Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 43 - 1. mars 2007 tíðindi Tað er djarvt av Tjóð­ pall­in­um at satsa upp á ein so krevjandi klas­ si­ka­ra, sum Nát­ter­her­ berg­ið eftir Maxim Gor­ki er. Men satsið eyd­na­st og her býðst før­oyska á­skoð­a­ra­ num eitt høvi at upp­li­ va eitt meginverk í dra­ma­tis­ku heims­bók­ men­tu­num í eini liv­ an­di og viðkomandi før­oy­s­ka­ri útgávu. Ummæli Mikkjal Helmsdal Uppsetingin hjá Tjóðpalli Før­oya av Nátt­ar­her­berg­ in­ um eftir Maxim Gorkij (1868-1936) er ein sterk lýs­ ing av menniskjalagnum, og hon er trúgv ímóti fr­á­ sagn­ar­hátt­in­um í upp­ru­na­ teks­tin­um. Leikurin, ið varð skrivaður og settur upp fyrs­ tu ferð í Moskva í 1902, er ein varði í dramatisku heims­bók­ment­un­um og ein av høvuðstekstunum í nat­ur­ al­is­mu­ni innan sjónleikin, ið hevði sum stevnu at lýsa tann samfelagsliga veru­ leik­ an so neyvt sum gjørligt á pal­li og strembaði eftir at end­ur­ge­va persónar og umhvørvi so veruliga, sum til ber. Og í uppsetingini hjá Kristinu S. Hansen eru tað eisini persónar av kjøti og blóði við sterkum kenslum og litríkum persónsserkennum, ið vit møta. Men hóast trúskapin mó­ti naturalistiska upp­run­ an­um kenst uppsetingin bæði moderna og livandi. Samfelagsins taparar Náttarherbergið snýr seg um tey fátækastu og mest út­stoyt­tu í russiska sam­fel­ ag­num um næst seinasta al­dar­skif­tið. Vit eru í kjall­ ar­an­um í herberginum hjá Mik­ail Kostylev, har sam­fel­ ag­s­ins taparar eru stúgvaðir sam­an. Tjóvurin Pepel fríg­ g­jar við konu Kostylev, Vasi­­lisu, men hevur nú vent á­hu­ga sínum móti yngru syst­ir hennara Natasju. Har búg­va eisini ein harðrendur lá­sa­smið­ur Klestsj og deyð­ sjú­ka kona hansara Anna, ein miseydnaður sjónleikari, ið er vorðin drykkjumaður, ein falleraður barónur, sølu­ kon­an Kvasnja, ið selur mat á torginum, ein kortspælari, ið nevnist Satin, og Nastja, ein skøkja, sum droymir in­ni­li­ga um romantiskan kær­leika. Hesi fáa av og á vit­jan av Bubnov, einum druknum har­mon­i­ku­spæl­an­ di kasjett makara, og Abram, polititistur og far­ bróð­ir vertskonuna Vasilisu. Inn í hendan heimin trýnur píla­grím­ur­in Luka, ein gamal og mildur fjakkari (sera hegnisliga spældur av Biritu Mohr), og ber ve­sa­li­ ga hópinum eitt sindur av troyst og vón. Hann uggar doygg­jan­di konu Klestj við lyft­um um frið eftir deyðan, hann sigur sjónleikaranum frá einum viðgerðarheimi, har alkoholikarar kunnu verða grøddir uttan kostnað. Sam­stund­is sum Vasilisa er vreið um, at Pepel forsmáar hana fyri yngru systrina, royn­ir hon at yvirtala hann at drepa mann sín, men Lu­ka yvirtalar hann at lata ve­ra og eggjar honum til at rýma við Natasju í staðin. Men áðrenn tað kemur so langt, hevnir Vasilisa seg inn á systir sína, og tað kem­ ur til ein bardaga millum Pep­el og Kostylev, sum end­ ar vanlukkuliga. Hin gamli Lu­ka rýmir, og hini sita eft­ ir og tosa um hann og tað, ið hann hevur havt at týða fy­ri tey, meðan tey spæla kort og drekka. Sjónleikarin sit­ur ólukkuligur fyri seg sjálv­an, tí Luka gav honum ong­an­tíð adressuna til við­ ger­ð­ar­heim­ið. Ein óvæntað