Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007 Vikuskifti 8 - Um tú ert positivur og trýrt upp á tað, sum tú selir, so kanst tú selja alt – eisini svávulpinnar. Eg trúgvi upp á Føroyar, sigur Kent L. Christensen. Hann er maðurin, sum nú fær ein sentralan leiklut í føroyskari ferðavinnu, eftir at hann saman við øðrum hevur keypt Flogfelag Føroya. Men hvør er danin, sum hevur tikið stór tøk fyri føroyskari ferðavinnu Kent L. Christensen hevur seinastu sjey árini hevur havt týðandi starv hjá Atlantsflogi, men nú skiftir hann luftlagið eitt sindur út og skal frameftir stjórna Flogfelagi Føroya, sum hann hevur keypt saman við tveimum vestmenningum. Heitasta løtan hjá honum í føroyskum fjølmiðlum higartil var, tá ið ein útsøgn um kappingarneytan Faroejet í eini veitslu endaði á hægsta politiska stigi í Føroyum. Nu hevur Kent aftur verið á breddanum í fjølmiðlum, men hesaferð eru tíðindini meira hugalig. - Tað er ikki frítt fyri, at eg havi havt nervar hesa seinastu tíðina, og tað hava verið summarfuglar í búkinum, nú eg skuldi siga meg úr starvinum hjá Atlantic, har eg havi trivist sera væl. Men eg havi valt at fylgja einum hugskoti, sum eg trúgvi uppá. Eg vil nú royna at føra tað út í lívið, sigur Kent. Úr Angola til Føroya Kent L. Christensen var føddur á Fredriksberg í 1963, og hann vaks eisini upp mitt í danska høvuðsstaðnum. Eftir loknan skúla fór hann í læru hjá Fredriksberg kommunu, har hann tók útbúgving sum skrivstovumaðu. Hansara sergrein var skattur og lønarsamráðingar. Hann helt fram at arbeiða fyri kommununa á Fredriksberg í eina tíð, áðrenn hann skifti til Højgaard & Schultz at starvast. Fyrsta uppgávan var í Angola, har hann var partur av arbeiði at byggja eitt sementvirki upp. Úr Angola gekk leiðin til Føroya. Eitt lop úr glóðheitu sólini í Afrika til byggiboom í Føroyum, har hann skuldi hava umsitingina av arbeiðunum hjá Højgaard & Schultz við millum annað Gomlurætt, Sands Havn og Eiði 2. - Umsitingarleiðarin hjá Højgaard & Schultz í Føroyum varð sagdur úr starvi, og eg varð sendur til Føroya at loysa av í tríggjar mánaðir. Men hetta gjørdist byrjanin til eitt nýtt lív í Føroyum. Eg fann mær eina konu í Føroyum, og síðani havi mett Føroyar sum mín bústað, hóast vit eisini hava búð í øðrum londum, sigur Kent Christensen. Eg trúgvi upp á Samrøða Eyðun Klakstein blaðmaður eyðun@sosialurin.fo Kent um Faroejet Nú skal eg ansa eftir, hvat eg sigi, tí eg eri longu komin einaferð á forsíðuna av at úttala meg um Faroejet. Eg endaði enntá úti hjá løgmanni. Eg haldi, at trupulleikin hjá Faroejet var, at felagið ongantíð kláraði at skapa sær sín egna samleika. Kent um grindadráp Eg plagi eg at fara í grind, tá ið eg havi kjansin, og so leingi, sum vit kunnu hava grindadrápið sum ein part av okkara mentan, skulu vit halda fram við tí. Grindadrápið má tó ikki gerast handilsligt. Vit skulu ikki stúra fyri ágangi frá umhvørvisfelagsskapum, tí høvdu teir ikki grindadrápið at finnast at, so funnu teir bara okkurt annað.