Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 44 - 2. mars 2007 tíðindi Nú hava tey forðað fyri, at dálkingin verður verri enn hon longu er. Brandmeistarin í Vági viðgongur, at oljan slapp at liggja alt ov leingi og dálka, áðrenn tey fóru at reinsa Oljudálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hava tey f ingið tamarhald á oljudálkingini í Vági. Alt stykkið niðanfyri olju­ tang­an hjá SEV, sum fór at le­ka, er grivið upp og nú eru tey komin heilt niður á reint tilfar. Tað merkir, at nú er sjálv keldan til oljudálkingina griv­in burtur og sostatt verð­ ur fjørðurin ikki verri dál­ kað­­ur, enn hann longu er. Teir síðstu bilarnir við olju­dálk­að­um tilfari vórðu koyr­dir burtur í gjár, ella ve­ra koyrdir burtur í dag. Alt tað dálkaða tilfarið er koyrt til IRF í Suðuroy, har tað verður goymt. So nú er bara sjálvt upp­ takið eftir. Men tað verður ikki sum at siga tað, tí olja er farin um allan fjørðin. Og Vágs­ fjørð­ur er víðførur, so tað eru einir fimm kilo­met­rar av strond, sum skulu rein­sa­ st. Gudmund Jacobsen er leið­ari fyri sløkkiliðið í Vági og tað er hann, sum stend­ur fyri arbeiðnum. - Hetta verður eitt ar­beið­ ið, sum fer at taka rættiliga lan­ga tíð og sum eisini fer at kosta rættiliga nógvan pen­ing, sigur hann. Hann vil kortini hvørki seta tíð ella pening á. Men sum­mi meta, at talan verður um eina milliónaupphædd. - Alt arbeiðið skal gerast við handamegi og sostatt skal nógv fólk til, tí so at si­ga hvør steinur í mølini skal vendast rundanum all­ an fjørðin. Gudmund Jacobsen sigur, at øll fjørðan, sum hon er, verð­ur vaskað við børki, sum er komin úr Noregi. Hetta sýgur oljuna í seg, Tá ið reint er, verður børk­ ur­in og tað skitna tilfarið koyrt í sekkir og ført norður til IRF í Leirvík at brenna. - Tað er ikki altíð, at vit fáa alla oljuna upp fyrstu ferð og tí kemur fyri, at vit mu­gu vaska fleiri ferðir vil børki, har tað er illa dálkað, sig­ur brandmeistarin í Vági. Men arbeiðið gongur ikki altíð eftir vild. - Børkurin tekur oljuna væl upp, tá ið tað er turt í veð­ri­num. Í regni tekur hann ikki so væl upp. So kann ein og hvør hugsað sær umstøðurnar, vit hava og, hvussu nógvar effektivar dag­ar, vit hava, sigur Gud­ mund Jacobsen. Slapp at liggja ov leingi Hin­vegin ásannar brand­ meis­tar­in í Vági eisini, at tað gekk alt ov long tíð, frá tí at dálkingin varð staðfest, til tey fóru undir upptakið. - Tað er ein stórur trup­ul­ leiki, at vit kenna so lítið til het­ta arbeiðið. Tí var stór ó­vis­sa um, hvussu farast skul­di fram. Hetta er ein stað­fest­ing av, at vit hava on­ga tilbúgving í Føroyum, sum er til reiðar at basa eini dálk­ing sum hesari. Men er tað ikki júst upp­ gáv­ur sum hesar, ið OSR á Tvøroyri bjóðar seg fram at loysa? - Jú, og teir eru eisini kom­nir við. Men tað eru ei­si­ni onnur viðurskifti, sum hava forða fyri, at gongd kom á. Men Gudmund Jacobsen vil ikki útgreina, hvat hann mein­ar við. Hinvegin heldur brand­ meist­ar­in í Vági, at hetta hev­ur verið øllum ein læra. - Eitt óhapp er hent og het­ta er ein læra hjá okkum øll­um. Men at fara at leita eft­ir syndabukkum, tænir ong­um endamáli, heldur hann. Brandmeistarin staðfestir, at tað er SEV, sum hevur dálk­að og sostatt er tað SEV, sum hevur ábyrgdina. Hin­veg­in er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina av upp­tak­in­um