fríggjadagur 2. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
6
Skemt
Lagt til rættis:Jákup Mørk
Í Noreg vilja koyrilærarar ikki síggja nýggja brillumótan, sum í ávísum førum sigst vera
lívshættisligur. Trupulleikin er, at brillurnar geva sonevnt tunnilssýn, har fólk ikki sansa teir vandar,
sum kunnu koma aðrastaðni frá. Men kanska er tað júst hesin eginleikin, sum ger, at føroysku
bankastórarnir veruliga hava tikið nýggja mótan til sín. Heimasíðan nym.fo hevur gjørt vart við
nýggja bankamótan, og her gera vit so okkara egnu kollektión.
-mørk
Bankabrillur
Ofta hevur navnið hjá okkum
á Sosialinum verið misfatað.
Ikki minst, tá útlendingar skulu
gita seg fram til, hvat navnið
man merkja. Soleiðis var eisini
hjá ferðamanninum, ið enntá
fekk myndina við í teigin fyri
“læsernes egne billeder” í
Jyllands-Posten. Spurningurin
hjá myndatakaranum er, hvørt
talan er um eitt nýtt slag
av almennum pisshúsi her í
Vágsbotn
Bara lúsin er útlendsk
»Vit hava ikki serfrøðingar í samband við oljudálk
ing í Føroyum, og mugu tí heinta hjálp til hesar
dálkingar uttanlands«
Útvarp Føroya
Vit bera yvir
»og bera vit lesaran bera yvir við okkum«
Dimmalætting
Blaðdeyðin
»Blíðskapurin var stórur, tá Sosialurin legði beinini framvið
(stað) í morgun«
Sosialurin
Hvar svimja tey so?
»Vegna svimjikapping er svimjihøllin stongd«
Kunngerð í Útvarpinum
Tíðin rennur avstað
»Málmbólkurin SIC varð settur á stovn í februar 2006. Og
nú trý ár seinni…«
Dimmalætting
Óførur skipari
»Hetta er maðurin sum síðani 1993 hevur siglt okkara
oyggjar aftur og fram við vøkru sluppini Norðlýsinum«
Sosialurin
Hasin fer at lukta
»Og ein feitan hvítleik«
Uppskrift í SMS-blaðnum
Tað var ikki nógv
»Tað hjálpir so óbetýðiliga nógv«
Útvarp Føroya
Orðaspæl
Um tú hevur gjørt eina yrking.
Kanst tú so biðja eitt nótavirki
gera lag til hesa?
Er tað ein musikalsk avbjóðing at
sigla við einum nótaskipi?
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini vði teimum
útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini
hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum
vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina
áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi
skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja
í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu
sendast okkum við bæði bræv- og telduposti.
Altjóða
gerð