hósdagur 1. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 43 - 1. mars 2007 ]
Charity Shield á føroyskum
Saman við Lions Club hevur FSF tikið avgerð um, at føroyska kapp
ingarárið nú skal byrja við sonevndum stórdysti millum meistarar og
steypavinnarar.
Hetta er ein siður, sum eitt nú í Onglandi hevur sterkar røtur. Har ber
dysturin heitið Charity Shield, og sum navnið sipar til, so fer innkomni
peningurin til vælgerandi endam´la.
Júst hetta er eisini aðalmálið í føroysku útgávuni av dystinum. Dysturin
hesa ferð verður millum føroyameistararnar úr HB og steypavinnararnar
úr B36, og verður hesin spældur á ovara vølli í Gundadali mikudagin
komandi kokkan 18. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 70 kr.
Randi setti nýtt met
Randi Kúberg hevur sett nýtt føroyskt met í sleggju
varpi. Hetta gjørdi hon leygardagin, tá hon í fyrstu
kastikappingini á árinum kastaði 35,40 metrar. Randi
átti sjálv gamla metið, sum var 35,14. Hjá monnum
hevði Heri Ziska eitt kast, sum var longur enn tað,
sum vann bronsu á seinastu oyggjaleikkum.
ÍF vann ein týdningar
miklan sigur í meist
aradeildini hjá kvinn
um, tá tær vitjaðu hjá
Mjølni í gjárkvøldið
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møttust
í KÍ-høllini í gjárkvøldið,
tá Mjølnir tók ímóti ÍF í
meistaradeildini hjá kvinn
um. Undan dystinum lá ÍF á
odda í bestu kvinnudeildini,
og tað vóru eisini tær, sum
byrjaðu dystin betri. Tær
løgdu hart út í fyrsta setti, og
ikki gekk long tíð, fyrrenn
tær høvdu lagt seg trygt á
odda í einum setti, sum tær
vunnu trygt.
ÍF tóktist vera væl sterk
ari í bæði álopinum og í
blokkinum í hesum settin
um, meðan kvinnurnar hjá
Mjølni slett ikki tóktust
klárar til dystin.
Í øðrum setti var tó heilt
øðrvísi hjá Mjølni. Nú vóru
tær nógv betri við, og mun
urin á liðunum var at kalla
eingin. Liðini fylgdust so at
siga allan vegin, men í avger
andi bóltunum hildu kvinn
urnar hjá ÍF høvdið kalt.
Spenningur kom í
Kvinnurnar hjá Mjølni vóru
blivnar betri og betri, sum
dysturin leið, og í triðja setti
gekk enn betri enn í teim
um undanfarnu. Nú legði
Mjølnir betri fyri, og so við
og við vunnu tær sær eina
lítla leiðslu. Munurin var ikki
tann heilt stóri á liðunum,
men ímóti endanum var tó
eingin ivi um, at Mjølnir fór
at vinna hetta settið.
Spenningurin vardi tó ikki
so leingi. Í fjórða setti legði
ÍF betri fyri, men Mjølnir
royndi tó alla tíðina at hanga
í oddaliðnum. So við og við
megnaði ÍF tó at fara nøkur
stig fram um Mjølnir, og at
enda vann ÍF eisini settið og
dystin.
Við sigrinum hava kvinn
urnar hjá ÍF nú lagt seg trý
stig fram um SÍ á øðrum
plássi. ÍF hevur tó leikt ein
dyst fleiri. Annars er at siga
um dystin, at hann var ikki
serliga væl leiktur. Leik
ferðin var ikki seliga høg,
og munurin á liðunum var
ikki tann heilt stóri. ÍF var tó
sterkari í bæði álopinum og
í blokkinum, og serliga hesi
bæði tingini vunnu dystin
fyri oddaliðið.
Mjølnir-ÍF 1-3 (13-25, 23-25, 25-18, 20-25):
ÍF heldur fast um oddasessin
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
18
13
-
5
45
31
14
19
2 SÍ
17
11
-
6
39
28
11
16
3 Dráttur
18
11
-
7
42
34
8
15
4 KÍF
18
7
-
11
35
38
-3
12
5 TB
17
8
-
9
32
29
3
10
6 Mjølnir
18
3
-
15
16
49
-33
2
Føroyska A-landsliðið
í fótbólti vann steyp
til ognar, tá eftir
brotssparkskapping
eydnaðsit at basa
Cartagena í triðbestu
sponsku deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin var partur av 100
ára haldinum hjá felagnum,
sum spælir í sponsku seg
unda División B. Hetat er
triðbesta deildin í Spania.
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari,
sigur,
at talan var um ein fínan
venjingardyst hjá føroyska
liðnum.
– Hetta liðið var munandi
sterkari enn finska Turku,
sum vit spældu fyrsta venj
ingardystin ímóti. Fleiri av
spælarunum hava áður roynt
seg í bestu sponsku deildini,
og talan var um eitt lið við
góðum tekniskum førleika.
Sæð í mun til teir dystir, sum
vit skulu spæla í ár, var talan
helst um fína mótstøðu, sigur
Jógvan Martin.
Verjan riggaði væl
Sjálvur dysturin endaði við
málleysum javnleiki, og tí
máttu brotsspørk til, áðrenn
steypið kundi handast. Brots
spørkini dugdu okkara menn
betri at skjóta, og tí kemur
eitt nýtt steyp í ikki alt ov
rokaða skápið hjá FSF.
Eftir dystin helt Jógvan
Martin Olsen, at hann ser
liga var væl nøgdur um verju
partin á liðnum.
– Óli Johannesen hevur
havt trupulleikar við lær
krikanum, og tað hevur
noytt okkum at hyggja at
øðrum alternativum. Her
hava Fróði Benjaminsen og
Rasmus Nolsøe røkt mið
verjusessirnar í tveimum
dystum, og hetta hevur rigg
að avbera væl. Og tað er bara
at gleðast um hjá okkum.
– Men sum heild, so stóð
liðið seg væl í gjár. Fyrstu
30-35 minuttirnar sýndu
vit eisini gott fótbóltsspæl,
men eftir hetta vórðu vit fyri
tað nógva lagdir undir stórt
trýst. Eg haldi tó ikki, at hinir
eina tí einastu ferð komu
til veruligar møguleikar,
tí verjuparturin á liðnum
sum heild riggaði somikið
væl, sigur Jógvan Martin,
ið eisini var serstkaliga væl
nøgdur við sentrala miðvøll
in. Tann partin røktu Mikkjal
Thomassen
og
Sámal
Joensen í felag.
Føroyska landsliðið spælir
ein venjingardyst afturat á
ferðini. Hesin verður spæld
ur leygardagin.
Landsliðið í 100 ára føðingardag
Føroyska
liðið
Jákup Mikkelsen – Atli
Danielsen, Fróði Benja
minsen, Rasmus Nolsøe,
Marner Djurhuus (Mort
an úr Hørg, 45.) – Jákup á
Borg (Símin Samuelsen,
70.), Mikkjal Thomassen,
Sámal Joensen (Tem
Hansen, 45.), Hans Pauli
Samuelsen (Jónhard
Frederiksberg,
45.)
– Christian Høgni
Jacobsen (Christian
Lamhauge Holst, 45.),
Andrew av Fløtum
(Rógvi Jacobsen, 45.)
Saman við Rasmus Nolsøe
hevur Fróði Benjaminsen
røkt miðverjusessirnar í
venjingardystunum, og hetta
hevur riggað sera væl, sigur
Jógvan Martin Olsen