Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2007 37 tíðindi á Tjóðpallinum Tour de force Leikurin hjá Gorki hevur 17 leiklutir. Í hesi upp­set­ ing­ini eru teir skornir niður í 15, ið verða spældir av 7 sjón­leik­ar­um. Og hjá Biritu Mohr, Riu, Hans og Sú­son­ nu Tórgarð, ið hava 2 og 3 leik­lut­ir í part er talan um san­na tour de force. Tey meg­na við einføldum, men sann­før­an­di miðlum at skif­ ta ímillum sera ymiskar per­ són­ar – ikki minst sita teir mann­li­gu leiklutirnir hjá Bir­i­tu, Riu og Súsonnu sera væl, eins og Hans Tórgarð er framúrskarandi í skif­ti­ num millum tann nið­ur­und­ ir­kom­na Sjónleikaran, ið hann spælir sum ein kventil og eitt vrak, og tann sjálv­ sik­ra tjóvin Pepel, ið er tann per­són­ur­in í leikinum, sum kem­ur nærmast at hava eitt­ hvørt tak á tilveru síni. Bárð­ur Persson hevur valt at gera leiklutirnar sum vert­ ur­in Kostylev og tann fall­er­ aði barónurin sera te­atrals­k­ ar, men megnar kortini alla tíð­ina at halda seg mill­i­met­ rar røttumegin markið fyri tað yvirspældað og yvir­driv­ na. Hjálmar Dam megnar se­ra sannførandi at lýsa ný­ansur­nar í harðrenda lása­ smið­in­um Klestjs. Barbara Christ­oph­er­sen spælir skøk­ jan Nastja – eg saknaði, at tann erotiska síðan av Nast­ ju kom meira til sjóndar, tí tað vildi givið hennara rom­ an­tis­ku stremban munandi stør­ri dýpd, men í teimum løtu­num, tá Nastjusa inn­ astu dreymar og sárbæri ko­ma til sjóndar, sæst at her er ein sjónleikari, sum hev­ ur eitt veruligt talent at bygg­ja víðari á. Hugtakandi pall­ mynd og búnar Pallmyndina hava Dávid Gey­ti og Símun Pauli Han­ sen gjørt. Hon er spennandi og hugtakandi í sínum nat­ ur­al­is­ti­s­ka stíli. Tað er ikki of­ta vit sígg ja steinsett tún og múraðar vegg ir á palli. Sam­an við búnunum hjá Kat­rin Bonde skapar hon ein góðan og stuðlandi søgu­ karm kring hendingarnar. Ein­as­ti veikleikin við pall­ mynd­ini er, at markið mill­ um innandura og uttandura er so knívsskorðið. Tað er eins og spælið í fyrsta parti, sum bara fer fram inn­an­du­ ra, kenst eitt sindur sam­an­ kroyst. Ikki fyrr enn vit í øð­r­um parti flyta okkum uttan­du­ra, er tað eins og pall­mynd­in veruliga letur seg upp. Ein krevjandi klassik­ari Umsetingin legg ur seg tætt at talumálinum. Hon er sum heild í lagi, men tað fell­ur ikki í smakkin hjá hes­um ummælaranum, at talu­mál í so stóran skal merk­ja danismur. Í onkrum før­um tykjast valdu orð­ing­ ar­nar heldur at vera ó­­rógv­ an­di anakronismur enn at ge­ ra tekstin livandi. Sum t. d. tá Bubnov, biður Nastju ta­ka upp aftur søgu sína við orð­un­um “om igen”. Tað­ er djarvt av Tjóð­pall­in­ um at satsa upp á ein so krev­jan­di klassikara, sum Nátt­er­her­bergið eftir Max­ im Gorki er. Men satsið eyd­nast og her býðst før­oy­ ska áskoðaranum eitt høvi at uppliva eitt meginverk í dramatisku heims­bók­men­ tu­­num í eini livandi og við­ kom­­an­­di føroyskari út­­gá­ vu. NÁTTARHERBERGIÐ eftir: Maxim Gorkij Leikstjórn: Kristina S. Hansen Týtt: Ria Tórgarð Pallmynd: David Geyti og Símun Pauli Hansen Búnar: Katrin Bonde Leikarar: KOSTYLEV, vertur og eigari á herberginum Bárður Persson VASILISA, kona hansara Ria Tórgarð NATASJA, systir hennara Súsanna Tórgarð ABRAM (Medvjedev) farbróðir, politistur Ria Tórgarð PEPEL (Vassjka) tjóvur Hans Tórgarð KLESTSJ, lásasmiðjur Hjálmar Dam ANNA, kona hansara Ria Tórgarð NASTJA, ein genta Barbara Christophersen KVASJNJA, selur matvørur á torginum Birita Mohr BUBNOV, kasjett makari Hans Tórgarð SATIN Súsanna Tórgarð EIN SJÒNLEIKARI Hans Tórgarð EIN BARÒNUR Bárður Persson LUKA, pílagrímur Birita Mohr POLITIOVASTI Hjálmar Dam Ljós­setan: Árni Baldvinsson Arr. Tónleik: Kim Hansen og Jón McBirnie Upptøkur & ljóðmynd: Jón McBirnie Harmonika, klaver, gittari, keyboard: Kim Hansen Violin: Jákup Lützen Hár & smyrsl: Marjun Olsen Foto: Martin Sirkovsky Leikskrá og plakatuppsetan: Niels Arge Galan og Uni Árting Dramaturgisk viðgerð: Ria Tórgarð og Kristina S. Hansen Seyming: Katrin Bonde og Helen Jacobsen Ljósfólk: Símun Pauli Hansen Pallgerð: Símun Pauli Hansen, David Geyti, Hjálmar Dam, Reimar Nap. Djurhuus, Janus í Dímun Rekvisittir: David Geyti, Símun Pauli Hansen og leikararnir Teskari: Katarina Nolsøe Vegleiðing: André Niclassen Týtt sanginar: Alexandur Kristiansen og Georg L. Samuelsen 1. sýning á Meiarínum 28. februar 2007 Leikárið 2006 - 2007 7. leikverk Tøkk til: Tórshavnar Býráð, Lauru Joensen, Kunningarstovuna, Gurið Poulsen, Jórun Simonsen, Havnar Sjónleikarfelag, Fótbúni, Balslev, Smyril-Line, Kristian Blak, Per Danielsen, Valdemar Lützens Timburhandil, Rasmus Eysturoy, Poul Johan Dahl, Karl Aage Hansen, Unn Kragesteen FAKTA Luka leiktur av Biritu Mohr við liðina av doyggjandi Annu, ið Ria Tórgarð spælir Mynd Jens Kr. Vang Bárður Persson sum Barónurin og Súsanna Tórgarð í mannliga leiklutinum sum Satin Mynd Jens Kr. Vang Hans Tórgarð er framúrskarandi í leiklutinum sum tann niðurundirkomni sjónleikarin, ið hann spælir sum ein kventil og eitt vrak Mynd Jens Kr. Vang