Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 43 - 1. mars 2007 tíðindi Somu ljóð, nýtt úttrykk Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey er komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus, ið mánadagin gevur sína aðru fløgu sum einstaklingur út. Samrøða Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mánadagin kemur onnur fløgan hjá Rasmusi Rasmussen sum ein­ stak­lin­gi út. Fløgan Edelweiss er in­stru­men­tal fløga, við tónleiki, ið best kann lýsast meditativur. Tón­leikurin liggur langt frá rokk­ bólk­in­um Makrel, har Rasmus áður hevur verið drívmegi, gittar­ leik­ari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Ras­mu­ si, Implossive, ið kom út í 2003. Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta git­tar­leikara í Føroyum, og prát­ aðu við hann um nýggju fløg­una. Fløgan hendi bara Rasmus greiðir frá, at lopið í tón­ leik­a­stí­li, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent. - Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Mak­rel. Hesaferð arbeiddi eg an­nar­leið­is enn eg plagi. Eg pla­gi at byrja við gittara, men nú tók eg rútmir niður av in­ter­net­in­um. Eg byrjaði at klippa tær sam­an og pasta, leggja delay á og re­verb, síðan jammaði eg aftur­við groovinum. Soleiðis havi eg ikki arbeitt fyrr. Við at arbeiða við rútmum kemur okkurt annað fram, t.d sumt sum er meira upp­ beat og okkurt, sum er korny á ein máta, sum mær dámar, greið­ir Rasmus frá. - Henda fløgan er nokkso mi­ni­ mal­ist­isk. Eg havi ikki lagt meira á løgini enn neyðugt. Um eg var nøgd­ur við eitt lag, so lat eg vera við at gera meira. við tað. Á hes­ ari fløguni hevur stemningur høv­ uðs­leik­lut­in. Hetta eru stem­n­ings­ landsløg. Fløgan handlar um stemningskifti. Stemningar er tað, sum mær dáma best at arbeiða við innanfyri tónleik, sigur Rasmus. Spælir øll ljóðføri Rasmus spælir á fløguni nærum øll ljóðførini. Hann hevur forritað rútmir, spælt ljómborð og gittar. Einasta íkastið uttanífrá er luttøkan hjá fiólleikaranum Johannes Jung Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við. Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu fløguni, Implosive, so er hendan fløgan instrumental. Rasmus greiðir frá: - Flestar fløgur hava vokal, sum man lurtar eftir. Seinastu tíðina havi eg lurtað eftir fleiri bólkum, sum ikki hava vokal, eitt nú God Speed You Black Empereur og Mogwai. Hetta gevur aðrar lur­t­ ara­upp­livingar. Eg sang á fyrstu flø­g­uni. Eg eri ikki sangari, men á tí fløguni vildi eg gjarna royna meg av innanfyri ymiskt. So eg gjørdi alt møguligt á tí fløguni. Har­ var eisini okkurt instrumentalt, og eg vildi gjarna gera meira av tí hesa­ferð. Tað er eisini lekkurt at hava tónleik, sum ikki krevur so nógv av tær. Tað er feitt at hava onkra fløgu í fløgusavninum, sum skilur seg frá hinum, greiðir hann frá. Primitiv upptøkutól Rasmus hevur sjálvur tikið fløg­ uni upp á einum primitivum 4 spor bandupptakara, við einum gom­lum ljómborði. Hetta er sam­ bært Rasmusi eitt sindur við síð­ una av tí vanliga. - Men hvør setur mørkini, um hvat man kann brúka. Eg royni at fáa tað besta burturúr tí, sum eg havi. Eg tók eina rúgvu upp, og hevði nógv tilfar. Fyri nøkrum mán­að­um síðan, fór eg at lurta eft­ ir tí sum eg hevði, og valdi so tað út, sum eg havi á fløguni. Eg havi arbeitt nógv við at skipa tilfarið. Hvat skuldi eg byrja við, hvat skul­di eg enda við, og hvat skuldi ve­ra momentið. Eg hugsaði til­ døm­is um at taka okkurt tilfar, sum ikki kom við á Implosive, men tað passaði ikki inn, sigur Ras­mus Trupult at vera einsamallur Rasmus viðgongur, at tað er stór­ ur munur á at arbeiða einsamallur og at vera partur av einum bólki. Á eini bólkafløgu stuðla allir lim­ ir­nir uppundir, á eini solofløgu er tað bara tú. - Tað hevur verið mega ringt. Eg hevði nógv hugskot, men hvat skul­di eg gera við tey. Skuldi eg ha­va tey fyri meg sjálvan, ella skul­di eg lata fólk hoyra tey, sigur Ras­mus. Ein av avgerðunum var hvat heitið á fløguni skuldi verða. - Eg visti, at hon skuldi eita heit­ ið á einum av løgunum, og Ed­el­ weiss er vakrasta lagið á henni. Eg helt eisini, tað heitið vera gott. Men sum heild er tað rættiliga tric­ ky at geva løgum á eini in­stru­men­ tal­ari fløgu heiti. Men tey heitini, ið eru á Edelweiss eru komin av kens­lum, ið eg fekk, tá eg arbeiddi við fløguni. Eg haldi eisini, at heit­ini og løgini á onkran hátt fylg­jast at, greiður Ramsus frá. Sama ljóð Rasmus hevur eitt sera egið gittarljóð, og hetta hoyrist eisini á fløg­uni. Men hvar kemur ljóðið frá. - Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst ge­va einum øðrum gittarleikara mí­ni ljóð, uttan at hann fer at ljó­ ða sum eg. Mín máti at brúka tey er komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sig­ ur Rasmus. Rasmus hevur hesi árini spælt í bólk­um sum Diatribes, Makrel og De­ja Vu, og øll hesi samstørvini ha­v­a givið honum okkurt. - Eg havi lært nógv av øllum, sum eg havi samstarvað við. Hvør hev­ur sítt, og man lænir gullkorn frá hvør øðrum, tað er ótrúliga gev­an­di. Tað mesta, ið eg havi lært, havi eg lært frá øðrum tón­ leik­ar­um. Eg havi ikki gingið til frálæra. tað mesta er sjálvlært. Eg eri ikki ein serliga tekniskur gitt­ar­ ist­ur, og eg havi ongantíð spælt láni­løg. Tónleikaliga leiti eg enn, sig­ur Rasmus. Ljósareyður húsi Fløguhúsan hava Niels Arge Ga­lán og Uni Árting gjørt, hann er rættiliga serligur við sínum ljósa­reyða liti. Temaði á fløguni er íblást av myspace síðuni hjá Ras­mu­si, ið eisini er ljósareyð. - Eg eri vælnøgdur við fløgu­ hús­an, teir báðir gjørdi eisini mín fyr­ra húsa, og tí valdi eg teir aftur. Teir fingu fríðar teymar, men hús­ in skuldi hóska saman við mínum ljósa­reyða myspace profili, hann er mín almenna heimasíða, so tað skuldi hóssa saman. Ljósareytt er eitt flipp, ið eg fekk. Mær dámar væl litin. Hann er korny, men mær dámar hann álíkavæl.