hósdagur 1. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 43 - 1. mars 2007
Ein óvirðilig avgerð
ímóti starvsfólkunum
á Strandferðsluni
Eg trúði ikki, at sovorðið
kundi henda í 2007, har alt
tos snýr seg um visjónir og
framburð. At skrykkja til
verugrundalagið undir 20
starvsfólkum
á
Strand
ferðsluni og familjum teirra,
bara tí tey búgva í Tórshavn,
er langt úti. Hetta, bara tí
landsstýrismaðurin
og
Fólkaflokkurin saman við
samgonguni hava fingið
politiskt forstoppilsi og
vilja hervið tryggja sam
gonguni nakrar atkvøður
til komandi val.
Hví velur Jacob Vester
gaard at gera hetta júst nú,
beint eftir at hann er drigin
ígjøgnum manesjuna við
starvsfólkum á Matrikkul
stovuni? Tey blivu eisini
viðgjørd á ein sera ófanta
ligan og ikki minst ópro
fessinoellan hátt, har lands
stýrismaðurin royndi at
skáka sær undan ábyrgdini
við at siga, at tað er stjórin
á Matrikkulstovuni, ið setir
og loysir fólk úr starvi. Mín
spurningur
til
lands
stýrismannin vildi verið,
hvør setir og loysir stjóran
á
Matrikkulstovuni
úr
starvi?
Tað vísir seg at hetta
landstýrið slett ikki virðir
ávísar fakbólkar, nevnliga
limirnir hjá Starvsmanna
felagnum, sum ferð eftir
ferð verða rendir yvir enda
av
landsstýrinum.
Tað
verður lovað teimum, at
tey skulu verða tikin við, tá
bygnaðarbroytingum fara
fram á almennum stovnum
– men bara ikki í Tórs
havn!
Hetta kann prógvast, tí
hvørki leiðslurnar á al
mennum stovnum ella av
varðandi landsstýrismenn
virða hetta nakað sum
helst, tá talan er um starvs
fólk, sum búgva í miðstað
arøkinum, tey verða rætt
og slatt ikki vird og viðfarin
har
eftir.
Ótryggleikin
valdar nú um dagarnar á
almennum arbeiðsplássum
í miðstaðarøkinum, nú poli
tikararnir (les: samgongan)
gera kollektivar samtyktir
og skrykkja livibreyðið og
tilverugrundalagið undan
hesum starvsfólkum og
familjum teirra.
Strandferðslan
hevur
ment seg frá degi til dags
hesu síðstu árini. Við ung
um og dugnaligum stjórum,
saman við góðum og trú
føstum starvsfólkum, er
tað eydnast at hækka tæn
astustigið og menna stovn
in munandi. Hetta er so
takkarlønin, tey fáa aftur
fyri at hava arbeitt hjá ein
um almennun stovni, sum
liggur í miðstaðarøkinum.
Um rætt var atborið,
skuldi
samgongan
havt
boðað frá, at frá 2012 skal
umsitingin
hjá
Strand
ferðsluni suður til Tvøroyr
ar, og landsstýrismaðurin
skuldi sjálvsagt tillagað
stovnin og starvsfólkini til
ta broytingina. Við hesum
hevði landsstýrismaðurin
víst virðing fyri starvs
fólkinum og stovninum.
Hesin mátin, ið nú verður
brúktur, minnir ikki sørt
um primitivar revolvara
loysnir.
Fólkaflokkurin
hevur
sett Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin í skák og
mát í samgonguni, tí nú
hevur Fólkaflokkurin sett
alt inn fyri at skora at
kvøður til flokkin, meðan
summir flokkar blíva við
at gera politisk mistøk í
ríkiligt mát. Ofrini fyri
hesum
spælinum
eru
Strandferðslan og tey, sum
har starvast, og tað kann
bara átalast, tí soleiðis ber
snøgt sagt ikki til at fara
við fólki!
viðmerkingar
Annfinn Brekkstein
Borgarstjórin í Havn
viðmælir at flyta arbeiðs
pláss úr høvuðsstaðnum
Trúði, at eg sá yvir meg, tá
eg las á Portalinum, at
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, tók undir við
hesum máli. Eitt er, vit
ongan góðan eiga í løg
tinginum fyri Suðurstreym,
men tá borgarstjórin í Havn
blandar seg í tann bólkin,
haldi eg, at fólk áttu at tala
at.
Kanska flyta øll almenn
arbeiðspláss úr Havnini, og
øll onnur flyta í mentarn
arlig pakkhús.
Kristin Michelsen, borg
arstjóri á Tvøroyri, heldur,
at betri livilíkindi eru á
Tvøroyri heldur enn her og
nevnir
barnansing
og
skúla. Hann átti at komið
til Havnar at kunna seg
meira, tí Havnin er eitt
ljósár framman fyri Tvør
oyri á øllum økjum. Borg
arin krevur meira í dag enn
bara eitt arbeiðspláss. At tit
ikki klára at semjast um at
leggja oynna saman í eina
kommunu og harvið fáa
betri møguleikar á øllum
økjum, haldi eg sigur nokk
um tykkum har suðuri.