runt um fjørð­ in. Og hann heldur, at allir part­ar kundu havt borið skjót­ari at. - Tað er ongin ivi um, at hetta slapp at liggja ov lein­ gi. Men tað er tí, at ongin er fyri­reik­að­ur upp á eina hend­ing, sum hesa og tí var stór óvissa um, hvussu vit skul­du bera okkum at. Hinvegin staðfestir hann, at allir partar, bæði kom­mu­ n­an og SEV, eru samd um, at fjørðurin skal reinsast aft­ ur og samstarvið er gott, tí all­ir partar eru sinnaðir at loy­sa trupulleikan. Somuleiðis staðfestir hann eisini, at tað er altíð brúk fyri fólki at hjálpa til at taka upp. So hevur onkur hug at bjóða seg fram, eru tey vælkomin at seta seg á listan. Verður ikki brúk fyri teim­um beint nú, kann tað alt­íð verða seinni. Hann endurtekur, at hann heldur framvegis ikki, at tal­ an er um eina nát­túr­u­van­ luk­ku, men at hetta kortini er ein trupulleiki, sum skal tak­ast í størsta álvara. Eru sloppin væl Á SEV er tað Bergur Did­ rik­sen, sum hevur havt við mál­ið at gera. Hann sigur, at tey nú eru við at koma hartil, at keldan til dálkingina er burtur. Tað merk­ir, at øll oljan og alt til­ far­ið rundanum tangan hjá SEV, er tikið upp, so at nú dálk­ar ikki meir. Tað næsta er at fáa mynd­ ug­leik­ar, Kommunu og Heil­su­frøð­iligu Starvs­stov­ una at góðtaka arbeiðið, sum er gjørt. Hinvegin væntar hann, at tað ber ikki til at taka so væl upp, at tað ikki fer at sígg­jast eitt sindur av olju fram­við landi í eina tíð fram­yvir. Tí heldur hann, at tað verð­ur neyðugt við sperr­ ing­­um framvið landi í rúma tíð afturat. Annars heldur hann, at bein­an­veg­in óhappið hendi, varð eitt stórt og effektivt ar­beið­ið gjørt frá øllum pørt­um, eisini kommununi. - Veruleikin er, at vit slup­ pu ótrúliga væl burturúr hes­um, tí tað eru smáar nøgd­ir, sum fóru á sjógv, hóast hetta er til stórt for­arg­ il­si hjá borgarum í Vági. Annars eru allir partar samd­ir um, at hetta er eitt dø­mi um, at í Føroyum ha­va vit ikki eina tilbúgving, sum er nóg góð til at basa ein­um trupulleika, sum hes­ um og tí eru allir partar ei­si­ ni samdir um, at hetta hevur ver­ið teimum ein læra. Hava fingið tamarhald á oljudálkingini í Vági Tað fer at taka fleiri mánaði og fer at kosta nógv at basa oljudálkingini í Vág. Allir partar kundu havt borið skjótari at, tí ongin ivi er um, at tað gekk alt ov long tíð, frá tí at dálkingin varð staðfest, til farið varð undir at reinsa Vágs Býráð hevur sam­tykt at krevja, at allur fjørðurin verð­ ur reinsaður Oljudálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágs Býráð krevur at all­ ur fjørðurin verður rein­ sað­ur eftir at hol fór á ein tan­ga hjá SEV fyrst í des­ em­ber. Tað hevur býráðið sam­ tykt. Býráðið viðgjørdi ol­ju­ dálk­ing­ina á fundi í vik­ uni og har varð samtykt at krevja, at allur fjørðurin og øll mølin verður reins­að. Samstundis hevur Bý­ráð­ið samtykt at krevja av SEV, at góður og trygg­ ur garður verður gjørdur rundan­um tangarnar fyri at forða fyri at eitt slíkt ó­happ endurtekur seg. Samstundis staðfestir borg­ar­stjór­in, at tá ið tey vita, hvør dálkarin er, tað tann, sum dálkar, ið hevur á­byrgd­ina av upp­tak­in­ um. Sostatt er tað eisini SEV, sum skal gjalda fyri upp­tak­ið, sigur hon. Kristin Strøm Bech sigur sostatt eisini, at Vágs Kommuna skal ikki hava nakra sum helst rokning fyri dálkingina. Vágs Býráð krevur ein reinan fjørð