fríggjadagur 2. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
5
eggur ár afturat lívinum
- Tað einu tíðina var hann
úti mestsum allan dagin. Hann
var til arbeiðis og fór síðani
til Havnar at rógva. Hann var
heima aftur umleið klokkan 22.
Hann hevur nú róð tvey ár út
í eitt. Hann plagar at byrja at
rógva inni við maskinu tann 29.
juli beint eftir, at kappróðurin
er liðugur, sigur Marilyn og
leggur afturat:
- Men eg plagi at senda
hann út, um tað gongur
eitt tíðarskeið, har ið hann
ikki venur. Hann verður so
ómøguligur at fáast við, um
hann ikki venur, sigur Marilyn
flennandi.
Búgvi viðgongur eisini, at
hann er nærum bundin av at
venja.
- Tað verður ein lívsstílur at
venja. Tað er torført at gevast.
Eg vænti ongantíð, at eg fari
at gevast at íðka. Eg merki
tó, at tað skal meira til fyri at
halda meg í form, nú eg eri
komin eitt sindur upp í árini,
sigur hann.
- Tíðin, sum tú brúkar uppá
at íðka, skal leggjast afturat
samlaða livialdurinum, sigur
Búgvi avgjørdur.
Møguliga til OyL
Búgvi rør ikki í ár, tí at hann
gongur í skúla í tekniska skúla
í Havn, har ið hann lesur til
byggiteknikara. Annars er eitt
sindur óvist, hvussu verður hjá
teimum eftir summarsteðgin.
- Eg eri byrjaður so smátt
at venja judo aftur, og eg fari
møguliga við til Oyggjaleikirnar
á Rhodos í summar. Tað er alt
eftir, um eg fái tíð ella ikki,
sigur Búgvi.
Hann kennir heilt vist,
at judo er ”hansara”, og
hann er sera hugtikin av
ítróttargreinini. Hann harmast
bara um, at tað er so lítil áhugi
fyri henni í Føroyum.
- Eg eri sera hugtikin av
judo, og eg hyggi altíð at
judo í sjónvarpinum, tá ið tað
er at síggja. Tað er bara so
syndarliga sjáldan. Judoítróttin
broytir stíl við árunum, og tað
er ótrúliga spennandi at fylgja
við, um tú hevur eitt sindur skil
fyri tí, sigur Búgvi.
Judo er list
- Judo er so nógv tann
flottasta ítróttargreinin av
øllum kampítróttargreinum. Í
judo skalt tú als ikki gera av
við mótstøðumannin soleiðis,
at hann fær ilt. Tú vinnur á
honum og letur hann sleppa
snikkaleysan, hóast tú hevur
møguleikan at gera av við
hann. Tað er virðiligt og
tignarligt. Tað er um æru til
vinnaran, og taparin verður
onkursvegna eyðmýktur. Judo
er list! Tað eru so ótrúliga
nógvar fasettir í judo, og
tað ger tað so fangandi,
sigur Búgvi, sum heldur, at
føroyingar skulu satsa uppá
einstaklingaítróttargreinar
heldur enn liðítróttargreinar.
- Tað renna nógv spilt talent
á fótbóltsvøllunum, sum hava
nýtt allan ungdómin uppá
at sparka, og verða síðani
soldaðir frá, tá ið teir gerast
vaksnir. Teir høvdu verið fínir á
einari judomáttu.
- Ein lítil tjóð skal satsa
uppá einstaklingaítróttin, sum
til dømis judo, um vit ætlað
okkum upp á toppin, sigur
Búgvi at enda.
Búgvi um sonin Teit
- Tað var heilt fantastiskt at fáa hann. Tað gekk
lang tíð, áðrenn tað gekk upp fyri mær, hvat var
hent, tá ið Teitur varð føddur. Teitur er trý ár nú.
Hann hevur verið við til judo. Eg ætli mær tó
ikki at trýsta hann til nakað. Tað er als ikki vist,
at tað er lukkan at gera so nógv ítrótt
Búgvi um føðslu
- Mær dámar væl allan mat, og mær dámar
eisini føroyskan mat. Mær dámar væl at eta.
Eg hugsi ikki so nógv um, hvat eg eti, hóast
eg burdi. Eg plagi at eta tað, sum eg fái at
eta. Seyðarhøvd og fiskafrikadellur er eitt tað
besta, sum eg fái
Føddur 26.04.1972
Er úr Havn
Unnustan eitur Marilyn Hansen
Sonurin eitur Teitur
Hevur íðkað judo síðani hann var 12 ár
Útlærdur timburmaður
Lesur til byggiteknikara
Hevur róð við Havnarbátinum
Rør inniróður
Fakta um
Búgva
- Tað renna nógv spilt talent
á fótbóltsvøllinum, sum hava
nýtt allan ungdómin uppá at
sparka, men teir verða síðani
soldaðir frá, tá ið teir gerast
vaksnir. Teir høvdu verið fínir
á einari judomáttu, sigur
Búgvi Poulsen, sum heldur, at
føroyingar skulu satsa uppá
einstaklingaítróttargreinar
Mynd: Jens Kr. Vang