fríggjadagur 2. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 44 - 2. mars 2007
Ásannast má, at Heðin Mortensen, býráðsfor-
maður í Tórshavn er maður við mongum frískum
og nýggjum hugskotum um menning og trivnað.
Uppskot hansara um at býurin skuldi ogna sær
Skeivapakkhús var eitt framúr gott hugskot, sum
kundi elvt til eitt stórt framstig fyri mentanarlívið
í Havn. Tað er tí mikið spell, at hetta frálíka hug-
skot varð forpurrað og munnu flestøll vera samd
um, at henda gerð var stuttskygd og ivaleyst fer
at koma aftur um brekkur.
Nú hevur so býráðsformaðurin gjørt av, at allir
nýggir kommunalir nýbygningar skulu verða
listarliga prýddir, og at ávís upphædd skal nýtast
til hetta endamál. Hetta er eitt frálíkt hugskot, sum
er vælkent uttanlands. Henda regla hevur verið
galdandi í grannalondum okkara í áratíggjur og
verið góð fyri myndlistina í viðkomandi londum.
Tað er einki at ivast í, at verður hesin nýggi poli-
tikkur býráðsformansins rikin konsekvent, so fer
hann at verða til mikið gagn fyri listafólk okkara.
Men hesin politikkur fer eisini at gagna borgaru-
num. Tað er sunt og gott fyri fólk at hava nakað
vakurt ella nakað listarliga avbjóðandi at hyggja
at, og so eru listarliga prýddir almennir bygnin-
gar eitt prýði fyri býin uttan mun til, um listin er
uttan- ella innanhalla.
Tað er umráðandi, at farið verður fram við skili,
so at gott samanhang verður millum bygningar
og listaverk. Ofta kemur fyri, at nýggir almennir
bygningar verða prýddir innan við list, sum ikki
er í samljóði við bygningin sjálvan. Her skal alt-
so framyvir verða eitt samstarv millum arkitekt
og listafólk. Tað eigur eisini í framtíð-ini at vera
so, at fleiri listafólk eiga at fáa høvi at kappast
um almennar uppgávur. Slíkar eiga at verða bjóð
aðar út og tann, sum fær uppgávuna eigur so at
samstarva við arkitekt og byggiharra. Nú hevur
Havnin sum ikki einaferð víst vegin, nú er eftir
at fáa landsmyndugleikarnar at vakna. Vónandi
fáa vit eina skipan, ið tryggjar, at allar nýggir
almennir bygningar verða prýddir við nýggjari
føroyskari myndlist.
Sosialurin
Gott fyri listina –
gott fyri borgaran
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað er ótrúligt, hvat vit borg
arar skulu verða vitni til. Um
nakar heldur, at hetta hevur
nakað við rationaliseringar
at gera, so er tíð at vakna.
Hetta fer at kosta skattgjald
arunum millióna upphæddir,
og so ikki fyri at tosa um ta
vanvirðing, sum sjálvur Jacob
Vestergaard vísir sínum egna
stovni – ótrúligt!
Hví spyrja vit – er nakað
at spara, er talan um økis
menning o. s. fr.? Svarið er
heilt einfalt, NEI! Tað rætta
svarið er, at hetta er fyri egið
áhugamál, og allarhelst fyri
løgmann eisini, soleiðis at
teir hava møguleika at blíva
valdir (Jacob bleiv ikki valdur
seinast), og at løgmaður
kann blíva afturvaldur
– sjálvandi í suðri - tí øll
vita, at løgmaður hevði ikki
blivið afturvaldur, um hann
hevði stillað um norðan fyri
Suðuroynna.
Eitt púra greitt tekin um
hesa óskiljandi avgerð er mill
um annað tað, sum løgmaður
segði Degi og Viku 1. mars
– “tað er sjálvandi Jacob
Vestergaard sum tekur tær
neyðugu ráðgeving inn sum
hann heldur verða neyðuga,
fyri at taka avgerðina um
at flyta stovnin” - og sum
øllum kunnugt, so hevur als
eingin ráðgeving ella meting
verið yvirhøvur.
