Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2007 DR1 • Leygardagin kl. 19.00 DMA 07: Danish Music Awards Teitur Lassen er millum tilnevningarnar, tá danir leygardagin skulu vita, hvør hevur átt besta tónleikin seinasta árið. Teitur er nevnliga millum tey fimm, sum kunnu fáa heiðurin fyri besta sangaran. Her kappast hann við Veto, Thomas Helmig, Nephew og Mikael Simpson. Í alt verða ikki færri enn 17 virðislønir lætnar, so hjá teimum tónleikahugaðu, er talan um sannan leskibita leygarkvøldið. Canal+Film1 • Sunnudagin kl. 19.00 Madagascar Leyvan Alex, zebrain Marty, giraffurin Melman og árrossið Gloria flýggja úr varda lívinum í djóragarðinum. Ístaðin enda tey á einum báti, ið er ávegis til Afrika, og hetta verður byrjanin til eina vandamikla og stuttliga ferð. TV3 • Hósdagin kl. 19.00 Top Model 7 Nýggja kappingarárið við Top Model byrjar við úttøkuni av teimum 13, sum skulu fylgjast í sjónvarpsrøðini. Men áðrenn tað kemur somikið langt, skulu allar genturnar avmyndast – naknar! DR1 • Fríggjadagin kl. 22.25 Grænsestrømer Tá Charlie hjálpir eini ungari mexicanskari kvinnu, ið er ólógligur innflytari, er fanin leysur. Ikki bara tí løgreglumaðurin fremur eina ólógliga ger, men eisini tí so nógva annað í lívinum streingir hann. Vit síggja Jack Nicholson í høvuðsleiklutinum sum Charlie, og sum vant, so stórspælir sjónleikarin, sum ikki færri enn 12 ferðir hevur verið í uppskoti til ein Oscar.