hósdagur 1. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2007
27
tíðindi
Stutt sagt
Hjálpir sær ikki
Fyrrverandi týski Rote
Armee Fraktion-yvirgangs
maðurin Christian Klar
hevur biðið um at sleppa
úr fongslinum eftir at hava
sitið har í 25 ár, men tað
er synd at siga, at hann
roynir at ávirka týsku pol
itikararnar til at hjálpa sær
við umsóknini. Nú um
dagarnar sendi hann einari
ráðstevnu hjá ungum týsk
um kommunistum eina
fráboðan, har hann eggjar
teimum til at herða stríðið
ímóti
kapitalsismuni,
sum eftir hansara tykki
hevur ræði í Týsklandi í
dag. Í fráboðanini skrivar
Christian Klar, at stundin
er komin tilæ at gera enda
á teirri kapitalistisku og
imperialistisku samgong
uni í Evropa, sum roynir
at leggja heimin undir
seg. Týskir politikarar eru
alt annað enn fegnir um
orðalagið hjá fanganum,
og fleiri siga, at hann eigur
at sita í fongsli til sín deyða
dag, soleiðis sum dómur
hansara eisini sigur.
Heglaði í
Canberra
Hóast tað er summar hesa
ársins tíð í avstralska høv
uðs staðnum Canberra,
líktist býurin mest einum
norðurevropeiskum ella
norðuramerikonskum búi
í gjár. Alt í einum kom eitt
grovt heglingsæl inn yvir
býin, og eftir einari løtu lógu
allar gøturnar undir í stórum
heglingi. Veðurmenninir
siga, at heglingurin stavaði
frá illveðri við avstralsku
eysturstrondina. Í Sidney
fingu tey eisini sviðan
av illveðrinum. Har var
tað kortini ikki kavi, sum
ørkymlaði fólk, men toru
sláttur og grimdarregn.
Nógv heimleys
Nýggj tøl frá amerikonsku
myndugleikunum vísa, at
754.000 amerikanarar eru
heimleysir. Tølini vísa eisini,
at 59 prosent av teimum
heimleysu eru úr ymsum
etniskum minnilutum, og
at 16 prosent eru kvinnur.
Harafturat vísa tølini, at 20
prosent av teimum vaksnu,
heimleysu
monnunum
eru fyrrverandi hermenn.
Felagsskapurin hjá teimum
heimleysu í USA ivast í
tølunum og vil vera við,
at talið á heimleysum er
nógv størri enn 754.000.
Felagsskapurin heldur, at
tað rætta talið er millum
eina og tvær milliónir.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Eisini USA noyðist stundum at tosa við lond og
stýri, sum okkum ikki hóvar
(James Baker).
útlond
USA er nú til reiðar at
tingast við Iran og
Sýrialand fyri at fáa
hjálp til at steðga
ófriðinum í Irak
George W. Bush, forseti,
hevur fyrr sýtt fyri at biðja
Iran og Sýrialand um hjálp
til at steðga ófriðinum í Irak.
Tvørturímóti hevur USA
lagt tey bæði grannalondini
undir at hjálpa uppreistrar
monnunum í Irak.
Men nú hevur pípan
brádliga fingið annað ljóð.
Fyrradagin kunngjørdi Con
doleezza Rice, uttanríkis
ráðharri, at Iran og Sýrialand
eru boðin á fund við londini
í ST-tryugdarráðnum seinni í
hesum mánaðinum at tingast
um, hvussu friður kann fáast
í Irak.
– Hetta er einki minni
enn ein stór broyting í
amerikanska politikkinum,
og eg vænti, at nakað gott
kann spyrjast burturúr, sigur
David Serwer á amerikanska
friðargranskingarstovninum.
Iranska stjórnin hevur
longu svarað, at hon er til
reiðar at senda umboð á
fundin.
– Vit taka av, so vit
kunnu medvirka til at loysa
trupulleikarnar hjá irakska
fólkinum, segði trygd
arpolitiski ráðgevin hjá
iransku stjórnini, Ali Larijani,
í gjár.
Heldur diplomati
Í USA hevur avgerðin um
fund við Iran og Sýrialand
fingið góða móttøku. Demo
kratiski leiðarin í Senatinum,
Harry Reid, sigur, at avgerð
in vísir, at tað ber ikki til
at vinna kríggið í Irak við
hermegi, men heldur við
diplomatii. Eisini fyrrverandi
uttanríkisráðharrin James
Baker, sum stóð á odda fyri
Baker-Hamilton-nevndini,
fegnast um tað seinasta
stigið.
– Vit noyðast at skilja og
at ásanna, at USA stundum
noyðist at tosa við lond, sum
vit annars ikki vilja hava
nakað við at gera, sigur
Baker við Reuters.
Høvuðsendamálið við
fundinum seinni í mánað
inum verður at fáa enda á
ófriðinum og at tryggja, at
vápnaflutningurin til teir
stríðandi partarnar verður
steðgaður.
USA sinnað at tosa við fíggindarnar
Á dyrnar hevði hon
hongt ein pappírslepa
við orðunum »Ring
til løgregluna«
belgia
Sorgarleikurin varð avdúkað
ur seinnapartin í gjár, tá fýra
gentur og ein drongur vórðu
funnin deyð í einum húsum
í belgiska býnum Nivelle.
Børnini vóru í aldrinum trý
til 14 ár.
Mamman, sum er 51 ára
gomul, royndi sambært løg
regluni at beina fyri sær,
eftir at hon hewvði beint
fyri børnunum, men tá tað
miseydnaðist, ringdi hon til
alarmsentralin. Nú liggur
hon á einum sjúkrahúsi.
Læknarnir har søgdu í gjár
kvøldið, at kvinnan hevur
liðið av tunglyndi.
Alt bendir á, at mamman
myrdi børnini við knívi, og
summar keldur siga, at hon
gav teimum okkurt doyvandi
fyrst. Pápin var ikki heima,
tá sorgarleikurin fór fram,
og hann visti tí einki, tá
løgreglan boðaði honum frá
tí, sum hent var, skrivar AP.
Tað er ikki greitt, hví tann
51 ára gamla kvinnan beindi
fýri sínum børnum, men belg
iskir fjølmiðlar skriva í dag,
at kvinnan hevði fyrireikað
seg, og at hon hevði skrivað
einari vinkonu bræv, har hon
greiddi frá, hvat hon ætlaði
sær at gera. Brævið lá við
hurðina hjá vinkonuni, men
hon sá tað ikki fyrr enn í gjár
kvøldið, og tá var ov seint.
Tá løgreglan kom til húsini,
har børnini vórðu funnin
deyð, hekk ein pappírslepi
við orðunum »Ring til
løgregluna« á úthurðini.
Borgarstjórin í Neville,
Pierre Huart, sigur við AP, at
tað kom fullkomiliga óvart
á grannarnar, at kvinnan
skuldi finna uppá at myrða
síni egnu børn.
– Tað var eitt púra vanligt
heim, sigur borgarstjórin.
Mamman myrdi øll
fimm børnini
Í morgun stóð løgreglan framvegis á varðhaldi uttan fyri húsunum, har sorgarleikurin fór fram í gjár