Og sum øll flest vita, so
hevur sjálvt løgmaður mink
andi undirtøku, umframt
at Jacob Vestergaard als
slett ikki kom inn á ting
seinast, umframt er eisini
vælhugsandi, at onkur
rossahandil er farin fram,
sum t. d., at Fólkaflokkurin
fær sín vilja (flyta stovnin)
og Javnaðarflokkurin fær
undirtøku um at seta Kyoto-
umhvørvissáttmálan í verk.
Tí so kunnu bæði løgmaður
og Jacob vísa á, at teir hava
framt okkurt í verki og tí eru
verdir at verða afturvaldur.
Borgarstjórin á Tvøroyri
er vanur við at siga sína
meining, og tað taki eg
eisini hattin av fyri – hann
segði – val er fyri framman,
so skal tað egnast, so skal tað
verða nú. Men enn einaferð,
ótrúligt at skattgjaldarin skal
gjalda millióna upphæddir
fyri teirra egið áhugamál
sum er at blíva afturvaldir.
Eg skilji eisini væl fólk,
tá tey krevja, at Jacob skal
verða koyrdur frá.
Víðari kann man spyrja
hví, borgarstjórin í Havn
tekur undir við at minka
um aktivitetin í høvuðs
staðnum, ein skuldi trúð at
hann skuldi virkað fyri at
veksa um aktivitetin í sín
ari egnu kommunu, men
nei, borgarstjórin hugsar,
sum ikki einaferð, og sum
hinir báðir, um sítt egna
áhugamál, tí hann hevur
ikki ráð til at verða óvinur
við Javnaðarflokkin, tí
hann er fyri kortum sloppin
undir veingin hjá Javnaðar
flokkinum.
Man kann fyri stuttleikar
samanlíkna hetta sum at flutt
stovnin til Danmarkar ella
Ísland, har er eisini uml tveir
tímar frá høvuðsstaðnum
– ljóðar tað rationelt?
Hetta skal ikki skiljast sum
eg havi nakað sum helst ímóti
at arbeiði verða upprættað í
Suðuroynni, tvørturímóti,
men at avleiðingin skal
verða millióna upphæddir
fyri skattgjaldarin, og so ikki
fyri at tosa um starvsfólkini
– tað kann eg ikki taka undir
við! Hevði um ikki annað
onkur rationalisering ligið í
hesum, so hevði eg kunna
tikið undir við hesum.
Hetta sum er farið fram
er bara enn eitt dømi um, at
landsins politikarar kunnu
gera tað, sum fremur egið
áhugamál, uttan at tað fær
avleiðingar.
1. mars 2007
Jacob Vestergaard og ???,
grovt embætismisbrúk vegna egið áhugamál?
Býráðslimur í Tórshavn
Høgni
mikkelsen
Eg eins og restin av Tjóð
veldisflokkinum hava tikið
undir við ætlanunum um
at flyta Strandferðsluna til
Suðuroyar, og vit hava havt
uppskot um hetta á tingi.Men
tá tóku samgonguumboðini
ikki undir við at flyta strand
ferðsluna til Suðuroyar. Meiri
lutin í vinnunevndini: Henrik
Old, Alfred, Jørgen, Heðin
og Gerhard, grundgóvu
fyri síni mótstøðu soleiðis
m.a. soleiðis: ”sambært
upplýsingunum frá strand
ferðslustjóranum
verða
avleiðingarnar av at flyta
funktiónir ella deildir hjá
Strandferðsluni til Suðuroyar,
at dupultfunktiónir skulu
upprættast, og nýggj fólk
sostatt skulu setast, heild
aratlit hvørva, umframt at
økta fjarstøðan merkir, at
dagliga samskiftið og sam
starvið við hini skipini,
restina av Strandferðsluni
og samstarvspartnarar verð
ur nógv truplari og kostn
aðarmiklari…”.
Soeiðis fullu grund
gevingarnar
hjá
sam
gonguumboðunum
í
vinnunevndini,
og
so
góður var viljin hjá vinnu
nevndarumboðunum tá, at
ganga ynskinum og hug
skotinum hjá Hergeiri Niel
sen á møti. Hergeir hevur
Heldur missa trúvirði enn vald
Annita á
friðriksmørk
framhald á síðu 11