fríggjadagur 2. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2007
Arkitektar og byggifrøðingar til Selmar Nielsen Arkitektar
Set tíni fi ngramerki á framtíðina
Vit standa á gáttini til nakrar spennandi byggiverkætlanir, sum eru eindømi í
føroyskari byggisøgu. Virksemið økist nógv, og tí leita vit eftir arkitektum og
byggifrøðingum, ið vilja seta síni fi ngramerki á føroyska byggilist
Stóratjørn og íbúðabyggingin
Undir Kongavarða eru tvær
einastandandi verkætlanir,
sum hvør í sínum lagi fara
at mynda framtíðina og seta
sín dám á livihátt føroyinga.
Tær hava tað til felags, at
tær skulu byggjast komandi
6-ára skeiðið, og at Selmar
Nielsen Arkitektur hevur
prosjekteringina um hendi.
Til hesar og aðrar uppgávur
krevjast fl eiri dugnaligir
arkitektar og byggifrøðingar
– bæði royndir og minni
royndir – til leiðsluuppgávur,
prosjektering, eftirlit og
skitsering.
Arkitektar
Vit sóknast eftir fólki við
dyggum royndum í prosjekt-
leiðslu. Viðkomandi kemur
at standa á odda fyri
bygningsverkætlanum og skal
sjálvstøðugt megna at stýra
mongu træðrunum í umfatandi
arbeiðsuppgávum.
Harafturat verður søkt eftir
arkitektum, sum eru dugnaligir,
hugsjónarríkir og kreativir.
Vit rokna við, at umsøkjarar
hava royndir frá teknistovum,
men hevur tú nýliga fi ngið
tína útbúgving og brennir fyri
at royna tíni evni, ert tú eisini
vælkomin at søkja.
Byggifrøðingar
Søkt verður eftir byggi-
frøðingum til prosjektering og
eftirlitsarbeiði. Tað er eitt krav,
at umsøkjarar duga at tekna
í Auto-Cad og Architectural
Desktop.
Vit vænta, at tú hevur eitt
breitt tøkniligt innlit, hald góðar
royndir frá teknistovu og
stóran áhuga fyri bygnings-
arbeiði. Hevur tú aðra hósk-
andi útbúgving ella royndir, ert
tú eisini vælkomin at søkja.
Møguleikar og eginleikar
Teknistovan er grundað á
eldhugað starvsfólk, sum
hava stórt frælsi undir ábyrgd.
Tónin er lættur og óformligur,
men álvarsemið mótvegis
uppgávunum er treytaleyst.
Á teknistovuni arbeiða í dag
arkitektar, byggifrøðingar
og býarplanleggjarar.
Altjóða samstarv er partur
av dagliga arbeiðinum. Vit
kunnu bjóða fjølbroyttar og
avbjóðandi uppgávur, góðar
menningarmøguleikar og trygg
setanarviðurskifti.
Vit rokna við, at tú ert opin
og fyrikomandi. Tú arbeiðir
sjálvstøðugt, setir teg skjótt
inn í fl øktar spurningar og
dugir væl at samskifta.
Vit vænta, at tú gert tær
sjálvstøðugar meiningar, sum
tær dámar at leggja fyri onnur.
Umsókn og freist
Hevur hetta tín áhuga, kanst
tú senda eina umsókn við
prógvum, lívsrensli (CV) og
viðmælum innan mánadagin
19. mars til:
Selmar Nielsen Arkitektur
Landavegur 9
FO-100 Tórshavn
Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði. Um tú hevur
spurningar, kanst tú ringja á
telefon 354812 og spyrja eftir
Selmari Nielsen.
Selmar Nielsen Arkitektur
Landavegur 9, 100 Tórshavn
Tel 35 48 12, www.sna.fo
sansir.fo
lýsingar