hósdagur 1. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 43 - 1. mars 2007
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Fróði Benjaminsen og Rasmus Nolsøe hava røkt miðverjusessirnar í
tveimum dystum, og hetta hevur riggað avbera væl
Jógvan Martin Olsen
ítróttur
Spenningur
í 1.deild
Trý umfør í liðkapp
ingini í Bridge
vórðu leikt í Bridge
húsinum í Havn um
vikuskiftið
Bridge
Bogi Simonsen
Í 1.deild er spenningurin
stórur. Liðið hjá Boga
Simonsen, ið undan
dystinum móti Allan
Dal- Christiansen, greitt
lá á odda, snávaði í topp
dystinum móti júst Allan.
Vælleikandi liðið hjá
Allan vann sannførandi
21-9.
Liðið hjá Símin Lassa
berg hevði eisini eitt gott
vikuskiftið, teir vunnu
tveir dystir við 25 og
taptu tepurt móti Boga
Simonsen.
Trý lið kappast um at
vinna 1.deild. Liðið hjá
Allan Dal-Christiansen
hevur nú sama stigatal
sum liðið hjá Boga Simon
sen, meðan liðið hjá Sím
in Lassaberg liggur á
triðja plássið, ikki langt
aftanfyri.
Seinastu tvey umførini
verða leikt í Vági 16.
og 17. mars.. Tann mest
spennandi dysturin verður
nokk dysturin millum lið
ið hjá Allan og Símin, ið
skulu møtast í næst sein
asta umfarinum. Um liðið
hjá Símin skal gera sær
vónir um at vinna 1.deild
er tað eitt treyt, at teir
vinna móti Allan.
Liðið hjá Boga skal
fyrst møta liðinum hjá
Høgna Jacobsen, ið hevði
eina góða byrjan upp á
kappingarárið.
2.Deild
Í 2.deild hevur liðið hjá
Jórun Johannesen lagt seg
greitt á odda.
Liðið hjá Óla Holm,
ið annars hevur ligið
á odda í 2.deild, er tað
einasta liðið, ið hevur
møguleika at hótta Jórun.
Møguleikin hjá liðinum
hjá Heðin Mortensen um
uppflyting glapp, tá ið
teir taptu mótí Jórun um
vikuskiftið.
Á liðinum hjá Jórun
Johannesen eru umframt
Jóruna sjálva eisini,
Johannis Skaarup, Odd
mar Danielsen, Einar Ell
ingsgaard, Henriette Svend
strup og Bjørg Róin.
Støðan í 1. deild
1 Bogi Simonsen
149
1 Alolan Dal-Christiansen
149
3 Símin Lassaberg
135
4 Høgni Jacobsen
105
5 Marjun Restorff
100
6 Hallur Ellingsgaard
69
Støðan í 2. deild
1 Jórun Johannesen
162
2 Óli Holm
140
3 Heðin Mortensen
128
4 Danny Danielsen
121
5 Jákup Egholm
76
6 KBI
84
Multihold
Multihold er ein útrokning, ið verður gjørt, har ein áleið kann síggja
hvussu tey einstøku pørini hava staðið seg.
1.Deild
1 Heðin Mouritsen – Jóannes Mouritsen
18,20
2 Bogi Simonsen – Hallberg Arnfríðsson
17,29
3 Dia Jacobsen – Eyðun Anthoniusen
17,05
4 Rói á Rógvu Joensen – Hans Jacob Petersen
16,59
2.Deild
1 Oddmar Danielsen – Einar Ellingsgaard
18,33
2 Dia Poulsen – Óli Holm
17,90
3 Henriette Svendstrup – Jórun Johannesen
16,75
4 Inga Ellingsgaard – Ingibjørg Hansen
16,19
Fríggjakvøldið verður
føroyameistara
kapping fyri gentur í
estetiskum fimleiki.
Umframt at vinna FM
sleppur vinnandi
liðið til stóra kapping
í Finnlandi seinni í
mars mánaði
FIMLEIKUR
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið 2. mars verður
føroyameistarakappingin
fyri gentulið í estetiskum
fimleiki. Ítróttarhølin á
Hálsi í Havn verður karmur
um kappingina, sum byrjar
kl. 19:30. Liðini, sum fara
at kappast, eru frá Ljósin
um, Støkk og Havnar Fim
leikafelag. Umframt kapp
ingarliðini fara gestalið frá
Yndi eisini at framføra.
Frásøgufólk til kappingina
verður Karina Nolsøe.
Hetta er triðja árið, at
Føroya Fimleikasamband
skipar fyri kappingum í
estetiskum fimleiki, og sigast
kann ikki annað enn, at tað
er eitt ótrúliga stórt arbeiði,
ið er gjørt hetta tíðarskeiðið.
Fimleikararnir venja nú upp
til fimm ferðir um vikuna,
umframt at tær eisini hava
“heimavenjingar”.
Alt hetta arbeiðið og harða
venjingin sóust væl aftur í
steypakappingunum, sum
vóru í Klaksvík í januar
mánaði. Støðið er hækkað
ómetaliga nógv, og tað sæst,
at fimleikararnir veruliga
vilja nakað.
Fimleikasambandið
ynskir, at enn fleiri kappingar
verða í framtíðini, soleiðis at
bæði fimleikarar og dómarar
fáa enn meira burtur úr nógva
arbeiðinum, sum longu er
lagt í estetiska fimleikin, so
tað verður spennandi at vita,
hvat fer at henda framyvir.
Umframt at vinna føroya
meistaraheitið, fær vinnandi
liðið eisini høvi til at fara
til eina altjóða kapping í
estetiskum fimleiki, sum
verður í Finnlandi 23. og 24.
mars. Dómararnir eru eisini
spentir at royna seg. Fleiri
dómarar hava bert dømt eina
kapping frammanundan, og
tveir dómarar skulu eisini til
Finnlands at døma í somu
kappingini, sum er nevnd
omanfyri.
Tvær aðrar kappingar í
estetiskum fimleiki verða aft
urat hesari komandi tíðina. Í
apríl verður ein B-kapping í
ítróttarhøllini í Runavík, og
5. mai verður FM-kappingin
fyri kvinnur, smágentur og
pinkur. Undanfarnu árini
hava hallirnar verið fullsettar
við áskoðarum, og FFS vónar
eisini at síggja nógv fólk til
komandi kappingarnar.
Dyrnar í ítróttarhøllini
lata upp ein tíma, áðrenn
kappingin byrjar, soleiðis
at áskoðararnir kunnu
finna sær pláss í góðari tíð.
Atgongumerkini til kapping
ina kosta kr. 80,- fyri vaksin
og kr. 10,- fyri børn.
FM í estetiskum fimleiki
fyri gentur
Føroyameistarakapping fyri gentur í estetiskum fimleiki verður á skránni í høllini á Hálsi fríggjakvøldið. Luttakandi liðini eru frá
Ljósinum, Havnar Fimleikafelag og Støkk
Mynd: Havnar Fimleikafelag.