og bulgarskar fólka
sangir. Tey fara eisini at fram
føra nøkur verk saman.
Ragnar er 34 ára gamal
og skopuningur. Hann er
útbúgvin klassiskur gitt
arspælari og gittarlærari við
diplom-yvirbygningi. Hann
lærdi á konservatoriinum
í Esbjerg og hevur eisini
arbeitt sum gittarpedagogur
í Esbjerg. Síðan 2005 hevur
hann undirvíst á Musikk
skúlanum í Havn.
Katrina Petersen er 33
ár og hálvføroysk, men
hon hevur altíð búð í Keyp
mannahavn.
Mamman
er ættað úr Bø. Katrina
er útbúgvin rútmiskur
sangari og sanglærari við
diplom-yvirbygningi. Hon
lærdi á rytmiska musik
konservatoriinum í Keyp
mannahavn. Hon hevur verið
fastur sangari til aftankvirrur í
Helligåndskirken á Stroynum
í Keypmannahavn. Síðan
september í fjør hevur hon
undirvíst á Musikkskúlanum
í Havn.
Havnar Kirkja:
Ragnar og Katrina luttaka
í aftankvirruni
Ragnar Olsen og Katrina Petersen luttaka við gittarspæli og sangi á aftankvirruni fríggjakvøldið
Mynd: Magnus Gunnarsson