Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2007 9 tíðindi Fyrilestur Í sambandi við aðalfundin hjá Giktafelag Føroya skipar felagið fyri almennum fyri­lestri sunnudagin 4. mars kl. 16. Har fer Leif Olsen, serfrøðingur á stjórnarskrivstovuni á Almannastovuni, at halda fyrilestur við heitinum "Kronisk sjúka og hvat so?" Millum annað fer hann at siga frá, hvørja hjálp tað ber til at fáa frá tí almenna, tá fólk eru rakt av kroniskari sjúku. Fyrilesturin verður í MBF-húsinum kl. 16, og aftaná heldur Giktafelagið aðalfund har. Hundakapping Leygardagin 10. mars verður skipað fyri seyðahundakapping á Viðareiði. Kappingin verður í trimum bólkum, og tríggir teir bestu hundarnir í hvørjum bólki fáa steyp og heiðursmerki, sum eru fingin til vega við stuðuli frá Statoil. Kappingin, sum er tann triðja av sínum slagi á Viðareiði, er fingin í lag við stuðuli frá Klaksvíkar Timburhandli og Viðareiðis kommunu. Kappast verður eysturi á Heiðum, og steypini verða handað í gamla skúla. Slagkraftin situr í sendistovu Kravið um bert at flagga føroyskt á tí komandi sendi­ stovuni í Reykjavik fer at merkja, at vit ikki fáa nakra veru­ liga sendistovu. Verður hetta úrslitið, merkir tað ikki bert munandi minni slag­ kraft í Íslandi, men eisini yvirfyri øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Umboðan Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Løgmaður heldur lítið um uppskotið hjá sam­gongu­ felaganum, Poul Michelsen, um at áleggja landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at komandi føroyska sendi­ stovan í Íslandi bert skal flagga føroyskt. Jóannes Eidesgaard vísir á, at verður uppskotið hjá fólkaflokstingmanninum samtykt verður ikki talan um eina sendistovu við tign (diplomatstatus), men um eina umboðsstovu. Ein slík fær munandi minni slagkraft enn ein verulig sendistova, sum ætlanin er at seta á stovn í Reykjavík. Í viðmerkingunum sigur fólkaf lokstingmaðurin millum annað, at um tað ikki eydnast landsstýrinum at samráða seg fram til eina loysn við donsku stjórnina hesum við­víkj­ andi, verður heitt á Lands­ stýrið um heldur at seta á stovn umboðsstovu eins og hana, vit hava í Keyp­ mannahavn. Tað er Poul Michelsen einsamallur, sum hevur lagt uppskotið fram. Løgmaður heldur tað vera hol í høvdið at ofra allar teir mongu fyri­ munirnar, ið ein sendistova við tign hevur. – Tað skal eingin ivi vera um, at eg helst vildi havt Merkið einsamalt at veitra yvir sendistovuni í Íslandi, men hetta ber ikki til, tí vit eru ikki ein sjálvstøðug tjóð. Og altjóða sáttmáli ásetur, at tað kann bert kann vera ein sendistova úr hvørjum landi. Velja vit at trumfa hetta ígjøgnum, verður ikki talan um eina veruliga sendistovu, sigur Jóannes Eidesgaard. Sum dømi um hvat munurin er, vísir løgmaður á, at ein umboðsstova verður rokna sum eitt slag av lobbyvirksemi og hevur ti ikki beinleiðis atgongd til aðrar sendiharrar ella ráðharrar hjá teimum ymsu londunum. – Vit skulu minnast til, at sendistovan ikki ber kemur at røkja áhugamál okkara í Íslandi, men í líka stóran mun skal vera við til at lata hurðar upp fyri okkum í øðrum londum. Hetta kann gerast munandi lættari við at hava eina veruliga sendistovu, sigur Jóannes Eidesgaard. Tignin er munurin Løgmaður vísir á, at eitt samt Løgting – íroknað at k vøða n hjá Poul Michelsen – hevur álagt honum at seta á stovn eina sendistovu í Reykjavík við somu tign, sum tær í Brüssel og London, og at hendan skal hava innivist á donsku sendistovuni. Tí heldur hann tað vera margháttligt, at Poul Michelsen og aðrir hava vent á tallerkinum og renna frá tí, sum teir sjálvir hava samtykt. – Nú verður hetta nær­ mast lagt fram soleiðis, at eg eri ímóti at flagga føroyskt, men hetta er so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera. Eg kann eg nevna, at eg tvær ferðir havi fingið boðið riddarakrossin við Danne­ brog í bringuna, men havi sagt neitakk báðar ferðir. Hinvegin nýtist mann ikki at leita leingi eftir at finna aðrar, sum geva seg út fyri at vera so og so tjóð­ skaparliga sinnaðar, at teir gleðiliga hava tikið ímóti. Hetta haldi eg vera eitt sindur dupultmoralskt, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður leggur dent á, at talan ikki bert verður um at flagga við Danne­ brog, men at føroyska Merkið eisini verður vundið á stong. Hann vísir eisini á, at íslendsku myndugleikarnir heldur ikki høvdu góðkent, at vit ikki lógu undir donsku sendistovuni, tí so brutu teir altjóða sáttmálar. – Talan er um, at vit eru ein partur av donsku sendistovuni, og tí er ómøguligt at krevja, at vit bert f lagga føroyskt. Hinvegin fáa vit munandi meiri burtur úr at hava henda status, tí tá fáa vit nógv lættari við at fáa ferðast í tí diplomatiska kervinum, ið er so týdn­ ingarmikið í samstarvinum við onnur lond, sigur løgmaður. Jóannes Eidesgaard tekur sum dømi vitjanina í Føroyum hjá kanadiska sendiharranum í Danmark í hesum døgum. Var talan um ein vanligan kanadiskan lobbyist, so hevði hann ikki av sær sjálvum havt atgongd til løgmann, landsstýrismenn ella aðrar politiskar. – Av tí, at Fredrica Gre­ gory er kanadiskur sendi­ harri, so ruddi eg álma­ nakkan fyri at taka ímóti henni. Hetta er júst mun­ urin ímillum ein sendiharri við tign og ein vanligan umboðsmann, sigur Jó­­ annes Eidesgaard. Kanadiski sendiharrin fór avstað aftur í dag. Jóannes Eidesgaard vísir á, at eitt samt Løgting hevur álagt Landsstýrinum at seta eina sendistovu við tign á stovn, og at hon skal hava innivist á donsku sendistovuni í Reykjavík. Sostatt kann hon bert vera partur donsku sendistovuni og skal flagga við Dannebrog, men at Merkið eisini kann vindast á stong Myndir: Jens Kr. Vang Tað finnast fimm starvsheiti hjá sendifólki ella diplomatum á eini sendistovu, um hon er nóg væl mannað: 1. Sendiharri 2. Ráðharri 3. Ráðharraráðgevi 4. Sendiráðgevi 5. Sendifull­ trúi. Føroysku sendimennirnir í London og Brüssel liggja á 3. stigi við heiti sum ráðharraráðgevar, meðan tann í Reykjavík í fyrsta lagi fer at liggja á 4. stigi við heiti sum sendiráðgevi. Seinni verður hann helst fluttur upp á 3. stig eins og hinir báðir. Afturat hesum kunnu vera ymisk sløg av starvsfólki, til dømis skrivstovufólk, ið sum meginregla eru lokalt sett úr tí økinum, har sendistovan hevur heimstað. Kelda: Løgmannskrivstovan FAKTA