og dramatisk hending endar leik­in; hon skal ikki verða av­dúk­að her, men lakoniska en­da­rep­likk­in, ið er løgd í munn­in á kortspælaranum Sat­in, verður seint gloymd. Eingin hø­vuðs­ per­són­ur Leikurin hevur ikki eina fas­ ta og linjurætta hend­inga­ gongd ella nakran ávísan høv­uðs­per­són. Her er tað ein hópur av menniskum, ið verður lýstur, men sam­ stund­is megnar Gorki meis­ tar­li­ga at fáa teir einstøku per­són­ar­nar at líkjast burtur úr við teirr a lyndum, lag­ num og serkennum. Enn viðkomandi Onkur vil helst spyrja, um ein leikur um taparar, neyð og elendigheit í russiska sam­fel­ag­num í 1902 hevur nak­að at siga okkum í Før­ oy­um í 2007. Svarið er ja. Tí hetta er ikki sosial porno­ gra­ fi, har neyðin verður út­still­að fyri at vit skulu út­li­ va okkara samkenslu við teimum, sum eru verr i fyri enn vit, ella okkara ótta og van­virð­ ing fyri tí lívi, ið tey li­va. Gorki var ein frálíkur lýs­ari av menniskjum og um­hvørvum, sum av egnum lívs­roynd­um skrivaði um lív­ið á botninum í sam­f el­ag­num. Hann skrivaði ikki um tey útstoyttu sum ein eyg­leið­ari, men úr teirr a sjón­ar­hor­ni. Tí lyftir leik­ur­ in seg upp um tað um­hvør­ við, ið hann lýsir, og gerst ein mynd av menniskjanum, sum er kroyst harút, har tað hóm­ar avgrundina beint und­ir sær. Vit standa yvir av spurninginum – hvat er tað at vera menniskja, tá verðs­­lig­­ar ognir og sam­fel­ ags­lig tign og samleiki eru skræd­­la­ði uttanav? Hvørji eru okkara val, tá tilveran on­ga eyðsýnda leið bjóðar okk­um? Hetta eksistentiella lag­ið í tekstinum ber so væl og viðkomandi í­gjøg­n­ um, at tað kenst sum tek­ stur­in kundi verið skrivaður í gjár. Veruleikakent um­­hvørvi Men úr einum væl skrivað­ um teksti spyrst ikki ein góð­ur sjónleikur uttan eina upp­set­ing, ið megnar at for­ loy­sa dramaið og tær per­ són­li­gu søgurnar. Og tað meg­n­ar uppsetingin hjá Kris­ti­nu Hansen til lítar. Hon hevur valt at vera trúgv mó­ti tí naturalistiska stíl­in­ um, sum leikritið er skrivað í. Umhvørvið er veru­ leika­ kent; búnar og leiktjøld end­ ur­speg­la tann søguliga veru­ leik­an, sum leikurin fer fram í. (Og pallmyndin er ikki gjørd úr pappmasjé og mál­ing – nei, ovnurin í per­ són­­ar­­nir hita seg við, er múr­­að­­ur upp við múr­stein­ um, tann parturin av pall­in­ um, sum í leikinum er uttan­ dura, er lagdur við veru­ lig­ um brúg­­va­­stein­um, og tann nær­­lag­di áskoðarin ber ei­si­ ni ey­ga við grasstrá í riv­un­ um her og har.). Dentur er lag­dur á at spæla leiklutirnar á ein hátt, so vit trúgva upp á teir sum menniskju og trúg­va teirr a tankum og kens­lum, uttan at leikararnir har­við enda í einari kens­lu­ born­ ari ella innisælari sál­ar­ frøði­lig­ari realismu. Her verða ken­slu­r­nar spældar út held­ur enn livaðar út – og tað er gott, hitt seinna hevði verið ov strævið hjá bæði leik­ar­um og áskoðarum. Og pláss er eisini givið fyri hum­ori og skemti. Sterkur klassikari Barbara Christophersen í leiklutinum, sum skøkjan Nastja, er eitt stórt talent Mynd: Martin Sirkovsky Lásasmiðurin Klestsj fær verður sannførandi spældur av Hjálmari Dam Mynd: Martin Sirkovsky