Annars haldi, eg lands
stýrismaðurin Jacob Vester
gaard er langt úti í hesum
máli. Haldi, at man átti at
kravt mannin frá beinan
vegin.
Tíðin er kanska komin at
stovna ein Havnarflokk á
tingi, bara við einum enda
máli:
At verja áhugamál í Suð
urstreymi.
Býráðslimur, Tórshavn
Sjúrður
Olsen
Eftir aðalfundin hin 24 februar 2007
hevur nevndin í Føroya Pedagogfelag, í
dag 28. februar, skipað seg av nýggjum
soleiðis:
Jarvin F. Hansen, valdur formaður
Maud Wang. Hansen, næstformaður
Jógvan Philbrow, skrivari
Sigga Óladóttir. Joensen, kassameistari
Anja Egholm, nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
Karl Martin Samuelsen
Jórun Ennistíg
Joan Heinesen
Nýggja nevndin fer nú til verka at
fyrireika seg til m.a. 25 ára hald felagsins
1. juni og komandi sáttmálasamráðingar.
Føroya Pedagogfelag
Pedagogfelagið havt aðalfund
Spurningur til Karstin Hansen
- núverandi tingmann fyri
Miðflokkin, valdur inn á ting fyri
Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum
Nú fleiri tingfólk ganga so
høgt uppí at taka støðu fyri
ella ímoti etiskum spurn
ingum, har tey vísa til
teirra sannføring til hesar
etisku spurningarnar, og tí
mugu handla eftir síni
innastu sannføring, vil eg
seta Karstini Hansen ting
manni ein einfaldan spurn
ing um etikk.
Her síggja vit burtur frá
stýrisskipanarlógini,
og
hugsa bert um tann etiska
spurningin.
Er tað etiskt rætt, at ein
persónur, valdur inn á ting
við 1/3 av atkvøðunum fyri
ein flokk í einum valdømi,
kann halda fram í tinginum
umboðandi hetta valdømi,
tá hann í tingtíðini er farin
úr flokkinum í annan flokk,
og tileinkisgjørt hinar 2/3
av atkvøðunum til flokkin,
sum vórðu ein fortreyt fyri
at hann kom inn á ting.
Til
hetta
kann
bert
svarast ja ella nei.
1. Um svarið er ja, so vita
vit hvørja hugsan Kartin
Hansen, og harvið mið
flokkurin hevur til ein
slíkan etiskan spurning.
2. Um svarið er nei, so
letur Karstin Hansen ting
sessin frá sær til næsta
mann á listanum, tí hetta er
tað sum er hent, við tað at
hann hevur skift flokk á
tingi; og Karstin sigur, at
hann altíð fer at handla
eftir síni etisku sannfør
ing.
3. Um Karstin Hansen
ikki svarar spurninginum,
so vil hann sum tingmaður
ikki yvirfyri almenningi
num siga hvørja støðu hann
hevur til henda etiska spur
ningin.
Svarið kann tá bert leið
ast útfrá, um Karstin Han
sen verður sitandi sum ting
maður skeiðið út ella ikki.
Karstin Hansen er væl
komin at svara aftur í
teimum fjølmiðlum, har
spurningurin er settur.
Jógvan Ravnsfjall, Klaksv.
Fundur í Krabbameinsfelagið
Kom á tal við Almannastovuna
Føroya Felag móti Krabba
meini skipar fyri almenn
um fundi týskvøldið 14.
mars 2007 kl. 19 í hølunum
hjá felagnum á Grønlands
vegi 58, Tórshavn.
Á fundinum fara Eyðvør
Mortensen og Maria Jacob
sen, frá Almannastovuni,
at
greiða
frá,
hvussu
mannagongdin er, tá ið tú
sendir
Almannastovuni
umsókn og til tú fært svar
haðani.
Tú fært at vita, hvørjar
leiðreglur málsviðgerðarnir
hava at ganga eftir; tú kanst
eisini fáa svar upp á
ítøkiligar spurningar, men
á hesum fundinum fara
málsviðgerðarnir ikki í
einstøk ítøkilig mál og
kunnu tí ikki svara per
sónligum spurningum.
Tú fært høvi at seta
spurningar á fundinum,
men tú ert eisini vælkomin
at skriva ella ringja spur
ningar inn fyri fundin.
Gert tú tað, kanst tú
verða vís ella vísur í, at tíni
ivamál ella trupulleikar
verða lýstir og tínir spurn
ingar svaraðir.
Orðstýrari verður sosial
ráðgevin
hjá
felagnum,
Karen Heinsen, sum eisini
kann svara tínum iva
spurningum áðrenn fund
in.
Øll eru vælkomin!