fríggjadagur 2. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
Havnarmaðurin Búgvi
Poulsen er helst tann besti
judoíðkarin úr Føroyum
nakrantíð. Hann hevur
vunnið DM og hevur eisini
fingið heiðursmerki til
fleiri altjóða kappingar.
Nú hevur Búgvi sett búgv í
Gøtugjógv, og hann hevur
ikki ætlanir um at gevast
enn. Hann nýtir eisini
nógva tíð til rógving, har
ið úrslitini eisini hava verið
góð. – Tíðin, sum tú nýtir
til at venja, skal leggjast
afturat samlaða livialdurin,
sigur Búgvi
Búgvi Poulsen er ein av okkara
fremstu ítróttarmonnum. Tað
er fáur føroyingur, sum hevur
megnað at fingið slíkan heiður
í altjóða kappingum, sum
Búgvi hevur megnað.
Hóast hetta er hann kanska
ikki so kendur fyri tann vanliga
føroyingin. Hetta er helst tí,
at hann íðkar judo, og tann
ítróttargreinin vekur helst ikki
so stóran ans, sum summar
aðrar ítróttargreinir gera.
Tað er tó eingin ivi ímillum
judoíðkarar og fólk, sum hava
skil fyri ítróttinum, at Búgvi
er besti føroyski judoíðkari
nakrantíð.
Búgvi rør eisini, og har
hevur hann eisini vunnið
heiðursmerki – bæði í
vanligum róðri og í inniróðri.
Dugdi ikki at sparka
Búgvi er uppvaksin í Havn.
Hann tímdi ikki nakað
bóltspæl, og tí valdi hann
heldur judo. Hann var ikki heilt
ungur, tá ið hann byrjaði at
íðka judo.
- Tað lá ikki fyri hjá mær
at sparka bólt. Eg bleiv altíð
valdur frá í skúlagarðinum, tá
ið vit sparkaðu í steðginum,
sigur Búgvi og flennir
- Eg byrjaði at íðka judo
sum 12 ára gamal, og tað
lá væl fyri beinanvegin. Eg
bleiv nummar tvey í fyrstu
føroyameistarakapping, eg var
við í, og so vann eg allar hinar
kappingarnar, sum eg luttók í,
inntil eg fór niður í 1994, sigur
hann.
Búgvi gavst í skúlanum
eftir 9. flokk. Hann fór síðani
til skips og fór so í læru sum
timburmaður. Í 1994 fór hann
til Danmarkar at arbeiða. Har
var hann í 7 ár, áðrenn hann og
unnustan, Marilyn, fluttu heim
til Gøtu.
- Eg møtti Marilyn niðri. Hon
gekk í skúla niðri, meðan eg
arbeiddi, sigur Búgvi.
Var danmarksmeist
ari í judo
Búgvi gjørdi nógv við judo,
meðan hann var niðri, og
hann vann sær eisini nógv
heiðursmerki.
- Eg vandi við ymiskum
feløgum niðri. Longsta
tíðarskeiðið var eg við Hillerød
Judoklub. Eg luttók fyrstu
ferð í DM í 1994. Tá gjørdist
eg nummar trý. Eftir hetta
gjørdist eg tíverri skaddur, og
eg kom ikki ordiliga fyri meg
aftur fyrr enn í 1998, tá ið
eg vann DM. Tað var eitt av
hæddarpunktunum í mínum
ítróttarlívi, sigur Búgvi.
- Eg havi luttikið tvær ferðir
í EM og hava eisini verið við
til NM. Eg gjørdist tvær ferðir
nummar trý til NM, og tað
meti eg eisini sum góð úrslit,
sigur Búgvi.
Rógving gav nýggjar
avbjóðingar
Eftir at Búgvi flutti heim til
Føroya, vóru avbjóðingarnar
innan judo ikki so nógvar.
Hann hevur tó íðkað eitt sindur
judo og eisini verið venjari hjá
øðrum. Men hann hevur eisini
nýtt nógva tíð til rógving.
- Judo í Føroyum var eitt
sindur ov lítið til mín, so eg
fór at rógva, tí at eg vildi hava
eina nýggja avbjóðing. Eg róði
við Havnarbátinum, og har
gjørdust vit føroyameistarar
í 2004. Tað var ein fantastisk
løta. Vit vunnu tepurt á
ólavsøku, og gleðisrúsurin var
øgiligur, sigur Búgvi.
Búgvi hevur róð inniróður
um veturin, tá ið kappróðurin
liggur stillur.
Nýtur nógva tíð til
ítrótt
Unnustan Marilyn kann skriva
undir uppá, at Búgvi hevur nýtt
nógva tíð og orku uppá ítrótt.
Búgvi Poulsen: - Venjing l
Búgvi um politikk
- Eg fylgi als ikki við í politikki. Tað sigur mær einki.
Men eg helli til tó til fullveldið, um tú spyrt meg
um mína politisku støðu. Tað er meira verdugt at
standa á egnum beinum
Búgvi um skúlan
- Eg gjørdi mær og læraranum eina tænastu, tá ið
eg fór úr skúlanum. Eg var ein buldribassi og kláraði
meg ikki so væl í skúlanum. Tað var tó gott at kunnu
vinna ein sigur í ítróttinum, tá ið tað ikki gekk so
væl í skúlanum. Nú gangi eg aftur í skúla, men
hesaferð er tað øðrvísi. Eg havi eina aðra støðu til
skúlan, og skúlin er eisini meira praktiskur
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo