fríggjadagur 2. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 44 - 2. mars 2007
tíðindi
Hesi seinastu árini
hevur verið arbeitt
við verkætlanini Søgu
slóðir. Nú síggjast fyrs
tu úrslitini av hesum
arbeiðinum.
- Sandoyggin var eitt
væl valt stað fyri før
oyska partin av hesi
verkætlanini, sigur
Regin Debes frá Forn
minnissavninum.
Søguslóðir
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: - Við verkætlanini
Søguslóðir verða fortreytir
nevniliga skaptar fyri søgu
ligari ferðavinnu her í oyn
ni, sigur Regin.
Íalt vóru 16 partar í hesi
altjóða verkætlanini, ið eisi
ni fekk stuðul úr EU. Felags
fyri øll hesi var, at tey høv
du íslendsku fornsøgurnar
sum part av sínari søgu.
Við verkætlanini verður
miðað eftir at gera fleiri
søguleiðir, sum eru grund
aðar á Føroyingasøgu, eins
og á sagnir og frásøgur úr
oynni.
Samstundis við hetta hev
ur ein sett sær fyri at kveik
ja kynstrið at siga frá søgum
og at menna mentanina í
økinum.
Í triðja lagi verður miðað
eftir at marknaðarføra Sand
oynna og hini økini sum
søguoyggjar.
Fyrrapartin í gjár var
framløga og framsýning á
Sandi, har greitt varð nærri
frá endamáli og týdningi av
Søguslóðum.
Mettað við søgum
Endamálið við ætlanini var
at gera søguna, serliga frá
víkingatíðini meiri sjónli
ga.
Miðað varð somuleiðis
eftir at henda søgan skuldi
gerast meiri atkomulig hjá
ferðafólki.
Sandoyggin er mettað við
søgum og haraftrat góðum
frásøgufólki. Her finnast
hópin av sagnum, søgulig
um støðum, útgravingum
og umhvørvi við søguslóð
um, á hesi lítlu oynni.
Í samband við verkætlan
ina hevur ein haraftrat givið
út eitt kort, sum vísir á øll
tey søguligu støðini á Sand
oynni, Skúvoynni og mín
sann eisini á Stóru Dímun.
Fyrrapartin í gjár varð
eisini løgd fram ein bók
sum lýsir úrslitið av verkæt
lanini í øllum londunum.
Á kommunuskrivstovuni
á Sandi hevur ein sett upp
eina framsýning við upplýs
ingum um arbeiðið, sum
ein er komin fram til á hin
um støðunum í Norðurhøv
um.
Her er møguligt at fáa
meiri at vita um søguslóðir
í Svøríki, Noregi, Man,
Orknoyggjum, Hetlandi og
í Íslandi.
Henda framsýningin á
Sandi er opin fyri almenn
inginum gerandisdagar mill
um kl. 14 og 16 tær koman
di tvær vikurnar. Møguleik
ar eru eisini hjá skúlaflokk
um at vitja framsýningina.
Gera søguna sjónligari á Sandi
Regin Debes greiðir frá søguligum støðum í
kirkjugarðinum á Sandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Søguslóðir
Ein altjóða verkætlan “Destination viking – Sagalands”, sum
fevndi um árini 2003-05. 17 partar í Norðurhøvum vóru við
í verkætlanini.
Fornminnissavnið og Ferðaráð Føroya hava arbeitt saman
við Sandoyar Sýslu Ferðalag, kommunum og øðrum um
verkætlanina, sum á føroyskum kallast Søguslóðir.
Søguslóðir tekur støði í Føroyingasøgu, søgnum og
frásøgnum úr Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun.
FAKTA
Ólavur Clementsen er søgufróður maður, og hevur átt sín leiklut í verkætlanini
Mynd: Jens Kr. Vang
Elin Heinesen, stjóri í Vinnuframastovuni skoðar vakra og fjølbroytta søgukortið um
Sandoynnna
Mynd: Jens Kr. Vang